Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 13. juni 2003 23 aðum landsliðsbúna runnið runt á vøllinum, so er tað heilt víst Julian Johnsson. Hvat kilometurteljarin vísti mikukvøldið, er vónleyst at meta um, men hann framdi ein ótrúligan arbeiðsinnsats á miðvøllinum. Var her og har og allastaðni, og hóast harða viðferð frá týskarum, so settist hann ikki einaferð aftur á at grenja, men helt á fram at takla við sama lag. Og hevði enntá í 85. minutti orku til at taka ein av langu raidunum niðan- eftir síðuni í kanska bestu føroysku álopsroyndini. Hann ikki bara staðfesti, men sementeraði sína støðu á føroyska miðvøllinum hetta kvøldið. 9. Jákup á Borg, B36, 28/1 Hevði frá fyrsta bríksli sera gott samspæl við Jóhannis Joensen, tá týska álops- spælið skuldi steðgast, men hevði samstundis eisini dirvi til at vera við í tí sindri av framrættaðum, sum føroyingar stóðu fyri. Váti vøllurin tóktist tó at ávirka nakað, soleiðis at innleggini ikki vórðu heilt so neyv, sum tey vanliga eru, men tá hann hálvgum sjúkur bað um at verða skiftur, var tað kortini eftir eitt avrik, har sjúkan í øll- um førum ikki sást á ar- beiðspartinum. 10. John Petersen, B36, 47/6 Eins og í Íslandi, so var føroyski toppskjúttin ikki heilt so nógv við í spælin- um, sum ynskiligt hevði verið. Eisini hóast arbeiðs- innsatsurin var stórur. Royndi tó nakrar ferðir at halda upp á bóltin, soleiðis sum hann plagar á liðnum, men váti vøllurin tóktist av álvara at arga hesar royndir. Var einar tríggjar ferðir eftir steðgin maðurin, sum kundi sett føroysk kontra ígongd, men royndi hvørja ferð torføru loysnina, so- leiðis at álopini ikki gjørd- ust álvara. Kanska tí hann er ein leikari, sum helst skal hava nógva kontakt við bóltin, fyri at kunna geva sítt besta, og hendan fortreytin var ikki til staðar mikukvøldið. 11. Christian Høgn iJacobsen, NSÍ, 17/2 Var hesa ferð fluttur niðan í álopið, og har royndi hann sum frægast at stressa týsku verjuna saman við John. Hetta eydnaðist eisini nakrar ferðirnar, men nógv meira enn nakrar vunnar taklingar gjørdist tað ong- antíð til. Varð seinni fluttur oman á høgru miðju fyri Jákup á Borg, og tóktist nakað darvaður av hesum skifti, áðrenn hann at enda mátti skiftast út eftir krampa í legginum. Næstan sum ímyndin av, hvussu nógv føroysku leikararnir høvdu ofrað seg ígjøgnum dystin. 14. Hjalgrím Elttør, KÍ, 8/0 Varð skiftur inn fyri Jákup á Borg, tá hesin ikki hevði meira eftir, og royndi eftir førimuni at vera við í spæl- inum. Føroyska liðið var tá dottið somikið langt aftur á vøllin, at tað sjáldan gjørd- ist til tað stóra spælið niðan eftir vøllinum, og kann tí illa dømast fyri avrikið. 18. Jann Ingi Petersen, B68, 4/0 Fekk seinastu løtuna á vøll- inum fyri Christian Høgna Jacobsen, og tó at hann hesa løtuna fekk givið onkra roynd upp á framúr fótbóltsevnini, so var løtan ov stutt til at geva nakað veruligt skoðsmál. Jóhannis Joensen tykist veruliga hava bitið seg fastan á lið- num, nú hann tvær ferðir á rað hevur fingið møguleikan, eftir at hann annars í fleiri ár hevur verið mest sum fastur skiftisleikari LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Eftir at hann fyri tað allar mesta hevur verið roknaður sum eykamaður í landsliðs- hópinum, hevur Jóhannis Joensen nú tvær ferðir á rað fingið møguleikan millum teir fyrstu á landsliðnum. Tað kann eisini róliga stað- festast, at hann so dyggiliga hevur tikið av hesum møguleika, og tí kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at hann ikki fyrr hevur megnað at spælt seg til eitt fast pláss á liðnum. - Tað veit eg ikki rættiliga hví, men havi kanska ongan tíð fingið kjansin. Hann havi eg so haft nú, og eg má eisini viðganga, at eg kenni meg vera sera væl fyri í løtuni. Eisini hóast eg seinastu løt- una mátti viðganga, at kreft- irnar vóru um at vera uppi. Stóðu væl Um dystin sjálvan helt Jóhannis, at tað, sum kostaði mest, mundi vera, at okkara menn í so lítlan mun megnaðu at halda upp á bóltin. - Tað ger jú, at verjan verður undir mest sum støðugum trýsti. Og so hvørt, sum írestandi minuttirnir fækkaðust, koyrdu teir alt meira fólk niðan, soleiðis at trýstið gjørdist enn størri. Somikið stórt, at vit at enda hoykn- aðu undan. Høvdu vit bara megna at havt bóltin eitt lítið sindur meira, og harvið flutt spælið nakað niðan, kundi væl verið, at tað sá øðrvísi út, men tað var bara alt for trupult. Spurdur, hvussu hann persónliga var nøgdur um avrikini í teimum báðum dystunum, sum hann nú hevur havt á liðnum, helt hann, at tað mundi vera á eini góðari leið. - Eg haldi aftur í dag, at vit standa sera væl í verju- partinum, har vit í stóran mun megna at gera tað trupult hjá teirra monnum. Ikki minst hevur tað gingið væl í samspælinum millum Jákup og meg, men vit kenna nú eisini hvønn annan hampuliga væl, og vita tí, hvussu rennibanar- nir hjá hvørjum øðrum eru. Tað hevur so ikki verið nakar trupulleiki. Frustreraðir Undir dystinum var Jó- hannis sjálvur ein av teimum leikarum, sum brádliga lág eftirá í brots- teiginum eftir deyðbólts- støðu. Nakað sum av álvara kundi mint um týskar frustratiónir, og hann við- gekk eisini, at tað hevði gingið hart fyri seg. - Teir dugdu í øllum før- um at sláa frá sær. Og sam- stundis eru teir jú 100% professionellir, soleiðis at terir gera hetta, uttan at dómarin sær nakað sum helst. - Tá hetta er sagt, so skal eisini sigast, at teir helst kendu seg sera hart kroyst- ar. Á innanhýsis keglarí- num skiltist eisini, at teir vóru djúpt frustreraðir. Teir fingu jú ikki handan bóltin í kassan, og tað vildi verið ein skandala fyri teir, um teir ikki vunnu. - Eftir dystin prátaði eg eisini eitt sindur við Rama- löw, og tað einasta, sum hann legði dent á, var, hvussu nógv tað lætnaði hjá honum, tá teir fingu handan bóltin inn. Og hetta seinasta duga helst øll at skilja. Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so mundi mót- tøkan hjá týska liðnum ikki vera nøkur serlig hósmorg- unin, meðan tað helst er eitt sindur øðrvísi statt hjá okkara monnum. Jákup Mikkelsen var als ikki samdur við Rudi Völler, tá hesin segði føroyska mál- verjan hava staðið besta dystin í lívin- um LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Týski landsliðsvenjarin fór beint eftir dystarlok yvir til føroyska málverj- an og ynskti honum til- lukku við einum framúr- skarandi avrikið. Á tíð- indafundinum eftir dystin helt Völler eisini fyri, at føroyski málverjin hevði staðið sín lívs dyst, og royndi á hendan hátt kanska at skumpa nakað av skuldini frá sær. Jákup er sáttmálaleysur 1. juli. Sosialurin vildi á tíðindafundinum eftir dystin hava Völler at siga, um hann metti Jákup vera nóg góðan at spæla í bundesliguni. - Eg ynskit føroyska málverjanum tillukku við framúr avrikinum, og um hann megnar at varveita støðið, sum hann vísti í kvøld, so er hann førur fyri at spæla í bundes- liguni og alla aðra staðni kring heimin, segði Völler, sum ikki á sama hátt tóktist hava givið sær far um avrikið Jákupi í Hannover, sum hann gjørdi hesaferð. Sjálvur vildi Jákup tó ikki treytaleyst taka við hesum rósunum. - Noy. Eg havi nokk staðið nakrar dystir betri enn hatta, vóru fyrstu orðini, tá vit løgdu pá- haldið hjá Völler fyri honum. - Serliga í fyrra hálv- leiki gekk illa, og eg geri jú tvey risa mistøk, sum kundu kostað, so eg hevði tað eitt sindur løgið í hálv- leikinum. Sjálvur helt eg í øllum førum, at eg hevði staðið ein vánaligan dyst, men tað stóð framvegis 0- 0 móti Týsklandi. Men tað sigur so eisini nakað um, hvussu væl verjan stóð, helt hann. - Í steðginum fekk eg tó arbeitt meg sálarliga upp, og í seinna hálvleiki gekk væl. Eg fekk eisini nakrar bjargingar, men tað kenn- ist eitt sindur nyttuleyst, nú tað kortini bleiv av ongum, segði Jákup Mikkelsen, sum nú er á veg yvir til Molde at pakka. Tað er framvegis ikki greitt, hvar hann skal spæla eftir 1. juli. Men kanska Völler miku- kvøldið gav honum herða- klappið, sum letur dyr upp, sum áður hava verið læstar. Nýggja verjuessið - Eftir dystin prátaði eg eisini eitt sindur við Ramalöw, og tað einasta, sum hann legði dent á, var, hvussu nógv tað lætnaði hjá honum, tá teir fingu handan bóltin inn, segði Jóhannis Joensen millum annað Mynd: Álvur Haraldsen – Havi staðið betur enn hatta - Noy. Eg havi nokk staðið nakrar dystir betri enn hatta, helt Jákup Mikkelsen Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 109 - 13. juni 2003 Ikki síðani Lands- krona hava føroyskir áskoðarar verið vitni til eitt slíkt stríðs- avrik, sum føroysku leikararnir sýndu mikukvøldið. Hóast hópin av týskum provokatiónum og ónollum, so hildu teir alla tíðina á fram at stríðast, og tó at lønin ikki sæst á stiga- talvuni, so mundu teir allir vaksa nakað nógv í eygunum á áskoðarum okkara. Snøgt sagt fótbóltur í besta macho-stíli LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen, Molde FK, 30 dystir/0 mál At byrja við var als einki, sum bendi á, at hetta aftur skuldi gerast ein av teimum góðu dystunum hjá Jákupi. Hevði tvey stór mistøk fyri steðgin, harav annað kundi og hitt mundi kostað mál. Men lukkutíð vóru bæði stólpi og snúningur á bólt- inum við á føroyska liðnum hesa løtuna. Spældi seg tó væl upp, og hevði nakrar heimsklassa-bjargingar eftir steðgin, tá týskarar veruliga settu trýst á. Málini bæði fekk hann einki gjørt við, og niðurstøðan eftir hetta má verða, at tað skal vera meira enn løgið, um ikki okkurt felag stendur til reiðar at taka av, nú sáttmáli hansara við Molde rennur út. 2. Óli Johannesen, Hvidovre IF, 61/1 Føroyski liðskiparin var aftur eftir leikbann, og eftir kanska ikki heilt góða avrikið í Hannover, tóktist hann nú veruliga vera í essinum. Var framsíggin í fleiri førum, tá týskar royndir skuldu steðgast, og ikki minst hevði hann myndugleikan, sum skuldi til at stýra liðfeløgunum, tá føroyska verjan fyrstu løtuna av álvara skinklaði. Var sera drúgvur sum uppruddari eftir steðgin, tá tað fyri tað mesta skuldi sparkast burtur, og hevði enntá ta einu ferðina dirvi at koma fram við í eini av fáu føroysku álopsroyndun- um. 3. Jóhannis Joensen, FS Vágar, 16/0 Tað var kanska væntandi, at hann hóast góða avrikið í Íslandi mátti byrja á beink- inum, men tá Súni Olsen varð skaddur, fekk hann aftur møguleikan, og aftur hesa ferð tók hann so dyggiliga av. Serliga fyri steðgin var samskiftið mill- um hann og Jákup á Borg fyrimyndarligt, soleiðis at týskarar fingu lutfalsliga fá álop upp í teirra síðu. Royndi – tá møguleikin var til staðar – at spæla heldur enn at sparka. Eftir at fleiri broytingar hendu í borðin- um framman fyri hann, var síðan ikki eins tøtt, men eftir avrikini hesar báðar dystirnar er spurningurin, hvørt tíðin ikki er komin at seta hann fast millum teir fyrstu ellivu. 4. Pól Thorsteinsson, B36, 28/0 Hevði fyrra partin av fyrra hálvleiki stórar trupulleikar at plasera seg rætt í sera offensiva týska spælinum. Fleiri ferðir varð hann alt ov lætt yvirspældur, men hetta kostaði lukkutíð ikki nakað mál, og spakuliga kom hann alt meira fyri seg. Mundi í seinna hálv- leiki vera ein teirra, sum stóð sterkastur í myndini, og ikki minst koma frálíku evni hansara at pilka bóltin av mótstøðuni ofta før- oyska liðnum til góðar, tá harðast leikaði á. 5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby IF, 12/0 Skaraði kanska eins nógv burturúr hesa ferð, sum hann hevur gjørt í fleiri av hinum dystunum, men hetta komst einamest av, at liðfelagarnir høvdu lyft spælið so nógv. Tí har er eingin ivi um, at Jón Rói røkti sína skyldu bæði væl og virðiliga. Tað ger snøgt sagt ikki mun, hvørjir mót- støðumenninir eru, og sum hann sjálvur hevur lagt støðið, so tykist tað mest sum veruleikafjart, at hann nakran tíð skal spæla ein vánaligan dyst. 6. Rógvi Jacobsen, HB, 21/2 Hevði saman við Pól stórar trupulleikar av høgru síðu hjá týskarunum fyrstu drúgvu løtuna. Men somu- leiðis arbeiddi hann seg inn í dystin, og við kropsligu styrki síni fekk hann fleiri sent nakrar syngjandi takl- ingar inn á týsku kroppar- nar. Var eisini av fáu før- oysku leikarunum, sum kundi matcha týsku stjørn- urnar í loftrúminum, so- leiðis at týskarar heldur ikki her fingu alt ov nógv at siga. Var enntá um reppið at fáa høvdið á frísparks- innlegg úr høgru beint fyri steðgin, men eitt langt týskt høvd fekk beint vanda- mestu føroysku atsóknina út til horna. 7. Fróði Benjaminsen, B68, 22/1 Hevur seinnu árini prógvað seg sum ein hin mest kom- pletti miðvallarin í føroysk- um fótbólti. Krútsterkur, sum hann er, mundu nógvir týskarar fara eymir úr takl- ingum hansara, og við sín- um góðu evnum og framúr eyga fyri spælinum, gekk mest sum alt tað føroyska álopsspælið, sum var, um- vegis hansara føtur. Hóast hann at enda tóktist nóg so moyrur, var stríðsviljin alla tíðina í toppi, og at hann heldur ikki ræðist dómaran, prógvaði gula kortið, sum hann fekk, fyri eitt pro- fessionelt fríspark, har ein týskur kontra-møguleiki bara skuldi steðgast. 8. Julian Johnsson, B36, 51/3 Skuldi onkur gingið fram- við Tórsvølli í dag, og sæð onkran í einum runudálk- Føroysku jarnmenninir Skuldi onkur gingið framvið Tórsvølli í dag, og sæð onkran í einum runudálkaðum landsliðsbúna runnið runt á vøllinum, so er tað heilt víst Julian Johnsson Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22