fríggjadagur 13. juni 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 13. juni 2003
25
Vit spældu við hjartanum
Henrik Larsen helt
ikki, at hann kundi
siga nakað um, at
týskararnir vóru
farnir við øllum
stigunum
FØROYAR–TÝSKLAND
Jóannes Hansen
Møguleikarnir hjá føroyska
liðnum at fáa stig fara at
fækkast. Enn er fyrsti sig-
urin í hesi undankappingini
ikki vunnin. Leygardagin
og aftur mikudagin vóru
møguleikar fyri javnleiki,
men vónirnar brustu báðu
ferðirnar í evstu løtu.
– Tað er sera harmuligt, tá
ið tað hevur eydnast at
hildið tætt í 90 minuttir, at
mótstøðumenninir so skulu
fáa avgerandi málini í
yvirtíðini. Men í kvøld kom
tað ikki óvart á, at týskarar-
nir fingu mál. Teir høvdu jú
havt eina røð av møguleik-
um, áðrenn tað so eydnaðist.
Henrik Larsen líktist ikki
einum tapara, tá ið hann
møtti á tíðindafundinum.
– Eg ynski at rósa mínum
spælarum. Teir framdu eitt
framúr avrik. Teir spældu
við hjartanum. Allir ofraðu
seg, og tað kann ikki rokn-
ast við betri avriki ímóti
Týsklandi, enn tað, sum vit
vístu í kvøld, segði Henrik
Larsen.
Tá ið Ivan Eginsson, sum
stýrdi
tíðindafundinum
bjóðaði altjóða pressuni at
seta føroyska venjaranum
spurningar, var tøgn. Týska
pressan var ikki áhugað í
føroyska venjaranum. Teir
bíðaðu eftir Völler, og so
fekk
føroyska
pressan
Henrik Larsen til síðis.
Ikki sjey stig men…
Eitt tað fyrsta, sum Henrik
Larsen segði, tá hann
gjørdist føroysku landsliðs-
venjari, var at siga, at vit
helst skuldu hava sjey stig
burtur úr hesum bólkinum.
Fleiri vóru tá, sum rystu á
høvdinum og spurdu, um
maðurin var svakur, men
hóast tað neyvan verður tal-
an um hetta, so munnu tey
rystandi í dag vera nakað
væl færri í tali.
Sæð burtur frá 2-0 tapin-
um í Litava, so hevur støð-
an nevnliga í øllum hinum
dystunum verið tann, at
føroyingar eftir dystir hava
iðrað seg um mist stig. Og
tá hevur talan væl at merkja
verið um lið sum Skotland
á heimavølli, Íslandi í
Reykjavík og týsku HM-
finalistarnar bæði úti og
heima. Vóru hesi úrslit
nakað, sum Henrik Larsen
hevði droymt um, tá hann
gjørdist føroysku venjari.
- Ja. Tað verður nokk
trupult at fáa hasi sjey stig-
ini nú, men hyggur tú at
dystunum, sum vit hava
leikt, so hevur tað verið
ófatiliga nær við. Vit hava í
øllum førum einki sum
helst at skamma okkum yv-
ir, og hóast trýst frá mót-
støðuni, so hava vit ongan
tíð verið spældir niður og
norð. Tvørtur ímóti hava vit
fleiri ferðir sýnt gott fót-
bóltsspæl, og eg haldi av-
gjørt, at hetta er nakað, sum
vit kunnu vera ernir um.
Men tú mást nokk eisini
viðganga, at vit eitt nú í
kvøld hava havt eitt sindur
av hepni í okkara parti.
- Jú, sjálvandi. Men
soleiðis er fótbóltur. Onkun
tíð hevur tú hepnið við, og
aðrar tíðir ikki. Í dag eru vit
hepnir fleiri ferðir, men vit
vóru beinleiðis óhepnir
móti Skotlandi og partvíst
eisini í Íslandi. Fyrr ella
seinni ganga hesi bæði
nokk upp, og so fara vit at
fáa nøkur stig afturat, helt
ein errin men vónbrotin
venjari beint eftir at hann
hevði verið somikið nær tí
heilt stóru sensatiónini.
Völler var lættur og ovurfegin
Týski venjarin metti
teirra avrik hava ver-
ið væl meiri sannfør-
andi enn í Skotlandi,
og hann segði seg alla
tíðina hava roknað
við, at málið fór at
koma
FØROYAR–TÝSKLAND
Jóannes Hansen
Tað varð bíðað eina góða
løtu eftir honum á tíðinda-
fundinum. Hugsanin stakk
seg upp, um hann mundi
fara at bera seg at, sum
Javier Clemente gjørdi, tá
ið Spania hevði vunnið 6–2
í Føroyum, og Oleg Rom-
antsev gjørdi, tá ið Russ-
land tvær ferðir hevði
vunnið í Føroyum. Venjar-
arnir hjá hesum báðum
europeisku stórveldunum í
fótbólti hirdu ikki at hitta
pressuna á ætlaða tíðinda-
fundinum.
Men soleiðis var tað ikki
hjá
karismatiska
týska
venjaranum og fyrrverandi
álopsspælaranum. At tað
gekk ein løta, áðrenn hann
brosandi settist við borðið í
forhøllini í stásiliga FSF
húsinum komst av, at hann
á vegnum, sum tað eisini
var avrátt frammanundan,
hevði verið í studionum,
sum ARD sjónvarpsrásin
hevði sett upp í horninum
frammanfyri B36 húsið.
– Eg eri ovurfegin. Rudi
Völler tóktist ikki kenna
nakra trongd at fjala veru-
leikan.
– Føroyingarnir stríddust
framúr væl. Vit megnaðu
ikki at skjóta mál, hóast við
høvdu sera góðar støður. Tá
ið tað tekur seg soleiðis
upp, fær lítla mótstøðuliðið
eyka orku. Tað var akkurát
sum í steypadystum heima í
Týsklandi, tá ið eitt av stóru
feløgunum í bundasliguni
skal gera av við eitt lítið
amatør felag. Fyri hvønn
minutt, sum gongur, fær
tann lítli eyka orku og
yvirskot at stríðast, og so
verður tað torførari og tor-
førari. Men tað eydnaðist.
Tað hevði eg roknað við, at
tað fór at gera, og tað var
gleðiligt, at tað bar okkum
til at mynda væl fleiri upp-
lagdar málmøguleikar, enn
vit fingu í Skotlandi leygar-
dagin. Men tað gekk illa at
fáa úrtøku, staðfesti Rudi
Völler.
Hann segði eisini eitt
sindur um, hvat hann hevði
hugsað, meðan hann undir
dystinum sat og beit í yvir-
skeggið og viðhvørt var
frammi við síðulinjuna fyri
at geva sínum monnum ráð
og íblástur.
– Sum gamal álopsspæl-
ari hevði eg bestan hugin at
fara inn á vøllin at geva
bóltinum síðsta skumpið
inn um strikuna. Eg veit,
hvussu tað kennist hjá
álopsspælarum, tá ið tað
gongur soleiðis, sum tað
leingi gjørdi í kvøld.
Mugu spæla betri
Völler ásannaði, at odda-
støðan hjá Týsklandi í bólki
fimm ber við sær, at tað
tykist liggja væl fyri at
sleppa upp í part í enda-
spælinum í Portugal næsta
summar.
– Vit eru ovurfegnir um
stigini, sum hava borið
oddastøðuna við sær. Men
vit eru ikki nøgdir við
spælið. Tað mugu vit fáa
betri skil á, tá ið tað eftir
summarsteðgin aftur verður
farið undir undankapping-
ina. Nú fara spælararnir at
hvíla seg. Tað hava teir
rudduliga uppiborið. Síðsta
summar brúktu teir stóran
part av summarfrítíðini í
HM endaspælinum. At teir
nú fara at hvíla, rokni eg
við fer at koma okkum til
góða eftir summarsteðgin.
Völler vildi ikki siga, um
hann metir Ísland ella Skot-
land vera besta boðið upp á
næstfremsta
plássið
í
bólkinum.
– Vit mugu hugsa um og
arbeiða við at varðveita
okkara støðu. Tað verður
ivaleysa strevið hjá okkum.
Bæði Ísland og Skotland
hava
møguleikan,
var
diplomatiska vendingin hjá
gentlemanninum, áðrenn
hann takkaði fyri seg.
– Eg ynski at rósa mínum spælarum. Teir framdu eitt framúr avrik. Teir spældu við hjartanum. Allir ofraðu seg, og tað kann ikki
roknast við betri avriki ímóti Týsklandi, enn tað, sum vit vístu í kvøld, segði Henrik Larsen
Mynd: Álvur Haraldsen
– Sum gamal álopsspælari
hevði eg bestan hugin at fara
inn á vøllin at geva bóltinum
síðsta skumpið inn um
strikuna, tók týski venjarin
til á tíðindafundinum eftir
dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 109 - 13. juni 2003
Tað var ikki bara á vøllin-
um sjálvum, at nógv stóð
mikukvøldið. Fyri Tórs-
vøll var hetta eisini
størsta einstaka tiltakið
nakrantíð, og í vikuvís
hava menn havt úr at
gjørt við fyrireikingun-
um, soleiðis at alt skuldi
klappa sum ætlað. Og
sum heild má sigast, at
fyrireikararnir
stóðu
royndina. Á myndini eru
tað
teir
báðir,
Poul
Michelsen og Jógvan Páll
Lassen, sum við hvør síni
fartelefon geva seinastu
ordrarnar, so eingin mis-
skiljing skuldi vera.
-jm
Mynd: Álvur Haraldsen
Har stóð nógv á
Julian Johnsson
viðgekk eftir dystin,
at hóast føroyska
vónin livdi leingi, so
var týska trýstið og
stórt
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk
Tað er einki at taka seg aft-
ur í, at tað var ein svár løta
hjá føroysku leikarunum
eftir dystin móti týskarun-
um. Í samfullar 88 minuttir
høvdu teir ímóti øllum
forsøgnum hildið skansan-
um, og hóast eingin kann
siga, at tað ikki var uppi-
borið, so mundi tað kennast
tungt, tá Klose so úr stuttari
fjarstøðu kundi stúta týska
tokið avstað.
Ímyndin
av
føroyska
stríðsviljanum hendan dag-
in mundi helst vera Julian
Johnsson. Hann rennur
vanliga nógv, men fáa ferð-
irnar munnu fetini hava
verið so mong og nærdyst-
irnir so harðir og nógvir í
tali, sum teir vóru miku-
dagin.
Men sjálvt teir stinnastu
stríðsmenninir mugu við
hvørt geva skarvin yvir, og
tað var meira ella minni
tað, sum Julian mátti gera,
tá dysturin var av.
- Vit liva allan dystin
undir
einum
ótrúligum
trýsti. Serliga í seinna
hálvleiki. Teir seta jú bara
meira og meira á, og spæla
seg áhaldandi fram til
møguleikar, so hatta mátti
næstan koma fyrr ella
seinni. Men keðligt var tað.
Tað skal eingin ivast í, helt
hann.
- Tá tað er sagt, so haldi
eg eisini, at vit skulu vera
nøgdir um avrikið. Hvør
tann einasti leikarin framdi
ein ótrúligan arbeiðsinn-
sats, og sjálvt um tað ikki
var nokk, so gjørdu vit tað,
sum stóð í okkara makt, og
so gerst ikki meira, helt
Julian, sum nú leggur leið-
ina til Íslands, har hann
restina av kappingarárinum
fer at royna seg við Á.
Og at tað verður ein
missur hjá B36, man lítil ivi
vera um. So kunnu út-
sagnirnar hjá leiðsluni í
felagnum vera nóg so
øvutar, men ein maður, sum
í 90 minuttir taklar 11
týskarar mest sum um koll
er ikki ein, sum tú uttan
víðari finnur avloysarar til.
Í løtunum eftir, at hann
hevði framført tjóðsangir-
nar báðar, tóktist Brandur
Enni bara at njóta nú’ið.
Stóð skimandi á vøllinum
at síggja áskoðarafjøldina,
sum fagnaði framførsluni,
og sjálvur viðgekk hann
eisini eftir dystin, at hetta
hevði verið ein stór upp-
living.
- Jú. Hatta var fantastiskt.
Nakað heilt serligt, sum tú
kanska ongan tíð sleppur at
uppliva aftur, so tað mátti
bara njótast helt Brandur,
sum hóast sín unga aldur
nú skjótt má teljast sum ein
av teimum royndu føroysku
sangarunum.
Og at royndirnar komu
honum til góðar á Tórs-
vølli, man lítil ivi vera um.
Í øllum førum segði hann
eftir dystin, at hann sum so
ikki hevði nakað serligt av
nervum.
- Eg var sjálvandi spent-
ur, men kortini ikki tyngdur
av nervum. Tá tú stendur
soleiðis undan dystinum og
skalt syngja, so er tað jú
áðrenn at nakað sum helst
er avgjørt. Tað var bara at
syngja av heilum hjarta, og
so vóna tað besta. Bæði fyri
meg og fyri liðið.
Og at tað gekk væl, skal
eingin ivi vera um. Við
stuðlinum frá bæði týska
og føroyska 12. manninum
á fullsetta leikvøllinum
koyrdi Brandur á, og fagn-
aðurin eftir hetta mundi
avdúka, at hetta fyri allar
partar var ein serlig byrjan
til eitt serligt fótbóltskvøld.
Ein stór uppliving
- Jú. Hatta var fantastiskt.
Nakað heilt serligt, sum
tú kanska ongan tíð
sleppur at uppliva aftur,
so tað mátti bara njótast
helt Brandur um løtuna,
sum hann var í fokus
mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Trýstið var ov stórt
Jákup á Borg kendi
seg ikki vera væl fyri,
og bað tí um at verða
útskiftur
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk
Tað mundi koma dátt við
hjá føroysku áskoðarunum,
at Jákup á Borg varð skiftur
út tíðliga í seinna hálvleiki.
Stutt undan hesum hevði
hann tó verið eitt ørindi
yvir móti føroyska beink-
inum, og eftir dystin segði
hann eisini, at hann hevði
biðið um at verða útskiftur.
- Eg kendi meg ikki væl.
Snøgt sagt. Longu fyri
steðgin kendi eg tað, sum
um øll megi var farin úr
kroppinum, men eg valdi tó
at nýta steðgin til at royna
at koma fyri meg í. Tað var
tó heilt skjótt, at beinini
sýraðu til aftur, og so var
einki at gera. Og havi tað
framvegis ikki serliga gott í
kroppinum, segði hann eftir
dystin.
Eitt er, hvussu kroppurin
hevði tað. Annað er, at
sinnið - eins og hjá liðfe-
løgunum – ikki hevði tað
serliga gott.
- Ja, hatta var ræðuligt.
At missa so nær fyri aðru
ferð á rað. Men tá tað er
sagt, so skulu teir eiga, at
teir vóru óhugnaliga tor-
førir at spæla ímóti. Hóast
teir
høvdu
nógv
fólk
frammi, so høvdu teir
samstundis sera gott tak á
verjupartinum, og hvørja
ferð eitt lítið hol var hjá
okkum at spæla í, so
megnaðu teir at tippa tað.
- Vit eiga ikki at gloyma,
at hatta altso var eitt av
teimum heilt stóru liðun-
um, sum vit spældu ímóti,
men nú byrjar tað altso at
líkjast einum keðiligum
óvana, sum vit mugu sleppa
av við. Altso hetta við at
missa í evstu løtu, helt
Jákup á Borg at enda.
Teir seta jú bara meira og
meira á, og spæla seg
áhaldandi fram til
møguleikar, so hatta mátti
næstan koma fyrr ella seinni,
helt Julian Johnsson eftir
dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Noyddist sjúkur av vøllinum
Longu fyri steðgin kendi
eg tað, sum um øll megi
var farin úr kroppinum,
segði Jákup á Borg, sum
sjálvur bað um at verða
skiftur út
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24