Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 13. juni 2003 27 27 26 Nr. 109 - 13. juni 2003 - Jákup vísti stóran klassa Lars Høgh beit serliga merki við, hvussu væl Jákup reisti seg eftir ein fyrra hálvleik, sum ikki var av teim- um bestu hjá før- oyska landsliðsmál- verjanum PRÁT Páll Holm Johannesen Málmansvenjarin, Lars Høgh, iðraði seg eftir dystin , at gylti møguleikin at fáa stig ímóti Týsklandi glapp í síðstu løtu. – Tað sá út til, at føroyingar høvdu eydnuna við sær í kvøld, tí týskararnir ikki fingu bólt- in í føroyska málið, og tá málini koma so seint í dyst- inum, er tað sjálvsagt keði- ligt, at føroyingar mistu eina stigið, segði fyrrver- andi OB-málverjin eftir dystin. Tá vit spurdu hann um, hvat hann helt um avrikið hjá Jákupi Mikkelsen, svar- ar Lars, at Jákup vísti stóran klassa. – Jákup spældi ein góðan dyst, og serliga beit eg merki við, hvussu væl hann reisti seg í seinna hálvleiki, eftir hann hevði gjørt stór mistøk í fyrra hálvleiki. Tað er ein gullverdur eginleiki sum málmaður, at ein ikki tekur sær av mótgongdini. Avrikið í kvøld vísti, at Jákup hevur stóra mentala styrki, greiðir Lars Høgh frá. Danski málmansvenjarin hevur verið stak væl nøgd- ur við dagarnar, hann hevur verið saman við føroyska landsliðnum. Serliga rósar hann tí góða andanum á liðnum, sum eisini sæst á aftur vøllinum, har leikar- arnir arbeiða ótrúliga væl fyri hvørjum øðrum. Lars Høgh fór av landin- um aftur hósmorgunin, men hann vil ikki útihýsa møguleikanum, at hann aft- ur kemur til Føroya sum málmansvenjari. Málmansvenjarin hjá før- oyska landsliðnum seinastu vikuna, Lars Høgh, hevði góð orð at bera Jákupi Mikkelsen eftir dystin ímóti Týsklandi. Føroyski landsliðsmálverjin hevur stóra mentala styrki, og tað er gullvert sum mál- maður, sigur Lars Høgh - Øgiliga skuffandi Verjuleikarin væntaði sum dysturin leið, at føroyingarnir fóru at megna at halda tørn ímóti HM-finalist- unum LEIKARAPRÁT Páll Holm Johannesen Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Óli Johanne- sen, var sum verða man, sera skuffaður, at føroyska liðið ikki megnaði at halda fast um javnleikin ímóti Týsklandi. – Eg eri øgiliga skuffaður av, at vit ikki megnaðu at halda fast, men sum ikki einaferð gjørdust vit ov stutt- ir, tá avtornaði. Týskararnir hava fleiri stórar mál- møguleikar, og vit fáa hjálp bæði frá træverkinum og Jákupi Mikkelsen, men sum dysturin leið, trúði eg veru- liga, at vit fóru at halda teim- um frá at skjóta mál, sigur ein vónbrotin liðskipari. Óli, sum var leikbannað- ur í dystinum ímóti Íslandi leygardagin, spældi ein rimmar dyst í miðverjuni saman við Jón Róa Jacob- sen. Hann stýrdi væl verj- uni, sum stóran part av dystinum var undir stórum týskum trýsti. – Allir mans góvu seg 100 % í dag, og tað var eitt ótrúligt lið avrik, og tað ger tað enn keðiligari, at vit ikki fingu javnt. Eisini má eg nevna føroysku áskoðar- arnar, sum stuðlaðu okkum ótrúliga væl í dag, sigur Óli Johannesen at enda. Føroyski liðskiparin, Óli Johannesen var, sum verða man, ótrúliga vónbrotin av, at føroyska landsliðið ikki megnaði at halda fast um javnleikin ímóti Týsklandi. Mynd: Álvur Haraldsen Einsamalt í álopinum B36-framherjin helt eftir dystin, at føroy- ingarnir vóru hepnir at halda so leingi, men tá javnleikurin var í eygsjón, var tað stórt spell, at teir ikki megnaðu at binda um heilan fingur. PRÁT Páll Holm Johannesen Toppskjúttin hjá føroying- um í EM-undankappingini, John Petersen, hevði ikki ein av sínum bestu lands- dystum mikukvøldið. Hann ásannaði eisini eftir dystin, at tað var sera einsamalt í álopinum, og at tað gekk striltið við at fáa hjálp frá miðvøllinum. Vit vóru sera einsamallir í dag, men tað skert ikki burtur, at stórur partur av orkuni fór bara við at halda tørn ímóti týskarunum, og tí høvdu vit ikki nógv at arbeiða við í dag. Vit vóru hepnir at halda týskarunum so leingi, men tá tað kortini var so nær við, er tað sjálv- sagt stórt spell at vit ikki binda um heilin fingur. Vit halda væl betri upp á bóltin í dag, enn vit gjørdu ímóti Íslandi, men vit høvdu ong- an málmøguleika. Vit ar- beiða harafturímóti ótrúliga væl allan dystin, sigur John Petersen. Spurdur um, hvussu hýr- urin var skiftingarrúminum eftir dystin, svarar John, at hóast leikararnir og venjar- in vóru væl nøgdir við av- rikið, so kendist sjálvsagt hugtungt aftur at tapa í síðstu løtu. Annar av framherjunum ímóti Týsklandi, John Petersen, kendi seg einsamallan í álopinum. Vit nýta ótrúliga nógva orku bara at halda týskarunum frá at skora, og tí høvdu vit ikki nógv at arbeiða við í dag, segði B36-leikarin eftir dystin C M Y K 26 Proppfult á Tórsvølli Sum reglurnar og umstøðurnar nú eru, ber ikki til at seta nýtt áskoðaramet í Føroyum ÁSKOÐARAR Jákup Mørk - Vit eru 6.130 her í kvøld, og tað er met fyri fótbólts- dyst í Føroyum. Tað vóru boðini, sum í góðveðrinum hoyrdust í hátalarunum kring Tórsvøll longu áðrenn 1. hálvleikur var liðugur mikukvøldið. Tað var ivaleysa skjótt at gera upp, tí øll atgongu- merkini vóru seld í forsølu. Tað, sum verður skrætt av atgongumerkjunum, verður samantalt, og so er staðfest, hvussu nógvir áskoðarar eru møttir upp. Talan var kortini ikki um áskoðaramet í Føroyum. Metið er 6.642 áskoðarar, og tað verður sera torført at sláa tað metið. Tá ið Føroyar sunnudagin 8. juni í 1997 vunnu 2–1 á Malta á Svangaskarði frøddust 6.642 um sigurin. Hetta var frammanundan, at FIFA gjørdi av, at allir áskoðarar- nir skulu sita, og at eingin skal standa. Tá sótu áskoð- ararnir á Svangaskarði á beinkjum og ikki stólum. Nú er áskoðarakapasitet- urin á Tórsvølli seks túsund. Á Svangaskarði er hann fýra túsund. Um seks ára gamla metið skal takast, og um reglan um, at allir áskoð- ararnir skulu sita á sínum egna stóli, framvegis verður galdandi, so ber bara til at seta nýtt áskoðaramet, um fleiri stólar verða settir upp. Eingin ivi er tó um, at tað mikukvøldið væl hevði borið til at selt átta túsund atgongumerki og kanska meiri enn so. Metið á Tórsvølli var kortini ikki met, men vóru gomlu reglurnar galdandi, hevði talið helst verið nøkur túsund hægri Mynd: Álvur Haraldsen Mikudagin, 11. juni Aserbadjan-Serbia&Montenegro 2-1 (0-1) 0-1: Branko Boskovic, 28 1-1: Gurban Gurbanov (br.), 85 2-1: Farrukh Ismaylov, 89 Estland-Kroatia 0-1 (0-0) 0-1: Niko Kovac, 77 Litava-Ísland 0-3 (0-0) 0-1: Þórður Guðjónsson, 59 0-2: Eiður Smári Gudjohnsen, 70 0-3: Herman Hreiðarsson, 90 Noreg-Rumenia 1-1 (0-0) 0-1: Ioan Viorel Ganea, 64 1-1: Ole Gunnar Solskjær (br.), 78 Finnland-Italia 0-2 (0-1) 0-1: Francesco Totti, 31 0-2: Alessandro Del Piero, 72 Grikkaland-Ukraina 1-0 (0-0) 1-0: Angelos Charisteas, 87 Luksemburg-Danmark 0-2 (0-1) 0-1: Claus Jensen, 21 0-2: Thomas Gravesen, 48 San Marino-Ungarn 0-5 (0-2) 0-1: Zoltan Boor, 3 0-2: Krisztian Lisztes, 20 0-3: Krisztian Kenesei, 59 0-4: Imre Szabics, 76 0-5: Krisztian Lisztes, 80 Svøríki-Póland 3-0 (2-0) 1-0: Anders Svensson, 15 2-0: Marcus Allback, 43 3-0: Anders Svensson, 70 Turkaland-Makedonia 3-2 (1-2) 0-1: Vlatko Grozdanovksi, 24 1-1: Nihat Kahvici, 27 1-2: Artim Sakiri, 28 2-2: Gokdeniz 3-2: Hakan Sukur, 60 Belgia-Andorra 3-0 (2-0) 1-0: Bart Goor, 25 2-0: Wesley Sonck, 44 3-0: Bart Goor, 68 Kekkia-Moldova 5-0 (1-0) 1-0: Vladimier Smicer, 42 2-0: Jan Koller, 73 3-0: Jiri Stajner, 82 4-0: Vratislav Lokvenc, 88 5-0: Vratislav Lokvenc, 90 Sveis-Albania 3-2 (2-1) 1-0: Bernt Haas, 10 1-1: Altin Lala, 23 2-1: Alecander Frei, 32 3-1: Ricardo Cabanas, 72 3-2: Ervin Skala, 85 Eysturríki-Hvítarusslan 5-0 (1-0) 1-0: Rene Aufhauser, 33 2-0: Mario Haas, 47 3-0: Roland Kirchler, 52 4-0: Roman Wallner, 62 5-0: Harald Cerny, 69 Írland-Georgia 2-0 (1-0) 1-0: Gary Doherty, 43 2-0: Robbie Keane, 59 Føroyar-Týskland 0-2 (0-0) 0-1: Miroslav Klose, 89 0-2: Fredi Bobic, 90 Ongland-Slovakia 2-1 (0-1) 0-1: Vladimir Janocko, 31 1-1: Michael Owen (br.), 62 2-1: Michael Owen, 73 Norðurírland-Spania 0-0 Úrslit úr EM-undankappingini Viðhvørt rennur dreymurin út hjá fótbóltshugaðum unglingum STJØRNUVITJAN Jákup Mørk Tá føroyska landsliðið her- fyri var í Íslandi at spæla landsdyst, vóru sjálvsagt nógvir føroyingar staddir í íslendska høvuðsstaðnum. Onkur teirra var somikið heppin, at búgva á sama hotellið, sum íslendska landsliðið, og her er eingin ivi um, hvør stóra stjørnan er. Eiður Smári Guðjohn- sen, sum dagliga vinnur til lívsins breyð og nakað afturat, er stjørnan fram um allar í Íslandi, og hjá flestu føroysku smádreingjum er tað helst bert ein dreymur at hitta slíka stjørnu á máli. Hjá Halli Kárason Niel- sen gjørdist dreymurin tó veruleiki. Sama dagin, sum landsdysturin skuldi spæl- ast, hitti hann Eiður við morgunmatarborðið, og hesin hevði einki ímóti at geva sær stundir til eitt lítið prát saman við føroyska dreinginum. Myndatøka og autograf-skriving var sjálv- andi eisini á skránni, so nú hevur Hallur í øllum førum okkurt, sum fægstu vin- menn hansara munnu hava. Hitti stóru stjørnuna Fróði Benjaminsen, sum mundi teljast millum teir allar bestu á føroyska liðnum, viðgekk eftir dystin, at hetta var ein umgangur av teimum heilt strævnu LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Tá vit eftir dystin, fingu orðið á Fróða Benjaminsen, spurdu vit hann alt fyri eitt, um nakran tíð áður mundi hava runnið somikið nógv í einum og sama dysti. - Neyvan. Hatta var ein øgiligur umgangur. Ikki bara tí vit runnu so nógv, men teir spældu ótrúliga hart, og heldur ikki var tað alt for pent hvørja ferð, men tað er so tað, sum man má taka við, helt hann fyri. Og um úrslitið sjálvt, so ásannaði hann sjálvsagt, at tað kendist keðiligt, nú tað var so nær við. - Hatta var súrt. Nú er tað sjálvandi ikki nøkur stór skandala hjá okkum, at vit tapa 2-0 fyri Týsklandi, men tað hevði verið ótrú- liga stuttligt, um tað skuldi eydnast. Men vit kunnu tó halda høvdið høgt. Vit gjørdu alt tað, sum vit vóru mentir, og sjálvur hevði eg eisini trúnna uppá, at tað skuldi bera til, men so kom Miroslav Klose og oyði- legði tann partin. Hart Føroyski miðvallargeneralurin segði seg ongan tíð hava spælt ein so krevjandi dyst áður Mynd: Álvur Haraldsen Eiður var bæði blíður og fyrikomandi, og tað stóð ikki á at fáa bæði myndatøku og autograf-skriving avgreidda