týsdagur 14. desember 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 238 — 14. DESEMBER 1993
4
Jóla-BINGO
= KFUM
hóskveldið 16. des., kl. 19.30
KFUM - Havn
Í á tað snýr seg um
PRENTLUTIR
loysir tað seg Alt frá smærri
prentlutum til
størri uppgávur
við fyrstafloks
litmyndum.
at tosa við
1 RENT
IIf.1 4465
UTBUGVIÐ FAKFOLK NYTIMANS UTGERÐ
BILLUTIR!
Vit hava vidkad okkara útboð av eykalutum
til bilar og hava nú fleiri utstoyt enn nakran-
tíð á goymslu.
Tað loysir seg altid at handla við okkum.
p/f Esmar Simonsen
KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fuglafjerður
Tlf. 44405, Fax. 44629
Egg verdur ungi å røkum,
men børnini bunast av bókum.
Vit pussa, slípa, reinsa, polera, bona, lúta og leggja
ØLL SLØG AV GOLVUM
Gólvtænastan
Skemmingsgeta 19 Tlf. 18875 - 88875
Térshavn Fax. 18809
Ókeypis tilboð og vegleiðing verða givin.
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 8--10.
Teleion/teiefax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tlf. 0123 og bid um 16929 eila 41792.
Jéannes Eidesgaard um Arbeidsloysisskipanina:
Finna eina
Tíðindablaðið EX 1.
Tað kom Jóannesi Eides-
gaard, landsstýrismanni,
dátt við at hoyra í tíðindu-
num um eitt bræv, sum fak-
felagsumboðini í stýrinum
fyri = Arbeiðsloysisskipa-
nina høvdu sent landsstýri
num fríggjadagin.
Hetta brævið var ikki í
Tinganesi fyrr enn mána-
morgunin, og tí er málið
ikki vidgjørt, hóast fjøl-
miðlarnir bóru tíðindini um
at Arbeiðsloysisskipanin
ikki hevur pening ul út-
gjalding longur enn til 1
februar.
Jéannes Eidesgaard sigur
vid Sosialin, at hann i fyrsta
umfari fer at hava ein fund
vid umsitingina í Tinganesi,
áðrenn málið um Arbeids-
loysisskipanina kann leggj-
ast fyri í landsstýrinum
Greina telini sundur
Landsstýrismaðurin sigur,
atteir nú fara at greina tølini
sundur, sum teir fingu frá
Arbeiðsloysiskipanini í
november mánaða, tá tað
varð upplýst, at tað ikki stóð
so illa ul, sum nú verður
sagt i nýggju útskrivingini
- Fakfelagsumboðini fýl-
ast á, at landsstýrið einki
hevur gjørt fyri at fara
undir arbeiðsskapandi til-
tók?
- Tad var løgtingid sum á-
legði landsstýrinum at fara
undir arbeiðsskapandi til-
tók í vár. Arbeiðsskapandi
nevndin gjørdi síðani eitt
álit.
- ÅlitiO nevnir m.a., at
partapeningur í vinnu-
fyritðkum skal kunna drag
ast frá í skatti. Hetta hevði
ført eitt øgeligt misbrúk við
sær uttan nakra sum helst
trygd fyri fleiri arbeiðs-
plássum.
- Síðani verður mælt til, at
bundna uppsparingin verð-
ur brúkt til vinnuskapandi
tiltøk. Tað er møguligt, at
hetta er ein gongd leið, men
eg rokni við, at fólk hava
meira brúk fyri hesum pen-
ingi til hart trongda húsar-
haldið.
- Hver skal eisini meta
um, hvat er vert at seta
pening í. Bankarnir siga, at
Faprojekteru verd at royna.
Tað skuldi hinvegin verið
teir, sum frægast dugdu at
meta um perojektir - tað er
hóastr alt teirra arbeiði.
Jóannes Eidesgaard: -
Fyrsta útgjaldið av bundnu
uppsparingini er útgoldið
og næsta útgjaldigin verður
nú.
Sóknast eftir
itøkiligum projektum
- Arbeiðsskapandi nevndin
hevur eisini uppskot um at
fara undir svartkjaftaveiðu.
Hetta er tiltak sum er roynt
áður, og sum kostaði hópin
av pengini.
Eitt uppskot var at broyta
bygnaðin í fiskivinnuni, og
tað er framt í verki, men iva-
samt er um tað gevur fleiri
arbeiðspláss.
- Síðani er nevnt, at skip-
ast skal fyri betri markn-
adarføring fyri útflutning,
og tað kann so ikki verða
ein uppgáva, sum landsstýr-
ið skal átaka sær.
- Samanumtikið haldi eg,
at ov lítið konkret er í áliti-
num at seta nakað itøkiligt í
verk.
Vinnulívið og
bankarnir
- Er ikki ov lítið gjørt fyri at
skapa arbeiðipláss?
Uppgávan hjá landsstýri-
num er at skapa neyðugu
fyritreytimar fyri at vinnu-
lívið fær virkað. Men vinn-
ulívið sum so mangt annað
liggur meira ella minni lam-
ið.
- Eg haldi at vinnulívið
saman við peningastovnu-
num skal skipa fyri at seta
arbeiðir í gongd, men tað
verður sjálvsag" ikki gjørt
eftir einari løtu, og her er ov
líuð hent.
- Hvat hendir um eingin
peningur er til at gjalda ar-
beiðsleysum stuðul?
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður : -
Brævið frá
fakfelagsumboðunum í
stýrinum fyri
Arbeiðsloysisskipanina
kom ikki í Tinganes fyrr
enn månamorgunin, og ti
er tað ikki vidgjørt enm
- Sum sagt, vit hava júst
fingið brævið frá fakfelags-
umboðunum í stýrinum, og
vit fara at viðgera málið
beinanvegin.
Neyðugt verður við skjót-
ari loysn. Vit skulu hava
loysnina fyri jól, sigur Jóa-
nnes Eidesgaard.
gistirtú væl á bíliga.
Eisini havavítserligar
vetrar- åvkuskitis-
BLÁDÝPI
Dr. Jakobsensgeta 14-16
Ti. 11951 Fax.19451