Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1993síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 240 — 1 DESEMBER 1993 Kanonin vend dti Tinganesi Sjålvt teir býráðslimirnir, ið vanliga verða hildnir at hava ávíst tilknýti til teir flokkar, ið sita í landsstýrissamgonguni, vóru við til at venda kanónini móti Tinganesi í hvøssum vendingum, tå Térshavnar Býráð tyskvøldid hevdi aðru viðgerð av fíggjarætlan- int fyri 1994. Og fleiri býráðslimir hildu, at nú var tíðin komin til, at tann leingi væntaði fólkauppreisturin verður settur í gongd Ein sera trivalig útgáva av Jobs toli kravdist tyskvøld- ið, tá Tórshavnar Býráð á eykabýráðsfundi fyri aðru og seinastu ferð vidgjørdi fíggjarætlanina fyri 1994, ið er tann fyrsta, ið umfatar bæði Tórshavnar komm- unu og Argja kommunu. Í menniskjatølum er talan um yvir ein triðing av tí, sum eftir er av Føroya fólki, ið býr í hesum báðum komm- ununum. Tilsamans vardi eykabý- ráðsfundurin við bert hes- um eina evninum á skránni hálvanfjórða tíma. Heilt týðiligt var, at tað ikki var við góðum tanna- biti, at býráðslimirnir nú skuldu seta kommunuskatt- in upp við fimm prosentum — úr 15,4% upp í 20,4%. Men samstundis skal eitt prosent leggjast omaná, ið erætlað at koyra í kreppu- lánsgrunnin, so borgarar í Havnini komandi ár skulu av við 21,4% av síni inn- tóku í kommunuskatti. Ikki alt tað vanliga brikslið Tí fór ein stórur partur av viðgerðini ikki við vanliga brikslinum tvørtur um gólv- ið millum meirilutan og minnilutan í býráðnum um, hvussu best kundi skerjast og sparast á fíggjarætlanini. Víst hevði minnilutin eitt uppskot um enn størri skerj- ingar enn tær, meirilutin i sinum figgjarætlanarupp- skoti hevði funnið, men tað gjørdist ongantíð kjarnin í ordaskiftinum, sum annars er vanligt. Hinvegin var tað lands- stýrið, ið stóð fyri skotum frá byrjan til enda á fundin- um. Tað líkaði sera illa bý- ráðslimunum at skula koma út við einari fíggjarætlan og einum skattaprosenti, ið var eftir so skornum leisti, sum tað er hesaferð. Landsstýrið hevur nevni- liga sett bý- og bygdaráðun- um kring landið stólin fyri hurðina og sagt, at tey skulu rokna við einari minking í inntøkunum upp á 10%, samstundis um tey skulu gjalda fullar rentur og fullar avdráttir upp á alla komm- unala skuld. Svelggjaðu við koyrlinum Ikki minst var tað frá teimum, ið vanliga hava til- knýti ul landsstýrisflokk- arnar, at koyrilin harðliga varð sveiggjaður gjøgnum lufuna í býráðssalinum, har bert tvey umboð fyri press- una — umframt eitt umboð fyri útvarpið, ið sat eina lítla løtu — og ein áhoyrari sótu og lýddu á. - Tað eru ábyrgdarleys boð, ið komin eru úr lands- styrinum um, at inntðkumar skulu minka og vit skulu. gjalda fullar rentur og av- dráttir, segði Tórfinn Smith, ið er valdur fyri Javnaðar- flokkin í býráðið. — Vit vita, at bert í ár eru fýra árgangir úr Havn farnir av landinum. Eg skal íkki siga, at hesi eru rýmd undan tí høga skattaprosentinum, men eitt høgt skattaprosent ger tað so ikki frægari. Eg eri ógvuliga harmur um, at hetta er tann sokalladi >glottin<, tosað verður um, tí hann er í mínum eygum sera dapur. Akkurát tað sama lata lykilin frá sær Tórfinn Smith visti eisini á, at býráðið kundi akkurát tað sama fara út í Tinganes og bera teimum har lykilin, um einasta uppgávan hjá býráðslimunum hereftir nú skuldi vera at koma saman einaferð um árið at áseta skattaprosentiðeftir so lidn- um leisti, sum í hesum før- inum. Samstundis fílust hann á, at landsstýrið var ov pass- ivt, tå kommunurnar komu við ynskjum um at gera okkurt, ið ikki kostar lands- kassanum eitt klovið oyra: — Eg skal ikki júst siga, at myndatala liggur aftanfyri, men jólaaftan 24. desember eru tað akkurát níggju mán- aðir, síðani vit í havna- nevndini sendu landsstyr- inum umsókn um at fáa frí- havn, við tí stóra havnagki vit eiga fyri 120 milliónir, segði hann. — Men enn er einki svar komið aftur úr Tinganesi, Landsstyrið fekk av filini frå Torhavnar Byråd á fundi týskvældið hóast ein fríhavn ikki kostar landskassanum nakað. Mætti til ein fólkauppreistur Eisini Ronald Poulsen, ið er býráðslimur fyri Sjálv- stýrisflokkin, var harður í sínum orðavali: Vit, sum eru kommunalt valt, áttu at staðið á odda fyri einum fólkauppreistri. Ikki við at lata lykilin, men fyri at taka lykilin frá teim- um, sum nú sita í Tinganesi Eg dug! ikki at skilja, at vit bara skulu sita og tiga. Vit eiga heldur at kalla komm- unurnar saman og tosa um, hvat er at gera, segði hann. Vit í Sjålvstyrisflokkin- um eiga part av tí, sum er í landsstýrinum, men tað skal ikki eitast at vera til okkara rós. Tað er synd at síggja, at borgararnir verða so hag- reiddir, og at býráðslimirnir so skulu fáa skyldina fyri, at tey fara frá húsi og heimi. Kommunurnar fáa Svartaper Ronald Poulsen kritiser- aði eisini landsstýrið fyri ikki at fáa sítt at hanga sam- an, og síðani at fara niður at gráta fyri at fáa danir at gjalda: — So koma teir aftur, men bert fyri at senda kommun- unum Svartaper, segði hann — Ábyrgdarleysir politik- arar vasa seg fram, uttan at vera fólkavaldir, og so skalta og valta teir við okk- ara pengum við teimum av- talum, teir hava gjørt niðri í Keypmannahavn. Somuleiðis gjørdi Ron- ald Poulsen vart við, at land- ið sambært fíggjarætlinini skyldar Tórshavnar komm- unu 53 mió. kr., umframt 13 mió. kr. fyri ringvegin. — Hetta eru tilsamans 66 mió. kr., og verður roknað === Tíðindablaðið CNE eitt líuð sindur við hesun tølunum, so sæst, at heita svarar heilt någreiniliga ul tey fimm prosenuni, vit nú skulu seta skattin upp við, segði hann Øll hava dansað um gullkálvin Eisini umboðini hjá Tjóð- veldisflokkinum í býráðn- um høvdu síu at bera Tinga- nesi. Leivur Hansen helt, at hvørki landsstýrið ella pen- ingastovnarinir kundu vera so býttir, at tað skuldi vera eitt sjokk, at Havnin fór at verða noydd at seta skatta- prosentid so nógv upp, sum tað nú varð sett. — Við teimum treytum, vit hava fingið at arbeiða undir, ber ikki annað til, segði hann. Taka landsstýrið og peningastovnarnir seg ikki um reigg nú, beri eg bang- heit fyri, at spádómurin hjá formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag um ein uppreistur fer at ganga út Knstianna Rein, ið eisini er umboð Tjóðveldisfloks- ins í býráðnum, helt at nú bar ikki longur ul at velja millum pest og kolera, sum onkur einaferð hevði ukið til: Hetta er pest og kolera f senn, helt hon. Kristianna Rein segdi, at øll hava livad yvir evni í 80- árunum, og at hetta nú er rokningini fyri tað, ið skal — Vit hava øll verið við til at dansa um gulikålvin, men nú noyðast vit at gjalda rokningina. Hon skal jú gjaldast fyrr ella seinni, so vit kunnu akkurát tað sama byrja at gjalda hana nú, um vit upp á nakran máta skulu koma á rættkjøl aftur, segði hon. Býráðið í Havn er ikki feg- ið um al seta skattapro- seniid upp og fáa skyldina, eftir at hava fingið krav- boð úr Tinganesi