hósdagur 16. desember 1993síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ESF
-Tað verður
uppreistur
-verður Arbeiðsloysistryggingin ikki bjargað av
landinum. Lónmóttakararnir orka ikki meira.
Nú má landið taka um endan. Tíðindablaðið
Sostalurin hevur tosað við formannin í einum
av landsins stórstu fakfelógum, Ingeborg
Vinther. Um stóðuna hjá Arbeiðsloysistrygg-
ingini sigur hon:
Landið má taka um
endan. Lønmåéttakararnir
orka ikki at bera meira, og
tað gera arbeiðsgevararnir
heldur ikki siga teir, og at
seta gjaldið niður er tað
sama sum at leggja
hungur á fólk. Tey klára
illa nokk at halda
hungurinum frá durunum
sum er.
Ingeborg Vinther sigur
víðari, at tá landsstýrið fór
til Danmarkar í oktober
visti tað, at Arbeiðsloys-
istryggingin fór at mangla
pengar. Ístaðin fyri at taka
málið í fullum álvara hev-
ur landsstýrið bara skiigv-
að málið frá sær. Nú er
trupulleikin so stórur, at
tað fara at resta einar 70
til 100 mill. kr. í.
-Lønmåttakarin hevur
fingið 25% meirvirðis-
gjald, meiri kommunu-
skatt og landsskatt, og
hann klárar ikki meira.
-Men hvaðani skulu
pengarnir so koma?
-Tað má landsstýrið
finna út av. Fólkið orkar
so ikki meira. Vandi er
fyri, at annarhvør føroy-
ingur missir húsini. Nógv
fólk eiga ikki pengar til
mat. Familja, grannar og
vinir hjálpa. Í mínum
starvi merkir tú hetta alla
staðni, fyri ikki at tala um
har sjúka og arbeiðsloysi
er komið upp í.
Ingeborg Vinther sigur,
at tað er so galið, at børn-
ini fáa ikki nóg mikið av
mjólk, tí hon er ov dýr at
keypa. Ístaðin keypa tey
bíligt sodavatn. Tá for-
eldrini ikki hava ráð til at
keypa tann mat tey og
børnini hava brúk fyri, so
fáa børnini ikki ta fødi tey
skulu hava og harvið
kunnu tey fáa fleiri sjúkur,
tå tey gerast vaksin.
Politikararnir
skilja tað Ikki
-Tað er tann vandin, sum
er til steðar í dag. So langt
úu er tað føroyska samfel
agið komið. Trupulleikin
er so eisini tann, at pol
iukaramir skilja hetta ikki
Teir merkja ikki kreppuna
sjålvir. Teir hava í
moral. Teir
fyridømi. Er tað ikki
ómoralskt at tú sum
politikari kanst taka ímóu
90.000 ul 120.000 kr
skattafrítt ul ferðapengar
um árið umframt fasta løn
og fundarpengar, tá tú um
somu tíð veit, at landið
er í kreppu og tú leggur
fleiri og fleiri byrðar á
fólk, og tú veit, at tað eru
familjur, sum ikki hava
nokk til tað dagliga spyr
hon.
Ingeborg Vinther held-
ur, at politikararnir sjålvir
áttu at gjørt vart við hetta,
tí tað skapar sum er and-
stygd millum fólk, at teir
skulu fáa sømdir av yms-
um slag, meðan onnur líða
neyð.
Sær dapurt út
Vit spurdu formannin í
Føroya Arbeiðarafelag,
um stødan í landinum sær
verri út í dag enn hon
gjørdi fyri einum ári
síðani!
-Um jóltíðir í fjør så
tað sera svart út og ein
spurdi seg sjálvan, nær vit
komu á botn. Eg má
viðganga, at tað í dag sær
nógv daprari út. Fólk sum
heild hava torført við at
koma í jólalag, tí tey hava
tað so ringt.
Ingeborg Vinther legg-
ur aftrat, at tað verða
mong, sum fara at hava
tað ringt á jólum. Hon
heldur, at tað er hugstoytt
at síggja, hvussu londini
rundan um okkum hava
megnað at byggja upp eitt
sosialt trygdarnet fyri sín-
um borgarum.
Upprelstur
Ingeborg Vinther roknar
annars við, at tað verður
ngan
vísa einki
uppreistur millum fólk
Arbeiðs
loysistryggingin
um nú eisini
verður
tóm. Tað, sum fólk hóast
alt fáa, hjápir eitt sindur
Tað undrar meg, at
fólkið ikki løngu hevur
gjørt uppreistur. Hetta má
vera ti, at Føroya fólk er
verdins tolnasta fólk. Í
ongum ødrum landi hevði
hetta gingið. Síðani ar
beiðsloysið tók dyk á seg
hava vit fmgið hægri
kommunuskatt, meiri
landsskatt og nógv annað
Aðrastaðni har tey koma í
slíka kreppu verður roynt
at hjálpa fólki. Í Føroyum
hava vit gjørt júst tað
øvuguta.
-Tess tyngri fólk hava
fingið tað av arbeiðsloysi
og sosialari neyð tess
meira hevur ein lagt á tey
at gjalda. Tað er ikki til at
skilja, at fólk hevur so
gott tol.
Bygdimar leingi
merkt kreppuna
Upp á fyrispurning hvussu
hon heldur skattahækking
í Havn fer at ávirka stød-
una hjá fólki sigur Inge -
borg Vinther, at so høgt
skattaprosent hevur longu
verið á bygd leingi. Longu
tá kreppan byrjaði fór
skattaprosentið á bygd
upp á 20, og arbeiðsloysið
á bygdunum er nógv stórri
enn í Havn, tí har er so
líð av almennum virk-
semi.
-Uti á bygd hava tey
merkt hesa kreppuna í
fleiri ár. Tað var eingin,
sum tosaði um nakra
skandalu ella um handlar
o.a. sum fór á húsagang,
tá kreppan tók seg upp á
teimum størru plássunum.
Tað tosaði eingin um. Tí
kann tað ljóða legið, tá tað
nú verður gjørt so nógv
burtur úr í Havnini.
Ingeborg Vinther við-
gongur tó, at avleiðingin
av at skattaprosentið í
Nr. 240 — 16. DESEMBER 1993
Ingeborg Vinther : -Fólkað orkar ikki meira
Havn hækkar so nógv
kann verða eitt stórt
skrædl. Tað verður ikki
minst ringt fyri tey
timaløntu, sum ikki hava
nokk sum er.
Hon heldur annars ikki, at
tað er nakar vilji at fáa
gongd á aftur hetta sam-
felagið. Hvørki bankar
ella landsstýrið tykjast at
hava nakað at bjóða.
-Tann dagur tá alt
samfelagið steðgar upp er
ikki langt burturi.
-Men hevur FA gjøri
nokk fyri at fáa gongd á
aftur?
-Tað klára vit ikki
einsamøll. Vit hava verið
við í nevndini fyri ar-
beiðsskapandi tiltøkum og
har kom mangt á borðið,
men ein hevur einki hoyrt
til politikarnar aftur. Vit
hava varskógvað og eru
komin við uppskotum,
men hetta hevur einki
nyttað.
Ingeborg Vinther dylur
ikki fyri, hvussu
vónsvikin hon er av
teimum føroysku
politikarunum. Hon heldur
annars, at tað kann vera
fullkomiliga líkamikið,
hver situr í Tinganesi. Tí
allir politikararnir eru
eins.
Skuldin
Formaðurin í FA heldur
fyn, at føroyingar ongan
tid megna at gjalda aftur
skuldina. Og tå áttu
poliukararnir at gjørt sær
greitt
-Men kann eitt fólk við
virðing fyri sær sjálvum
bara geva skarvin yvir og
tveita alla skuldina frá
sær?
-Nei, men kann eitt
fólk við virðing fyri sær
sjálvum halda fram við at
ganga biddaragongd til
Danmarkar at læna meiri
pengar, soleiðis at skuldin
bara verður størri, og tað
tí verður torférari at gjalda
hana aftur spyr Ingeborg
Vinther og heldur fram:
-Tað haldi eg er nógv
verrri enn at vera ærligur
og siga sum er: at vit klára
hetta ikki. Samfelagið
kemur ongantíð burtur úr
hesum aftur.
Ingeborg Vinther sigur
víðari, at danir í løtuni
reka hjålandapolitikk, tí
teir skulu jú stýra gllum
og avgera alt. -Vit eru
endað aftur í tí tíðini, tá
vit vóru eitt reint danskt
hjáland. Danir hava so
sanniliga eisina sína
ábyrgd av støduni. Teir
hava pumpað hesar 800 úl
900 mill. kr. inn í sam-
Síða 11
felagið um árið. Ráð
gevandi nevndin hevur
gjørt donskum syómum
varugar vid støduna, men
eingin danskur poliukari
hevur tíkið tað fyri fult
Ingeborg Vinther held
ur fyri, at donsku pol
itkararnir eru ikki petu
frægari en teir føroysku
Hóast tey føroysku fak
feløgini herfyri sendu
teimum fleiri
frágreiðingar í sambandi
við seinasta orðaskifuð
um Føroyar og var tað
bert ein flokkur, sum tók
hetta upp.
-Tað vísir seg, at:tað
kann gera tað sama, hvat
tey føroysku fakfeløgini
gera og siga. Eingin lurtar
jan
Gott ræst
KJØT
av Trøllanesi
v/ MVG 56,-
kilo
sum krov
smærri.
ella
Tlf. 56662