Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 240 — 16. DESEMBER 1993 Tíðindablaðið [ sostalurin | Fyrrverandi bankamaður vid peningastovnarnar: Haldið fingrarnar vekk frá lánunum Í Fossbankanum! Fólkini, sum hava lán í Fossbankanum, eiga sjálvi at sleppa at keypa hesi lán fyri lítið og lætt, tí tey sambært danska figgjareftirlitinum eru einki ella null verd. Peningastovnarnir eiga at halda fingrarnar langt vekk frá hesum lánum. Gera teir ikki tað, so kann henda, at fólk fara at reisa seg móti bankunum og rætt og slætt gevast vid at gjalda øll síni lán. Og hendir tað at t.d. eini 500 nil 700 fólk fara at gevast við at gjalda síni lán, so rapar sethúsamarknaðurin. Hetta sigur ein fyrrverandi bankamaður við Sostalin, í sambandi við at fólk, sum hava lán í Fossbankanum í kvold fara á fund um málið. Hann sigur, at einasta gongda leiðin í dag er tann, at peningastovnarnir ganga við til at avskriva 4. prioritet, niðurfrysta 3.prioritet og m øguliga lækka rentuna á prioritetunum, ið liggja frammanfyri. Alternativið er at fólk missa mótið og flyta av landinum. Tá koma bankarnir at standa eftir við svartaper - tómum húsum. Fólk hava tvórturímóti brúk fyri eini gularót og hana kunnu bert neningastovnarnar geva teimum. Vilja bankarnir einki av hesum mugu teir til at seta rentuna niður yvir tað heila við í hvussu er 3% Hóskveldið fara fólk, sum hava lán í Fossbankanum at halda fund um støðu teirra, nú bankin er farin á húsagang. Endamálið við hesum fundi er at vita, hvussu tey kunnu taka eina felags stóðu mótvegis bankunum í sambandi við sethúsalán teirra. Tað er torført at fáa fakfólk at seta navn til úttalilsi í hesum døgum oftani tí tey Óttast fyri at " verda uppsøgd. Sosialurin hevur tosad vid ein fyrr- verandi bankamann um enda og aðrar spurningar í sambandi við sethúslán ; Vanligt konkursbúgv ; Hann vísir á, at tað at ein banki fer konkurs er í veruleikanum ikki annað enn eitt vanligt konkurs- búgv. Og í einum van- ligum konkursbúgvi skal ein realisera ognirnar frægast gjørligt. Kurator- narnar, tvs. teir, sum standa fyri konkursbúgvi- num, umboða í veru- leikanum kreditorarnar hjá Fossbankanum. Teir skulu tí selja fyri best møguligt. Sethúslánini Størstu ognimar hjá Foss- bankanum eru nakrar “fordringar" tvs. lán móti ymiskum privatpersónum. Hesi lánini eru í veru- leikanum sambært fíggj- areftirlitinum ikki nærtil tað verð, sum tey annars standa til í bankunum. Soleiðis at skilja, at ein stórur partur av teimum lánunum liggur úti á 4. prioretieti, aftanfyri eina veðskuld, har fíggjar- eftirlitið hevur kravt, at tú skal avseta alt ella tað Mesta. Lán einki verd Í prinsippinum eru tí nógv av hesum lánunum einki ella null verd rokn- skaparliga sæð í banka- num sigur bankamaðurin. Tað merkir, at tað, sum bankarnir og møguliga eisini Sparikassin ætla at gera, er at fara út og keypa hesi lánini fyri ein lágan kurs, fyri so at krevja fólkini aftur fyri alt lánið. Var tað eitt vanligt konkursbúgv, so skuldi tann mest náttúrligi keyp- arin verið lántakarin sjálv- ur sigur bankamaðurin við Sosialin. Bera ótta fyri avleiðingum Upp á fyrispurning hví bankamir møguliga vilja hava hesi umrøddu lånini sigur fyrrverandi banka- maðurin, at hetta gera teir av tveimum orsøkum. Tann eina orsøkin er tann, at teir vilja hava ein skjót- an vinning. -Men hetta haldi eg ikki er høvuds- orsøkin. Hon er tann, at peningastovnarnir eru bangnir fyri, at hesi fólkini skulu fáa eina sanering við tað, at um bankin ongan annan hevur at selja tað til enn tey fólkini, so verða tað tey, sum leggja trýst á. Kuratorarnir tvs. teir, sum taka sær av búgvinum, kunnu sjálvandi koyra alt á tvang, men eingin annar peningastovnur keypir tey tá. Tvs. at teir koma bara at fáa útreiðslur av at koyra húsini á tvang. 4. prioritetur nógv skorin niður Bankamaðurin sigur víðari við Sosialin, at vandin hjá hinum bank- unum er tann, at fara teir . ikki inn og bjóða, so vilja hesi fólkini fáa eina velduga sanering, tí at eingin annar hevur áhuga fyri hesum lánunum. Tvs. at vit nú fáa eini 700 til 800 sethús, sum fáa skorið meginpartin av sínum seinasta prioriteti burturi. Tey fáa eina gjøgnumgangandi saner- ing, um íkki aðrir peningastovnar koma inn og krevja at keypa ella bjóða upp á tey. Hendir tað, so fara aðrir kundar hjá peninga- stovnum at siga, at tey góðtaka ikki onga sanering at fáa. Demi Fyrrverandi bankamaðurin tekur síðani eitt dómi við einum persóni, sum hevur eina skuld upp á 1.1 mill. kr. Skuldina oman fyri 700.000 hevur hann t.d. í Fossbankanum. Ein pen- ingastovnur í dag eigur ikki at keypa eini sethús í Havn omanfyri 700.000 kr. Kuratorarnir mugu ti siga, at lánið i Fossbank- anum í veruleikanum er líuð og einki vert. -Teir megu siga, at kunnu teir bert fáa bjóðað ein brøkpart fyri tað, so eiga teir at vera nøgdir. Tað kann so henda, at fólkið, sum hevur lán upp á 400.000 kr. í Foss- bankanum sum 4. pri- oritet, bjóðar búgvinum S5-10% av hesi upphædd. Tað kann so kanska fáa hjálp frá foreldrunum, sum kunnu læna ella eiga eini 40.000 kr. og siga við teir, ið standa fyri búnum: -Her eru 40.000 kon- tant og strikið so lánið.Tá sigur konkursbúgvið takk og selt er. Hetta er tann mest nátúrliga gongdin heldur bankamaðurin, sum vísir á, at bankarnir vilja kanska bjóða 20% men treyta sær tá , at teir taka alt, eisini tað, sum vit vita einki er vert. Tá kann so tað henda, at kuratorarnir siga, at hetta er nógu lættari og skjótari enn at skula viðgera hvort lánið einsæris í eini sølu til lántakaran. Og at teir fáa meira fyri tað. -Hetta eigur ikki at bera til. Tí fyri at kunna siga, hvar tú fær mest fyri lánini, mást tú sum kurator taka eitt lán fyri og annað eftir og ikki taka øll undir einum. Tvs. at tu måst seta teg i samband við hvønn einstakan lántakara. Í princippinum kann einhver bjóða upp á láninu. Royna at forða fyri sanering Keldan hjá Sosialinum sigur víðari, at veruleikin í øllum hesum er tann, at hinir peningastovnarnir eru bangnir fyri, at tað hendir ein so stór san- eringin fyri øll tey, sum hava lán í Fossbankanum, at teir nokk vilja royna at forða tí. Sosialurin hevur skilt, at Fossbankin hevur nógv 4. prioritetslån og stórt sæð einki av 1. prioriteti. Meðalupphæddin fyri hesi 4. prioritetslán eru einar 300.000 kr. Í princippinum skuldu fólkini, sum hava eitt lán omanfyri 900.000 kr. Í Havn, einki goldið fyri 4. prioritet, tí eitt tað sum liggur omanfyri hesa upp- hædd er einki vert. Nokta fólkini at gjalda so kunnu bankarnir sjálvandi koyra tey á tvang. Men stødan er tann í dag, at fer eitt einkult hús á tvang, so fer eingin at keypa eitt hús á tving- sulssølu vid at bjóða upp á 4. prioritet. Gevast at gjalda -Men hvat kann so henda íhesum málinum, nú fólk ætla at taka seg saman í ein felagsskap? -Taka hesi fólkini seg saman og gera eina sam- tykt, sum gevur bank- unum og Sparikassanum eini týðulig boð, sum siga: fara tit og keypa hesi lånini, so gevast vit at gjalda. Íkki bert Fossbankalánini men eisini tey lánini vit hava hjá tykkum í húsunum. Og tá kunnu tit glediliga eiga húsini á tvingsulssølu. Og siga millum 500 og 700 sethúsaeigarar hetta, tå rapar sethúsmarknaðurin Hava bankarnir fingið tey bodini frá eini fund- arsamtykt, tá skal ein vera ein djarvur bankastjóri at taka tjansin. Ikki bert tað at keypa eitt lán, sum fíggjarefurliuð hevur sagt er einki vert men haraftrat at bankin kann koma at missa síni egnu lán, sum hann annars kann vænta at fáa pengar inn fyri. -Men eru tað nógvir setahúsaeigarar, sum tora at seta føtur í spenni á henda hátt? -Ja, tað eiga tað vera. Tað er vanligt, at bara maðurin skrivar undir lán- ini og konan skrivar undir sum hjúnaðarfelagi. Fer slíkt hús á tvang, so vilja fólkini seta seg í samband við Sparikassan og siga, at tey klára ikki at gjalda øll húsini men nakað. Tá sigur maðurin við Spari- kassan, at hann er in- solventur, men at konan ikki skyldar nøkrum nak- að. Kunnu tit tá ikki hjálpa henni at keypa húsini fyri tað, sum tey standa tykkum í. Vandin er at fólk rýma av landinum Fyrrverandi bankamaðurin sigur annars, at Spari- kassin sleppur altíð av við húsini, soleingi sum fólk eru, ið hava áhuga fyri at búgva í teimum. Vandin hjá Sparikassanum er ikki tann, at tað fara nógv hús á tvang men at fólk rýmir av landinum, og soleiðis at eingin er til at búgva í >>