fríggjadagur 17. desember 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Paradise Beach
Roy sigur Sean, hví hann hevur verið so
løgin í seinastuni. Anna frættir frá Grom-
met, at Nick leggur einki í hana longur. Roy
er skotin í einari »undarligari« gentu.
Fríggjadagin kl. 19.30:
Married
with Children
fi
Táið Peggy selur savnið hjá Al av Playboy-
bløðum, gongur pápi hansara aftur og krev-
ur, at hann fær blødini aftur.
Fríggjadagin kl. 20.05:
Always
Filmurin er bygdur á filmin >The Guy
Named Joe« frå 1940-årunum. Søgan er um
teir menn og kvinnur sum úr luftini royndu
at sløkkja skógareldar. Pete er tann besti
flogskiparin, og hann rædist einki. Men
hann dugir ikki at halda uppat at flúgva, og
tað harmar gentu hansara, Dorindu. Hon er
bangin, hvørja ferð, hann lættir, og tað end-
ar við at Pete doyr, tá ið hann skal bjarga
besti vininum hjá teimum... Men kærleikin
varir við...
Filmurin er frá 1989. Leikarar: Richard
Dreyfuss, Audrey Hepbum, Holly Hunter.
Leygardagin kl. 20.00;
The best little Whore-
house in Texas
Amerikanskur filmur frå 1982 vid Dolly
Parton og Burt Reynolds í høvu8sleiklutu-
num. Enn einaferð er tað tíðin, tå ið ein fót-
bóltssigur verður heiðraður. Guverngrurin
hevur givið boð um, at vinnandi liðið skal
undirhalda á besta skjókjuhúsinum í Texas.
Miss Mona er eigari og arbeiðir nógv — við
stuðuli frá sheriffinum Ed Earl...
Sunnudagin kl. 13.00:
Í hovdið á einum
gomlum manni
Svenskur leikur frá 1968. Johan Bjørk er
fyrrverandi arbeiðsmaður. Á veg heim úr
handlinum við hundamati undir arminum
fær hann eina last av bildekkum niður yvir
seg. Hann fær skaða í beinið og verður
sendur á ellisheim...
Sunnudagin kl. 18.05:
Reasonable Doubts
Statsadvokaturin hevur júst havt eina mis-
eydnaða sak um harðskap móti børnum. Tá
kemur ein vaksin inn á skrivstovuna og sig-
Nr. 241 — 17. DESEMBER 1993
ur, at hann einaferð fyri 15 árum síðani varð
álopin av sama manni, og Tess vil taka hetta
málið. Dick er framvegis harmur um, at
hann noyddist at skjóta ein ungan drong í
sjálvverju.
Mánadagin kl. 17.35:
Harry og
familjan Henderson
Ein gamal maður hevur brotið seg inn til fa-
miljuna Henderson, og Harry og hann verða
góðir vinir.
Mánadagin kl. 20.00:
Grass Roots
Will Lee er dugnaligur, framskygdur advo-
katur og ráðgevi hjá einum senatori í Wash-
ington. Senatorin gerst brádliga sjúkur í
heilanum, og Lee gongur við til at yvirtaka
sessin hjá honum uttan at vita, hvussu nógv
hetta kemur at åvirka lív hansara. Um somu
tíð skal hann verða verji hjá einum ungum
manni í einari drápssak. Hetta kann oyði-
leggja hann politiskt, men ikki bert tað,
hann er ongantíð saman við gentu síni long-
Filmurin er í tveimum pørtum.
Mánadagin kl. 22.05;
Teddy
Amerikanskur filmur frá 1986. Hetta er
sama søgan um Teddy Kennedy jr., son Ed-
ward Kennedy, sum 12 ára gamal misti ann-
að beini av krabbameini. Hin ungi Teddy
veksur til í einari verð, har ítróttur hevur ein
stóran leiklut. Men Teddy vil ikki geva
upp...
Týsdagin kl. 22.10;
Young Billy Young
Amerikanskur filmur frá 1969 við Robert
Mitchum og Angie Dickinson í høvudsleik-
lutunum. Í mong ár hava minnini um deyða
sonin, sum Frank Boone skjeyt, ikki latið
Ben Kane í frið. Hann hevur brúkt nógva tíð
og nógv tol at leita eftir Boone. 8 leiðini
metir hann unga Billy Young, sum flýggjar
eftir at hava myrt ein kortspælara, sum vísti
seg at vera sheriffur. Kane, sum er dráps-
maður, arbeiðir sum sheriffur í býum, har
lógloysi valdar. Tá ið hann og Billy ríða inn
í Lordsburg, stendur Kane í boði at gerast
sheriffur. Men hann noktar — til hann frættir,
at Boone er nærhendis...
Mikudagin kl. 20.00:
Some Girls .
Amerikanskur leikur frá 1989 við Patrick
Dempsey í hevuðsleiklutinum. Michael,
ein ungur amerikanari, kemur til Quebec at
verða á jólum saman við gentu síni, Gabri-
ellu. Hann møtir familjuni hjá henni, tveim-
um systrum, vøkru mammuni og klóka
pápanum. Men so sigur Gabriella honum, at
hon leggur einki í hann longur. Michael ger
av at taka tað sum ein maður, og at enda fær
hann kærleika frá einari síðu, har hann einki
væntaði...
Life and Love of
a She Devil
Hetta er fyrsti partur av fýra eftir Fay Wel-
don. Søgan er um kærleika og hevnd. Kon-
aneitur Ruth (Julie T. Wallace). Maðurin er,
Bobbo (Dennis Waterman), og so er tað hin
romantiska Mary Fisher (Patricia Hodge).
"Útvarp Føroya
Friggiakvøldid kl. 21.10;
Magnussen
& Magnussen
Sidsta spurnarkappingin í árinum, verður
frá kl. 10.00-10.30. Eftir kappingina
verður drigið um ferðina fyri tvey til
Danmarkar og aftur. Nakrir og fjøruti
luttakarar kunnu vinna dupultferðina, sum
dystast hevur verið um síðan fyrst í oktober
Kend eru tey bæði, sum fara at taka lut í
>Tí ødrvisi tíðinda- og søguleikinum. Hann
hevur verið at sæð á sjónvarpsskíggjanum
síðani sjónvarpið kom ul landið. Hon er
kend fyri at vera skemtilig — umframt stórt
dirvi til at fara undir fyritøkur og seta al-
ment kjak í gongd, tá hon hevur hildið tað
vera neyðugt.
Vit fara eisini at hoyra nógv til »Ta posi-
tivu telefonråsina« hjá Magnussen á
Magnussen.
Leygarkygldið kl. 19.05:
Ævintýrið mikla
Jólini og jólaevangeliið hava verið hin
størsta keldan til ymisk ævintýr um allan
heimin. Fólk hava allar tíðir spunnið sínar
egnu søgur úr hesum evni. Norðmaðurin
Reidar Anthonsen hevur í hesum útvarps-
leiki funnið í sínum huggheimi ein mann,
sum eigur sitt egna ævintýr, ið byrjar á jól-
um: — Ein troyttur og strongdur bókhaldari
rýmdi frå søludiskinum í øllum jólaroki-
num Tollaksmessukvøld og fór inn í eina
matstovu at spenna frá eina løtu. har kemur
ein gestur og setur seg hjá honum. Teir fella
í prát og gesturin fer at siga frá sínumegna
og spennandi ævintýri, sum byrjaði har fyri
fjøruti árum síðani og er ikki so lítið skrøgg.
Vit fara at hoyra Sverra Egholm, Pól
Jákup Thomsen og Kára Petersen.
Oskar Hermanson hevur týtt og lagt til
rættis. Pauli Magnussen hevur staðið fyri
upptøkuni.
rkvøldid kl. 22.10;
Nåttarravnarnir
Leygarkvøldid eru Náttarravnarnir á flogið
fyri einastu ferð í ár. Spældur verður tón-
leikur, ið hoyrir jólunum til og fyri ikki heilt
at forfjónað jólaboðskapin, fara Náttar-
ravnarnir hesaferð at spæla nakað av nýggj-
um gospel tónleiki. Birgir fer at umrøda
Hándel's »Mesiah — A Soulful Celebra-
tion«. Hetta er ein nýggj fløga við soul-t6n-
leiki, ið lýsir tónleik teirra svørtu, men sam-
stundis byggir á kenda oratorium Hándel's
frá 1742. Fløgan er millum mongu vinning-
arnar í stóru spurnarkappingini kl. 11.00,
har evnini verða jólalesnaður, ítróttur og
filmur.
Heðin Arge Jensen og Birgir Kruse
leggja til rættis.
Tíðindablaðið (631)
Mary býr í einum býi beint við sjógvin og
skjótt rýmir Bobbo heimnan og fer til Mary.
Men Ruth hevur styrki at hevna seg...
Tysdagin kl. 19.00:
Life in the Freezer
2, partur hjá David Auenborough. Í
september, tá ið várið byrjar í Antarctica,
eru strendurnar í South Georgia lívligar.
Vit síggja dýralívið um várið.
Sunnudagin kl. 13.10;
Týskaratíðin í Lopra
Fjórða og seinasta fråsøgnin um Lopra eftir
Erling Poulsen.
Í 1935 komu tveir týskir verkfrødingar til
Lopra at kanna viðurskiftini og teir fingu
loyvi at byggja eina royndarstovu, sum
skuldi kanna, hvatkundi fáast burtur úr stór-
hvali.
Teir fingu eisini loyvi til at hava tveir
týskar hvalabátar, sum høvdu tyska mann-
ing, men føroyskan flaggskipara. Týskarar-
nir vóru í Lopra úl seinni heimsbardagi
brast á í 1939.
Sunnudagin kl. 14.15;
Tað var sum lívið
Åuamannfarid »Føroyingurin« var annar
báturin, sum Jóan Petur Hentze og bróður
hansara lótu smíða saman við øðrum
heimasandsmonnum.
Báturin varð smíðaður norðuri á Eiði, og
hann var so trivaligur, at teimum varð spátt,
at hann valla fór at verða drigin.
Róð varð dúgliga út við honum um vetur-
in og um vári. og í mars 1940 vóru teir sam-
an við ødrum sandsbåtum vestanfyri, tá
óveður kom á teir.
Hetta gjørdist ein sera vandamikil ferð.
Tríggir bátar vóru saman, og allir menninir
komu aftur — á einum báti.
Í hesi tridju sendingini sigur Jóan Petur
eisini eitt sindur frá fyrstu tíð síni til skips
við deyðsiglara.
Mánadagin kl. 17.05:
A Tónatingi
Nýggjar upptøkur av jólaløgum verða at
hoyra á Tónatinginum. Dupultkvartettin í
Ebenezer fer at vitja á kaffistovuni.
Somuleiðis fara veteranarnir innan ha-
waii og steelguitarspæl í Føroyum, Bogi
Olsen og Milson Zachariassen at spæla
jólatónleik.
Sangkvinnan Malan Thomsen og tón-
leikarin Finnur Hansen syngja og spæla
jólaløg. Við í tí eini upptøkuni verða nakrir