Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Útvarp Foroya Hósdagin kl. 18.00: Jólamaðurin er sovnadur 10. partur: Aftur hjå jélamann- inum Nú verður spennandi, um Snjódrotningin og Vírikkur hava gitt rætt, um tað eru hárini úr skegginum hjá Snjókonginum, sum kunnu vekja jólamannin, tí nú er ferðin hjá Ara og Vírikki komin at enda, og teir koma aftur áJólamansborgina, og núer ikki leingi ul jólaaftan. Og vaknar jólamaðurin ikki, hvussu so við jólunum? Hóskveldið kl. 19.00: Tilvera — »Hvat er kærleiki« Hvat er tad at vera åsttikin? Visindamenn eru nú farnir at kanna hesa kenslu, og eru komnireftir, attá viteru ásttikin, skilir okk- araheili útávísevni. Hesi evni eru skyld vid amfetamin. Vit eru í einari sokalladari »narkokenning« Hosdagin kl. 9.30; »Læars og Anni-Lena« Poul Arni Joensen fer at siga okkum frå hvussu gongst vid handilsskapinum hjå hinum trivaliga parinum »Læarsi og Anni- Lenu«. Jú, eisini tey nýttu sítt handils- kynstur fyri at fáa javnvåg. Tey koma bæði í >Læars keypmaður< í yvir- og undirskot. Fjósið, ið varð umbygt ul handil, kemur í endanum aftur í sín uppruna við jótrandi kúm. Tann hægri handilsskapurin vann ongantíð á hesum hugnaliga pari. Alt kom aftur í sín uppruna. Poul Arni Joensen lesur Nr. 245 — 23. DESEMBER 1993 Jólaaftan kl. 11.00: Jesusbarnið og jólamaðurin A jólum eru tveir menn høvudspers6nar. Teir eru Jesus og Jólamaðurin. Nógv vilja vera við, at jólamaðurin hevur heidnan upp- runa. Men so er ikki. Jólamaðurin er aldargamal og hevur kristnan uppruna. Men hann hvørvur aftur jólaaftan. Hvussu vid Jesusbarninum? Hann hvørvur ikki jólaaftan... Hugt verður eftir søguni hjá jólamannin- um og hvønn tydning Jesusbarnið hevur havt og hevur bæði menniskjaliga, sosialt og poliuskt eisini í dag Jolaaftan kl. 13.00: »Medan vit bida« — telefonpråt vid børn Jólamenninir pråta við børnini Medan foreldrini ståkast vid tær seinastu fyrireikingarnar jólaaftan, hava børnini aft- ur hesi jólini møguleika at ringja til Barna- útvarpið. Eftir tógvið stríð eydnast tað endliga manningini á Barnaútvarpinum at fáa fatur í Greytasleiki og Kertustubba, sum tit jú vita, eru úti í stóru verð við jólagávum. Kertustubbi og Greytasleikur hava lagt hondina á hjartað, at teir skulu vera í tele- fonini kl. 13.00 jólaaftan, hvar teir enn eru í verðini. Jolaaftan kl. 16.30; Jólastormurin — eftir Martin Joensen Jólini eru ein minnishåtid, tá rennur okkum til hugs, alt sum einaferð var, og vit leita aftur til tað vakra og gleðast yvir minnini. Millum tær mongu góðu stuttsøgurnar Martin Joensen skald skrivaði, eru nakrar frálíkar jOlasøgur og ein teirra er Jólastorm- Oskar Hermannsson lesur urin. Henda søga lýsir okkum ta megi há tíðin hevur á menniskjuni, meðan illa leikar á bæði í náttúruni og í okkum sjálvum. Tá er tað sum at alt tað nivandi hvørvur fyri gleðini og ti góða tokka, ið eigur at ráða manna millum Jóladag kl. 14.15: Nú stundar til jóla, eg sleppi ikki heim... Henda ljóðmyndin er um gøtumannin Sámal Petur Hansen og hansara brævaskifu heim til familjuna, meðan hann sigldi í tríatiárunum og undir krignum. Sum so mangur annar ungur føroyingur fór hann at sigla við donskum farmaskipum nøkur ár fyri seinna heimsbardaga, og vit kunnu fylgja honum, meðan hann sær seg um ring um í heiminum og hvussu hann kemur sær fram í reiðaríunum. Hóast Sámal Petur hevði stýrimans- prógv, tá hann fór atsigla, byrjaði hann sum dekkari, men sum fráleið arbeiddi hann seg upp ul yvirstýrimann á amerikonskum skipi. Alla tíðina skrivaði hann heim til for- eldur og systkin og ikki minst hugvekjandi er eitt bræv, hann sendi heim úr Liverpool til jólar í 1940. >Nú stundar til jólar, men eg sleppi ikki heim<, skrivaði Sámal Petur. Hann kom ongantíð aftur til Føroya. Magni Arge leggur til rættis hesa ljóð- mynd. Joladag kl. 16.00: Danskur hermadur undir krignum 29. august vóru S0 år síðani tyska her- setingarvaldið tók danska herin av ræði. Danski herurin var fámentur, men her- menninir striddust sum best. Fleiri danskir hermenn fullu 29. august 1943, enn tá Danmark varð hersett í apríl 1940. Hvalbingurin, Asbjørn Nattestad, var danskur hermaður undir krígnum, tá fleiri hundrað týskarar lupu á kasernina hann var á Ein mánað sat hann sum krígsfangi í Assens, til hann slapp leysur í oktober 1943. 29. august 1943 umboðar eitt søguligt umskifti í Danmark. Samstarvspolitikkurin endar, og måtstødan móti týska yvirvaldin- um veksur og verður betri samskipað. Tíðindablaðið (57), Rithøvundar fagna Brot úr fagnadarløtu, sum Føroya Rit- høvundafelag helt fyri Regini Dahl, tá hann fylu 75 herfyri. Í sendingini verða at hoyra heilsan til fóðingardagsbarnið. Lisnar verða eisini yrkingar eftir hann eins og summi av kend- astu løgum hansara verða sungin. 2. jóladag kl. 14.15: Tað angra tit ikki Eina ferð Jóan Petur Hentze á Sandi var við tvøroyrarskipi, mundi streymur brådliga tikid skipið upp á Gorfuglaskerið í Íslandi Í sendingini 2. jóladag kl. 14.15 fer tann 84 ára gamli Jóan Petur at siga frá hesi hending og fyrstu árum sínum sum fiski- maður undir Íslandi og Grønlandi. Eitt summarið var hann við slupp í Grøn- landi, men tá sluppin fór heim, fór hann um borð á vågstrolaran »Royndina« Hesin trolan var í Grønlandi við bátum, og seinni var Jóan Petur eisini við honum til trolfiskiskap undir Íslandi Jóan Petur gifust tíðliga í triatiårnum, og tá segði presturin á Sandi, Blicher Winther, við brúðarparið, at vóru tey góð við hvort annað, so fóru tey ikki at angra tað Jógvan Arge leggur til rættis Mánadagin kl. 9.30: »Læars og Anni- Lena« hava silvurbrudleyp Her kemur Poul Arni Joensen cisini at siga okkum frå hvussu leikur fer. Silvurbrúðar- parið tekur stóran ul og bjóðar 400 fólkum. 25 ár hava nógvar trupulleikar við á ferðini og teir verða allir skúgvaðir til viks í stórum silvurbrúdleypi við rødum og sangi og drunnum. Mánadagin kl. 17.30: Tvey ættarlið spæla tónleik Ætarlidini hesaferð verða heiman av Sandi. Tað verða feðgarnir Eyðun og Mourits Viderg av Sandi, ið fara at velja sær løg í sendingini >Tvey ættarlið spæla tón- leik<. Eyðun er ikki ókendur. Umframt at hava sítið á ungi, hevur hann verið virkin í kommunalpolitikki. Hann er bygdarråds- >