leygardagur 14. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 110 - 14. juni 2003
Nr. 110 - 14. juni 2003
3
Sum 14 ára gomul
kom Herborg Kragset
til Føroya saman við
foreldrunum og
tveimum yngri systkj-
um. Eftir at hava búð
í Klaksvík í meiri enn
5 ár, fóru tey aftur til
Noregs, haðani tey
vóru flýdd í 1940, tá
týskarar bumbaðu
nær heimi teirra í
Ålesund
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
Tá tey við norska fiski-
skipinum, Juvel, komu inn
eftir vánni í Klaksvík, sóu
tey, at bryggjan var full av
fólki, sum var komið at
taka ímóti teimum.
Tveir dagar framman-
undan høvdu tey veitrað
heimlandinum farvæl, og
nú komu tey spakuliga sigl-
andi inn móti bryggjuni í
hesum fremmanda landi.
Hvat bíðaði teimum, og
hvussu tey fóru at verða
móttikin, vistu tey ikki. Tey
vóru flýdd úr Noregi, tá ein
bumba brast nær heimi
teirra í Ålesund.
Ætlanin var, at tey skuldu
fara við skipinum til omm-
una og abban, sum búðu
nærhendis. Men við tað, at
Juvel var lastaður við lóð-
uri, varð avgjørt heldur at
sigla til Føroya við skot-
verkinum.
Soleiðis bar tað á, at Her-
borg, saman við mammuni
og systkjunum, kom at
búgva í meiri enn 5 ár í
Klaksvík. Pápin, sum var
við, tá tey komu, fór seinni
til Bretlands, har hann var
við í norska herinum.
Komið til okkara
- Móttøkan vit fingu frá
klaksvíkingum, var eina-
standandi. Komið til okk-
ara, komið til okkara,
søgdu tey, sigur Herborg
ógvuliga rørd.
Hon sigur, at í Føroyum
lærdi hon gestablídni.
Tað var sjálvsagt ikki lætt
at koma til eitt fremmant
land, og tað gekk ein tíð,
áðrenn tey øll vóru komin
rættiliga uppá pláss. Fyrst
sluppu tey at vera inni hjá
fólki, men seinni fekk
mamma hennara eina íbúð í
kjallaranum hjá Emmu
Fugloy.
Mamma hennara fór at
arbeiða í fiski, tí hon vildi
sleppa undan at fara til
konsulin eftir peningi.
Eftir at Herborg eina tíð
hevði havt húspláss, fekk
hon starv á tøystovuni hjá
Michael Jaobsen. Handilin
"hjá Kal" er enn tann dag í
dag á sama staði, sum hann
var tá.
- At koma til Kal at ar-
beiða, var sum at koma í
himmalin; har hevði eg tað
ógvuliga gott, sigur Her-
borg.
Við gleði minnist hon
aftur á øll tey, sum tóku
hana at sínum hjarta, tá hon
blaðung varð noydd at flyta
so langt frá heimlandi sín-
um.
Helt øll vóru deyð
Herborg er ógvuliga rørd,
og tárini koma ofta fram,
meðan vit práta.
- Eg gjørdist ov gomul,
áðrenn eg kom aftur til
Føroya, og eg hevði ikki
væntað at sæð so nógv fólk,
sum eg kenni, sigur hon.
Hon hevði roknað við, at
flestu av hennara kenn-
ingum vóru deyð, men so
var ikki. Og tá Herborg
fekk so nógvar innbjóðing-
ar, at tíðin ikki strekti til,
varð tað næstan ov nógv
fyri hana.
Hon er ógvuliga takksom
fyri tíðina, tá tey búðu í
Føroyum. Og ferðin til Før-
oya, hevur vakt nógvar
kenslur í Herborg.
- Føroyar eru mítt annað
móðurland, sigur hon.
Hon sigur, at hvørja ferð,
hon fær ferilin av, at føroy-
ingar eru í Ålesund, bjóðar
hon teimum inn, sama
hvaðani í Føroyum tey eru.
Konfirmatiónin
bíðaði
- Tá vit komu til Føroya,
var eg komin til konfirma-
tiónsaldur. Men vit vænt-
aðu hvønn dag, at kríggjið
fór at enda, og konfirma-
tiónin varð útsett.
Men tað skuldu ganga
meiri enn 5 ár, áðrenn
Herborg og familja hennara
aftur sóu heimland sítt.
Heimafturkomin vórðu øll
trý systkini, Herborg, Ann-
frid og Helge, fermd sam-
an.
- Eg var tann einasta,
sum græt, tá vit løgdu aftur
frá landi í Føroyum, sigur
Herborg.
Og tað var heldur ikki
undarligt, at hon græt, tí
higar kom hon, júst á gátt-
ini millum barndóm og
vaksnamannalívið.
Her
upplivdi hon síni føgru
ungdómsár - og nú mátti
hon avstaðaftur.
At nærum seksti ár
skuldu ganga, áðrenn Her-
borg sá Føroyar aftur, hevði
hon helst ikki ætlað, men
soleiðis bleiv tað.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
hjálptu og vístu samkenslu, tá okkara góða, elskaða
kona, mamma, omma, dóttir, vermamma, systir
og svigarinna
Astrid Maria Dalsgård Hellisdal
so brádliga bleiv kallað heim til Harran.
Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervið.
Takk fyri gávur til Neyðhjálp Kirkjunnar (Folkekirkens
Nødhjælp).Takk fyri blómur og kransar.
Tøkk til kirkjutænarar.Takk til Hera Joensen, prest,
fyri góð og troystarrík orð.
Takk til tann stóra skara, sum fylgdi henni til hennara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Tom, Fróði og Brynhild
Aftur í Føroyum
60 ár seinni
Herborg Kragset og maður hennara, Jon Misfjord búgva í
Ålesund, har tey í 36 ár høvdu el-handil. Herborg og Jon eiga
dótrina, Randi
Helge, mamman Oline, Herborg og Annfrid. Myndin varð tikin til at senda pápa hennara,
Jonas Kragset, sum var í Bretlandi í norska herinum
Samfelagsmøti:
Færri fólk – men væleydnað
Um hvítusunnuna
vóru árligu samfel-
agsmøtini hjá
brøðrasamkomuni
hildin í Klaksvík. Um-
leið 1.500 fólk vóru til
staðar í KÍ høllini, tá
tað var upp á tað
mesta
SAMFELAGSMØTI
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Samfelagsmøtini
verða
hildin annaðhvørt ár í
Klaksvík og í Suðuroy. Í ár
var tað so aftur brøðrasam-
koman í Klaksvík, sum var
vertur. Stevnan eydnaðist
væl, og nógv fólk nýttu
høvi til at koma til Klaks-
víkar at halda hvítusunnuna
og koma saman um Guds
orð í KÍ høllini. John Færø
er ein av fyriskiparunum.
Hann heldur tó, at tað vóru
heldur færri uttanbýggja
fólk í ár enn undanfarin ár.
– Verkfallið var jú av
fríggjamorgunin,
og
tá
høvdu mong longu tikið
avgerð um at setast aftur, so
tað blivu heldur færri av
bygd, men væl hilnaðist
kortini, sigur hann.
Samfelagsmøtini byrjaðu
hóskvøldið við møti í
Betesda. Síðani varð farið í
KÍ høllina hinar fýra dagar-
nar.
Sum nakað nýtt høvdu
tey í ár eina sangløtu
seinnapartin 2. hvítusunnu-
dag. Hetta er ikki roynt
áður, men John heldur, at
tað eydnaðist avbera væl.
– Høllin var fullsett, og
nógvur felagssangur var á
skránni, sigur hann. Haraft-
urat framførdi ein kvartett
úr Betesda eisini.
Um kvøldarnar var opið
hús.
Hóskvøldið
og
fríggjakvøldið í Bestesda
og hini bæði kvøldini í KÍ
høllini. Hetta er nakað, sum
hevur vundið meira og
meira upp á seg seinastu
árini, og nú kann tað sigast
at verða vorðið ein fastur
partur av samfelagsmøtun-
um. Og tað heldur John
Færø er sera positivt.
- Tað er gott, at tey ungu
kunnu savnast til eina
meira
avslappaða
og
hugnaliga løtu, har tey
kunnu fáa te ella kaffi og
okkurt afturvið. Tey eru
savnað til einaferð út á nátt-
ina, meðan vit meiri til-
komnu fara heim at fáa
okkum kaffi frá vinfólkum,
greiðir hann skemtandi frá.
Tey ungu plaga so somu-
leiðis at hava meiri tónleik,
og tey hugna sær saman.
Somuleiðis vóru fleiri
kór við á møtunum í ár. Tal-
an var um fýra kór:
Betesdakórið, Ebenezer-
kórið, Siloakórið og ung-
dómskórið í Betesda. Hesi
sungu øll á onkrum av
møtunum.
Samanumtikið so eydn-
aðust samfelagsmøtini bara
heilt væl, hóast verkfallið á
privata arbeiðsmarknaðin-
um vardi so longi.
John Færø er tó vísur í, at
tað høvdu komið fleiri av
bygd, um tað endaði fyrr.
– Tað gerst ikki við, tað
verður betur næsta ár, sigur
hann.
Samfelagsmøtini verða
aftur næsta ár í Suðuroy á
hvítusunnu.
Árligu samfelagsmøtini hjá
brøðrasamkomuni vóru í
Klaksvík um hvítusunnuna.
Eini 1.500 fólk mundu vera
stødd í KÍ høllini, tá tað var
upp á tað mesta
Mynd: Steinvør Fonn
Sum nakað nýtt var skipað
fyri eini sangløtu seinna-
partin 2. hvítusunnudag.
Har var nógvur felagssangur
og somuleiðis framførdi ein
kvartett
Mynd: Steinvør Fonn
Í døgunum 18. til 21.
juni kemur danski
olympiski vinnarin í
rógving, Arne Niels-
son, til Klaksvíkar á
vitjan. Á ferð síni fer
hann at halda fyri-
lestur undir heitinum
Viljen til sejr
FYRILESTUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Arne Nielsson kemur hend-
anvegin á vitjan hjá Norð-
oya Sparikassa. Eitt av
starvsfólkunum í peninga-
stovninum og stjórin sjálv-
ur, Eyðfinn Reyðberg, hava
hoyrt Arne Nielsson og
vórðu so hugtikin av hon-
um, at tey fóru í gongd við
at fáa hann at koma hend-
anvegin.
Gunnar Nolsøe, markn-
aðarleiðari í sparikassanum
sigur, at ætlanin er at hann
skal halda tríggjar fyri-
lestrar, meðan hann er her.
Ein verður mikukvøldið
fyri ítróttinum. Har hava
tey so boðið umboðum fyri
feløg inn, umframt at tey
smærri feløgini somuleiðis
fáa høvi til at hoyra hansara
fyrilestur.
Hóskvøldið verður so
boðið alment til fyrilestur,
har tað kanska serliga verð-
ur handils- og vinnulívið,
sum kemur.
Fríggjakvøldið fer Arne
Nielsson so at halda fyrilest-
ur fyri starvsfólki og nevnd í
Norðoya Sparikassa.
Somuleiðis er ætlanin, at
hann skal vitja Klaksvíkar
Róðrarfelag antin hósdagin
ella fríggjadagin og halda
fyrilestur fyri rógvarunum.
– Vit hildu, at tað er so
líka til, at hann heldur fyri-
lestur fyri rógvarunum eis-
ini, tí hann er jú olympiskur
vinnari í rógving, greiðir
Gunnar frá. Hann væntar
ikki, at hetta, sum spari-
kassin er farin í holt við,
verður nakað eindømi.
– Okkara áhugi í hesum
er jú, at vit fáa nakað sjálvi
burturúr, samstundis sum at
vinnulív, ítrótturin og onnur
eisini fáa nakað, sigur
Gunnar.
Arne Nielsson telist mill-
um fremstu fyrilestrarhald-
ararnar í Danmark og er
annars seniorpartnari í fyri-
tøkuni, Cultivator Couching,
hvørs endamál er at menna
organisatión, leiðslu, innan-
hýsis góðsku og samstarv.
Sum rógvari hevur hann
rokkið betur úrslit enn tey
flestu. í 1992 vann hann eitt
gull og eitt silvurheiðurs-
merki á olympisku leik-
unum í Barcelona, eins og
hann somuleiðis hevur lut-
tikið í heimsmeistarakapp-
ingum í rógving við góðum
úrslitum.
Fyrilesturin hjá Arne
Nielsson eitur sum sagt
Viljen til sejr, og her kemur
hann serliga inn á, hvussu
ein setur sær mál og røkkur
teimum.
Olympiskur vinnari vitjar Norðoya Sparikassa
Olympiski vinnarin, Arne
Nielsson kemur til Klaksvíkar
í døgunum 18. til 21. juni at
halda fyrilestrar um at seta
sær mál og røkka teimum.
Tað er Norðoya Sparikassi,
sum hevur heitt á Arne
Nielsson um at koma til
Føroyar
C
M
Y
K
3
2