Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 110 - 14. juni 2003 Nr. 110 - 14. juni 2003 5 59.000 krónur fyri 26 km Kappróðrarfelagið NSÍ skipaði seinasta vikuskiftið fyri síni fyrstu stuðulsrógv- ing, og inn komu 59.000 krónur. Fel- agið hugsar um at keypa tveir nýggjar bátar RÓGVING Ingrid Bjarnastein Runavík: Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri stuðulsrógving á eystara armi á Skálafjørð- inum. Kappróðrarfelagið NSÍ hevði sína fyrstu stuðulsrógving, og inn kom heilt fitt av peningi. Fimm bátar róðu tilsam- ans 26 kilometrar, og fingu av hesum 26 kilometrunum 59.000 krónur inn. Harav fekk Eysturoyingur góðar 27.000 krónur inn. Kappróðrarfelagið hugs- ar um at endurnýggja allan róðrarflotan, men fyrst verður talan um tveir nýggjar bátar. Tað verða Spógvin og Heiðabáturin, sum verða skiftir út fyrst. Aftaná stuðulsrógvingina leygardagin varð borðreitt við suppu til róðrarfólkið, og dysturin millum Ísland og Føroyar varð vístur á stórskíggja, so øll fingu eina hugnaliga løtu saman. Kappróðrarfelagið NSÍ ynskir at takka øllum hjartaliga fyri stuðulin. Soleiðis sá út á norðoyastevnu. Eysturoyingur róði tó ikki kapp seinasta vikuskiftið. Tá var talan um stuðulsrógving, har tíggjumannafarið megnaði at fáa 27.000 krónur inn. Tilsaman fekk kappróðrarfelagið knappar 60.000 krónur Mynd: Álvur Haraldsen Á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu verður vevkamera sett upp til eystan stevnuna STEVNA Ingrid Bjarnastein Runavík: Runavíkar kommuna fer á heima- síðuni hjá sær at bjóða øllum, sum hava hug at síggja, hvat gongur fyri seg á eystanstevnu. Har verður nevniliga eitt vevkamera sett upp, soleiðis, at tey, ið hava internetsamband, kunnu síggja, hvat hendir á torginum í Runavík. Hetta varð roynt til Fish- Fair stevnuna fyri stuttari tíð síðani, og sigur Rod- mundur Nielsen, borgar- stjóri, at heimasíðan hevur ongantíð havt so nógvar vitjanir sum tá. Heimasíðan hjá Runa- víkar kommunu er at finna á www.runavik.fo Vevkamera á eystanstevnu Fjarðastevnan fyri fyrstu ferð Nú um vikuskiftið er Fjarðastevnan farin av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Stevnan skal skifta ímillum Strendur, Skála og Vestmanna, og fyrsta stevnan verður hildin á Strondum. – Tað er ógvuliga týdningar- mikið fíggjarliga fyri feløgini at hava eina stevnu. Soleiðis ber til at savna nógvan pen- ing uppá eit viku- skifti, sigur Anfinn Gærdum, sum er formaður í Stráluni STEVNA Ingrid Bjarnastein Strendur: Í kjallaranum í bygdarhúsinum á Strondum heldur Strálan til. Strálan, er sum flest øll vita, kapp- róðrarfelagið hjá vestara armi á Skálafjørðinum. Inni í kjallararúminum standa fleiri borð við stól- um. Eitt stórt sjónvarp við parabolkassum, dvd-spæl- ara og øðrum góðum stend- ur innast. Fleiri plakatir og myndir hanga á vegginum og á borðinum liggja kort- spøl. Rúmið ber bráð av aktiv- iteti. Tað luktar av ung- dómi, og sum vit standa og eygleiða tær ymsu myndir- nar, ger hann eina mikrofon klára. Hann er Anfinn Gærdum, formaður í Strál- uni. Stutt skotbráð Fjarðastevnan stendur fyri durum. Og hetta er fyrstu ferð at henda stevnan er á skránni. Talan er um eina FM-stevnu, sum skal skift- ast ímillum tær báðar stóru bygdirnar á vestara armi á Skálafjørðinum og síðani eisini Vestmanna. Fyrsta fjarðastevnan verður á Strondum, og tað eru Strálan og StÍF, sum skipa fyri stevnuni. Anfinn Gærdum, for- maður í Stráluni er ein av teimum mongu fyriskipar- unum, og hann hevur sein- astu dagarnar havt nógv um oyruni. – Vit hava bara havt tríggjar vikur at fyrireika stevnuna í, so ein kann siga, at skotbráðið hevur verið ógvuliga stutt. Eg taki mær mest av kappróðrinum og dansinum. Vit hava sett eina nevnd við einum góð- um samkipara at taka sær av stevnuni, greiðir Anfinn Gærdum frá. Nógvar kreftir skulu til fyri at stápla eina stevnu uppá beinini, so rokast hev- ur verið nógv seinastu tríggjar vikurnar. Nógv ym- iskt spennandi er á skránni. – Ein FM-stevna hevur nógv at siga fyri tvær slíkar miðalstórar bygdir, sigur Anfinn. Ein onnur stevna er eisini á skránni hetta vikuskiftið, og hon er hinumegin fjørð- in. Eystanstevnan. Formaðurin í Stráluni ásannar, at tað er ógvuliga óheppið, at stevnurnar skulu fella samstundis, og skilir hann væl, at fólkini hinumegin fjørðin vísa ónøgd. – Tað er óheppið, at tað er stevna á øllum fjørðin- um, um tú kanst siga tað soleiðis. Tað merkir fíggj- arligan miss fyri báðar partar, tí tað verður minni til tann einstaka. Vit fáa ikki gjørt meira við tað sum er nú, men vit vóna, at hetta fer at broytast, og at man kann tosa um tingini, sigur Anfinn Gærdum, sum legg- ur afturat, at tað er alt ann- að enn uppbyggjandi at klandrast. – Í seinasta enda er tað pengar, sum tað snýr seg um. Fíggjarligan týdning Tað er ongin loyna, at stevnurnar kring landið hava stóran fíggjarligan týdning fyri feløgini, sum standa aftanfyri tær. Og so- leiðis er tað eisini við fjarðastevnuni. – Fíggjarliga er tað ógvuliga týdningarmikið fyri Stráluna og StÍF at hava eina stevnu. Á henda hátt ber til hjá okkum at savna pengar uppá eitt vikuskifti, tí tað skulu nógvir pengar til at reka eitt felag. Restina av árinum skipar Strálan millum annað fyri lutaseðlasølu, sjavs, bingo og eisini dansi. Men sein- astu tíðina hevur ikki verið so nógv gjørt burturúr dansinum, og vónar for- maðurin, at hetta fer at taka seg uppaftur nú. – Strandingar eru ógvu- liga spentir uppá stevnuna, og teir hava tikið væl undir við henni. Tað skulu nógv fólk til at fáa eina stevnu at hanga saman, og serliga nú, skotbráðið er so stutt. Tá er tað ikki bara bara. Kappróðurin verður í dag, leygardag, klokkan 15. Um alt gongur eftir ætlan og veðrið vil tað sama sum fyrireikararnir og róðrar- fólkið, væl at merkja. Strálan varð sett á stovn í 1989, og bátin fingu tey í 1991. Talan er um seks- mannafar, og dreingirnir í felagnum gjørdust meistar- ar tað árið og aftur í 2000. – Dreingirnir hava stóran áhuga fyri kappróðri, men tað er truplari við gentu- manningunum. Tað hevði frá felagnum verið ynski- ligt, at fingið eitt fimm- mannafar, soleiðis at tey ungu kundu komið við og síðani tikið yvir á seks- mannaførunum. Vit hava onki neyst enn, men tað fara vit at byggja nú í nærmastu framtíð, tí tað er uppá tíðina, at felagið fær egið neyst, sigur Anfinn Gærdum at enda. Anfinn Gærdum, formaður í Stráluni, heldur, at ein FM-stevna hevur stóran týdning bæði fyri bygdina og fyri ítróttarfeløgini á Strondum Mynd: Jens Kr. Vang Nógv á skránni Sangkapping, pa- intball, kappróður, fjarðateitið, dans- ur, útimøti og upp- boðssøla eru bara nøkur av teimum tiltøkunum, sum verða á Strondum um vikuskiftið STEVNA Ingrid Bjarnastein Strendur: Nú fyrsta fjarðastevnan verður um vikuskiftið, hava strandingar nógv spennandi á skránni til stevnuna. Sjálv stevnan verður sett leygardagin av Høgna Hoydal við Bygdarhúsið. Fugla- fjarðar hornorkestur spælir, og sum vanligt, so verður tivoli eisini. Næsti FM-róðurin í ár verður klokkan 15 leyg- ardagin, og stórur spenningur er, sum vera man, um henda róðurin. Fjarðteiti, skemtirógv- ing, Stevnudansur, pa- intball skjótikapping, uppboðssøla, útimøti og annað eru bara nøkur av teimum tilboðunum, stevnugestirnir kunnu taka av um vikuskiftið. Millum annað fara Heðin Kambsdal, Frits Johannesen, Eyðun á Reyni og Øssur Mohr at mála hvør sín málning, sum verða seldir á uppboðssølu seinni. ROK spæla til dans í bygardahúsinum, og skemtirógvingin er uttan iva eina vitjan verd. Tá fara fyritøkur ymsastaðni úr Eystur- oynni at rógva kapp í mini-gummibátum. Stevnan endar sum vanligt sunnudag, og tá verður millum annað togtogan millum sterkar menn av Strondum og Skála, og brotskast- kapping fyri børn verð- ur á hondbóltsvøllinum. C M Y K 5 4 Lesið Sosialin