Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 110 - 14. juni 2003 Nr. 110 - 14. juni 2003 7 – Tað er umráðandi at stuðla teimum skapandi listafólk- unum, tí tað eru tey, sum skapa innihaldið í mentanarlívinum, sigur Peter Duelund mentanarsosiologur frá Københavns Universitet, sum er í Føroyum í sambandi við mentanar- politiska ráðstevnu í Norðurlandahúsinum MENTANAR- POLITIKKUR Stefan í Skorini Hann vísir á, at samlaði stuðulin, sum fer beinleiðis til tey skapandu listafólkini í Norðurlondum, er millum 5 og 7 prosent av samlaðu játtanini til mentanarøkið. Restin av játtanini fer til umsiting, tryggjan av karmunum og teknologi av ymsum slag. Peter Duelund vísir á, at politikarar eiga at leggja størri dent á at stuðla lista- fólkum, sum skapa inni- haldið í øllum mentanar- lívi. Um tey ikki fáa góðar sømdir og umstøður at skapa sína list, fer mentan- arlívinum at vanta veruligt innihald. Um vikuskiftið verður stór ráðstevna í Norður- landahúsinum um mentan- arpolitikk. Við á ráðstevn- uni er Peter Duelund, sum saman við seksti øðrum granskarum júst er liðugur við eina risastóra verkætlan um norðurlendskan ment- anarpolitikk. Hann greiddi á tíðindafundi fríggjamorg- unin frá nøkrum av teimum niðurstøðum og eygleiðing- um, hansara granskingarlið er komið fram til. Tað er Norðurlendski Mentanargrunnurin, sum saman við mentamálaráð- unum í Norðurlondum, ið fíggjar verkætlanina. Ætlanin við verkætlanini er at gera eina heildarmynd av norðurlendskum ment- anarpolitikki síðan seinna heimsbardaga, og kanska serliga síðan 1960, tá tey flestu londini fóru undir at orða ein greiðan mentanar- politikk. Mentan skal einki kosta Í sambandi við hesa verk- ætlan hevur Jette Forcham- mer sett saman eina bók um føroyskan mentanarpoli- tikk, og henda bókin lýsir, hvørjar trupulleikar ment- anarlívið í Føroyum hevur at dragast við. Tað eru føroysk listafólk og mentanaráhugað, ið hava skrivað innleggini í bókini. Í samandráttinum nevnir hon fleiri viðurskifti, sum forða menningini av ment- anarlívinum her á landi. Ein tann størsti trupulleikin er, at landsins politikarar ikki skilja, at mentan og list kostar pening. Tað er neyð- ugt í størri mun og meira miðvíst at stuðla føroysk- um listafólki í teirra ar- beiði. Eisini verður víst á, at íbúgvatalið í Føroyum setir mark fyri talinum av áhoyr- arum og áskoðarum. Føroy- ar er framvegis tætt knýtt at Danmark á mentanarliga økinum, og hetta er ein trupulleiki, metir Jette Forchammer. Eisini er tað ein trupul- leiki, at møguleikarnir hjá føroyskum listafólki at nema útbúgving í Føroyum eru sera avmarkaðir, og tað hevur við sær, at føroysk listafólk leita sær av landin- um í útbúgvingarørindum. Peter Duelund vísir eisini á, at vinnulívið í Føroyum ikki hevur verið serliga áhugað í at stuðla føroysk- um mentanarlívi, og tað er neyðugt at fáa vinnulívið meira við í mentanarlívið her á landi. Kanningarnar hjá granskarunum vísir tó eis- ini, at norðurlendingar lut- taka nógv meira í mentan- arlívinum samanborið við londini í Suðurevropa. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at góðkenna nýggja sáttmálan, sum SEV og Maskinmeistara- felagið eru komin ásamt um SEV Stefan í Skorini SEV og Maskinmeistara- felagið eru komin ásamt um at gera eitt ískoyti til tann upprunaliga sáttmál- an, sum Karsten Hansen ikki vil góðkenna. Fríggjamorgunin fekk landsstýrismaðurin avrit av einum brævi, sum SEV hevur sent Maskinmeist- arafelagnum. Í brævinum verður greitt frá, hvat semjan millum SEV og Maskinmeistarafelagið snýr seg um. Karsten Hansen hevði fríggjadagin á middegi ikki tikið støðu til, um hann fór at góðkenna hetta uppskot- ið. Sami sáttmáli SEV og Maskinmeistara- felagið eru komin ásamt um at gera eitt ískoyti til tann vrakaða tvey ára sátt- málan, soleiðis at sáttmálin verður longdur við einum ári, har lønarhækkingin ikki verður eins høg sum hini bæði árini. Karsten Hansen vísir á, at hetta í veruleikanum er tann sami sáttmálin, sum hann vrakaði á sinni. – Tað síðsta árið av sátt- málanum broytir ikki tvey tey fyrstu, sigur Karsten Hansen, sum ikki ljóðar serliga heitur fyri hesum nýggjasta uppskotinum, men hann leggur dent á, at enn hevur hann ikki tikið støðu til, hvussu hann skal fyrihalda seg til nýggja sáttmálan. Maskinmeistarafelagið hevur gjørt púra greitt, at tað heldur rimmarfast við tann tvey ára sáttmálan, hóast landsstýrismaðurin hevur vrakað hann. Spurdur um hann kennir seg trýstan av hóttanini frá maskinmeistarunum at leggja arbeiði niður, svarar Karsten, at hetta sjálvandi er við í hansara metingum, men hann vísir samstundis á, at talan ikki er um nakað sjálvtøkuborð av sáttmál- um. Í summar skipar Føroya Landsbóka- savn fyri framsýn- ingum av føroyskum frásagnum frá ferðum í útlondum FRAMSÝNING Stefan í Skorini Hetta eru frásagnir, sum hava staðið í tíðarritum og bløðum, ella sum eru komnar út í bók. Framsýn- ingin læt upp fyri almenn- inginum hóskvøldið klokk- an 20 við lítlari samkomu á Landsbókasavninum. Turið Sigurðardóttir og Heini Olsen at hugleiddu um ferðir og ferðing, og aftaná verður so høvi at síggja framsýningina. Á framsýningini sæst at væl er til av ferðafrásagn- um, sum føroysk ferðandi hava skrivað. Talan er um bæði styttri frásagnir og um heilar bøkur. Og hesi fólk hava ferðast víða. Føroy- ingar hittast sanniliga alla- staðni. Peter Duelund, mentanarserfrøðingur: Stuðlið skaparunum beinleiðis Karsten ikki tikið støðu enn Vítt um verøld Summarfram- sýningin hjá Landsbóka- savninum, sum nevnist Vítt um verøld, er opin alt summarið Peter Duelund hevur saman við einum hópi av øðrum granskarum gjørt eina heildarmynd av norðurlendskum mentanarpolitikki MYND: Jens Kr. Vang Karsten Hansen hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at góðkenna nýggjasta uppskotið til ein sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið – Tað gongst ómetaliga illa at sleppa av við fisk tí marknaðurin er í botni og tað er ringt at síggja nakrar glottar fyri framman, sigur Árni Arge, stjóri á Føroya Fiskasølu MARKNAÐARÚTLIT Áki Bertholdsen – Tað sær rættiliga svart út. Og tað er onki, sum bendir á, at tað verður frægari. Árni Arge, stjóri í Føroya Fiskasølu, er samdur við teimum, sum lata sera illa at marknaðinum fyri fiski í teimum londum, sum vit plaga at selja til. Hann sigur, at tíðirnar eru farnar at versna í keyp- aralondunum og tað er við til at trýsta prísirnar niður- eftir. – Sostatt kundi verkfallið ikki rakt meinari enn tað gjørdi beint nú, sigur fiska- sølustjórin. Hann sigur, at eftir verk- fallið er Fiskasølan tí kom- in í eina støðu, har alt skal byggjast uppaftur. – Og tað kann vísa seg at gerast eitt tógvið stríð, sum kemur omaná tað, at marknaðurin er vánaligur frammanundan. Stjórin á Fiskasøluni sig- ur, at tá ið marknaðurin er so vánaligur, sum hann er í løtuni, kann tað vera trup- ult at fáa viðskiftafólkini til at taka tær vørur, sum tey hava bundið seg til at taka, tí eins og vit hava trupul- leikar at selja fisk, hava teir eisini trupulleikar at sleppa av aftur við fiskin longri niðri í marknaðinum. – Tá ið vit so ikki fáa leverað í ein heilan mánað av tí at verkfall hevur verið, hava viðskiftafólkini eina gylta umbering at sleppa av við okkum og at siga, at teir fara aðrar vegir. – At vit ikki hava kunnað levera til tíðina, taka fiska- keyparar ógvuliga nær og nú, verkfallið hevur verið, hava teir verið noyddur at finna aðrar seljarar til tað, teir hava brúk fyri. – Um teir so koma aftur til okkum, fer bara tíðin at vísa, men tá ið vit hava verið av marknaðinum í fýra vikur, er tað ógvuliga trupult at koma upp í part aftur, serliga nú hann er so vánaligur. Vánaligt yvir ein kamb Árni Arge vísir á, at fiska- sølan selir nógv til handils- ketur og tær eru ómetaliga tungar at arbeiða við. – Tað kann taka eitt hálvt ár bara at fáa fund í lag við teir upp á eitt korter ella tjúgu minuttir og tí er tað so ómetaliga tungt at sam- starva við teir. – Men hava vit so avtalu í lag um at levera ávísar nøgdir, er prísurin fastur og so verður ikki tosað meiri um prís. Hann sigur, at hvat lang- tíðaravtalum viðvíkur, hev- ur Fiskasølan so dánt klár- að sínar skyldur, tí hon syrgdi fyri at hava fisk á goymslu uppundir verkfall- ið. – Men í einum føri hevur tað ikki eydnast. Hann vísur eisini á, at Fiskasølan hevur virki í Danmark og tað hjálpir av- gjørt upp á støðuna. Men langtíðaravtalurnar eru bara ein partur av virk- seminum hjá fiskasøluni. – Hvat viðvíkur stutttíðar avtalunum, vit hava um at levera til matstovur o.s.fr., hava við svikið mangt eitt viðskiftafólk, sum Árni Arge tekur til. – Tað er nógv, sum er farið í spønir í verkfallinum og tær sølur, sum eru mist- ar, fáast í hvussu so er ikki aftur. Hann sigur, at marknað- urin kann býtast sundur í trý høvuðsøki, rækjur, ali- fisk og botnfisk. – Rækjurnar hava vit hoyrt nógv um, men har er marknaðurin heilt illa fyri og tað er lítíð sum bendir á, at vit fara at síggja munandi prísbroytingar í næstu framtíð. Tó er Árni Arge eitt lítið sindur bjartskygdur um pilkaðar rækjur, tí hann hevur eina lítla vón um, at tann prísurin fer at hækka eitt lítið sindur. – Hinvegin hevur prísurin á laksi verið lágur leingi. Nú er hann so komin heilt niður á einar 17 krónur fyri kilo og tað er langt undir framleiðsluprísin. Stjórin á Fiskasøluni sig- ur, at eisini, hvat botnfiski viðvíkur, eru prísirnir lágir í løtuni og hann væntar, at teir fara at fella enn meiri. Útlitini vánalig Árni Arge sigur, at tað sær svart út í løtuni, tí markn- aðarútlitini eru ikki góð. – Tað sær ikki út til, at gongd kemur á aftur bú- skapirnar í okkara markn- aðarlondunum. Samstundis er framleiðslan í Føroyum dýrkað, og sostatt er kapp- ingarførið versnað. Hvat tað endar við, hevur Árni Arge ikki so greitt boð uppá í løtuni. – Eg vænti, at tey, sum arbeiða í vinnuni, fara at fáa tað verri. Men um tað hendir, at virki fara av lata aftur, veit hann ikki. – Eg haldi, at tað veldst í stóran mun um, hvussu væl tað ber til hjá virkjunum at føra eykakostnaðin av løn- arhækkinginmi yvir á skip- ini. Tað, hann hugsar um, er um tað ber til hjá virkjun- um at trýsta avreiðingar- prísin niður fyri at viga upp ímóti teimum hækkandi lønarútreiðslunum. Sostatt metir hann, at tað verða skipini og manning- arnar, sum koma at bera prísin fyri at lønirnar á landi hækka. – Virkini hava ikki annað val. Marknaðarprísin hava virkini als onga ávirkan á og hartil er marknaðurin versnandi. Men virkini hava sítt at forvara og tí mugu tey fáa útreiðslurnar niður og tað kunnu tey gera við at fáa avreiðingarprísin at lækka. Í hvønn mun tað fer at føra við sær, at meiri fiskur verður avreiddur uttan- lands, veit hann ikki. –Tað er eitt einfalt rokni- stykki, men verður tað ein avleiðing, hevði tað ikki verið annað enn natúrligt, leggur Árni Arge afturat. Frystigoymslan í Vági hevur gjørt avtalur við russarar um at goyma fisk ARBEIÐI Áki Bertholdsen Vágur: Nú er líkt til at tað aftur verður meiri at gera í sambandi við frystigoymsluna í Vági. Har hevur annars lítið verið at gjørt seinastu tíðina. Fyrrverandi Heygadrangur, sum legði nógv upp í Vági, varð seldur til Íslands og síð- ani hevur verið meiri deydligt. Men nú hevur Johan Dahl gjørt avtalu við russiska útgerðarfelagið Murmansk Trawlfleet um at goyma fisk fyri teir. – Tað hevur verið striltið at fáa gongd á aftur, men nú bendir á, at tað hevur eydnast, sigur hann. Hann sigur, at avtalan við russarar er fyribils í eitt hálvt ár, men so skal hon endurskoðast á nýggjárunum. Í júst nú er ein russari í Vági við 3000 tonsum av svartkjafti á frysti- goymsluna. Johan Dahl sigur, at innan ein mánað, er aftur ein russari væntandi á Vág við eini last av kongafiski. Hann sigur, at verkfall- ið gjørdi, at teir mistu 4.000 tons av russkiskum fiski, sum russarnir ístaðin fluttu heim. – Hevði tað ikki verið, var frystigoymslan full nú, sigur Johan Dahl. Hann væntar, at russ- isku skipini fara at geva minst líka nógv arbeiði á frystigoymsluni sum var frammanundan, men tað er ilt at siga enn. Føroya Fiskasøla: Nú sær rættiliga svart út Russarar aftur í Vági – Í løtuni er ikki nógv sum bendir á, at tað fer at batna, sigur Árni Arge, stjóri á Føroya Fiskasølu C M Y K 7 6