leygardagur 14. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 110 - 14. juni 2003
Nr. 110 - 14. juni 2003
9
Føroya fyrsta gravarhjálp
Føroyar hava fingið
sína fyrstu gravar-
hjálp. Herman Eyst-
uroy, ið hevur Snikk-
aravirkið í Markna-
gili, fer frameftir at
bjóða fólkum sína
hjálp, tá jarðarferðir
skulu fáast frá hond-
ini. Síðstu árini hevur
hann smíðað kistur,
og nú er tíðin komin
at víðka um virksemi
GRAVARHJÁLP
Ingi Rasmussen
Deyðin er líka natúrligur
sum lívið. Men tá onkur
doyr kann tað kortini virka
ógvusligt, og tað kann vera
møtimikið at yvirskoða ta
mongd av praktiskum og
løgfrøðiligum avgerðum,
sum skulu takast í sam-
bandi við eina jarðarferð.
Í Føroyum hevur ikki
verið vanligt sum aðra-
staðni, at nakar skipar fyri
jarðarferðum burturav. Tey
avvarðandi hava sjálv syrgt
fyri øllum, hóast tey ikki al-
tíð hava yvirskotið, sum
skal til.
Tað er á hesum øki, at
snikkarin í Marknagili,
Herman
Eysturoy,
nú
bjóðar sína hjálp.
– Tá eg byrjaði snikkara-
virkið, setti eg mær fyri at
gera okkurt, sum ongin
annar gjørdi. Eg vildi ikki
bara herma eftir hinum.
Fyri trimum árum síðan fór
eg undir at smíða kistur og
fyri at økja um søluna má
eg víðka. Tað, sum eg nú
fari undir, svarar til tað,
sum
í
Danmark
eitur
»bedemand«. Endamálið er
at fáa eitt samlað konsept
upp at standa, sigur Her-
man Eysturoy.
Sum frá líður kann vera,
at hann eisini fer undir at
koyra lík, men tað er ikki
aktuelt. Og um tað verður
gjørt, so verður tað í samráð
við myndugleikarnar, sum
syrgja fyri hesum í dag.
Herman skal taka sær av
jarðarferðini sjálvari. Hann
bíleggur kirkjuna, tosar við
gravarar, tekur sær av papp-
írsarbeiði og fær upplýsingar
til viðkomandi myndugleik-
ar. Tað kann vera ein deyðs-
váttan, sum skal gerast, per-
sónligir
upplýsingar
til
kirkjukontórið og skifti-
rættin.
Hann tekur sær eisini av
praktiskum uppgávum, líka
frá at leggja líkið í kistuna
til at prenta sangir. Og so
borgar hann fyri, at jarðar-
ferðin fer fram so virðiliga
sum til ber og fyribyrgir
mistøkum.
Er onkur deyður uttan-
lands, skipar Herman fyri
at fáa viðkomandi heim.
Ynskir onkur at brennast,
bjóðar hann seg eisini fram
at fáa líkið av landinum til
brenningar, og tá urnan
kemur heimaftur verður
hon jarðað.
– Tað hevur ikki verið
siður at brenna, men tað
hevur heldur ikki verið eitt
tilboð til føroyingar. Um
ikki farið verður yvir til at
brenna, so verður Havnin
skjótt ein stórur kirkjugarð-
ur, so tað kann gerast neyð-
ugt. Og hví ikki? Í Dan-
mark verða 75 prosent av
øllum brend, men so leingi
onki krematorium er í Før-
oyum, verður tað helst und-
antakið, sigur Herman.
At hjálpa fólkum í
neyð kann vera lív-
gevandi. Fólk eru
takksom og fyrikom-
andi, sigur Herman
Eysturoy, sum er farin
undir gravarhjálp. At
fáast við deyðan gerst
ein vani, men tað
ræður um altíð at vísa
virðing, og tað kemur
meira enn so fyri, at
tú ávirkast av einum
deyðsfalli
GRAVARHJÁLP
Ingi Rasmussen
Tað er lívgevandi at fáast
við deyðan.
Soleiðis sigur Herman
Eysturoy, snikkari, sum er
Føroya fyrsta gravarhjálp.
Síðstu trý árini hevur hann
fingist við at smíða kistur.
Og nú víðkar hann um virk-
semið, so tað eisini fevnir
um at skipa fyri øllum tí
praktiska í sambandi við
jarðarferðir.
Sostatt hevur hann síðstu
árini longu fingist við
deyðan. Hann hevur smíð-
að umleið 100 kistur um ár-
ið og hevur soleiðis verið í
sambandi við nógv fólk,
sum hava mist ein av sínum
kæru. Men tað er kortini
ikki, tí at ein gravarhjálp
hevur verið eftirspurd, at
hann nú er farin undir
nýggja virksemið.
– Fólk hava ikki biðið um
hetta beinleiðis, og eg kann
ikki siga, at tað beinleiðis
hevur verið ein tørvur, men
eg havi merkt strongd á
nógvum, tí so nógv er at
skipa fyri í sambandi við
deyðan og eina jarðarferð.
Fólk, sum eg havi tosað við,
eru øgiliga positiv, og eingin
hevur sagt seg vera ímóti,
sigur Herman Eysturoy.
Fólk avgera sjálv
Onkur prestur hevur ført
fram, at tað er neyðugt, at
tey avvarðandi skipa fyri
praktiskum málum sjálv í
sambandi við eina jarðar-
ferð. Tað hjálpir teimum at
koma yvir sorgina og er
eisini ein máti at siga far-
væl við tann, tey hava mist.
– Mín ætlan er ikki at taka
alt frá teimum syrgjandi.
Tað er sjálvandi gott, um
fólk sjálv eru við. Tey skulu
sjálv gera av, hvussu jarðar-
ferðin fer fram. Eg kenni
alla mannagongdirnar og
kann hjálpa, so teimum ikki
nýtast at vera bangin fyri at
hava gloymt nakað, tí nógv
er at syrgja fyri. Um tey
hava eina trygd fyri, at tað
verður syrgt fyri øllum,
kunnu tey róliga og uttan
strongd skipa jarðarferðina,
sum tey ynskja. Hetta merk-
ir ikki, at allar jarðarferðir
vera eins. Tvørturímóti, sig-
ur Herman.
Varðveita siðir
Hóast hann leggur á nýggj-
an bógv, nú hann fer undir
gravarhjálp, so heldur hann
tað hava alstóran týdning,
at føroyingar varðveita sið-
irnar í sambandi við jarðar-
ferðir. Eitt nú heldur hann,
at líkfylgi er ein týðandi
táttur í føroysku mentanini.
– Tað kann væl vera, at
eitt líkfylgi stegðar ferðsluni
í havnargøtum, men tann
prísin mugu vit gjalda, og so
stóran skund hava vit heldur
ikki. Tað hevur nógv at siga
sálarliga fyri tey avvarðandi
at fylgja líki. Fólk fáa tosað
saman um tann farna, og tað
loysir upp fyri sorgini. Tað
er eisini hugaligt at síggja
fólk, sum koma fram við
líkfylgi, steðga á og vísa
virðing fyri teimum, ið fara.
Tað eiga vit at hava tíð til,
sigur Herman.
Einki deydligt
Herman hevur brynjað seg
til nýggju avbjóðingina og
hevur eitt nú arbeitt hjá
tveimum biðimonnum í
Danmark fyri at læra seg
upp. Spurdur, um tað ikki
er nakað tungligt, at ar-
beiða við kistum og nærum
hvønn dag tosa við fólk í
sorg, svarar hann noktandi.
– Tað er als ikki trykkj-
andi. Hinvegin er tað lív-
gevandi at kunna geva frá
tær, tá fólk í neyðini hava
brúk fyri hjálp. Tað vísir
seg eisini, at fólk altíð eru
blíð, takksom og fyrikom-
andi, sigur Herman.
Ikki øll høvdu tolað ar-
beiðið, sum eisini gerst ein
vani við tíðini.
– Tað er innbygt, trúgvi
eg. Antin dugir tú at møta
fólkum, sum syrgja, ella
dugir tú tað ikki. Eg havi
verið brandmaður í nógv ár,
so eg havi sæð og uppliva
eitt sindur av hvørjum, men
tað er umráðandi altíð at
vísa virðing, sjálvt um tað
gerst ein vani. Sjálvandi
vilja tað altíð vera støður, tá
tú ávirkast, og um tað eru
børn ella ung, sum eru
farin, so kunnu tár meira
enn so fella, sigur Herman.
Lítið skemt
Tey flestu kenna biðimenn-
inar frá teknirøðunum. Teir
skunda sær til, tá líkt er til,
at fólk kunnu lata lív,
gníggja sær í hondunum, tí
nú eru nakrar krónur at
vinna. Men hatta er langt
frá veruleikanum, sigur
Herman flennandi.
– Eg eri ikki keddur av, at
fá fólk doyggja ein mánað.
So fái eg bara meira at gera
næsta mánaðin, tí tað vísir
seg, at miðaltalið er javnt.
Eg spinni ikki gull upp á
deyð fólk. Hetta er ein for-
rætning sum alt annað.
Skalt tú fáa nakað burturúr,
so mást tú arbeiða hart,
sigur Herman.
Sjálvandi kemur fyri, at
onkur ger gjøldur burtur úr
hansara vinnuvegi, men tað
er meiri sjáldsamt.
– Fólk, sum eg kenni væl,
kunnu koma við onkrari
speiskari viðmerking, men
eg haldi, at fólk eru farin at
taka hetta í størri álvara.
Tey tora ikki so væl at
skemta og verða beinanveg-
in álvarslig, um tey hava
sagt okkurt í spei, sigur
Herman.
Á snikkaravirkinum hev-
ur Herman eisini vanligar
uppgávur sum at smíða
trappur, vindeygu og annað,
men so hvørt sum gravar-
hjálpin vindur upp á seg
væntar hann, at vanliga
snikkaraarbeiði fer at minka
samsvarandi. Enn eru bara
hann og pápin í arbeiði, men
tað kann hugsast, at fólk
verða sett til seinni.
Eitt lívgevandi arbeiði
Hermann Eysturoy er Føroya
fyrsta gravarhjálp.
Mynd: Jens K. Vang
Stjórin Lassi Borðoy
er sera ørkymlaður av
at frætta, at boringin
byrjar hvørja løtu, tí
enn er eingin
bílegging komin til
útgerðarhavnina í
Runavík. Hann
stendur spyrjandi
um, hvussu man kann
servisera ein brunn
úr Føroyum, tá eingin
útgerð og tilfar av
nøkrum slag er komið
til útgerðarhavnina
4. BRUNNURIN
Jan Müller
Antin í gjár, í dag ella í
morgin skuldi 4. boringin á
landgrunninum
fara
í
gongd. Til allar tær undan-
farnu tríggjar boringarnar
hevði
útgerðarhavnin
í
Runavík ein týðandi leiklut.
Haðani varð nógv vøra so
sum rør og kemikalur flutt
út á pallarnar. Støðan hesa-
ferð tykist vera øðrvísi. Í
hvussu er stendur stjórin
hjá Atlantic Supply Base,
Lassi Borðoy sum kánus.
- Eg haldi tað vera sera
løgið at fara undir eina
verkætlan fyri umleið 200
mill. kr., sum skal serviser-
ast úr Føroyum, uttan at
eitt einasta kolli – ikki eitt
gramm er komið til Runa-
vík enn, tveir dagar áðrenn
byrjað verður at bora sigur
Lasse Borðoy. Tað er krav
sambart grein 10 og 11 í
løgini, at boringarnar skulu
serviserast úr Føroyum vís-
ir hann á.
- Vit skulu hava alt tilfar-
ið og vørur klárt eftir frá-
boðan frá felagnum, sum
stendur fyri boringini. Vit
hava roynt at fáa samband
við
fyristøðufelagið
ENI/Agip uttan tó at fáa
nakað svar.
Stjórin á útgerðarhavnini
sigur, at tað vanliga hevur
verið við hinar boringarnar,
at tað, sum skal brúkast
umborð undir boring, skal
umvegis føroyskan kaikant,
áðrenn tað fer út á pall ella
boriskip.
Lassi Borðoy vónar ikki,
at ENI ætlar at broyta prak-
sis, sum hevur verið gald-
andi við hinar boringarnar
og heldur fáa útgerð og
tilfar umborð beinleiðis frá
bretskari havn. Hann sigur
annars, at teir hava havt
gott samband við italska
felagið alt hetta seinasta
árið, nú boringin varð útsett
í eitt ár. – Tey hava verið
góð at tosa við og tað er
ikki meira enn ein mánaði
síðani, at logistikkstjórin
hjá felagnum var á vitjan í
Runavík, har hann hugdi
eftir øllum umstøðunum á
økinum í Runavík.
Hvat tosa vit so um!
Lassi Borðoy sigur, at tá
Statoil byrjaði at bora var
talan um eini 1000 tons av
casing og 400 tons av kemi-
kalum umframt serútgerð
og nógv annað. Tá var alt
økið fult við útgerð, sum
kom í góðari tíð.
ENI hevði annars biðið
um fund við útgerðarstøð-
ina fyrrapartin fríggjadag-
in. – Eg veit ikki, hvat tey
fara at siga við okkum, men
eg fari at gera vart við, at
vit halda ikki, at hetta er
farið rætt fram. Lassi
Borðoy sigur seg hava
frætt, at boriskipið hevur
tikið útgerð til 10 dagar
umborð. – Vit hava fingið
at vita, at tað liggja millum
300 og 400 tons av casing
og bíðar, sum kemur upp
við supplybáti einaferð,
men eg veit ikki nær. Van-
liga verða brúkt 1000 tons,
so eg spyrji bara, hvar hini
700 tonsini eru! Hevur tú
700 tons av casing umborð,
so røkkur tað til tann fyrsta
mánaðin og ikki til 10
dagar. Eg skilji so heldur
ikki, hvussu man ætlar at
fáa matvørur út á pallin, tí
her eru ongar bingjur
heldur.
Nógvur peningur stendur
uppá spæl hjá bæði havnini
og feløgunum í Runavík.
Útgerðarhavnin
hevur
roknað við einum umsetn-
ingi uppá millum 8 og 10
mill. kr. hesar báðar mán-
aðirnar boringin varar. So
kemur Skipafelagið aftrat,
sum skal lasta og lossa
vøruna. Tað er eisini ein
partur av avtaluni. Í báðum
førum eru fleiri fólk sett til
hesi arbeiði.
Men her er ikki bara talan
um stóran miss fyri bæði
útgerðarhavnina og Skipa-
felagið. Tað er tað eisini
fyri Runavíkar havn, sum
harvið missir vørugjaldið
og havnagjald, ið kemur
væl við, nú kommunan
hevur gjørt stóra íløgu í eitt
nú eina oljuhavn.
Óvissa um útgerðarhavnina í Runavík
Talan er bert um
tímar til fyrsta skipið
kemur við útgerð til
útgerðarhavnina í
Runavík. – Vit fara
liva upp til okkara
skyldur og tað fer at
vera úr at gera har
næstu tíðina har sigur
Luca Dragonetti, frá
ENI, sum vísir á, at
teir hava hildið seg
kúrrar orsakað av
verkfallinum. Nú
kemur tó gongd á
4. BRUNNURIN
Jan Müller
- Eg skilji ikki, at misnøgd
skal vera í Runavík. Hetta
má byggja á misskiljingar,
tí vit hava alla tíðina havt
ætlan um at brúka útgerðar-
havnina har. Vit fara at
fylgja reglunum. Hetta sig-
ur Luca Dragonetti, sum
stendur á odda fyri leiting-
ini á landgrunninum í eini
viðmerking. Umboð fyri
ENI (Agip) vóru í gjár á
fundi við leiðsluna fyri At-
lantic Supply Base.
Luca Dragonetti sigur, at
teir eru partnarar í útgerð-
arhavnini og fara at rinda
sín part. - Vit fara at brúka
útgerðarhavnina sum ætlað
og sum øll hini feløgini
hava gjørt tað undan okk-
um. Vit eru longu byrjaðir
og hava eitt nú testað
sementið.
Luca Dragonetti vísir
annars á verkfallstøðuna,
sum hevur verið í Føroyum.
Tað hevur verið ein støða,
sum teir sum oljufelag á
ongan hátt hava ætlað at
lagt seg út í. Teir hava tí
roynt at fyrihalda seg friða-
ligar. Men Luca Dragonetti
er vísur í, at tey í Runavík
fara at hava úr at gera frá tí
løtu fyrsti báturin kemur
við útgerð. Talan er um sera
stutta tíð, helst longu í
vikuskiftinum. – Nú fer
nógv at henda har og tað
skjótt eisini. Talan er
kanska bara um tímar.
Luca Dragonetti frá ENI (Agip) :
Vildu ikki leggja okkum út í verkfallið
4. BRUNNURIN
Jan Müller
Fyrrapartin í gjár var
fundur í Runavík millum
umboð
fyri
Atlantic
Supply Base og ENI.
Lassi Borðoy stjóri sigur,
at hann er nøgdur við úr-
slitið av fundinum. – Tað
hevur helst verið ein
spurningur um mangl-
andi samskifti, sum er
orsøkin til naggatódnina,
men vit hava nú fingið
váttað, at bátur er á veg
við útgerð úr Aberdeen
og verður her sunnudag-
in ella mánadagin. Bori-
skipið hevur tó so frægt
av útgerð umborð, at tað
ber til at seta á undir-
grundina. Nú mugu vit
so bara taka tað her frá
og síggja, hvussu tað fer
at spæla av. So eftir øll-
um at døma verður fult
virksemi í útgerðarhavn-
ini í Runavík frá í næstu
viku. Boringin er mett at
vara í knappar tveir mán-
aðir.
Tað seinasta:
Rudda misskiljingar
av vegnum
C
M
Y
K
9
8