Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 110 - 14. juni 2003 Nr. 110 - 14. juni 2003 11 Í seinastuni hevur verið nógv fokus á fótbólt- inum, og hetta er einki løgið tí føroyingar standa seg eftir umstøðunum væl. Fótbólturin gevur okkum góða umrøðu úti í heimi, og leikararnir eru millum okkara bestu umboð uttanlanda. Aðrar ítróttargreinir eru eisini sera sjónligar eitt nú kappróðurin, ið er okkara tjóðarítrótt. Eisini henda ítróttagrein vekir ans millum útlendingar, tí hon er so sermerkt, og tí at kappróðrarbátarnir eru mest at meta við hitt besta listahandverk. Hóast eitt nú fótbóltur og kappróður eru so sermerktar og sjónligar ítróttargreinir, eiga vit ikki at gloyma hinar ítróttagreinirnar. Her er sum kunnugt eitt ótal, og áhugin er stórur fyri at kalla øllum sløgum av ítrótti. Vit kunnu bert nevna t.d. flogbóltin, svimjingina og hondbóltin. ÍSF ger eitt stórt arbeiði fyri ítróttina eins og tað liggur eitt ómetaliga stórt sjálvboðið arbeiði aftan fyri alla føroyska ítrótt. Sum nakað heilt fyri seg stendur tann ítrótt, sum verður íðkað innan ÍSB. Her hava ítrótta- fólkini gjøgnum tíðina vunnið framúrskar- andi úrslit. Soleiðis hevur eisini verið sein- astu árini, har eitt nú okkara svimjarar hava staðið seg sera væl í altjóða kappingum. Vit kunnu bert minna á, at tann unga Heidi Andreassen fyri stuttum vann bæði gull og silvurheiðursmerki á altjóða kapping í Bretlandi. Vit kunnu vera errin av Heidi og øllum teimum mongu ítróttarfólkunum, sum gera Føroyum heiður uttanlanda. Hesi fólk, tað veri seg landsliðsleikarar í fótbólti, ungir svimjarar ella hvørja grein, tað nú snýr seg um, eru framúr góð umboð fyri Føroyar og fyri føroyingar uttanlanda. Vit eiga at vera hesum fólkum takksom og tey hava uppiborið dyggan stuðul frá øllum samfelagnum. Hesi fólk hava sett sær høg mál og tey leggja alla orku í at náa hesum málum. Vit fegnast um at eiga slík fólk og vit eru øll góð við tey og ynskja teimum øllum alt tað besta og góða eydnu við teirra ítróttarliga virksemi. DAGSINS MEINING Sosialurin Góð umboð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. TÍÐINDASKRIV Sendiharrin fer m. a. at hitta Anfinn Kallsberg, løg- mann, Høgna Hoydal, vara- løgmann og Bjarna Djur- holm, vinnumálaráðharra. Eisini fer hann at hitta Birgith Kleist, ríkisum- boðsmann og Jan Christ- iansen, borgarstjóra í Havn. Ein av døgunum fer sendiharrin til Klaksvíkar, har Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri tekur ímóti og fer rundferð í Norðuroyggj- um við sendiharranum. Harafturat vitjar hann m.a. í Kirkjubø og á Eiði. Hóskvøldið verður kvøldseta saman við føroyskum Ísraels-vinum, har sendiharrin er gesta- røðari. Um sendiharran: Carmi Gillon er føddur í Jerusalem í 1950. Hann vaks upp har og gekk í studentaskúla á tónleika- akademinum. Hevur útbúgvning í polit- iskum vísindi og umsiting frá lærda háskúlanum í Haifa og hevur lokið prógv á Harvard. Eisini er hann útbúgvin á ísraelska verju- akademinum. Stóran part av mann- dómsárum sínum hevur Carmi Gillon starvast í GSS (General Security Services), eisini kent sum SHABAK, trygdartænasta Ísraels við anti-yvirgangs- virksemi í fremstu røð. Hann var við í krígnum ímóti Egyptalandi í 1973, har hann eisini var særdur. Aftaná at hava verið leiðari fyri SHABAK í tvey ár í 1995-96, starvaðist hann sum leiðari í privata vinnulívinum. Í 2000 varð hann settur sum leiðari fyri "Perez"- Miðstøðini fyri Friði. Hann er giftur við Sari - tey eiga trý børn. Carmi Gillon hevur verið sendiharri Ísraels í Dan- mark síðan 11. september 2001. Í fyrstuni er tað so ringt, og mangan siga vit, at hetta læra vit aldrin. Og vit detta og fáa ilt, og tað kiksar. Men so við og við duga vit betur og betur. Vit detta ikki, men mugu kon- sentrera okkum um at súkla. Og til endans hugsa vit als ikki um, at vit súkla. Vit gera tað bara og tað er ongin trupulleiki. So er eisini við fremjan- ini av javnstøðu millum kynini. Vit skulu ikki missa mótið, men dríva á at venja, og reisa okkum hvørja ferð, vit detta. So kemur tann dagur, har vit - uttan at hugsa um tað - taka javnstøðuatlit. Av teirri einføldu orsøk, at vit duga. www.javnratt.fo Hvat er javnstøða? Og hvat er ikki? Hví hava vit eina javnstøðunevnd og hvat fæst hon við? Svarið fæst við at hyggja á nýggju heimasíðuni, har m.a. ætl- anin fyri 2003 liggur. Ein Gallup-kanning um javnstøðu, vísur, at fólk flest halda, at javnstøða er fyri kvinnur og menn. Og at fólk eru ójøvn á máli um, hvørt vit í Føroyum hava javnstøðu millum kynini ella ikki. Hetta sæst á heimasíðuni hjá Javnstøðu- nevndini. Á heimasíðuni eru eisini lýst nøkur øki, sum hava við støðuna millum kynini at gera. T.d. heimið og ar- beiðsmarknaðurin, upp- aling og læra, harðskapur, og kynjabýtið í politikki. Les meira á heimasíðuni. Í sambandi við kunning um javnstøðu hoyra vit ofta um korini hjá kvinnum, meðan korini hjá monnum tykjast at vera illa lýst. Hetta er kanska ikki so løgi, tí tað eru í flestu før- um kvinnur, sum mynda javnstøðuarbeiðið og sum alment vísa málinum á- huga. Tað er kanska heldur ikki so løgi, tá hugsað verður um, at javnstøða er tætt tengt at spurninginum um fíggjarligt frælsi og harvið at støðuni hjá kyn- unum á arbeiðsmarknaðin- um. Har eru kvinnur onk- untíð fyri mismuni, m.a. tí tær bera og ansa børnunum, og tískil verða roknaðar óstabilar. Og tí tær traditio- nelt hava havt lægri løn og lægri tygn enn menn. Sum dømi um øki, har menn eru fyri mismuni, kann nevnast foreldra- myndugleika. At menn tann veikari parturin í hesum eru, er kanska heldur ikki so løgi, tí kvinnur hava rátt heima og átikið sær høvuðsábyrgdina av børn- unum. Sum er, fær for- eldrið, sum hevur verið mest saman við barninum, fyrimun, tá um foreldra- myndugleika ræður og tað er í allarflestu førum mammurnar og ikki pápar- nir. Les meiri á heima- síðuni. Javnstøðuarbeiðið hevur til endamáls at tryggja kynunum báðum góð kor, og at beina nevndu mis- munir burtur. Medvitið neyðugt Umframt at kunna um viðurskifti, sum hava við javnstøðu millum kynini at gera, hevur sitandi javn- støðunevnd sum mál at virka fyri einari hugburðs- broyting millum fólk, stovnar, fyritøkur, feløg o.o., sum skal føra til, at javnstøðuatlit gerast náttúr- ligur partur í øllum avgerð- um, sum hesi taka. Tað er neyðugt, at vit gerast medvitað um støð- una millum kynini, til tess at kunna broyta tey viður- skifti, sum føra til, at annað kynið er fyri mismuni. Og tí mugu vit hvør í sær gera vart við okkum, tá vit síggja ella uppliva, at mis- munur verður gjørdur vegna kyn. Tað nyttar ikki at lata sum luft ella siga, at vit ikki tora at úttala okkum. Ábyrgdin er hjá okkum øllum - einstaklingum, ar- beiðsgevarum, stovnum og fjølmiðlum o.ø.. Vit hava øll ábyrgd av, at Føroyar gerast eitt land, har javn- støða ikki bert er til á pappírinum, men eisini í gerandisdegnum - í veru- leikanum. www.javnratt.fo Javnstøðuarbeiðið kann sammetast við at læra at súkkla Ísraelski sendiharrin í Danmark, Carmi Gillon, kemur til Føroya á vitjan í komandi viku TÍÐINDASKRIV frá Oljumálaráðnum Seinnapartin í dag fer Oljumálaráðið at lata italienska oljufelagnum ENI Denmark BV góð- enning at fara undir leiti- boring eftir olju í loyvis- øki 002 á føroyska land- grunninum. ENI Denmark BV er fyristøðufelag í ENI samtakinum, har ENI Denmark BV og Føroya Kolvetni umboða ávika- vist 75% og 25% av loyvinum. Boriskipið Belford Dolphin, sum skal bora brunnin hjá ENI samtak- inum, er á veg móti Før- oyum og verður vænt- andi á boristaðnum ein av nærmastu døgunum. Loyvisøkið liggur í ein landssynning úr Føroy- um við landgrunsmarkið millum Føroyar og Bret- land. Brunnurin verður boraður á Marimas leiti- miðinum á 60° 29’ 46.78’’N og 04° 47’ 30.85’’ V. Havdýpið á staðnum er 1048 metrar. Boringin er mett at taka slakar 2 mánaðir. ENI er nýggja navnið hjá oljufelagnum Agip. Brunnurin skuldi sam- bært leitiloyvinum verið boraður í 2002, men ENI søkti um og fekk loyvi at útseta boringina eitt ár, av tí at úrslitini frá leiti- boringunum í 2001 vístu, at jarðfrøðiligu viður- skiftini á føroyska økin- um sum heild vóru øðr- vísi, enn roknað varð við frammanundan. Hetta kravdi, at arbeiðið, sum til tá var gjørt á økinum, varð endurskoðað. Boringin hjá ENI er fjórða leitiboringin á landgrunninum. Tríggjar boringar vóru í 2001. Sambært loyvistreytun- um skulu oljufeløgini bora tilsamans 8 brunnar innan 6-ára loyvisskeiðið er runnið. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Oljumálaráðið Telefon 35 70 70 Teldupost: omr@omr.fo www.omr.fo Borigóðkenning til ENI Denmark BV Gongutúrur niðan á Núgvuna TÍÐINDASKRIV frá Skótafylki Sigmunds Brestissonar Nú verður aftur farið til gongu nú sunnudagin 15. juni. Leiðin gongur hesa- ferð niðan á Núgvuna. Allir gamlir leiðarar og skótar, kvinnur og menn, frá tíðini niðri á Bakka- hellu og fram til í dag, eru vælkomin við. Vit møtast í skótahøll- ini kl. 13.30. Koyrt verð- ur niðan til Sornfelli, har farið verður til gongu. Túrurin tekur umleið 3 tímar. Drekkamunnur verður í Skótahúsinum eftir túrin. Møtið fjølment. Í desember 2002 lótu vit - grannar hjá tí sokallaðu Berjabrekku 3 byggingini, inn kæru til ætlan býráðsins at broyta byggisamtyktina fyri øki hjá Sp/F Høgna Mikkelsen/Býráðnum frá A1 til A3. Síðani hava vit hvørki hoyrt orð ella eið um málið, burtursæð frá eini kvittan frá snarskivuni um at kæran var móttikin. Men nú sæst lýsing í bløðunum, at øki verður boðið út, at gera byggi- búgvi. So tað sær út til, at landsmynduleikarnir hava gingið býráðnum á møti og ikki okkum. Men eftir standa fleiri ósvaraðir spurningar, ið høvdu verið áhugaverdir at fingið svaraðar. Hví selur býráðið jørð, undan sínum egna dag- stovni, til privatan entre- prenør, og tað fyri bert nakrar og 60 kr./m2. ? Tá vit grannarnir, mest sum av tilvild, fáa franir av hvørjar byggiætlanir ið fyriliggja, gera vit sjálvandi býráðnum greitt, at vit ikki brýggja okkum um at fáa stórar íbúðarblokkar beint upp í vindeygu okkara. Vit hava búð í frið og náðum og við góðun útsýni her uppi í meiri enn tjúgu ár, og hava soleiðis vunni hevd uppá hettar. Børnini á dagstovninum, hava ekkaleys spælt úti í Guds fríu nátturu. Men verður byggiætlanin full- førd, kemur stovnurin at liggja í skugga allan seinra- partin, av íbúðarblokkum bygdum við Býráðsins væl- signilsi. So vit gjørdu býráðnum greitt, at vit forvæntaðu, at teir hildu seg til byggi- samtyktina fyri øki (A1). Men tá hendur tað løgna, at býráðið byrjar at arbeiða við at fáa byggisamtyktina broytta til A3. Og var ser- liga tann eini arkitekturin heitur talsmaður fyri hes- um. Hví fer býráðið at knoss- ast við at broyta byggi- samtyktina fyri eitt jarðar- stykki, ið teir longu hava selt. ? Og er hettar ikki kappingaravlagandi. ? Hví broytir býráðið ikki alt øki undir Brúnni til A3. ? Eiga grannarnir ikki líka góðan rætt sum Sp/F Høgni Mikkelsen til íbúðar- spekulatión ? Um býráðið hevði sama kærleika og umtanka til grannarnar, so kundu vit bygt eina hædd afturat upp á hús okkara, býtt hvørja hædd í 2, og soleiðis fingið 6 íbúður og kanska selt tær fyri 1 mill. stk. Ella er tað veruliga so, at Orwell og Animal farm liva í besta lagi í høvuðstaði okkara. Tað burdi verið óneyðugt at mint á, at skattaborgar- arnir fíggja býráð og umsiting, og at hesi eru til fyri borgarans skuld og ikki øvugt. Fyri at ein og hvør, ið hevur áhuga, sjálvur kann meta um, hvat í gongur fyri seg niðri á Vaglinum, verður kæran prentað niðanfyri. Vinarliga Egin Henriksen, Jógvan Samson, Hildur Sørensen, Bjarke Sørensen, Søren Havmand , Jóhannes Ellingsgaard, Unn Mohr, Berit Gunnarson, Sólrun Joensen, Marita Henriksen, Martin Dam, Gunnar H. Gunnarson, Hildibjørg H. Ellingsgaard, Annika á Lag Tórshavn hin 12.06.03 VIÐMERKINGAR Eru vit líka fyri lógini ??? Tórshavn hin 27.11.2002 Til Tórshavnar býráð Mótmæla broyting av byggisamtykt fyri økið hjá Sp/f Høgna Mikkelsen/Býráðnum frá A1 til A3. Vit undirritaðu vilja hervið dyggiliga mótmæla at byggisamtyktin fyri økið verður broytt, og hava vit fylgjandi grundir. Vit øll, sum liggja rundan um - norðan-, eystan- og vestanfyri áðurnevnda økið, fingu tey boð frá býráðnum, at okkara bygging skuldi bera dám av lágari bygging og skuldi verða til so lítlan ampa sum gjørligt fyri grannarnar. Men nú tá býráðið er gingið saman við Sp/f Høgna Mikkelsen, ger man beint tað øvugta við tað, at man ætlar at pressa so nógvar eindir, sum tilber inn á eitt sera lítið øki. Hetta, at man ætlar at stykkja hvørja lon í so nógvar íbúðir sum tilber, kemur sjálvandi at leggja eitt nógv størri trýst á økið, enn um talan var um raðhús ella vanliga sethúsa bygging. Hvussu við kappingarlógini ?? Eitt er, at jørðin ikki er boðin út alment, men heldur er at kalla forerd burtur, hóast býráðið visti at kappingar- lógin var í stoypiskeiðini og væl tað. Jørðin hjá Sp/f Høgna Mikkelsen liggur í øki A1 í dag, og tað visti keyparin, tá hann keypti. Fer man nú at broyta hetta til A3, so favouriserar man keyparan uppaftur meira enn man longu hevur gjørt, og má hetta verða brot á kapppingarlógina. At býráði ætlar at broyta byggisamtyktina heilt oman til ringvegin/Útvarpshúsið er sjálvsagt, tá man kortini fer at broyta. Men tað er byggiætlanin hjá P/f Høgna Mikkelsen, sum hevur útloyst hetta. Ja, tað er "simpult hen" fyri at geva Høgna Mikkelsen so góðan økonomi í byggiætlanina sum til ber. Hetta er komið greitt fram á fundum, vit hava havt við býráðsumsitingina. Tað at byggiharrin/keyparin sjálvur situr í býráðnum, og enntá er partur av meirilutanum, ger hetta málið upp- aftur keðiligari. Vit tora við vissu at siga, at um onkur av okkum, fyri nøkrum mánaðum síðani, høvdu sent býráðnum um- søkn um at sleppa at stykkja okkara hús út í fleiri ibúðir og selt til einar 3 ella 4 keyparar (broytt byggisamtykt frá A1 til A3), so hevði hetta verði blankt avvíst. So hetta málið vísur bert enn einaferð, at vit eru ikki øll líka fyri lógini, og er tað sera spell. Ja, hetta er umsitingarligt svans, sum ikki er einum framkomnum demokratiskum samfelag verdugt. E.S. Til Landsmynduleikarnar. Tá tit fáa Byggimálið og kæruna til viðgerðar, vilja vit inniliga heita á tykkum um at kanna, um alt er gingi rætt fyri seg, viðvíkjandi sølu/keypi av byggilendinum hjá Sp/f Høgna Mikkelsen. Her verður serliga hugsa um, hví býráðið ikki hevur bjóða lendið út alment og til hægst bjóðandi. Tað er jú skattaborgarans pengar teir umsita. Er tað ikki eisini í stríð við kappingarlógina, nú, eftir at handilin er framdur, at fara at broyta byggisamtyktina frá A1 til A3. Í øllum førum vil hendan broytingin geva byggi- harranum nógv størri møguleikar, og kundi tað ikki hugsast, at aðrir entreprenørar høvdu verði stórliga áhugaðir í økinum, eftir eina broytta byggisamtykt - hvat sigur kappingarlógin ??? Við heilsan (ca. 80 undirskriftir) TÍðINDASKRIV Kristiliga Sangkórið hevur konsert í kommunuskúla- skálanum sunnudagin 15. juni 2003 kl. 16.00. Tað eru í ár fimmti ár síðan kórið varð sett á stovn, og í hesum sambandi er ætlanin at fara uttanlandsferð til Danmark, Noregs og Svø- ríki. Eisini er ætlanin at geva eina fløgu út við sálmum og sangum sum kórið hevur sungið. Konsert við Kristiliga Sangkórinum C M Y K 11 10