leygardagur 14. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 110 - 14. juni 2003
Nr. 110 - 14. juni 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
14. juni. Rufinus, deyður í umleið 300. Rómverskur
hermaður, sum saman við øðrum varð tikin av døgum fyri
trúar sakir.
15. juni. Valdimarsdagur. Danski kongurin Valdimar
Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi í 1219. Søgan
sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum krossi
niður av himni. 15. juni í 1912 varð kunngjørt, at hesin
dagurin skuldi vera almennur danskur flaggdagur til
minnis um sigurin við Reval. Navnið Valdemar er eftir tí
russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum veldi.
Dagurin eitur eisini Vitus, til minnis um ein 12 ára
gamlan drong, sum saman við fleiri øðrum varð tikin av
døgum í Róm umleið ár 300. Dagurin er annars
merkisdagur í Noregs søgu. Á vitusarmessu ár 1184 vann
Sverri úr Kirkjubø sigur í sjóbardaganum við Fimreiti í
Sogn og gjørdist einakongur í Noregi.
16. Tycho. Í 4. ella 5. øld var hann biskupur í Amatus á
Kypros.
Prógv
28. mai fekk Jóngerð Miné Olsen prógv sum
sjúkrarøktarfrøðingur við Bachelor á Hovedstadens
Sygehusfællesskole í Keypmannahavn.
Jógvan Martin Ferjá Joensen, Kollafirði, hevur tann
19. mai tikið dupult prógv sum CMS og cand. merc.
í Altjóða Marknaðarføring og Leiðslu á Handils-
háskúlanum í Keypmannahavn.
Annfinnur
Heinesen
útbúgvin
sjónleikari
Sunnudagin 15. juni fær
Annfinnur Heinesen hand-
að prógv sum sjónleikari á
Sjónleikaraskúlanum
í
Odense.
Annfinnur er uppvaksin í
Klaksvík. Foreldrini eru
Ranva Heinesen og Finnur
Jacobsen. Annfinnur er 26
ára gamal. Hann tók stu-
dentsprógv í 1996 og flutti
stutt eftir til Havnar sum
nítjan ára gamal.
Fyrstu ferð, hann stóð á
palli, var í 1995, tá Klaks-
víkar Sjónleikarfelag sýndi
Brøðurnir
Leyvuhjarta.
Síðani spældi hann við í
sangleikinum
Skeyk
í
1997, og longu sama ár var
hann á fyrsta sinni við í
yrkisleikhópinum
hjá
Grímu í Leikinum Oliver
Twist. Í 1998 spældi hann
aftur við Grímu í Dreymur
Jóansøkunátt. Fýra ár á ráð
- frá 1997 til 2000 - spældi
hann eisini við í Òlavsøku-
kabarettini í Sjónleikar-
húsinum í Havn. Fólk
kenna kanska eisini Ann-
finn aftur frá sjónvarpslýs-
ingunum, hann hevur spælt
við í og lagt rødd til.
Í 1999 søkti hann á sjón-
leikarskúla og slapp inn.
Tríggir
statsgóðkendir
sjónleikarskúlar eru í Dan-
mark. Annfinn slapp inn á
Teaterskolen í Odense, sum
er tilknýttur Odense Teater.
Àttahundrað fólk søktu um
at sleppa inn. Eftir at upp-
tøkurnar hava gjørt sítt,
sleppa fýra kvinnur og fýra
menn inn á hvønn av
teimum trimum skúlunum -
í Keypmannahavn, Århus
og Odense.
Meðan Annfinnur hevur
gingið á skúla í Odense,
hevur hann verið við í fýra
leikum á Odense Teater.
Annars hevur Annfinnur
verið frammaliga í judo
bæði í Danmark og í Før-
oyum. Eisini hevur hann
stóran áhuga fyri politikki,
føroyskum dansi og judo.
Annfinnur hevur ein
bróður, Høgni, sum býr í
Havn. Annfinnur heldur
saman við Elini á Rógvi, og
tey bæði hava seinastu fýra
árini búð í Odense.
28. mai 2003 hevði Nelly
Sørensen arbeitt á røntgen-
deildini á Landssjúkrahús-
inum í 40 ár. Nelly, f. Ol-
sen, er ættað úr Vestmanna,
dóttir Herborg og Napol-
eon Olsen í Vestmanna.
Hon byrjaði á Landssjúkra-
húsinum 28. mai 1963 og
hevur arbeitt í móttøkuni á
røntgendeildini. Hon er
gift við Petur Sørensen úr
Streymnesi. Tey búgva í
Havn. Nelly og Petur fingu
fimm børn: Herborg, Ólav-
ur, Sveinur, Ruth og Hall-
ur. Ruth andaðist í 1995,
bert 16 ára gomul.
1. mai hevði Georg Ott-
hamar í Havn arbeitt hjá
politinum í 25 ár. Georg er
føddur og uppvaksin í
Havn, sonur Judith og Arth-
ur Otthamar í Havn. Hann
er føddur 7. juli 1955. 1.
mai 1978 gjørdist hann
politistanæmingur,
hann
var tá 22 ára gamal. Eftir
lokna útbúgving varð hann
settur sum politistur í Havn
frá 1. juni 1980. Í 1993
varð settur sum varaleiðari
á kanningardeildini. Frá 1.
juli 1998 varð hann í tvey
ár í starvi á danska ferða-
liðnum. 1. juli 2000 varð
hann aftur settur sum vara-
leiðari á kanningardeildini
hjá politinum í Havn.
Georg er giftur við Christu,
f. Højgaard Hansen, úr
Havn, dóttir Ann Britt og
Gunnar Hansen. Christa og
Georg búgva í Havn og
eiga trý børn, tey eru:
Gunnbjørn, Anna Helena
og Bogi.
Ólafur
Guðmundsson
90 ár
11.
juni
fylti
Ólafur
Guðmundsson í Havn 90
ár. Ólafur er føddur og
uppvaksin í Keflavík í
Íslandi, sonur Janu, f. Ellef-
sen, ættað úr Miðvági, og
Guðmund H. Ólafsson úr
Keflavík.
Hann kom fyrstu ferð til
Føroyar á heysti í 1948 til
at fáa føroysk skip, ið fisk-
aðu við Ísland, at tekna seg
fyri at keypa agnsild. Í
1949 búsettist hann í Før-
oyum. Hann avgreiddi ís-
lendsk skip, sum løgdu inn
í Føroyum.
Ólafur sá skjótt at grund-
arlag var fyri einum handli
í Føroyum við íslendskum
vørum og stovnaði handilin
Impo í Vágsbotni. Hann fór
undir at innflyta sjóklæðir
og arbeiðsklæðir. Hann
seldi eisini annað enn ís-
lendskar vørur, sum t.d.
oljufýr til hús og dekk til
bilar og onnur akfør. Eisini
seldi hann íslendskar keks
og ikki at gloyma ulpurnar,
tær vórðu einki minni enn
ein succes. Hann hevur
fingist nógv við at selja
sild, og tá sildafiskiskap-
urin tók seg upp í Føroyum,
gjørdi Ólafur, saman við
Tórshavnar Skipasmiðju,
ein
sildatunnuvogn
til
flutning av sildatunnum.
Hesir vognar vórðu væl
móttiknir og sera hentir.
Ólafur hevur virkað sum
ein íslendskur umboðsmað-
ur í Føroyum, hann fekk
t.d. íslendsk skip hendan
vegin til umvælingar á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Hann skaffaði nógvum før-
oyingum arbeiði í Íslandi
bæði við fiskiskipum og
arbeiði í fiskivinnuni á
landi. Frá tí at Ólafur kom
til Føroyar, fyri meira enn
50 árum síðan, hevur hann
arbeitt
fyri
at
menna
sambandi millum Ísland og
Føroyar.
Í oktober 1998 handaði
íslendski konsulin í Før-
oyum, Poul Mohr, honum,
vegna íslendska forsetan,
Falka-ordanin,
ið
kann
sammetast við riddara-
krossinum.
Nelly Sørensen 40 ár á røntgendeildini
Goerg Otthamar starvast 25 ár hjá politinum
C
M
Y
K
13
12
Føðingar
6. februar fingu Rósa
(ættað úr Tórshavn) og
Pasquale Zarra
Jacobsen, Sveis, ein
son, sum eitur Baldur.
Hann vigaði 760 gr. og
var 34 cm. langur.
Eg eiti Karen Haahr
Naur og eri fødd 21
maj í Odense. Eg
vigadi 3230 gram og
máldi 51 cm. Foreldur
míni eru Martha
Haahr og Elias Naur.
22. mai fingu Súsanna og Áki, Tvøroyri, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vigaði 3050 gr.
27. mai fingu Gunna Jacobsen og George Poulsen,
Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4000 gr.
3. juni fingu Kelna M. Gardshodn og Bjarni Arge,
Keypmannahavn eina dóttir hon vigaði 4550 gr. og
var 56 cm long.
5. juni fingu Elspa Egilstoft og Petur Elias Nielsen,
Sandavági, ein son. Hann var 56 cm langu rog vigaði
3800 gr.
5. juni fingu Mary Joy og Dan K. Thomsen, Svínáir,
ein son. Hann var 46 cm langur og vigaði 2155 gr.
6. juni fingu Edith Johansen og Bergur Joensen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði
2600 gr.
6. juni gjørdist Tóki á
fyrsta sinni stóribeiggi.
Tá setti mamman, Edith
Johansen, eina lítla systir
í verðina. Pápin eitur
Bergur Joensen.
7. juni fingu Joan Mohr Mikkelsen og Carsten
Hjaltalin Jensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56
cm long og vigaði 4050 gr.
9. juni fingu Jonna Hansen og Monrad Mouritsen,
Miðvági, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði
3200 gr.
10. juni fingu Paula S. og Eyðfinnur Guttesen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði
4800 gr.
12. juni fingu Asbjørg Selfoss og Hallur Danielsen,
Miðvági, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigðaði
2860 gr.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
6. juni
Amanda Joensen, Skopun.
Aksel Krogh, Tórshavn, 77 ár.
8. juni
Sjúrður, lítli sonur Malan og Petur Elias á Svínafløtti,
Miðvági.
Bina og Heri
silvurbrúdleyp
Sunnudagin hava hjúnini
Bina Klakstein og Heri
Ellingsgaard,
Klaksvík,
silvurbrúdleyp.
Dagurin
verður hildin í dag millum
kl. 11:00 - 16:00, við ábiti
og morgunmati (brunch) í
Skálanum í Klaksvík. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Bina er dóttir Elsebeth
Jacobsen og Richard Klak-
stein; hon starvast sum
lærari við skúlan á Ziska-
trøð. Heri er sonur Ragn-
hild og Petur Ova Ellings-
gaard; hann er umsjónar-
maður
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
TÍÐINDASKRIV
Sunnudagin kl. 12.30 skipa
vit fyri einum tiltaki, sum
vit kalla "Fráfaringarfagn-
aður" út í Læraraskúlahøll-
ini. Tá børnini eru á CISV-
legum kring knøttin, hava
tey eitt Tjóðarkvøld har tey
umboða land sítt. Enda-
málið
við
fráfaringar-
fagnaðinum er, at børnini
kunnu vísa nakað at tí tey
framføra tá. CISV-kórið
verður eisini at hoyra hend-
an dagin. Um tit hava hug
eru tit vælkomin at taka
nakrar myndir til blaðið.
Um tit vilja vita meira um
C.I.S.V. og tiltakið, so
kunnu tit ringja til Óla
Rubeksen tel: 328013
Vinarliga
Foreldrabólkurin hjá
børnunum sum skulu til
Frankaríki
CISV-tiltak í Lærara-
skúlahøllini