leygardagur 14. juni 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2003
15
14
Nr. 110 - 14. juni 2003
Kvinnur eru øðrvísi
enn menn. Hetta
merkir øðrvísi
eginleikar og nógvar
fyrimunir, heldur
Pernille Aalund, sum
frá egnum royndum
heldur fyrilestar um
og til kvinnur
SAMRØÐA
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kristian Vang
- Menn og kvinnur eru bara
so ymisk.
Soleiðis ljóðar eitt av
grundsjónarmiðunum hjá
Pernille Aalund. Hon er Í
Føroyum í hesum døgum
fyri at halda skeið saman
við Joan Peitersen um
kvinnuligar leiðarar.
Hon er professionel allan
vegin. Talugávurnar eru
sum hjá stinnasta prestin-
um. Kortini er hesin boð-
skapurin eitt sindur meira
vendur móti tí eina kynin-
um – og kanska meira
livandi.
Hon livir í stóran mun av
sínari vitan um kvinnur. Og
vitanina hevur hon frá sær
sjálvari.
– Eg varnaðist, at mínir
vinkonur og eg høvdu júst
teir somu trupulleikar og
høvuðbrýggj við okkara
monnum og okkara arbeiði.
So tað var lætt at ganga
útfrá, at tað høvdu aðrar
kvinnur eisini.
Við mikrofonina í Út-
varpi Føroya riggar tað væl.
Hon strýkur avstað við
sínari vitan um kvinnur og
evni, sum viðvíkja kvinn-
um. Hetta er fríggjakvøld,
og hon er komin landið fyri
nøkrum tímum síðani.
Longu leygardag fer hon
aftur av landinum, tá skeið-
ið í Gamla Meiarínum er
liðugt.
Eftir at hugsa seg um og
kanna eitt sindur, so kom
hon til áðurnevndu niður-
støðu, at menn og kvinnur
bara eru so ymisk.
Menn og kvinnur hava
bara hvør sín innfalsvinkul
til arbeiði, heimalívið og
annað. Eg vil ikki liva uttan
menn – nógvar menn. Tað
er eisini eitt natúrligt mót-
spæl. Men mítt ættarlið av
kvinnum vil ikki setast í
bás sum undanfanin ættar-
lið.
Hetta við, at alt skal vera
alt skal vera eins og skerast
beint tvørturyvir, tað riggar
bara ikki í praksis. Vit vilja
hava eins møguleikar, men
vit eru ymisk, og tað er
sumt, kvinnur eru betri til
at menn, og tað er eisini
okkurt, menn duga betri
enn vit kvinnur. Men tað
merkir ikki, at vit skulu
halda okkum aftur – tvørt-
urímóti.
Og boðskapurin í út-
varpssamrøðuni um leiklut-
in hjá kvinnum vinnur eis-
ini frama hinumegin rútin,
har fylgisveinarnir – av
sama kyni - umboðandi
fyrireikararnar nikka játt-
andi
til
vísdómin
hjá
Pernillu og Joan.
Árliga heldur Pernille
millum hálvthundrað og
hundrað fyrilestar um árið,
og hetta merkist. Ein av-
slappað og væl balanserað
kvinna, sum ikki fjalir sínar
dygdir.
Bankaði á hurðina
Pernille Aalund er víðagitin
í Føroyum – kanska serliga
millum kvinnur – fyri sínar
sendingar á TV3 – Mænd
ingen adgang og Pernilles
Univers, sum vórðu sendar
fyri nøkrum árum síðani.
Pernille Aalund er í dag 41
ára gomul.
– Eg møtti mínum manni
– sum eg seinni eri skyld
frá – tá eg var 17 ára gom-
ul. Eg gjørdist ógvuliga
forelskað í honum, og vit
skuldu bara giftast – tað
kundi ikki ganga nóg
skjótt. Eg fekk so mítt
fyrsta barn, tá eg var 21 ára
gomul. Fyri meg var tað ein
høg raðfestin at fáa børn.
Eg fekk eitt barn afturat
tvey ár seinni, og eg var
heima hjá teimum sum
húsmóðir í fimm ár.
– Eftir hetta kendi eg ein
hug eftir nýggjum avbjóð-
ingum. Fór so út og bank-
aði upp á dyrnar hjá einari
útvarpsstøð og spurdi, um
tey ikki kundi brúka meg til
okkurt – og tað kundu tey.
Hon byrjaði sum sjálvboðin
og byrjaði so smátt at førka
seg innan radio.
– Tað gekk skjótt fyri seg.
Eg var fyrst við í ymsum
framleiðslum; fekk síðani
mína egnu sending. Seinni
havi eg lagt rødd til ymiskt.
Faktiskt byrjaði eg við at
vaska og gera kaffi og havi
síðani verið allanvegin
gjøgnum skipanina.
Eftir at hava framleitt út-
varpssendingar, vildi hon
flyta seg víðari. Og hennara
fyrsta sjónvarpshugskot var
ein dokumentarsending um
kvinnur við heilaskaða.
Umframt hetta, so var hon
við í nógvum ymsum send-
ingum og verkætlanum.
Mitt í øllum hesum rok-
anum varð eg biðin um at
møta upp til eina casting.
Eg møtti upp, og eg hevði
veruliga ongar ambitiónir.
Tað, at hetta ikki hevur ver-
ið mítt fremsta ynski, hevur
altíð verið mín størsta
styrki. Hetta ger, at tú tekur
tað meira róligt og ikki
roynir at líkjast nøkrum,
ella tú bara vilt á skíggjan.
Skal tað skiljast soleiðis, at
tú ert sjálvlærd?
– Ja, tað kanst tú gott
siga. Men eg haldi ikki, at
tað kann vera øðrvísi. Tú
kanst gerast journalist, men
skalt tú allanvegin rundan-
um alla framleiðslueindina,
so er tað valla nakar annar
vegur. Eg endaði jú við at
stovna mína egnu fram-
leiðslufyritøku.
Talk show
Henda
góða
casting
gjørdist so byrjanin til eina
yrkisleið innan sjónvarp.
Fyrst
vóru
tað
barnasendingar.
Fyrstu
ferð,
Pernille
veruliga
gjørdi vart við seg, var í
sendingini "Vis mig dit
køleskab". Harfrá fór hon
víðari
til
TV3
og
sendingarnar Mænd Ingen
Adgang og seinni Pernilles
Univers. Tá TV3 – serliga í
høvuðsstaðnum – hevur
verið sera væl umtókt, so er
ikki nógv galið í, at Pernille
millum føroyskar kvinnur
og menn eigur sín lut av
hyggjarum og fjepparum.
Hesi tíðina hendi so nógv
ymiskt. Eg og maðurin fóru
frá hvørjum øðrum, og
byrjaði at varnast nøkur
ting við øðrum og mær
sjálvum. Men harragud
menn og kvinnur eru bara
so ymisk. Menninir hava
fótbólt og alt møguligt, og
nú hugsaði eg at gera
okkurt, sum bara var fyri
kvinnur. Eg flutti kanska
øll míni egnu evni og sorgir
inn í eitt konsept. Sending-
in skuldi bara vera fyri
kvinnur, og tað skuldi vera
framleitt av kvinnum.
Og hon fór ígongd. Fór
enn eina ferð at banka á
hurðar og dyr. Spurdi seg
fyri hjá TV3, um tey vóru
við upp á at gera tílíkar
sendingar, og tað var gam-
aní.
Munurin á hesum send-
ingunum og øðrum var, at
alt varð gjørt av kvinnum
og bara kvinnum. Onkrir
mannligir gestir vóru, men
tað var so tað einasta. Øll
redaktiónin, tøkningar og
leiðsla vóru kvinnur.
– En lydmand gav ingen
mening i vores produktion,
sigur Pernille.
Sambært Pernille var tað
eisini upp á tíðina, at ein
tílík sending kom á skíggj-
an. Tað var eisini partur av
einar bylgju, sum var nógv
frammi kring allan heim,
har kvinnur skuldu meira
fram.
– Eg eri fødd í sekstiár-
unum, og mín generatión
av kvinnum eru farnar um
mørk og hava gjørt upp-
reistur við støðuna hjá
kvinnum. So eg hugsaði, at
tíðin nú var komin til eina
tílíka sending.
Og sendingunum varð
tosað um alt millum himm-
al og jørð, sum hevði við
kvinnur at gera. Alt frá sorg
og kærleika til porno og
sex.
Er tað nakað, tú ikki torir
at práta um og viðgera?
Eg tori at siga tað, eg
meini, og at práta um alt,
men eg havi sjálvandi míni
mørk til tey ymsu evnini.
Tað, at eg tori at siga nógv,
trúgvi eg eisini hevur gjørt
tað, at nógvar kvinnur hava
nýtt meg til at fáa sagt
nøkur ting ígjøgnum.
Hetta síðsta er kanska
eisini orsøkin til, at send-
ingarnar av mannligum
hyggjarum hevur fingið av
grovfíluni, men ikki av
øllum. Men kritikkin tekur
hon ikki so illa upp.
Framleiðslufelagið aftan-
fyri sendingarnar eigur
Pernille. Hon fór heilt ein-
falt í bankan og lánti sær og
fyritøkuni pening til at
framleiða
sendingarnar
fyri.
Og hetta við at taka eina
risiko hoyrir meira heima í
hennara meiri maskulinu
síðu, heldur hon.
– Eg havi eina væl útvikl-
aða maskulina síðu. Mær
dámar at taka kjansir. Júst
tá tað er mest vandamikið -
tá tú hevur lánt eina millión
í bankanum og ivast, um
tað fer at ganga ella ikki. Tá
havi eg tað gott. Tað haldi
eg er ein partur av mínari
typu. Trúgvi eisini, at tað er
ein stórur partur av kvinn-
um í mínum ættarliðið, sum
hava hendan eginleika.
Sum kendur persónur í
Danmark hevur Pernille
javnan kunna sæð seg
sjálva í fjølmiðlunum og
eisini
tí
meira
litríka
slagnum.
Og hetta er nakað, ein má
finna seg í, tá ein verður
kendur persónur, hóast ikki
alt skrivligt um ein sjálvan
er líka dámligt at lesa, sigur
Pernille.
Kærleiki er alt
Spurd, um hon bert talar til
kvinnur, sigur hon, at tað er
hetta evnið, hon hevur
kunnleika til, og hon hevur
ongar ætlaninir at byrja at
halda fyrilestrar fyri øðr-
um.
Eg haldi, at tit skulu
finna tykkum tykkara egnu
serfrøðingar, sigur Pernille.
Men vit loyva okkum at
førka okkum inn á evnið,
sum hevur sett mangan
skarpan teinkjara skák mát.
Hvat ynskja kvinnur so?
– Trupulleikin er, at vit
vilja fegnar vilja hava alt.
Kvinnur vilja hava ein
mann, sum tær elska, og
sum elskar tær. Helst rest-
ina av lívinum. Kærleikin
er sera, sera høg raðfesting
hjá kvinnum.
So vilja kvinnur eisini
hava børn og familju.
Kanska ikki allar kvinnur,
men tær flestu. So vilja vit
hava tryggleika. Og tað
nýggja ættarliðið av kvinn-
um vilja umframt alt hetta
eisini hava ein flottan kropp
– helst restina av lívinum,
ikki viga ov nógv, eitt pent
hús, penar møblar, pengar,
gott arbeiði, sjálvstøðug
osfr.
Men klárt nummar eitt
eru maðurin og børnini.
Kærleikin er fundamentið
hjá níggju útav tíggju
kvinnum. Tað siga mínar
royndir mær.
Kunna og skula
Tá hetta blaðið er í
sølubúðunum er skeiðið hjá
Pernille liðugt. Men fyri
føroysku
luttakarunum
hevur Pernille greitt frá
egnum royndum. Hon ætlar
á ongan hátt at gera seg til
serfrøðing í føroyskum við-
urskiftum, men hon ætlar at
siga frá tí, hon veit og hevur
upplivað.
– Eg skal tosa til kvinnur,
og tað er so líkamikið,
hvørjum landi hesar koma
frá.
Ráðstevnan
á
Gamla
Meiarínum snýr seg um
kvinnuligar leiðarar, og tað
er nakað, kvinnur ikki
skulu halda seg aftur við,
ljóðar tað frá Pernille.
– Trúgv upp á tað. Allar
royndir og kanningar vísa,
at kvinnur egna seg væl
sum leiðarar, tí tær duga at
síggja og hoyra nøkur ting,
mannliga leiðslan ikki sær
og hoyrir.
Alt ber til, sigur Pernille
Aalund at enda.
Kvinnur og menn eru bara so ymisk
Kærleikin er fundamentið hjá níggju út av tíggju kvinnum.
Men ein kvinna í dag vil hava alt – og tað er ikki lætt, sigur
Pernille Aalund, sum fríggjadagin helt fyrilestur á ráðstevnu
um kvinnuligar leiðarar
Navn: Pernille Aalund
Aldur: 41 ár
Familja: Eigur trý børn — 19, 17 og 2 ára gomul.
Hon heldur saman við pápanum hjá yngsta
barninum.
Hon hevur í nógv arbeitt í fjølmiðlum. Best kend í
Føroyum er hon uttan iva fyri síni talkshow á TV3
– Mænd ingen adgang og Pernilles Univers.
Hon hevur skrivað fimm bøkur. Teirra millum
tvær "slankibøkur" og tvær skaldsøgur.
Seinnu árini hevur hon eisini hildið nógvar
fyrilestrar. Hon sigur sjálv, at hennara serkunnleiki
er at práta til kvinnur um kvinnur.
Hon hevur sína egnum framleiðslufyritøku, sum
framleiðir ymisk sløg av sjónvarpsendingum.
Seinast var hon vertur í Temptation Island.
Tvær nýggjar bøkur eru ávegis, og hon arbeiðir
eisini við fleiri dokumentarsendingum.
Fakta
"Tað, at hetta ikki hevur verið mítt fremsta ynski,
hevur altíð verið mín størsta styrki. Hetta ger, at tú
tekur tað meira róligt og ikki roynir at líkjast
nøkrum, ella tú bara vilt á skíggjan."
"Eg havi eina væl útviklaða maskulina síðu. Mær
dámar at taka kjansir. Júst tá tað er mest vandamikið
- tá tú hevur lánt eina millión í bankanum og ivast,
um tað fer at ganga ella ikki. Tá havi eg tað gott."
C
M
Y
K
14