leygardagur 14. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 110 - 14. juni 2003
Nr. 110 - 14. juni 2003
17
- Men tað er
kostnaðarmikið at
reka felagið so
professionelt, sum vit
gera, sigur
formaðurin í Stranda
Ítróttarfelag, Andrass
Danielsen
FJARÐASTEVNAN
Vilmund Jacobsen
Adrass Danielsen er for-
maður í Stranda Ítróttarfel-
ag. Tað hevur hann verið
síðan á aðalfundi felagsins í
1998. Hesi árini hevur fel-
agið verið rikið rættiliga
professionelt við løntum
venjarum til bæði dreingir,
gentur, kvinnu og menn.
Hesi árini hevur StÍF
havt
stóra
framgongd.
Felagið hevur vunnið tvey
FM-heiti
fyri
menn
í
hondbólti, umframt tvær
steypakappingar í somu
deild. Í øðrum deildum
bæði
hjá
gentum
og
dreingjum, hevur byrðurin
eisini verið góður, og felag-
ið hevur hesi árini vunnið
FM-heitir í flestu deildum.
Uppbyggingararbeiði
Tað er bara hjá kvinnunum,
at tað ikki hevur gingið so
væl.
Andrass Danielsen sigur,
at her er neyðugt við einum
uppbyggingararbeiði, sum
væntandi fer at geva úrslit
um nøkur ár. Tað var so-
leiðis, at Skála hevði hond-
bóltin hjá kvinnunum, og
síðan var ítróttargreinin í
einum aldudali, áðrenn
StÍF tók táttin uppaftur á
Strondum.
- Vit hava góðar gentur,
sum í dag eru upp til 16 ára
gamlar. Tá ið hesar eru
vorðnar eitt sindur eldri,
ivast vit ikki í, at tær eisini
koma at síggjast aftur í
hondbóltinum, sigur hann.
Kostnaðarmikið
Andrass Danielsen sigur, at
tað er rættiliga kostnaðar-
mikið hjá einum felag, sum
verður rikið so profession-
elt, sum StÍF verður rikið.
- Vit hava tveir venjarar,
sum arbeiða hjá felagnum
fulla tíð. Annar tekur sær av
øllum
mansdeildunum,
heilt frá 10 árum og upp-
eftir. Tað sama er við
kvinnunum.
Hann vísir á, at tað tí er
ein stór uppgáva hjá felagn-
um at útvega inntøkur til
tann aktivitet, sum felagið
hevur.
- Her krevst nógvur pen-
ingur, og neyðugt er tí við
tiltøkum av ymiskum slagi
og góðum stuðlum, um alt
skal fáast at hanga saman
fíggjarliga, sigur Andrass.
Stevnuspent
- Vit eru ógvuliga spent, nú
tann fyrsta Fjarðastevnan
verður hildin á Strondum.
Formaðurin í StÍF sigur,
at strandingar hava tikið
væl ímóti stevnuni, og
hóast tíðin er stutt, er nógv
gjørt til tess at fáa eina
góða stevnu við nógvum og
áhugaverdum tiltøkum.
- Tey, sum sita í nevndini,
ið fyrireikar stevnuna, hava
gjørt eitt stórt og gott
arbeiði.
Andrass er róðrarfeløg-
unum kring landið sera
takksamur fyri, at tey stuðl-
aðu uppskotinum um, at
Fjarðastevnan, sum nú er
veruleiki, kann skifta ímill-
um vesturarmin á Skála-
fjørðinum og Vestmanna
annaðhvørt ár.
- Fyrsta stevnan verður
so á Strondum nú í viku-
skiftinum. Tíðin til fyrireik-
ingar hevur verið ógvuliga
knøpp, men eg ivist onga
løtu í, at tey, sum nýta høvi
at vitja okkum í vikuskift-
inum, fara ikki vónsvikin
avstað aftur, sigur hann.
Nógvir stuðlar
Andrass sigur, at nú StÍF av
álvara hevur havt viðrák
seinastu árini, hevur felagið
eisini merkt ein ótrúligan
stuðul - fyrst og fremst í
bygdafólkinum, men eisini
millum teir strandingar,
sum búgva aðrastaðni.
- Tá ið vit eru til dystir í
eitt nú høvuðsstaðnum, er
ikki óvanligt, at líka nógvir
strandingar eru og hyggja
sum havnafólk. Nú stevna
verður, vóna vit, at hesir
stuðlar eisini vitja heim-
aftur og vilja njóta stevnuna
saman við okkum og øllum
øðrum, sum leita higar. Vit
vóna eisini, at tey kapp-
róðrarfeløg, sum stuðlaðu
okkum so væl, tá ið henda
7. stevnan skuldi leggjast,
koma at vitja stevnuna hjá
okkum í vikuskiftinum,
sigur Andrass Danielsen,
formaður í StÍF.
At enda nýtir hann høvi
at ynskja øllum eina góða
Fjarðastevnu.
Hvørt týskvøld í
summar verða
mentunarkvøld í
Sjónleikarhúsinum
Hvørt týskvøld frá 17. juni
til 26. august – undantikið
á ólavsøku – verða mentan-
arkvøld í Sjónleikarhús-in-
um í Havn. Hesi kvøldini
hava verið roynd áður, og
nú verður farið í holt við
enn eitt summar við ment-
an.
Talan er um eina kvøld-
setu, sum byrjar týskvøld
kl. 20 og heldur á í nakrar
tímar.
Sjónleikur,
tónleikur,
dansur og sangur verður at
síggja og hoyra í brota-
mynd av søgum og søgn-
um, yrkingum, sangum og
skjaldrum.
Í
tíðindaskrivi
sigur
Sjónleikarhúsið, at trivið
verður niður í dýrgripin av
føroyskum skaldskapi –
gamalt sum nýtt.
Av
yrkjarum
kunnu
nevnast: William Heinesen,
Christian
Matras,
Rói
Patursson, Tórdoddur Poul-
sen og Sigrid Gaini.
Framførslan er á skan-
dinaviskum og enskum,
men sungið verður á før-
oyskum.
Sjónleikarar úr Havnar
Sjónleikarfelag
fara
at
framføra.
Tónleikin
hevur
Uni
Reinert Debes undir hond.
Oddvør Petersen hevur
gjørt pallmyndina, Símun
Pauli Hansen og Hjalmar
Holm standa fyri ljósinum
og Egi Dam og Birita Mohr
hava lagt til rættis og sett
saman.
– Umframt framførsluna
verður føroyskur dansur
sýndur
fram.
Gestirnir
sleppa at royna føroyskan
mat, og at enda verður før-
oyskur dansur, har gestirnir
hava møguleika at luttaka,
skrivar Havnar Sjónleikar-
felag í tíðindaskrivi.
Loksins er fløgan frá ársins
Prix Føroyar finalu komin
út. Á samkomu í 3´aranum
segði
Edvard
Nyholm
Debes frá Ùtvarpi Føroya,
at fløgan er ein neyðug
fløga.
– Hetta er eitt neyðugt
tiltak og ein neyðug fløga.
Fleiri av bólkunum høvdu
annars ikki komið fram,
sigur
Edvard
Nyholm
Debes.
Tað er Útvarp Føroya,
sum sjálvt stendur fyri at
geva fløguna út.
–Vit verða ikki ríkir av
hesum, tí hetta kostar nógv,
men vit meta tað vera
neyðugt,
sigur
Edvard
Nyholm Debes.
Fløgan
kallast
Prix
Krem, og er hetta tann
triðja Prix Føroyar fløgan í
røðini.
Hesa ferð hava teir seks
bólkarnir tveir sangir í part
við
á
fløguni.
Allir
sangirnir vórðu tiknir upp á
Prix Føroyar finaluni 26.
apríl,
har
Gestir
sum
kunnugt vunnu.
Strandingar hava viðrák í hondbólti
Mentanarkvøld í
Sjónleikarhúsinum
Neyðuga Prix fløgan
Umboð fyri bólkarnar, sum eru við á fløguni Prix krem
Mynd: Heri á Rógvi
StÍF hevur havt góðan byr, síðan Andrass Danielsen gjørdist
formaður í felagnum í 1998.
- Vit vóna, at nógv fólk koma at vitja okkum á hesi
fyrstu Fjarðastevnuni á Strondum, sigur hann.
Síðst í apríl hendi eitt
pínligt mistak á
Landssjúkrahúsinum,
sum í ringasta føri
kundi ført til, at eitt
lík bleiv grivið upp-
aftur.
Tá ið tey avvarðandi
komu í kapellið, vóru
nøvnini á kransum og
børuprýðinum tey
røttu, men maðurin í
kistuni var ein annar.
Seinni kom onnur
kista í 6-tímarúmið
við pápanum, bein-
leiðis úr kuldarúm-
inum
MISTAK
Vilmund Jacobsen
Dagurin er, 29. apríl í ár.
Ein 87 ára gomul kona,
dóttir hennara og maðurin
eru komin í kapellið á
Landssjúkrahúsinum í góð-
ari tíð. Tann gamli er
deyður, og lýst er, at kistan
fer úr kapellinum kl. 17.
Tey avvarðandi ætla at
síggja mannin, pápan og
verfaðirin eina seinastu
ferð og vera hjá líkinum
eina stund, áðrenn lokið
verður lagt á.
Tey trý koma innar. Alt
sær í fyrstani út, sum tað
eigur. Har eru kransar,
blómur og við kistuna
stendur lokið við børuprýð-
inum á.
Ikki pápi!
- Eg var fyrst av okkum at
ganga fram ímóti kistuni
hjá pápa. Tað fyrsta, eg
legði til merkis, var, at
maðurin í kistuni var í sín-
um egnu klæðum og ikki í
líkverju. Spyrji meg sjálva,
hvat hetta er fyri nakað?
Fari nærri og síggi, at tað er
ikki pápi, sum liggur í kist-
uni, men ein annar maður.
Hyggi at kransunum og
niður á børuprýði á lokin-
um. Jú, hetta eru okkara.
Soleiðis greiðir dóttir til
mannin, sum skuldi úr
kapellinum hendan dagin,
frá.
- Eg vendi mær á móti
mammu og manni mínum,
sum standa aftanfyri meg.
Biði tey seta seg niður, tí
hetta er ikki pápi, men ein
annar maður. Mamma, sum
er 87 ára, gomul, gjørdist
rættiliga skelkað av hesum.
Dóttirin greiðir frá, at
hon síðan fór at vita, um
hon kundi finna onkran, ið
kundi siga teimum, hvussu
hetta hekk saman.
- Uppi í kjallaranum
møtti eg eini sjúkrasystir.
Sigi við hana, at vit høvdu
fingið at vitað, at vit kundu
koma í kapellið kl. 15 at
síggja pápan og vera saman
við líkinum eina løtu,
áðrenn lokið varð lagt á.
Sjúkrasystirin fekk so fatur
á einum portøri. Hann fer
yvir í kapellið, hyggur at
einum seðli, sum hongur á
lokinum og sigur, at mað-
urin, sum liggur í kistuni,
fer úr kapellinum kl. 16,
sum andaktin yvir pápa
verður kl. 17.
Portørurin sigur nú við
konuna, at pápi hennara
stendur í 6-tímarúminum.
- Men portørurin kemur
aftur og sigur, at har er
heldur eingin kista við páp-
anum. Men hon skuldi ver-
ið har, leggur hann aftrat.
Ísakaldur
Tá ið saman um kom,
høvdu pørtørarnir slett ikki
tikið líkið úr kuldarúmin-
um. Seinni komu teir so við
pápanum og settu hann ísa-
kaldan inn í 6-tímastovuna.
- Hann var simpulthen so
ísakaldur, sigur hon.
Dóttirin ringir nú til
blómuhandilin hjá Trónd
Hansen og biðir tey koma
út á Landssjúkrahúsið at
flyta børuprýði av lokinum
hjá tí skeiva manninum á
lokið hjá pápanum. Somu-
leiðis bera tey kransar og
blómur upp í 6-tímarúmið,
har pápin nú liggur.
- Pørtørurin segði, at hin
maðurin fór úr kapellinum
klokkan 16, men klokkan
gongur, og tíðin nærkast.
Eingin avvarðandi hjá hes-
um manni kemur í kapellið,
og eg hugsi við mær, at
neyðars maður, sum ongan
góðan hevur.
Og dóttirin greiðir víðari
frá:
- Tann, sum hevur dag-
ligu leiðsluna í kapellinum,
er nú komin, tí tíðin
nærkast til andaktina hjá
pápa. Hon veit at siga, at
maðurin, sum liggur í kist-
uni, fer ikki úr kapellinum í
dag, men seinnapartin í
morgin. Hon fer tí eftir
portørunum og fær teir at
taka kistuna við manninum
úr kapellinum, so pápi kann
koyrast oman. Síðan fóru
vit at bera allar kransarnar
omanaftur í kapellið.
Dóttirin sigur, at por-
tørarnir hildu uppá, at teir
høvdu ikki ábyrgdina av
hesum pínliga mistaki.
- Teir vóru eitt sindur
fáligir, men vit fingu ikki
so frægt sum eina umber-
ing, sigur hon.
Uppafturgrivin
Sonur til gamla mannin,
sum skuldi úr kapellinum
hendan dagin, sigur, at tá ið
hann kom í kapellið klokk-
an 16 - ella ein tíma fyri
andaktina - var mistakið
framvegis ikki rættað, og
kistan við skeiva mannin-
um stóð framvegis inni á
gólvinum.
- Tá ið eg kom á Lands-
sjúkrahúsið, stóð kistan við
pápa í 6-tímarúminum, og
har sótu tey avvarðandi og
bíðaðu. Eg haldi, at klokk-
an mundi vera 16.30, áðr-
enn hin maðurin fór úr
kapellinum, og pápi kundi
koyrast oman.
Sonurin sigur, at høvdu
tey avvarðandi ikki biðið
um at síggja pápan fyri
andaktina, hevði lokið ligið
á kistuni, tá ið tey komu í
kapellið. Tá kundi maðurin,
sum lá í kapellinum, verið
grivin á Norðskála ístaðin
fyri í Fuglafirði.
- Andaktin yvir mannin,
sum lá í kapellinum, tá ið
vit komu suður, skuldi ikki
vera fyrr enn seinnapartin
dagin eftir. Jarðarferðin hjá
pápa skuldi nevniliga vera
hendan dagin klokkan 14.
Tí kundi tað lættliga hent,
at skeivur maður varð
jarðaður, áðrenn nakar fann
út av, at Landssjúkrahúsið
hevði framt hetta pínliga
mistak.
Sonurin vísir á, at hevði
hvørgin av familjunum valt
at síggja líkini fyri and-
aktina, er sannlíkt, at líkið,
sum skuldi jarðast í Fugla-
firði, endaði á Norðskála
og øvut.
- Og tá hevði hetta mistak
ongantíð komið fyri ein dag
aftur, sigur hann.
Hann leggur dent á, at
høvdu tey havt jarðað
annan mann enn pápan í
kirkjugarðinum
á
Norðskála, høvdu tey av-
varðandi avgjørt kravt, at
líkið varð grivið uppaftur,
og at pápin fekk tað plássið,
honum var tillutað.
- Tað er ófatiligt, at hetta
kundi henda á Landssjúkra-
húsinum, sigur sonurin.
22 ár vóru á muni millum
teir báðar, sum skuldu
berast úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum,
ávikavist, 29. og 30. apríl.
Tey avvarðandi vóru skelkað:
Tað var ikki pápi sum lá í kistuni
Portørarnir á
Landssjúkrahúsinum hildu
uppá, at teir høvdu ikki
ábyrgdina av hesum pínliga
mistaki. - Teir vóru eitt
sindur fáligir, men vit fingu
ikki so frægt sum eina
umbering, sigur dóttirin,
sum saman við manni sínum
og 87 ára gomlu mammuni
fann skeivan mann í kistuni,
tá ið andaktin yvir pápan
skuldi vera í kapellinum á
Landssjúkrahúsinum
C
M
Y
K
17
16