Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Símun Joensen úr Klaksvík vann týs- kvøldið 10 km kapp- ingina, sum skipað varð fyri í Runavík RENNING Jákup Mørk Sum partur av eystanstevn- uni var rennikapping fyri vaksin hildin týsdagin. Umframt at vera triðja umfar í Grand-Prix kapp- ingini, var hetta eisini FM- kapping á teininum, so spenningurin var stórur undan kappingini. Ikki minst tí annars mest sum einaráðandi Hallur Holm ikki var við til kappingina hesaferð. Símun og Rigmor Í alt luttøku 20 menn og 4 kvinnur, og hjá kvinnunum var tað ikki heilt óvæntað Rigmor N. Arge sum vann. Við tíðini 39,51 var hon enntá júst í somu tíð, sum føroyska metið á teininum. Hjá monnunum varð tað Símun Joensen úr Klaks- vík, sum í kapping við Sig- urð Justinussen og Jonhard Larsen vann FM-heitið. Avgerandi løtan kom hálvan annan kilometur frá málinum, tá Símun av álvara setti ferð á, og so vunnu hinir báðir ongan tíð upp á liðini á honum. Við tíðini 35,34 minuttum setti Símun eisini persónligt met á teininum, og einki er at ivast í, at her er talan um ein rennara, sum kann betra seg enn meira. Nr. 110 • leygardagur • 14. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrsta FM-stevnan á Strondum 46 bátsmanningar fara at kapprógva komandi vikuskifti, tá ið fjarðastevna verður hildin á Strondum. Nú fyrsta stevnan hevur verið, kann styrkismetingin nýtast til startirnar, og verður hendan soleiðis, at bátarnir, sum vóru fremstir á norðoyastevnu hesaferð byrja í miðjuni. 5-mannafør, dreingir 01 Kollur 02 Royndin Fríða 03 Tjaldrið 04 Blikur 05 Sílið 06 Havfrúgvin 07 Fípan Fagra 08 Báran 09 Junkarin 6-mannafør, kvinnur 01 Fuglfirðingur 02 Smyril 03 Páll Fangi 04 Gongurólvur 05 Lómur 06 Fortuna 5-mannafør, gentur 01 Tjaldrið 02 Kollur 03 Ørnin 04 Sílið 05 Drekin 06 Blikur (1 gult kort) 07 Havfrúgvin 08 Firvaldur 09 Fípan Fagra 10 Junkarin 11 Hulda 6-mannafør, menn 01 Páll Fangi 02 Gongurólvur 03 Lómur 04 Jarnbardur 05 Smyril 06 Strálan 07 Sølmundur 08 Sundabáturin 09 Kollfirðingur Áttamannafør 01 Toftabáturin 02 Knørrur 03 Argjabáturin 04 Ørvur 05 Kvívíkingur 06 Teistin 07 Gullbrandur Tíggjumannafør 01 Vestmenningur 02 Eysturoyingur 03 Havnarbáturin 04 Nólsoyingurin Somu bátar sum seinast. Á Special Olympics World Summer Games fara 10 før- oysk ítróttafólk at kappast í fýra ymsum greinum SPECIAL-OLYMPICS Jákup Mørk Tað verður ikki eiti á upp- living hjá teimum 10 før- oysku luttakarunum, sum í næstum fara Írlands. Speci- al Olympics er olympiadan hjá teimum menningartarn- aðu, og her verður so sanni- liga eisini gjørt nógv burt- urúr. Eingin minni enn Nelson Mandela verður maðurin, sum setir kappingina, og á eftirfylgjandi undirhaldin- um verður U2 høvuðs- navnið í Croke Park í Dubl- in. Kappingin fer fram í døgunum 21. til 29. juni, men longu mánadagin komandi fer føroyska liðið til Írlands, har tey í fyrsta umfari verða í Carrick- fergus, har tey bæði koma at hava venjingar, umframt at tey eisini fáa høvi at líta seg eitt sindur íkring á grønu oynni. Tilsamans verða ikki 7.000 ítróttarfólk, 3.000 venjarar og ikki færri enn 40.000 sjálvboðin hjálpar- fólk við á leikunum, og millum øll hesi verður so eitt føroyskt ferðalag, har tíggju íðkarar umframt ferðaleiðarar. Tey tíggju eru Meiken Olsen, Marjun Niklasdóttir, John Joensen, Tórur Hjalt Jacobsen, Unn Mortensen, Júst í Túni, Sidana Djur- huus, Elvin Weihe, Durita Strøm og Símun Petur Zachariasen, og fara tey at kappast í ávíkavist frælsum ítrótti, borðtennis, boccia og svimjing. Einari Olympiadu so líkt, so verður talan eisini um stórslignan enda, og tá verður tað kendi bólkurin, Westlife, sum fer at seta sín dám á, meðan luttakararnir hvør í sínum lagi fyribils siga farvæl við tey vinar- bond, sum altíð verða knýtt á knýtt á slíkum leikum. Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum 30 juni. Stórt føroyskt ferðalag til Írlands Símun og Rigmor vunnu FM Føroyska ferðalagið fer longu mánadagin til Írlands, har seinastu fyrireikingarnar til Special Olympics fara fram í norðuríska býinum Carrickfergus 19 18 Nr. 110 - 14. juni 2003 UTTAN ÚR HEIMI Noreg og Russland forða trygdarkravi Ein ætlan hjá londunum við Eystrasalt at banna tanga- skipum við einkultum skrokki at sigla í Eystrasalti er farin fyri bakka í fyrsta umfari, tí Noreg og Russland vildu ikki taka undir við henni. Myndugleikarnir í Oslo og Moskva halda ikki, at tað er rætt av londunum við Eystrasalt at taka eitt tílíkt stig, men at eitt tílíkt forboð heldur eigur at koma frá ST. Talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum, Karsten Klepsvik, segði í gjár, at tað er umráðandi at hava fel- ags reglur allastaðni í heiminum, tí reglur, sum bara umfata ávís øki, kunnu misnýtast sum eitt slag av handilsforðingum. Tí halda norðmenn og russar, at altjóða sjóvinnustovnurin IMO eigur at taka sær av málinum, og at eitt uppskot um nýggjar trygdarreglur eigur at koma haðani. Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sigur, at londini við Eystrasalt ætlaðu at vera undangongulond á hesum økinum, men at hetta fyribils verður av ongum. Børnini doyggja Á einari ráðstevnu í zimbabwiska høvuðsstaðnum Harare í vikuni kom fram, at nógv børn í Zimbabwe eru í sera stórum vanda fyri at fáa eyðkvæmi. Landsins heilsumálaráðharri, David Parienyatwa, segði á ráðstevnuni, at umleið 2,3 milliónir fólk í land- inum eru smittað við eyðkvæmi, men at 90 prosent av teimum vita ikki, at tey eru smittað. Hann segði, at ungar gentur eru í serliga stórum vanda fyri at fáa smittuna, tí gamlir mentanarligir siðir gera, at gentur- nar ofta verða noyddar at gifta seg blaðungar. David Parienyatwa segði, at um tvey ár verða ein millión foreldraleys børn í Zimbabwe orsakað av eyð- kvæmi. Sum er hava 780.000 børn mist mammuna av sjúkuni, og 240.000 børn eru skrásett sum smittað. Umleið 2.000 fólk doyggja av eyðkvæmi í Zimbabwe um vikuna. Funnið upphav menniskjunnar Í 1997 funnu vísindafólk beinagrindirnar av tveimum vaksnum fólkum og einum barni í Etiopia, og kanningar vísa nú, at beinagrindirnar eru millum 154.000 og 160.000 ára gamlar. Tær elstu beinagrind- irnar av fólki, sum vóru funnar frammanundan, vóru umleið 50.000 ár yngri. Vísindafólkini siga, at tær seinastu kanningarnar stuðla ástøðið um, at mannaættarinnar vøgga stóð í Afrika, samstundis sum kanningarnar avsanna gomlu gitingarnar um, at vit stava frá teimum duldarfullu neandertalunum. Tað eru tó ikki øll vísindafólk, sum halda, at okkara elstu forfedrar livdu í Afrika. Hesi halda fast um, at vit stava frá neandertalunum í Evropa, sum høvdu sín uppruna fyri umleið 400.000 árum síðani, og sum doyðu út fyri 30.000 árum síðani. Brúðurin rýmdi Løgreglan í Kina leitar eftir níggju kvinnum, sum rýmdu frá monnunum minni enn tveir mánaðir eftir, at tær høvdu játtað at liva saman við teimum alt lívið. Teir níggju brúðgómarnir høvdu í felag goldið 170.000 krónur fyri at fáa hvør sína konu, men hjúnar- løgini høvdu ikki vart meiri enn nakrar vikur, tá allar brúðrarnar brádliga hvurvu sum døgg fyri sól. Eitt er, at teir níggju menninir hava mist konurnar. Teir sita eisini eftir við rokningini fyri felags brúdleyp- ið, sum teir hildu við læntum pengum. Amerikanska fregnar- tænastan visti, at einki hald var í tí, sum George W. Bush, forseti, segði um kjarnorkuvápnaætlan ina hjá Saddam Hussein. USA Árni Joensen Tað var í einari røðu fyri amerikansku tjóðini tann 28. januar, at George W. Bush, forseti, segði, at Irak var í ferð við at gera eina kjarnorkubumbu, og at Saddam Hussein hevði roynt at keypa ríkað uran úr afrikanska landinum Niger. Fregnartænastuupplýs- ingarnar, sum Bush nýtti í røðuni, fingu fleiri amerik- anarar at taka undir við ætl- an forsetans um at fara í kríggj við Irak, men nú vís- ir tað seg, at upplýsingarnar vóru ósannar. Washington Post skrivaði fyrradagin, at áðrenn for- setin helt ta týdningarmiklu røðuna, visti fregnartænast- an CIA, at upplýsingarnar um, at Irak hevði roynt at keypa ríkað uran úr Niger, vóru ósannar. Men CIA kunnaði ongantíð Hvítu Húsini um tað. Washington Post og aðrir amerikanskir fjølmiðlar siga, at hetta styrkir ill- grunan um, at CIA gekk ør- indi fyri forsetan, og at Hvítu Húsini bara fingu tær upplýsingarnar, sum tæntu krígsætlan forsetans. Samstundis hava amerik- anskir og bretskir fjølmiðl- ar avdúkað, at bæði Bush og Tony Blair nýttu sínar politisku vøddar til at fáa fregnartænasturnar at skriva frágreiðingar, sum gjørdu alt ov nógv burtur úr vápnunum hjá Irak. Í Bretlandi skulu hesi viðurskiftini kannast, men tað hendir neyvan í USA. Mikudagin eydnaðist tað floksfeløgunum hjá Bush í Kongressini at steðga einari tilsvarandi kanning har. Tað hevur øst demokratisku andstøðuna, sum leggur forsetan og stjórnina undir at hava falsað upplýsingar um iraksku vápnini. CIA visti at Bush leyg Ísraelski forsætisráð- harrin leggur lítið í tað, sum George W. Bush, forseti, og pal- estinski forsætis- ráðharrin, Mahmoud Abbas, siga um frið í hesum døgum. Men einans Bush kann forða einum verulig- um blóðbaði í Miðeystri. ÍSRAEL Árni Joensen Ísrael og palestinski felags- skapurin Hamas hava sent hvør øðrum krígsavbjóð- ing. Ísrael sigur, at tað fer at leggja Hamas í oyði. Grundgevingin er, at tá teir palestinsku myndugleikar- nir ikki vilja gera tað, noyðist Ísrael at taka stigið. Embætismenn hjá ísra- elsku stjórnini hava latið leka út, at Ariel Sharon á einum stjórnarfundi í vik- uni kallaði teir palestinsku leiðararnar nakrar ræðu- skítar, sum ikki vilja stríð- ast ímóti yvirgangi, men sum eru skjótir at gera vart við seg, tá ísraelsmenn leypa á. Á sama fundinum skal Sharon hava kallað palestinska forsætisráð- harran, Mahmoud Abbas, ein høsnarunga, sum ikki hevur fingið fjaðrar enn. Eygleiðarar í Miðeystri siga, at við at senda Hamas krígsavbjóðing hevur Shar- on valt at eyðmýkja bæði Bush og Abbas. Bush hevur fleiri ferðir biðið Sharon steðga tiltøkum, sum kunnu eggja palestinum til at gera móttiltøk, men seinastu dagarnar hava Sharon ikki lurtað eftir hesum áheitan- unum. Eygleiðararnir í Mið- eystri siga, at ísraelska krígsavbjóðingin til Hamas fera uttan iva at fáa uppaft- ur fleiri palestinar til at venda sær ímóti Ísrael, og hóast ísraelski herurin er tann sterkasti í Miðeystri, er tað ógjørligt at meta um, hvørjar avleiðingar ein tílík avbjóðing kann fáa. Seinastu dagarnar hevur Bush tosað fyri deyvum oyrum í Jerusalem, men hann er kortini tann einasti, sum kann forða fyri, at tær báðar krígsavbjóðingarnar enda í einum blóðbaði, siga eygleiðararnir. Sharon bjóðar Bush av Palestinar bera ein særdan mann burtur eftir eitt ísraelskt tyrluálop í Gaza. Minst trý fólk doyðu í álopinum, og fleiri tíggjutals vórðu særd C M Y K 18