Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 14. juni 2003 21 KÍ liðformaðurin hevur ikki fingið vant í vikuni, og hjá Skála er ein útlendingur leikbannaður og ein er ivasamur UPPTAKT Jóannes Hansen Í Klaksvík er mesta fólkið tókt, eftir at tað ikki hevur verið spælt í landskapp- ingini síðani á norðoya- stevnu. Tá var Aleksander Djordjevic við síðstu løt- una, og síðani hevur hann vant við fullari ferð. Fríðin Ziskason, sum var skaddur, er komin fyri seg aftur. Tvær tær síðstu ferðirnar hevur Arnold Joensen verið í 2. deild. Hann er við í kappingini um plássini á besta liðnum, men í gjár var ikki greitt, um hann verður við á Skála í morgin. Jan Andreasen er fram- vegis burturstaddur, men hann verður aftur eftir vikuskiftið. Í Klaksvík eru tey rættuliga ivasom um, hvussu tað verður við lið- formanninum og krump- tappinum á liðnum, Allani Joensen. Hann royndi at venja bæði týskvøldið og hóskvøldið, men tað gekk einki serligt. Tað er hælsin- an, sum argar, og tað kveikir ikki hugalig minni. Inntil fjør vetur var Allan burturfrá fótbólti tað mesta av tveimum árum, tí hann hevði so stórar trupulleikar við hælsinuni. Um Allan Joensen ikki verður førur fyri at spæla á Skála, so verður eldri beiggi hansara, venjarin Jan Joensen, ivaleyst mill- um teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Á Skála eiga teir fram- vegis fyrsta sigurin til góða. Avrikini hava verið hampu- lig, butursæð frá seinast, tá ið skálamenn vóru í Gundadali og gjørdi lítla nyttu ímóti HB. Iulian Floresco er leik- bannaður eftir reyða kortið ímóti HB. Miðvallarin Aleksandar Juveic hevur higartil verið millum teir bestu, men tað er ivasamt, um hann verður við í morg- in. Hann hevur trupulleikar við einum lærvødda. Hann hevur runnið í vikuni, men undan venjingini í gjár- kvøldið hevði hann ikki vant við bólti í hesi vikuni. Einasta ferðin Skála og KÍ hava spælt landskapp- ingardyst á Skála var í fjør. Tá var úrslitið 2–2. Skála og KÍ hittast á Skála sunnudagin klokkan 14. Hjá NSÍ stendur væl til við fólki, meðan tað er ivasamt um málverjin hjá B68 verður førur fyri at spæla í kvøld UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er eystanstevna í Runa- vík hetta vikuskiftið. Sam- bært stevnublaðnum, sum er sent í hvørt hús, eru teir í Runavík rættuliga vónbrot- nir av, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa FM kapp- róður á stevnuna. Kapp- róðurin verður á Strondum, og um tað gongst, sum tað eigur, so fer at bera til at fara av Strondum og bein- leiðis til landskappingar- dystin millum NSÍ og B68, sum verður klokkan 18 í kvøld. Í stevnublaðnum fyri eystanstevnuna verður heitt á fólk um at halda seg á eystara armi og at hava kikara at fylgja við í kapp- róðrinum ígjøgnum! Lunnar skulu leggjast undir stevnuhýrin við sigri á grannunum av Toftum. Tað hevur ofta riðið um snarið, tá ið grannaliðini hava spælt. Í fjør endaði landskappingardysturin á Toftum við javnleiki, með- an B68 vann í Runavík. Í steypakappingini gjørdi NSÍ í tveimum tøttum hálv- finalum av við B68. NSÍ venjarin, Jógvan Martin Olsen, hevur verið saman við landsliðnum í eina stóra viku. Men bæði mánakvøldið og týskvøldið kom hann úr Havnini og til Runavíkar at venja teir bestu hjá NSÍ. Christian Høgni Jacob- sen noyddist av vøllinum mikukvøldið. Hann hevði fingið krampa, og hann er tøkur í kvøld. Jens Martin Knudsen hevur vant saman við Jákupi Mikkelsen og Lars Høgh í eina viku. Sjúrður Jacobsen fekk landsliðsboð tíðliga miku- dagin, tí teir vóru bangnir fyri, at Pól Thorsteinsson ikki fór at verða førur fyri at spæla ímóti Týsklandi. Tað varð hann kortini, og so fekk Sjúrður Jacobsen avboð. Men í kvøld sleppur hann heilt víst upp í part. Hjá NSÍ rokna teir við, at allir spælararnir eru tøkir undan toppdystinum og grannauppgerðini. Kári Hansen fekk í samanbresti undir venjing hóskvøldið ein lítlan løst, men hann verður tøkur. Hjá B68 er tað ivasamt, um íslendski málverjin, Albert Sævarson, sum higartil hevur verið sera væl upplagdur, verður førur fyri at spæla í kvøld. Orsakað av trupulleikum í tjúkkanum hevur hann ikki vant í vikuni. Men á Toftum vónaðu teir í gjár, at hann kortini verður tøkur. Um málverjin ikki verður førur fyri at spæla, verður Mort- an Hansen málverji. Hann hevur áður verið álops- spælari hjá NSÍ, og hann hevur eisini onkra ferðina vart málið á næstbesta NSÍ liðnum. Gøtumenn halda seg sum vant í odd- inum, men vágbing- ar hava nú av álvara tørv á stigum, um sleppast skal úr botninum UPPTAKT Jákup Mørk Hóast teir í ár hava sett sær sum mál at spæla eitt at kalla nýtt lið saman, so hava gøtumenn higartil liva upp til vanliga heitið sum oddalið. Kanska hevur spælið ikki altíð verið so framúr, men effektivitetinum hevur so einki bilað, og enn eru teir við í trunkanum av liðum, sum halda seg at heilt har frammi. Og lítil ivi er um heimaliðið ætlar sær øll stigini. Hóast teir eftir øllum at døma mugu vera skadda Súna Olsen fyriuttan, hevur liðið fyri tað nógva klárað seg uttan nakrar av teimum, sum vanliga verða rokn- aðir sum stuðulsleikarar, og líkt er til, at mest sum allir hinir leikararnir eru tøkir. Og so er tað fyri tveir GÍ’arar í øllum førum eitt sindur serligt at spæla ímóti VB. Krzystof Pop- czynski var sum kunnugt venjari, tá VB gjørdust meistarar í 2000, og Símun Samuelsen hevur jú eisini traðkað sínar barnaskógvar í Vági, fram til hann í ár valdi at skifta til GÍ. Hjá VB tykist eisini so, at mest sum allir leikarar eru tøkir. Vágbingar hava annars fingið sær til vana at fáa reyð kort hetta kappingarárið, men hesa ferð eru so eingi leik- bann, sum arga, men Eyðun Jacobsen er burt- urstaddur, og fær tí ikki verið við. Og hjá VB ræður nú av álvara um at fáa stig. Liðið hevur higartil ikki megnað at lyft seg úr botninum, og við und- antakið av Skála tykist tað nú so, at øll onnur eru um at leggja sjógv niður- eftir. GÍ-VB: Nú stendur á Við málinum móti HB seinasta umfar, helt Hans Pauli Petersen GÍ í oddinum, og móti VB verður setningurin at styrkja um støðuna her NSÍ–B68: Stevnan skal bjargast ímóti grannunum Grannauppgerðin í Runavík er samstundis oddadystur Skála-KÍ: Allan er ivasamur Einasta ferðin Skála og KÍ hava spælt landskappingardyst á Skála var í fjør. Tá var úrslitið 2–2 21 20 Nr. 110 - 14. juni 2003 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 NSÍ 4 2 -2 - 0 9 3 6 8 2 HB 4 2 -2 - 0 10 5 5 8 3 KÍ 4 2 -2 - 0 4 2 2 8 4 B68 4 2 -2 - 0 4 2 2 8 5 GÍ 5 2 -2 - 1 7 6 1 8 6 EB/ Streymur 4 1 -2 - 1 6 5 1 5 7 FS V 4 1 -1 - 2 6 8 -2 4 8 B36 4 1 -1 - 2 2 4 -2 4 9 VB 4 0 -2 - 2 4 9 -5 2 10 Skála 5 0 -0 - 5 1 9 -8 0 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 4 4 -0 - 0 9 1 8 12 2 Sumba 4 2 -1 - 1 10 3 7 7 3 AB 4 2 -1 - 1 8 4 4 7 4 TB 4 2 -1 - 1 8 6 2 7 5 LÍF 4 2 -0 - 2 5 10 -5 6 6 KÍ 4 2 -0 - 2 8 17 -9 6 7 B36 4 1 -1 - 2 7 5 2 4 8 VB 4 1 -1 - 2 3 5 -2 4 9 B71 4 1 -0 - 3 2 4 -2 3 10 B68 4 0 -1 - 3 3 8 -5 1 Hjá B36 má nú røkka ella støkka, um teir skulu liva upp til favoritt-heitið, meðan vágamenn hinvegin skulu prógva, at teir eru sjálvsagdir í bestu deildini UPPTAKT Jákup Mørk Tað stendur nógv upp á spæl vesturi í Vágunum um vikuskiftið. Har fekk heimaliðið annars eina heldur laka byrjan upp á kappingarárið, men sein- astu dystirnar tykist liðið hava ment seg heilt nógv, og nú tykist vera komin, har leikararnir av álvara skulu prógva, at teir eiga at roknast sum sjálvsagdir lutir í bestu deildini. Gest- urin hesa ferð er B36, og sjálvir tykjast vágamenn gleða seg til at taka ímóti einum av liðunum, sum roknað verður millum tey fremru. FS verða tó eitt sindur skerdir sunnduagin. Ikki minst vegna leikbannið, sum Ruslan Screlea fekk eftir útvísing móti EB/ Streymi, men eisini Kim Poulsen tykist ivasamur, nú hann dregist við skaða í lærkrikanum. Eisini Bjarni Prior hevur onkran snudd, men stríðsfúsur, sum hann vanliga er, vildi tað verið løgið, um hann ikki fær mannað seg upp, nú fyrr- verandi liðfelagarnir koma á vitjan. Og hevur dysturin týdn- ing fyri vágamenn, so hev- ur hann tað ikki minni hjá B36. Sum byrjanin hjá árs- talsfelagnum hevur verið, so eru snøgt sagt ikki ráð at tapa meira. Gaman í er fjarstøðan upp til odda- liðini framvegis bert fýra stig, og gaman í hittir B36 øll hesi í Gundadali kom- andi dystirnar, men skal oddurin veruliga nærkast, so skal botnurin leggjast sunnudagin. Og tað skerst ikki burtur, at talan hevur verið um langt ífrá optimalar fyri- reikingar hjá liðnum ti ldystin. Ikki færri enn fimm av leikarunum hava verið burtur frá í landsliðs- ørindum, og sum kunnugt innihelt vikan eisini eitt heldur rokmikið farvæl við Julian Johnsson, og tað er ikki óhugsandi, at hetta kann hava havt ávirkan á stemningin í hópinum. Umframt hetta hevur Jákup á Borg verið sjúkur, síðani hann varð skiftur út móti Týsklandi, men tá vit frættu seinast, var kortini vón fyri, at hann fór at verða tøkur. Tað sama verður Pól Thorsteinsson helst eisini, hóast hann var eitt sindur darvaður av skaða undan sama lands- dyst. Hinvegin telir tað rætta vegin, at Bárður Mortansson nú tykist vera um at koma veruliga fyri seg, og so hevur Jens Krist- ian Hansen eisini fingið tvær vikur eyka at finna landsliðsformin aftur í. Tað verður helst eisini neyðugt hjá honum og fleiri av liðfeløgunum, um æltanin um eina topp-plasering skal halda. Seinasta vitjanin í Havn gav trý stig, men HB hevur ikki ráð at missa á heima- beiti fyri aðru ferð á rað UPPTAKT Jákup Mørk Tað gav at bíta, tá EB/ Streymur vitjaði í Havn seinast. Ta ferðina var mótstøðuliðið B36, sum púra óvæntað mátti taka til takkar við 3-1 tapi. Hesa ferð er mótstøðan úr HB, og har eru teir í øll- um førum ikki sinnaðir at geva samansetta liðnum nakað sum helst við sær heimaftur. Ikki minst eftir at HB at kalla tveitti tvey stig fyri borð í seinasta heimadystinum, sum var móti GÍ. Men tað tykist víst, at HB í øllum førum noyðist at gera hetta við einum liði, sum als ikki er tann ideal- uppstilling, sum flestu høvdu roknað við undan kappingarárinum. Listin við langtíðarskaddum er nú víðkaður, soleiðis at hann umframt Jan Dam og Kára Nielsen nú eisini telur rumenska Nico Dugaru. Hartil varð Rúni Nolsøe noyddur at gevast undir venjing hóskvøldið, og verður hann ikki tøkur, fer at síggja heilt tunnligt út á miðvøllinum., men tað er tó ikki víst, at hesin skaðin var so álvarsligur. Hálv verja viðaftur Hjá EB/Streymi tykist eitt sindur av stígi vera komin í, eftir at liðið annars í steypakappingini og fyrstu landskappingarumførini hevði gjørt nógv um seg. Ein partur av frágreiðing- ini hevur heilt víst verið, at miðverjan við Andrzej Pacek og Egil í Bø hevur verið burturfrá, men nú er Egil so aftur í hópinum. Tað verður miðvallargene- ralurin, Ronnie Sameulsen, tó neyvan. Hann fekk ein ógvusligan stoyt í dystinum móti FS Vágum herfyri, og ætlandi ætlaði hann fyri fyrstu ferð at royna seg í venjing fríggjadagin. Men um tað so er nóg mikið, er ein heilt onnur søga. Í øllum førum má roknast við, at EB/Streymur skal spæla upp til sítt allarbesta, og helst eisini hava tað besta fólkið tøkt, um tað skal eydnast eina ferð afturat at alt við sær úr høv- uðsstaðnum. Tað stóra árliga til- takið, Atlantic Air- ways Færø Regatta, har tað verður róð í føroyskum bátum, verður hildin 14. juni í Strandparken við Ishøj Havn FÆRØ-REGATTA tíðindaskriv Alt várið hava rógvarar frá Róðrarfelagnum Neystinum á Anker- slippen í Ishøj Havn vant. Kvøld eftir kvøld eru tær nógvu manninganar komnar til Neystið, hava gjørt bátanar klárar, og líkamiki hvussu veðrið hevur verið, hála bátanar á sjógv og róð út á víkina fyri at venja til árliga tiltaki, Atlantic Airways Færø Regatta 2003. Tað sama hava rógvara úr Hirtshals, Keypmanna- havn, Føroyum, Sorø og Brennø í svenska skerð- garðinum gjørt heima hjá sær sjálvum. Í ár eru tað umleið 150 róðrarfólk sum luttaka á stevnuni. Her møtast kvinnur og menn, ungir sum eldri rógvara fyri at kappast í móti hvørjum øðrum í teimum ymisku bólkunum. Tær flestu manninganar rógva í 6- mannaførum, men í ár verður eisini róð í flaggskipinum millum føroyskar kappróðrar- bátar, 10-mannafarinum, har róðursmaðurin hevur leiðsluna yvir tíggju rógvarum. Flott sær tað út, tá bátanir, drivnir framm av taktfastum og sterkum áratøkum, við sjógvinum skúmandi um stevnin og til rópini frá stýrimann- inum og áskoðarunum, stevna út móti málinum. Stevnan líkist nógv teimum nógvu stevnun- um í Føroyum, sum eisini fær folk at samlast. Færø Regatta er jú ikki bara kappróður. Stevnan er eisini ein veitsla. Tiltakið byrjar við skrúðgongu við luttøku av róðrar- fólki, fólkatingslimur Lisbeth L. Petersen setir stevnuna. Føroyska kór- ið, Húsakórið, syngur og so byrjar kappróðurin. Hesin heldur á til umleið klokkan 18:00. Aftaná er togtogan. Ì millum róðr- arnar, undirhalda trouba- duranir Marnar og Árni við vísum og sangi. Eis- ini verða línudansarar at síggja, og fyri børnini er møguleiki at verða mál- aði um andlitið, soleiðis at karmarnir verða so góðir, sum á nakran hátt gjørligt. Heiðursmerkini verða handað umleiðklokkan 20. Og so spæla Western Blues til dans til alljósan morgun. À stevnuni er møguleiki at keypa før- oyska og danskan mat. Klokkan 9:00 er morgun- matur í Neystinum. Hetta er 16. ferðin, at stevnan verður hildin, og hon er við tíðini avgjørt vorðin ein fastur táttur av tí, sum fyriferst við Strandparken. Færø Regatta 2003 FS Vágar-B36: Sannleikans tími HB-EB/Streymur: EB/Streymur roynir aftur Í fjør ogn- aði HB sær meistara- heitið móti júst EB/ Streymi. Tað kunnu teir ikki hesaferð, men støðan í oddinum kann styrkj- ast, um talan verð- ur um trý stig Fyri tveimum árum síðani var Bjarni Prior við til at vinna gull við B36. Sunnudagin skal hann við liðfeløgunum forðað fyri, at B36 sleppur eins høgt í ár C M Y K 20