leygardagur 14. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 110 - 14. juni 2003
Hjálparfólk til
røkt heima
Eini eldri hjún, har sjúka er komin inn í tilveruna,
sóknast eftir røskum og væl at sær komnum fólki,
til røktarhjálp í heiminum.
Talan er um ansan við avtalaðari arbeiðstíð.
Heimligu viðurskiftini eru sera góð.
Áhugað kunnu venda sær til og fáa fleiri upp-
lýsingar á telefon 311658.
Til sølu
Um hóskandi boð fæst, verður ognin Tróndar-
gøta 35 í Havn seld.
Nærri fæst at vita á tlf. 312234 - 512234
Føroya Studentaskúli
og HF-skeið
Hoydalar
FO-188 Hoyvík
Telefon +298 312973 - Telefax + 298 318624
Søkt verður eftir
hjálparfólki til
kantinuna
Tað verður lagdur dentur á, at tann, ið sett/ur
verður er røsk/raskur, álítandi og nærløgd/lagdur
í sínum arbeiði. Tað er ein fyrimunur, um tú ert
von/vanur við køksarbeiði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Arbeiðstíðin er hvønn gerandisdag frá kl. 8.30 til
15.00 teir dagar tá skúlagongd er.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
skúlan.
Umsóknir skulu verða rektaranum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 19. juni 2003.
Frá
Suðuroyar Norðara
Sjúkrakassa
Vegna summarfrí verður sjúkrakassin stongdur 20.
juni. Opið er aftur Onsdagin 30. juli
Suðuroyar Borðari Sjúkrakassi
veitst tú ikki tað?
www.sosialurin.fo
Nr. 110 • leygardagur • 14. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Eitt stríð um mørk
Hann hevur einaferð verið atvoldin til, at
Føroya størsta tíðindablað mátti blaka eina
heila prentaða útgávu í skrell
Lesið síðu 4 & 5
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Raian er ein blíður og
prátingarsamur, ungur maður.
Hann tosar amerikanskt, men
skilir hampuliga væl tað før-
oyska málið. Eisini koma onkur
einstøk føroysk orð frá honum,
meðan hann tosar. Hann hevur
føroyska mammu, hon eitur
Malan, og tey búgva sum sagt í
USA, har Raian er føddur og
uppvaksin.
- Maturin er tað torførasta at
venja seg við. Tit eta sera sunt,
tað er eitt tað fyrsta, sum eg havi
hugsað um, sigur Raian, sum tó
ikki dámar føroyska matin so
væl. Eitt nú dámar honum ikki
skerpikjøt, ræstan fisk ella kjøt.
Men hann hevur roynt grinda-
búff, og tað dámdi honum sera
væl. Hann greiðir frá, at í USA
plagdi hann at eta fast-food
hvønn dag og onkuntíð fleiri
ferðir um dagin.
- Tykkara fast-food er nógv
øðrvísi enn okkara, men hann
smakkar væl kortini, sigur Raian,
sum ofta leggur leiðina framvið
ein av grillunum ella pylsuvogn-
unum í Klaksvík.
Hann vil tó ikki viðganga
heilt, at tað er so ósunt í USA,
sum onnur vilja vera við. Hann
greiðir frá, at hann har yviri
íðkaði nógv ymiskt. Sum til
dømis kurvabólt, lyfti vektir og
eisini rann hann langar teinar
fleiri ferðir um vikuna. Hann er
farin til fótbóltin her. Hann venur
við fyrstu deild monnum hjá KÍ,
og tað dámar honum væl. Hann
spælir tó ikki við teimum.
Vøkur fólk
Raian kom higar fyrst í mai
mánaði, saman við mammu síni,
mostur sínari og hennara soni
við konu.
Mamma Raian, Malan, hevur
tvær systrar. Og tær eru allar
búsitandi í Portlandi, Oregon. Og
nú hava tvær teirra og ein partur
av teirra familju sostatt verið
heima og vitjað. Tey eru øll farin
avstað aftur uttan Raian, sum jú
hevur gjørt av at búseta seg her í
eina tíð.
Hann skilir sum sagt málið.
Mamma hansara hevur tosað
føroyskt við hann, og tað hevur
hjálpt honum nógv. Hartil skal
sigast, at tey búðu her í trý ár,
áðrenn Raian fór í skúla. Ta
tíðina minnist hann tó ikki so
nógv til, uttan onkrar vinmenn,
sum hann fekk tá, og nú hevur
fingið høvi til at koma at kenna
aftur. Og tað er hann sera fegin
um.
- Føroyingar eru so blíðir,
sigur hann.
Tá mamma hansara byrjaði at
tosa um hendan túrin, byrjaði
hugskotið um at búseta seg her í
eina tíð at spíra í høvdinum á
Raian. Hann tosaði við mammu
sína um tað, og hon helt tað vera
eitt gott hugskot. Hon royndi so
at greiða honum frá ymiskum
her. Hvussu landið er og so
framvegis.
- Eitt tað fyrsta mamma segði
var, at føroyingar eru eitt vakurt
fólkaslag. Hon segði enntá, at
hon helt, at føroyingar eru tað
vakrasta fólkaslagið í heiminum,
og eg kann bara geva henni rætt,
sigur Raian smílandi og leggur
dent á, at her eru avbera nógv
vøkur fólk at síggja í mun til
fólkatalið.
Raian tosar nógv um munin
millum Føroyar og USA, og tað
ger tað týðuligt, hvussu stutt
hann hevur verið her. Tí at hann
hevur framvegis ikki vant seg við
ymisk viðurskifti.
Hann greiðir frá, at omma
hansara bert hevur eina sjón-
varpsrás, og tað heldur hann er
rotið.
- Handan rásin letur ikki til at
nytta nakað sum helst, so eg
sakni aðrar at velja ímillum,
sigur hann. Eisini letur hann illa
at tónleikinum, tí her ger tað
sama seg galdandi aftur. Hann er
vanur við at hava einar 50 rásir
at velja ímillum, meðan her eru
tað bert tríggjar.
Men hetta eru alt viðurskifti,
sum Raian er vísur í, at hann
kann venja seg við. Hann gleðir
seg til at kunna fara til arbeiðis
og vinna sær nøkur oyru, áðrenn
hann fer yvir aftur, har hann fer
á læraraskúla.
Føroyingar eru sunn og vøkur fólk
20 ára gamli Raian Groenen úr Portlandi, Oregon í USA, er fluttur
heim til Føroyar at búgva hjá ommu síni, Rosu Petersen, í eina tíð.
Hann heldur, at føroyingar eta avbera sunnan mat og munnu vera
eitt tað vakrasta fólkaslagið í heiminum
20 ára gamli Raian Groenen úr USA er júst fluttur heim til Føroya at búgva í eina tíð
C
M
Y
K
23
22