Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

BÓKMENTIR Kim Simonsen Hvussu er hon sjálv, ið vann Norðurlandaráðsvirðislønina 2003? Eru ungar bókmentir í Norðurlondum meiri politiskar í dag? Hvussu brúka høvundar málið í dag? Hvat er hin ís- lendska "New Wave" í bók- mentum? Hvat við finskum yrkingum? Hvat er tað før- oyska í dag innan list og fagurfrøði? Hví dámar Per Højholt so væl oyru? Er grønlendska samfelagið við at upploysast? Hvat hendir innan barna- og ungdómsbókina í dag? - Alt hetta er gjørligt at lesa um í tíðarritinum/árbókini Nordisk Litteratur, sum í ár er komin út sum ein flott árbók á 184 síður, ið kann fáast ókeypis! Blaðið er flottari enn fyrr, fjølbroytt og rúmligt. Føroyingurin og bókmentalekt- arin í norðurlendskum bókment- um á Universitetinum í Keyp- mannahavn, Jógvan Isaksen, er høvuðsblaðstjóri. Saman við honum eru seks aðrir norðurlendskir undirblaðstjórar. Eg var boðin til eina móttøku á Store Strandstræde, har Nord- isk Ministerråd heldur til. Vinnarin av Norðurlandavirðis- lønini í bókmentum í ár, Eva Strøm, segði nøkur orð um støðuna innan bókmentir í dag í Norðurlondum, og Jógvan Isaksen helt røðu. Jógvan hevur ein góða grein um grønlendska høvundin Kelly Berthelsensa stuttsøgur Tarningup ilua (En sjæls inderste kammer), ið eru vreiðar men kanska ikki so samanhangandi. Tað er torført hjá grønlendingunum at skriva seg úr ella fáa fram at skilja, hvørjari støðu teir eru í sum fólk í dag. Grønland er enn á markin- um millum eitt veiðumanna- og eitt ídnaðarsamfelag. Trupul- leikarnir eru stórir í Grønlandi við hash, brennivíni og harð- skapi, har børnini eru teir stóru tapararnir. Øll ættarlið hava brúk fyri kritikarum Eva Strøm tosaði um, at bók- mentakritikkur er neyðugur, og hugleiddi um túrar til onnur Norðurlond um veturin, m.a. um minus tjúgu kuldastig á Ålandi, tá ið tey vóru á fundi um Norðurlendskar bókmentir. Sjálvt trúði hon ikki, at hon fór at vinna. Hon tosaði um tey ymisku, ið vóru í uppskoti í ár. Hvussu fjølbroytt hesi eru. Bókin úr Finlandi var um fjølmiðlar, meðan danin Morten Sønder- gaard skrivar um Italiu, ið fekk hana at hugsa um, at bert tí vit liva í Norðurlondum eru vit ikki avskorin frá Miðeuropa ella New York. Í samrøðu við Oscar Hem- er, sigur Eva Strøm, at henni dámar fleiri av teim donsku yrkjarunum m.a. Pia Tafdrup, Inger Christensen og Morten Søndergaard. Um Inger Christen- sen heldur hon, at Inger átti at fingið Nobelvirðislønina. Eva Strøm er rúmlig og tosar um myndlist og filmlist, m.a. um von Trier og Lucas Moodysson. Hanus Kamban um Regin Dahl Tvær aðrar føroyskar røddir eru við í ársins árbók. Hin fyrri eri eg sjálvur við grein kallað: "Eftersøgningen af det færøske —spændingen imellem national- isme, regionalisme og moderni- tet", ið er ein av teim longu greinunum í hesi bókini. Eg vil ikki siga meiri um hana, tað kunnu onnur, annað enn, at hetta er ein hugleiðing um, hvussu tað føroyska innan m.a. modernaðan tónleik og myndlist nærum altíð er við, men tíðun eisini er frá- verandi innan heilt nýggja mynd- list. Hin føroyingurin er Hanus Kamban, ið altíð skrivar væl og við hjartanum, hesaferð um Regin Dahl í grein kallað: Et skær av ragnarok og gimle — om digteren og komponisten Regin Dahl. Hetta er ein vælskrivað grein og serliga er tað tónasmiðurin Regin, ið hevur áhuga hjá Hanusi. Eg haldi eisini henda tátt vera sera áhugaverdan í føroyskari tónlistasøgu. Lesur man dagbøkurnar hjá Ole Wivel, er Regin júst nevndur sum: "(_) yderst adræt og gennemmusi- kalsk, verbal-ækvilibrist og brændevinselsker med et norrønt tungsind og elskovsimprægneret hjemve efter sine øer i Atlanter- havet var han anderledes end alle andre jeg havde mødt." Nú er greinin hjá Hanusi ikki so long, men fólk gloyma mangan, at Regin hevur arbeitt á Wivelsa Forlag og á Gyldendal, at hann sum ungur var við kring tíðar- ritið Heretica. Regin kendi fólk sum Ola Wivel, Thorkild Bjørn- vig, Martin A. Hansen, Paul la Cour, Bjørn Poulsen, Ole Sarvig. Fleiri av hesum monum hava skrivað vakrar og mangan ær- ligar endurminningar, serliga hjá Wivel fær Regin eina langa og áhugaverda viðgerð. Í Nordisk Litteratur 2003 er sjálvandi eisini ein grein um Hanus Kamban sjálvan, tí hann var í uppskoti til virðislønina í 2003. Hetta er ein stutt grein skrivað av Sindre Hovdenakk, ið ikki veit nógv um Hanus og sigur seg bert duga at lesa týðingina av Hanusi, ið er spell. Greinin segði mær tí lítið og einki. Tað nýggja norðurlendska Ein hin besta greinin er um, hvussu nýggjar bókmentir forma seg í Norðurlondum í dag, ið eru bæði poetiskar og politiskar. Høvundar sum Kristine Næss, Catharina Gripenberg, Monika Ålgars og danirnir Jacob Ejersbo (sí greinin "Bisseby på våge- blus") og Jens Blændstrup. Nýggju høvundarnir hava royndir, hava ferðast, eru væl lærdir, gávaðir, hava álitisstørv og eru t.d. filmleikstjórar, mynd- listafólk, sjónleikarar, blaðfólk o.s.fv. Í dag eru skriviskeið, lítil forløg, tíðarrit ikki longur ein rein undirgrundsmentan, men ein sfera við spennandi fríum og djørvum aktørum, ið stóru for- løgini noyðast at royna at tekkj- ast, tí haðan kemur framtíðin. Tíðin er mest sum farin frá líðandi bohemum og fátækum skribentum. Ístaðin síggja vit kosmopolitiskar konsulentar, kaospilotar, mentunarformidlar- ar, ph.d.´arar og alfevnandi kreativ fólk loypa á at skapa nýggju mentanina við einari stórari tilvitan um bókmentir og list. Poetologiskt síggja vit t.d. eina málsliga aktivismu, kon- kretismu, "Language poetry", alt frá poststrukturalistiskari ástøði til fjølmiðla máloyðilegging. 2 Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro Norðurlendskar bókmentir 2003 Jógvan Isaksen er høvuðsblaðstjóri á norðurlendska bókmentaritinum Nordisk Litteratur Hanus Kamban skrivar um Regin Dahl, og eisini er grein um Hanus Kamban, nú hann var í uppskoti at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina - Nordbok og Norðurlendska Ráðharrastovan givið út árbók Høvundar, ið eru verdir at lesa, eru t.d. Pablo Henrik Llambias, Maria Zennstrøm, Jens Martin Eriksen, Abu Rasul (Matias Feldbakken). Tíðarrit, ið eru verd at lesa, eru t.d. Vinduet, Vagant, OEL, nya BLM, Den blå port, Banana Split, Kritik, Kultur & Klasse, Almen Semiotik, Øverste Kirurgiske og Nordisk Litteratur. At fríggja við málinum Høvundar, serliga yrkjarar, hava í hálvfemsunum brúkt nærum alla orku at yrkja og skriva um málið sjálvt, sum t.d. her hjá Ursula Andkjær Olsen: "At tale i tunger vil sige at kysse/ sproget som sådan. Kysse/ Og for hvis skyld hvis ikke for sproget". Hetta snýr greinin: "Bunden og resten í håret — Om de nye forfatteres affærer med sproget" hjá Stefan Kjerkegaard seg um. Málleitandi og málheimspekiskendar yrking- ar hava verið væl dámdar. Hetta hevur verið ein meginorka og eitt rák í yrkingini í Danmark í hálv- femsunum. Serliga tíðarirtið "Øverste Kriurgiske" kom at punktera "Hvedekorn" og tað meiri hátíðarliga. Per Højholt hevur havt stóran týdning fyri hesi fólk (sí eisini eina grein eftir John Mogensen um Højholt), men vit síggja eisini aðra yrking, ið hevur "loyst" poststruktural- istisku "vit kunnu ikki umboða nakran veruleika, tí yrkja vit bert um okkara egna fragmenteraða jeg, jeg, jeg, mályrking og kanska okkurt um krop og kjøt" trupulleikan, ið ikki var (er) annað enn ein stór og long "talu- seting" av enn einum mótaráki fyri og øðrum eftir. At forarga og endurskapa Bjørn Tór Vilhjálmsson skrivar um tey ungu og nýggju í ís- lendskum bókmentum, ein góð grein. Tore Rem um sjúkligu trongdina hjá høvundum at vísa seg naknar (ekshibisionisma), har hann skrivar um eitt áhuga- vert problem, at høvundar í eini skjótari "internet, sjónvarps og sms" tíð ikki hava so lætt við at koma fram at fjølmiðlunum. Langa samrøðan og rithøvunda- lýsingin er nærum burtur og t.d. danska sjónvarpið hevur hina smartu sendingina "Bestseller", har høvundar fáa 45 sekund at siga okkurt smart. Høvundin Christopher Grøndal helt fyri: "vit eru høvundar, ikki popp- stjørnur. Vit hoyra saman við tí spakuliga". Høvundar sum Byron, Oscar Wilde, Charles Dickens dugdu at brúka geni- tankan at koma sær fram. Okkara fjølmiðlamentan er torfør at tulka og brúka. Franski sosio- logurin Pierre Bourdieu helt fyri, at høvundar livdu í tí bókmenta- liga feltinum (tað ger t.d. eitt blað sum Nordisk Litteratur, forløg, bókhandlar eisini). Hendan greinin roynir at koma fram á eitt veldugt øki, sum t.d. hvør kanoniserar bókmentir? Hvussu er bókmentaliga al- mennið í dag, í mun til fyrr? Hvussu spæla blaðfólk og høvundar saman? Hetta er ov nógv og greinin er ov stutt til tað. Ein stuttlig grein: "At blive mand — Rifbjerg revisited" um bókina: "Nansen og Johansen. Et vintereventyr" eftir Klaus Rif- bjerg, stóra gamla (og súra) høv- undan í donskum bókmentum. Poul Bager skrivar eina grein um hesa løgnu bók um eitt homoerotiskt forhold millum pólfararin Nansen og Hjalmar Johansen, ið livdu tætt saman undir ferðum til Grønlands og polarøkini. Norskir kritikarar (serliga Per Egil Hegge) hava fyri langari tíð síðandi afturvíst nógv av tí Rifbjerg kom fram við, men stuttligt var at síggja norsku Nansen tilbiðanina trína fram. Samanumtikið er árbókin Nordisk Litteratur verd at lesa, eitt slíkt tíðarrit hevur onkrar avmarkingar, m.a., at greinar ikki eru serliga langar ella taka ástøðina fram, ið er hin síðan av bókmentafrøðini. Henda árbók er fyri øll, ið hava áhuga í evninum, og eitt "must" fyri lærarar, bókmentafólk, høvundar og forlagsfólk í Føroyum, ið vilja kunna seg um nýggj rák innan bókmentir í Norðurlondum í dag. Árbókin er ókeypis og kann fáast við at skriva til: Nordbok Nordisk ministerrådets sekretariat Store Strandstræde 18 DK-1255 København K. Danmark Tá eg búði í Fraklandi, var tað ein setningur, eg hoyrdi órógv- andi ofta: "Franskmenn duga ikki mál!" (undirforstaðið: fremmand mál). Tað vóru fransk- menn sjálvur, ið søgdu hetta. Og rætt er, franskmenn duga ikki so væl onnur mál enn sítt egna, (men tað duga tey harafturímóti sera væl). Men í roynd og veru hevur hetta onki at gera við eginleikan hjá franskmonnum at læra, men við fronsku skúlaskip- anina. Málundirvísingin hevur gjøgnumgangandi verið ófull- komin og oftast bert teoretisk, við tí úrsliti, at franskmenn ikki kenna seg væl at tosa fremmand mál. Tá útlendingar so ferðast í Fraklandi er teirra inntrykk, at franskmenn eru ov stoltir at tosa enskt, hvat er rættiliga langt frá sannleikanum. (Sigast skal kortini, at yngra ættarliðið nú tosar væl betur onnur mál, og at undirvísingin man vera væl batnað.) Men høvuðsorsøkin til, at teir ikki dugdu, er, at teir so ofta hava fingið prentað niður í seg, at teir duga ikki mál! Hvør kann duga nakað, tú frá barnsbeini hevur fingið at vita, at tú ikki dugir! Altso kann ein fordómur hava ávirkan á málkunnleikanum hjá einum heilum fólki. Men tað er ikki bara í Frak- landi, at tey hava fordómar við- víkjandi máli. Í Føroyum livir eitt sera avgjørt uppáhald, at føroyskt er ringt at skriva, og at tað er so at siga ógjørligt at læra tað ordiligt, og at tað bara eru nakrir akademikarar úti á Setrinum, sum veruliga duga tað. Hyggur tú kring teg í samfe- lagnum, so kanst tú skjótt fara at halda, at hetta er ongin fordóm- ur, men tann reini og skæri sann- leiki. Bløðini eru so á tremur við stavivillum, at ongin grein, hvussu lítil hon so er, er lýtaleys, - ja, sjálvt stórar yvirskriftir verða prentaðar við villum og fara út í handlarnar uttan at nakar varnast tað, - fyrr enn aftaná.... Tí hóast føroyingar kanska ikki duga at stava, so duga teir ið hvussu so er at finna villur. Tað føroyska paradoksið. Kemur ein bók út á føroysk- um, kann ongin ummælari lata vera við at nýta ein triðing av ummæli sínum til stavivillurnar heldur enn til innihaldið í bókini, og nógv eru tey, sum als ikki síggja ein tekst, men bara síggja villurnar, ið hava sníkt seg inn í hann. Hetta at finna villur er næstan ein fólkasjúka, men so má tað væl saktans eisini vera tí at so nógvar eru, - ongin dugir at skriva! Og um ongin dugir at skriva sítt egna mál, so má tað væl vera tí tað er ov ringt! ov vísindarligt, - gjørt av málfrøð- ingum, ið bara hugsa um tað forna...... o.s.fr...... Vit hava hoyrt hatta alt hundrað ferðir, ikki neyðugt at endurtaka tað.... Nei, føroyskt er ov ringt at skriva! Simpulthen! Men er tað nú veruliga so? Kann tað ikki vera nakað, ið líkist hasum franska syndromin- um í tí? Er føroyskt so nógv verri enn onnur mál? Tað ljóðar eitt sindur løgið í mínum oyrum. Eg meini so við, fronsk børn skriva franskt akkurá sum onki, og har eru heilt nógvir bókstavir, ið ikki vera bornir fram, - vit hava hóast alt bara ð. Kinesisk børn læra at skriva kinesiskt, og tey skulu læra fleiri túsund tekn, vit skulu bara læra níggjogtjúgu. Finsk børn skulu benda í tólv (!) føllum, vit hava bara fýra. Og listin kundi allarhelst verið væl longri av málum, sum ið hvussu so er ikki eru lættari enn føroyskt. Men hvat er so galið? Eru vit so nógv býttari enn onnur? Hvussu ber tað til, at ein stórur partur av okkum koma út aftaná í minsta lagi níggju ára skúla- gongd, (tey flestu nakað væl meira), og duga framvegis ikki at seta ð! (Eg við......) Eg meini, at tað, eins og í tí franska trupulleikanum, er skúlaskipanin, ið eigur feilin. Ikki, at lærararnir ikki duga at undirvísa ella at bøkurnar eru ov vánaligar, men at ov lítil dentur verður lagdur á at læra at skriva, tá vit eru mest til reiðar at læra tað: tey allarfyrstu árini vit koma í skúla. Fyri tað fyrsta byrja vit ikki í skúlanum, fyrr enn vit eru sjey ára gomul, hóast tær flestu kann- ingarnar vísa, at børn eru næm- ast um seks ára aldur. Tá vit so koma í skúla, eru vit har ikki meira enn nakar fáar tímar fyrra- partin í heili trý ár. Av hesum fáu tímum skulu vit eisini læra at rokna (hetta verður gjørt almikið av) og ymiskt annað. Flestu aðra staðni í verðini ganga børn í skúla frá tey eru seks, og hava ein fullan skúladag frá fyrsta degi. Tað tykist ikki, sum tey fáa mein av hesum, (og ganga ikki og reika fyri vág og vind einsamøll seinnapartarnar heldur), og øll vanliga skilagóð børn duga at skriva sítt egna mál, tá skúlagongdin er av. Nei, føroyskt er ikki pettið verri enn onnur mál at skriva, vit læra tað bara ikki meðan tíð er! Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003 3 EG MEINI TAÐ Fordómanna vald Rakel Helmsdal skrivar: Et skær av ragnarok og gimle — om digteren og komponisten Regin Dahl eitur greinin um tónasmiðin og yrkjaran Regin Dahl C M Y K 25 24