leygardagur 14. juni 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
í føroyskum bløðum? Kanst tú
ikki klára teg við donskum
dintlum í donskum bløðum?
- Nei, eg haldi, at føroyingar
seta sær sjálvum og hvørjum
øðrum alt ov nógv mørk. Nógv
av teimum mørkunum áttu at
verið brotin, fyri at gera Føroyar
eitt frælsari stað at liva í. Tað eru
so nógv býtt og ógrundað forboð
í hesum landinum sum tykjast at
raka heldur tilvildarliga. Fyri
stuttum sá eg eina sending um
ginusnið í Sjónvarp Føroya. Um
tað ikki var porno, so veit eg ikki
hvat er. Tað var veruliga grovt
tilfar, men tað er opinbart í lagi,
tí tað letur til, at als eingi mørk
eru fyri hvat júst Sjónvarpi
Føroya kann senda. So tað er alt
eitt sindur løgið í Føroyum
hasum viðvíkjandi.
Hvat vilt tú við øllum hesum
stríðinum?
- Eg vænti, at eg kann fáa føroy-
ingar til at síggja øðrvísi uppá
sensur. At síggja hvussu óneyð-
ugur sensurur í nógvum førum er
við til at gera okkum ólíka fyri
lógini. Tí hvat er sensurur í Før-
oyum. Televarpið má sensurera
filmar við pornografiskum inni-
haldi, men um eg keypi eina
parabol, síggi eg filmarnar kort-
ini. Hvat er so meiningin við
sensurinum.
Er sensurur eftir tínum tykki
bara av tí ónda?
- Nei, sensurur hevur sítt pláss.
Sensurur er neyðugur, tí har skal
vera mark fyri øllum. Men
markið fyri hvat verður góðtikið
í Føroyum eigur bara flytast
nakað nógv longur fram.
Hvussu ber tað til at tú ert farin
so langt sum at geva eitt heilt
blað út regluliga. Er tað ikki eitt
lítið sindur ógvusligt?
- Tað er fyri so vítt eingin grund
til at eg gevi blaðið út onnur enn
tann, at blaðið er øðrvísi enn hini
bløðini. "Ð" er ein markbrótari.
Og so er tað eisini stuttligt at
gera eitt blað. Tað er stuttligt at
koyra fólk fram í ljósið upp á
mín egna máta, og eg royni at
hjálpa teimum fram, sum kanska
ikki hava so lætt við at sleppa í
aðrar fjølmiðlar.
Blívur tú ríkur av tí?
- Nei, eingin blívur ríkur av at
geva eitt øðrvísi blað út í
Føroyum, ávarar Jógvan á Høvd-
anum og leggur stillisliga afturat,
at í ringasta føri kann man blíva
fátækur av tí.
Sjálvur er hann hvørki blivin
ríkur ella fátækur enn. Blaðsølan
hevur akkurát megnað at gjalda
fyri prentingina. Arbeiðslønin
hevur verið frísk luft og tvey-
túsund krónur.
Tað hevur fingið Jógvan á
Høvdanum at taka eina
prinsippiella avgerð.
- At vera blaðútgevari er ikki
nakað fyri meg. Tað verður ikki
tann leiðin, eg fari at velja. Tað
er eitt ógvuliga hart arbeiði,
somikið havi eg lært.
Floyalshandskarnir lagdir
Í løtuni liggur triðja útgávan av
"Ð" klár til prentingar. Í komandi
blað hevur Jógvan á Høvdanum
tikið floyalshandskarnar av og
ætlar sær rættiliga at bjóða
føroyska sensurinum av.
- Higartil havi eg ansað rætti-
liga væl eftir. Genturnar í blað-
num hava ikki víst heilt ber bróst
ella nakað meira ónærisligt enn
tað. Men næstu ferð verður tað
ikki so óskyldugt. Tá verður ikki
spart upp á nakað, ávarar Jógvan
á Høvdanum við einum sindri av
spenningi í røddini.
Higartil ósvaraði spurningurin
er, hvat fer at henda, tá blaðið
kemur út. Tí í prinsippinum er
slíkt ikki loyvt í Føroyum. Sjálv-
ur væntar Jógvan á Høvdanum
ikki, at tað stóra fer at henda,
annað enn at eitt mark verður
flutt eitt petti. Men hann hevur
eisini hugsað møguligu ringastu
støðuna ígjøgnum.
- Tað ringasta sum kann henda
er, at blaðið verður tikið av hill-
unum. Tað kann gerast ein rætti-
liga stórur peningaligur smeitur,
tí tað kostar óhugnaliga nógv at
prenta eitt tílíkt blað. Men um
teir taka mítt blað av hillunum,
so fari eg víðari. Tá havi eg
veruliga nakað at berjast fyri. So
skal alt ruddast vekk, tí lógin
eigur at vera líka fyri øll, eisini í
blaðheiminum. Tá skulu bløð
sum "M" og "Se & Hør" eisini
av hillunum Og so vænti eg, at
útgevararnir av teimum
bløðunum blíva svakir og at
nógvir føroyskir lesarar eisini
blíva rættiliga ónøgdir, sigur
Jógvan á Høvdanum yngri, og
harvið hevur hann bjóða av til
eitt stríð um mørk.
Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003
5
4
Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003
SKRIVING
Rúnar Reistrup
Á niðaru hæddini í høvuðsbygn-
inginum hjá Klaksvíkar Timb-
urhandli finnur tú ein krambakall
við einum lítlum blaðstjóra í
búkinum. Faktiskt hevur hann alt
møguligt í búkinum, ein teknara,
ein yrkjara, ein sangara, ein
plátuvendara og ein provokatør
fyri nú at taka burturúr rúgvuni.
Men aftur til blaðstjóran. Í
desember í fjør sást á fyrsta sinni
eitt føroyskt mannfólkablað á
blaðsøluhillunum. Blaðið kall-
aðist "Ð". Handan útgávuna stóð
Jógvan á Høvdanum yngri, sum
er áðurnevndi krambakallurin.
Síðan tá er "Ð" nummar tvey
komið á gøtuna, og "Ð" nummar
trý liggur til prentingar.
Dygdin á blaðnum sum heild
er upp til eyguni, sum síggja,
men uttan mun til hvørjum
eygum man hyggur úr, so er
blaðið nakað fyri seg. Og tað er
maðurin aftan fyri blaðið sum so
eisini.
Langt úti
Jógvan á Høvdanum var teknarin
og høvundurin handan tekni-
røðirnar "Totalt langt úti", sum
eitt tíðarskeið vórðu prentaðar í
ungdómsílegginum hjá Dimma-
lætting hvønn mikudag. Hetta
tíðarskeið endaði sambært
Jógvani brátt, tá Dimmalætting
mátti blaka eina heila prentaða
útgávu av ungdómsílegginum í
skrell, tí tekning hansara í
blaðnum vísti seg at vera ov
grov.
Teknirøðirnar vóru bæði langt
úti og langt frá vanligari tanka-
gongd, men áhugin fyri teimum
var rættiliga stórur, og tær skaptu
manninum við blýantinum í
hondini eitt navn.
Á føroysku bókasøvnunum
stendur higartil eitt einsamalt
verk eftir Jógvan á Høvdanum
yngra, nevniliga ein útgáva av
teknirøðunum "Langt úti". Ein
útgáva, sum sambært høvundan-
um ikki gekk so væl og sum
neyvan verður endurtikin.
Blýantin hevur Jógvan á
Høvdanum tó ikki gravað niður,
heldur tvørturímóti, tí í vetur
hevur hann sum kvøldskúlalærari
undirvíst klaksvíkingum í at
tekna. Og í framtíðini ætlar hann
at sita hinumegin lærarapultin
sum næmingur á einum
tekniskúla uttanlands.
Ginusøgur gera fólk løgin
Ímeðan vit saman traðka inn á
eina av grillbarrunum í Føroya
næststørsta býi, ljóða tónar frá
teimum báðum ungu russisku
gentunum, sum saman ganga
undir heitinum T.A.T.U. Tær eru
blivnar víðagitnar um alt Europa
ikki bara fyri tónleikin, men
serliga fyri teirra videoløg og
pallframførslur, har tær báðar eru
frekt ílætnar og dúgliga mussast
og kelast. Spurningurin er, um
tær yvirhøvur høvdu fingið loyvi
at framført í Føroyum, og um
videoløg teirra av røttum áttu at
verið sensurerað, áðrenn tey
vórðu sýnd í Føroyum.
Tí Føroyar eru eitt land, har
ein sjónleikur sum Ginusøgur
kann fáa fólk heilt inn um
tinggátt at uppføra seg løgið, og
har tað er ein samfelagstrupul-
leiki, at Canal+ sendir filmar,
sum ikki eru hóskandi fyri børn.
Tað heldur Jógvan á Høvdanum
vera ov langt úti, og tí er hann
einsamallur farin undir eitt stríð
til frama fyri einum nýggjum
frælsari Føroyum við færri
avmarkingum og minni sensuri.
Við blaðnum "Ð", har
avmyndaðar hálv- og heilnaknar
føroyskar gentur prýða síðurnar,
og greinar um konufólk og sex
eru høvuðsinnihald, roynir hann
at trýsta mørkini fyri, hvat man
kann og ikki kann loyva sær at
vísa og skriva í einum føroyskum
fjølmiðli.
Sensururin hongur ikki
saman
Orsøkin til, at stríðsvøllurin bleiv
júst markið fyri, hvussu nógva
nakna húð man kann vísa al-
ment, uttan at fáa lógarinnar
langa arm eftir sær, er sambært
Jógvani á Høvdanum, at hetta er
eitt øki, sum serliga týðuliga
vísir, hvussu serføroyskar
avmarkingar raka tilvildarliga og
stundum býttisliga.
- Tað er til dømis ikki loyvt
føroyskum bløðum at vísa dintlar
og tað, sum verri er. Men eg fái
tað ikki at samsvara við, hvat
donsk bløð, ið verða seld í Før-
oyum, gera, uttan at tað fær av-
leiðingar. Og hinvegin, so bleiv
Playboy tikið av hillunum á
sinni. Men hví er Playboy so
nógv verri enn Se & Hør? Har er
okkurt sum ikki hongur heilt
saman, og tað er heilt vanligt í
føroyska sensurpolitikkinum,
sigur Jógvan á Høvdanum.
Hví er tað so umráðandi at
sleppa at síggja føroyskar dintlar
Eitt stríð um mørk
Hann hevur einaferð verið atvoldin til, at
Føroya størsta tíðindablað mátti blaka eina
heila prentaða útgávu í skrell, tí tekning
hansara í blaðnum var ov grov. Nú hevur
hann sítt egna blað, har hann sjálvur setir
og roynir at flyta mørkini fyri, hvat man
kann og ikki kann í føroyskum fjølmiðlum.
Jógvan á Høvdanum yngri hevur upp á sín
egna hátt tikið stríðið upp fyri einum
nýggjum Føroyum við færri avmarkingum
og størri persónligum frælsi
Eitt slag av idealisti: Sølan av "Ð"
hevur gingið væl, men lønin, Jógvan
á Høvdanum hevur fingið fyri
stríðið sum blaðútgevari, hevur
higartil verið frísk luft og
tveytúsund krónur
C
M
Y
K
26