Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

modernisera nationalismuna hevur verið nógv frammi síðani 1998. Mínar tíðargreinar í bløðunum hava stundum tikið hetta upp til viðgerðar, har eg provokeraður av støðuni, stundum havi sett hart móti hørðum. Hyggja vit eina løtu við modernaðum sosiologiskum brillum eftir føroysku national- ismuni, sum vit kundu hugt eftir øðrum sosiologiskum fyribrigd- um, so sum t.d. javnaðarrørsluni, ella ungdómsmentan í Føroyum, er føroyska nationalisman (tjóð- skaparrørslan) bæði ein politisk rørsla, ið eisini er tengd at einum ávísum lívstíli og lívsformi í Føroyum í dag. Henda rørsla hevur sett seg sjálvan fram við egnari søgu, smaki, endamálum, egnari tilverufatan, kosmologi, hugmyndafrøði og valdi. Henda rørsla er áhugaverd sosiologiskt, tí hon hevur skapt ein domi- nerandi diskurs, ella vit kunnu tosa um, at henda rørsla hevur skapt varandi kognitiv mynstur, ið hava roynt at skilt, ásett og skapt innihaldið í, hvat tað vil siga at vera føroyingur í Før- oyum í dag. Enski sosiologurin Giddens definerar lívsstíl, sum eina eind av virkisroyndum, vanum, gerðum og siðvenju, ið eitt menniskja brúkar. Hesir vanar skapa ein form, eina søgu, har vit kunnu siga frá eini søgu um samleika okkara. Lívsstílur og virði eru rutinur í praksis, ið tó eru refleksivt opnar fyri broyt- ingum, hetta tí samleiki okkara er førur at flyta seg. Var hetta ikki soleiðis, vóru vit noydd, at siga, t.d. einaferð heavy metal tilhangari, fullveldismaður ella sambandsmaður altíð tað sama. Gløggi kritikarin sigur helst her, at Giddens sigur ikki hetta um tjóðskaparligar samleikar, men um sjálvssamleika okkara. Eg haldi, at hetta hoyrir saman í einari dialektiskari prosess í dag. Hetta um vit góðtaka, at tjóð- skaparligir samleikar eisini eru førir fyri at flyta seg í dag, broytast sum alt annað og minna tí um vanliga samleikan hjá tí einstaka. Eitt nú enski sosiologurin Anthony Giddens meinar, at vit liva í einum post- siðbundnum samfelag, ið er merkt av moderniteti, har vit ikki í sama mun kunnu tulka tilver- una longur við at vísa á gamlar siðir, ið kunnu vísa, hvat vit skulu gera. Føroyska eindar- mentanin ella tankin um hana, skuldi tí verið burtur. Teir siðir, ið hoyrdu til hesa eindarmentan, eru nærum burtur. Nýggir hava tikið teirra stað. Samfelagið er meir pluralistiskt, enn merkt av eind. Hetta er ikki beinleiðis negativt, hevur kanska í støðum sínar vansar, men er ein menn- ing, ið ikki er til at broyta. Vit eiga tí at læra okkum at liva við hesum, á besta hátt, nú heldur enn seinni. Tjóðskapur og ironi Kunnu vit hava eitt seinmodern- að/postmodernað ironiskt for- hold til alla tjóðskaparmentan, til tjóðsangin, flaggið, føroysk klæðir, flaggdagsrøður og hetta at vera føroyingur? Reint sosiologiskt er tjóðskaparlig mentan útkrystaliserað sum ein lívsstílur millum aðrar í Føroyum í dag. Fara vit til granskaran Bene- dict Anderson, so heldur hann, at nationalisman ikki bert kann vera ein hugmyndafrøði, tí meiri er hon í ætt við hugtøk sum skyldskapur og trúgv, heldur enn við hugtøk sum "liberalisma" ella "fasisma". Tað er á henda hátt, nógv stytt, at hann kemur fram til tankan um national- ismuna sum ein "ímyndaðan felagsskap". Renan er kendur fyri at siga, at slíkir ímyndaðir felagsskapir byggja á, at fólk í eini tjóð hava ymiskt til felags, og at tey hava tað til felags, at tey hava hava gloymt eins nógv tey eru samd um minnast og virða. Ernest Gellner fór víðari, tá hann helt fyri, at eingin er "vaktur" tjóðskaparliga. Tað er nationalisman, ið hevur sjálv skapt tjóðir, har júst ongar vóru. Anderson finnist at Gellner her, tí Anderson sær ikki nakran mun á "skaptum" ella "veruligum" tjóðum. Tjóðskaparlig mentan Anderson heldur, sum aðrir fyri, at tjóðin gjørdist suveræn, sum í orðabókini er týtt til: fullveldi, einræðis-, einaráðandi; alkønur; ósigrandi, sum ikki verður vunnin. Júst hesin tankin kom fram, meina bæði Gellner og Anderson, tí at tankin um tjóðina varð skaptur í eini tíð, tá upp- lýsing og kollveltingar høvdu máað støðið undan bæði kongs- valdi, kirkjuvaldi og trúnni, sum eina savnandi hugsjón. Hugtakið um tjóðina fekk framgong í eini tíð, tá tey, ið trúðu uppá eina alheimstrúarstevnu, vóru noydd at góðtaka, at tað vóru fleiri heimsreligiónir. Hesar religiónir høvdu fyrr kravt at umsita sann- leikan. Tað var í hesum andaliga umhvørvinum, har agrara bónda- samfelagið, kongs- og feudal- veldið sukku í grús, at national- istar settu alt álit til tankan um tjóðina, ið varð settur saman við tankanum um frælsi í tí suve- ræna statinum. Nationalistiskar rørslur hava ongantíð hugt eftir veruligum ójavnað, um fólk vóru misnýtt — tankin um tjóðina var settur saman við eini djúpari kenslu av felagsskapi og vina- lagi. Tað er hesin tankin um hetta "vinalag" og hendan "felags- skap", ið hevur skapt eina horisontala og avmarkaða mentan, ið til tíðir hevur verið so sterk, at fólk fegin hava vilja dripið og doyð fyri hesa hugsjón. Leggja vit á ein annan bógv aftur, og skifta "brillur", og seta á eina modernaða sosiologi stevnu í staðin, so er spurning- urin helst, um vit refleksivt kunnu velja tjóðskaparmentan okkara sum ein hvønn annan lívsstíl, fram um ella heilt frá- velja alt tað tjóðskaparliga? Kunnu vit velja ein annan lívs- stíl, tí vit liva í modernitetinum, har júst hetta er gjørligt? Eru sosialir og tjóðskaparligir samleikar í einum samfelag merktir av moderniteti, nakað vit refleksivt velja? Kanska er neyðugt at royna at skilja kensl- una av tjóðskapi, sum ein sosialan lívsstíl vit velja, har vit royna at stimbra samleika okkara, og sum eitt arvað kognitiv mynstur. Eitt kognitivt mynstur er mangan nakað vit leggja oman á tilveruna. Hetta kann t.d. vera eitt slag av alfevn- andi undirliggjandi hugsan (diskursi), ið er sera torførur at broyta, tí vit mangan ikki eru so refleksiv ella varin við júst hetta, at hesi mynstur t.d. liggja goymd í mátanum, vit umrøða eitt hvørt. Tí er tjóðskapur og nationalisma helst ikki bert nakað vit velja, men eisini nakað vit kanska læra. Eitt kognitivt mynstur lærir okkum eina hugsan um leiklutir, um t.d. menn og kvinnur, um at vera føroyingur í heiminum í dag. Bert vitan, ástøði og ein nakað fremmandagerandi frástøða kann fáa okkum at vakna. Um vit evna at fáa eina frástøðu, kunnu vit síggja hesi mynstur í okkum sjálvum, at tey hava valdið á okkum nú sum fyrr. Her spæla fjølmiðlanir ein leiklut, tí hesir sementera mangan hesi mynstur, uttan at vita tað, heldur enn at royna at broyta tey, ella at gera okkum við hetta. Hóast nøkur eru fødd við t.d. einum tjóðskaparligum kognitivum mynstri, tey leggja oman yvir heimin, ið avgera teirra mentala sjónarring, kunnu tey broyta fatan, men tað er torført. Hetta sama kann eisini sigast um t.d. eitt "kristið mynstur" og eitt "sambands mynstur". 6 Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003 Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003 7 ESSAY Kim Simonsen Gjørligt er at liva í Føroyum, púrt uttan, at tjóðskaparlig mentan skal vera avgerandi. Vit kunnu hava tað óendaliga gott og stuttligt í Føroyum uttan, at hetta skal vera hin berandi konstruktiónin. Men kunnu vit hava eitt praktiskt ella ironiskt forhold til tjóðsangin, flaggið, føroysk klæðir og hetta at vera føroyingur? Fer tíðin at broytast, so vit at enda síggja gomlu tjóðskaparligu mentanina hvørva úr tilveru okkara eins og sangirnir frá Songbók Føroya Fólks? Tað, ið helst er ein nýggj fortreyt reint sosiologiskt, er, at tjóðskaparlig mentan helst er um at enda sum ein lívsstílur millum aðrar í Føroyum í dag. Spurningurin er so, um vit refleksivt kunnu velja hendan lívsstíl, ella ein annan, í modernitetinum, har júst hetta sigst vera gjørligt? Eg haldi meg hava sett tjóð- skaparliga mentan fram sum evni í greinum. Eg havi roynt at sett hetta inn í ein kontekst, og endurtulkað mangt, vit vanliga hava góðtikið stillisliga sum føroyska tjóðarbygging. Mangan havi eg lagt á at tulka hesa rørslu, hennara veruleikakjøl- festu, heimspeki og mytur, við brillum frá gransking innan nationalismu og frá modernaðari sosiologi. Eg eri sum so eingin klassiskur tjóðarbyggjari, og kenni ikki eina ábyrgd sum so handan vegin. Hetta at vera ein jaligur serfrøðingur, ið skal siga hvørja leið vit eiga at halda í staðin, liggur heldur ikki til mín. Hvørki orðið jaligur ella serfrøð- ingur smakka væl. Hetta er helst alt ov álvarsligt og spennandi mál til, at bert nøkur fá skulu kunna siga sína meining. Tað eg vil, er at víðka hugtøkini um alt føroyskt, um føroyska mentan og samleika — soleiðis royna at seta fram eina aðra leið fyri at gera mentanina meiri fjølbroytta og sterka, soleiðis, at hon júst kann taka við og ímóti týðandi mentunarbroytingum. Hetta er eitt annað slag av tjóðarbygging, uttan farran av nationalismu, sjálvrósi ella vilja til at endur- skapa ein retorik, ið bert vil hálova landi og fólki, tí fólksliga og nationalromantiska folklorist- iska. Rós, sjálvrós og tjóðskapar- ligt reyp eru einki annað enn skaðiligt. Við at rósa kann man fáa einum persón og helst eina tjóð at sovna í sjálvgleði, fáfongd og hástórum reypi, ið rungar av hugmóðigari talu og sjálvstoltum ótta fyri atfinning. Mangan er tað hin mest rósandi, ið ikki vil einum tað væl, men vil vinna tokka og smikra seg inn í hjartað á fólki. Hinvegin kann eitt vist atfinningarsemi og ein konstruktivur kritikkur fremja og hvessa vit og skil. Tað er ikki eins lætt at fáa eina lættkeypta fólkaeydnu, um ein velur henda hættisliga leiklut, har ein vandin, atfinningarsamur heldur á at tulka og skildøma um mentan, politik, - tað eru júst slíkar tulkingar, ið kunnu vera at gagni. Allar mentunarbroytingar eiga at byrja og enda við kjaki, hugskotum — ið liva víðari í hugaheiminum hjá lesarum, ið minnast kjakið. Gjørligt er ikki at broyta samfelagið ella ment- anina alt í einum, at upploysa alla tjóðskaparliga mentan. Í hesum greinum vil eg royna at útgreiða, hvat liggur ella býr undir mínum atfinningum av tjóðskaparmentan okkara (og aðrar staðir). Eg trúgvi, at vit skulu leggja okkara fortreytir fram. Vita vit, hvat vit vilja siga, tora vit eisini at leggja so nógvar keldur og millumrokningar fram sum til ber. Tjóðskapur sum ein modernaður lívsformur Føroyskur tjóðskapur byggir á ymisk virði. Ein roynd at Hin berandi konstruk- tiónin í Føroysku tjóðini Eitt mentunarligt essay um ein møguligan triðja veg Fyrsti partur Kunnu vit hava eitt seinmodernað/ postmodernað ironiskt forhold til alla tjóðskaparmentan, til tjóðsangin, flaggið, føroysk klæðir, flaggdagsrøður og hetta at vera føroyingur, spyr Kim Simonsen Ein roynd at modernisera nationalismuna hevur verið nógv frammi síðani 1998, har Tjóðveldisflokkurin og Høgni Hoydal hava gingið á odda