Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 30 8 Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003 JOSEF STALIN — EITT FIMTI ÁRA MINNI EIN NIÐURSTØÐA MINNI Hanus Kamban Sætti partur TANN EINSTAKI OG SØGAN Í ÁTTANDA og seinasta parti av hesi viðgerð — sum snýr seg um ta týdningarmestu politisku rørsluna í heiminum í 20. øld — er ætlanin at taka saman um, draga fram nøkur høvuðs- eyðkennir við stalinismuni og greiða eitt sindur frá hennara ávirkan uttan fyri Europa og Russland. Samstundis er ætlanin at víðka perspektivið við at seta hesa hugmyndafrøði í samband við aðrar spurningar og rørslur, eitt nú tjóðskap, høgravongin og sokallað demokratisk lond sum USA og Ísrael. Latið okkum allarfyrst eina ferð enn hyggja at tí mótsagnarkendu søgugongd, sum fyrstu ferð førdi hesa hugmyndafrøði til sigur. Leiðin hjá einum einstøkum persóni, Jósef Vissarionovitj Dsjugasjvili úr Georgia, til at fáa alt valdið í einum av heimsins størstu ríkjum gongur eftir einum vegi, har tríggjar skipanir — eitt einaveldi, eitt fólkaræði og í triðju atløgu ein einstakur maður - smokka saman og farast. Tann fyrsta av hesum skipanum, zarveldið í Russlandi, dettur sundur í februar 1917 sum ein seinkað avleiðing av bardaganum, sum byrjaði trý ár framman- undan. Onnur skipanin er tann russiska fyribilsstjórnin, sum missir takið og fer í søguna, tá Kornilov ovasti ger uppreistur á heysti 1917. Tann triðja skipanin er eitt menniskja, Vladimir Uljanov, róptur Lenin, hvørs andaligi førleiki ferst, tá sjúka — atherosklerosa - rakar hann í tíðini 1922-24. Í øllum trimum førunum verður til, í tí skipanin brotnar og ferst, ein tómi, eitt valdsvakuum, sum so verður hersett av eini politiskari organismu, sum treingist, smalkar og verður naskari fyri hvørt umfar — er fyrst ein tjóð, síðani ein lítil politiskur flokkur og í triðja og seinasta umfari ein einstakur persónur. Henda gongd er merkilig og, um ein hugsar hugmyndafrøðiliga, á ein hátt mótsagnarkend. Tí sambært einum serligum slag av grovmarxismu er tað ikki tann einstaki, sum skapar søguna, men stættir og handaligar og búskaparligar atvoldir. Tann hugsan, at tann einstaki hevur ávirkan á søgunnar gongd, er sambært marxismuni bygd á sand og dømi um "optiska sjónhvørving". Støðan er sostatt tann, í Russlandi í árunum 1917-29, at ein einstakur persónur fær alt valdið — bæði í sam- felagnum og at enda yvir hvørjum einstøkum húski — men at hann virkar í eini skipan og mentan, sum hvørki í sínum ástøði ella í síni almennu útsøgn viðurkennir ávirkan hins einstaka, men bara stættatogan og búskaparligar og handaligar atvoldir. Fyrimunirnir, úr valdsharrans sjónarmiði, við eini slíkari Søgnin ... mótsøgn, eru optimalir. Tí hann kann útinna óavmarkað vald og samstundis krógva sín persón og sína valdsfremjan aftan fyri ta hvørvsjón, sum grovmarxisman — við síni hugsan um, at persónsávirkan er optiskt gykl — kastar yvir hann. HVØR VAR JOSEF STALIN? KOMIN SO langt kunnu vit staðfesta, at marxisman, í síni hugsan um hin einstaka, sum í so mongum øðrum lutum, er ein ófullkomin og svikalig læra. Og ein avleiðing av hesi sannroynd er, at søgugransking, tá hon skal meta um søgunnar gongd, ikki sleppir undan at taka ta subjektivu atvoldina við — og sostatt eisini sálarlig viðurskiftir, persónligar eginleikar og psýkosøgu. Hyggur ein nú at menniskjanum Josef Stalin, heftir ein seg við eginleikar sum viljastyrki, eirindaloysi, hevnissemi, taktiskar snildir. Einki óvanligt er við hesum. Meira áhugavert er, at okkara hetja sýnist at vera menniskjakennari, ein førleiki, sum er bæði sjáldsamur og — í einum og hvørjum stríði um vald — ómetaliga hentur. Skulu vit meta um, hvat var evsta stavnhald hjá hesum manni, so er svarið stutt: tað var at vinna vald, óskert og óavmarkað vald, vald fyri valdsins sakir, vald sum substitutt fyri alla aðra menniskjansliga stremban — eros, vakurleika ella sannleika. Ein ikki minni týdningarmikil megin- lind í psýkosøguni hjá okkara hetju er fáfongdin, ynski um í øllum lutum at bera av øðrum, ein trá, sum var væl krógvað og av tí sama serliga hættislig, og sum seyg sær megi og stimbur úr øllum teimum rakárum, tá hesin maður helt seg vera vanvirdan og forfjónaðan av gávuríkari, málreystari og bragdligari lagsbrøðrum. Fáfongdin kemur m.a. til sjóndar í tí, at hesin maður at kalla altíð vísir seg í hvítum búna, sum letst hann at vera bæði úrmælingur og eingil, hóast hann í roynd og veru er ein Jago í Kristusar líki. Nikolaj Bukharin, sum kendi Stalin betur enn tey flestu, tekur soleiðis til um hesa fáfongd: Hann er ólukkuligur, tí hann ikki megnar at sannføra øll, eisini seg sjálvan, um, at hann er størri enn øll onnur, og tí hann er ólukkuligur um hetta, kann hann ikki halda sær frá at hevna seg inn á menniskjur ... og serliga tey menniskjur, sum á onkran hátt eru størri og betri enn hann. Um onkur talar sína sak betur enn hann, er hesin persónur glataður! Stalin fer ikki at lata hann liva, tí hesin persónur fer áhaldandi at minna hann um, at hann, Stalin, ikki er tann fremsti og besti. Millum aðrar høvuðslindir í psýkosøguni hjá okkara hetju eru narsissisma, megalomani og paranoia. Tað fyrsta av hesum fyribrigdum er í okkara sambandi serliga áhugavert. Har marxisman sum hugmyndafrøði sá søguna sum úrslit av eini togan millum uttanveltaðar kreftir, tvingaði Josef Stalin veruleikan — sítt húski, sínar vinir, sín flokk, og at enda alt tað russiska fólkið — til at rætta seg eftir sínum egna persónliga tørvi. Hann var eitt menniskja og hevði kenslur — fyri konu og børnum, fyri vinum. Men um tey, hann var góður við, ikki gjørdu hansara tørvi eftir vild, slepti hann teimum. Svetlana, dóttir hansara, sigur um hetta: Tá ið "veruleikin" sannførdi pápa um, at onkur, sum hann kendi væl, hevði víst seg at vera "svíkjari", hendi eitt sálarligt hamskifti í honum ... Í hesi løtu ... helt fortíðin uppat at vera til fyri honum. Vinskapur og stríð í mong ár fyri eini felags sak, tað kundi alt líka so væl ongantíð havt verið til. Hann kundi strika tað alt út við einum viðbragdi — og X var glataður. "So, tú hevur svikið meg", teskaði ein djevil innantanna. "Eg kenni teg als ikki longur". HALGUR TERROR UM VIT nú fara frá tí einstaka og psýko- søguni, hvat er tað so, sum ger stalin- ismuna til eitt serstakt politiskt fyribrigdi í 20. øld? Valdshugur og eirindaloysi, morð og terror seta ár um ár sín dám á søguna, eisini í okkara tíð og eisini í londum, sum rópa seg demokratisk. Eyðkent fyri stalinismuna er, at fólka- morð og terror í hesi skipan ikki eru viðfáningur ella hissini tilburður, men sjálvur kjarnin, og ikki bara tað, hópmorð, píning og terror verða í hesi læru sakral hugtøk og fyribrigdir, heilagir miðlar í tænastu hjá eini heilagari sak. Franski yrkjarin og kommunisturin Louis Aragon lýsir hesa morðsins og pínslunnar heilaggerð fyrimyndarliga í hesi (vánaligu) Whitman-ávirkaðu yrking til ta kommunistisku loyniløgregluna: Eg syngi um tað GPU, sum nú verður skapt í Fraklandi. Eg syngi um tað GPU, sum Fraklandi tørvar. Krevjið eitt GPU! Tykkum tørvar eitt GPU! Leingi livi GPU, tann dialektiska ímyndin av reystleika! Tað kann kanska løna seg, fyri at síggja hesi viðurskiftir í einum víðari perspektivi, at hyggja at hugtøkum sum átrúna og morali. Um vit fara til bókmentasøguna, so lýsir Shakespeare í sjónleikinum Rikardi III ein 15. aldar valdsharra í Bretlandi, sum fremur morð, m.a. móti sínum smáu bróðursonum, fyri valdsins sakir. Men í tí endaliga stríðnum verður valdsharrin feldur innanífrá, av síni egnu svørtu samvitsku. Dostojevskij lýsir í Raskolnikov yvirmenniskjað, sum tekur sær rætt til at seta seg upp um etiskar reglur og fremja morð. Men skaldsøgan er søkklaðin við angist og endar við eini langtan eftir bót. Í tí nýggja universinum, sum Lenin og Stalin skaptu, og sum Aragon hálovar, er henda samvitskan ikki til longur. Tað ber til at eyðmýkja, pína og myrða grannan í húsunum yvirav, gentuna, sum lakkar paradís í túninum, bóndan á markini og arbeiðaran við spakanum — og tað er sum at flysa eplir. Einki órógvar valds- harrans náttarsvøvn. Eins og Robespierre framdu Lenin og Stalin brotsgerðir móti vanligum fólki, sum hvørki Ludvík XVI ella Nikolai II — kongar gaman í, men umboð fyri ein eldri og hægri moral — høvdu troystað sær at gjørt. Ivaleyst er tað hetta, danski gud- frøðingurin Ole Jensen sipar til, tá hann heldur fyri, at menniskjan ikki longur megnar at skammast. Thomas Mann lýsir hesa nýggju mentan í skaldsøguni Gandafjallið, 1924, har hann letur humanistin Settembrini og jesuittin Naphta skifta orð um framtíðina: "Nei", helt Naphta fram, "frígering og menning hins einstaka eru ikki lykil til øldina, eru ikki tað sum okkara øld hevur brúk fyri. Tað, henni tørvar, tað hon strembar eftir, tað hon fer at skapa — er Terror." HARÐRÆÐISINS TVITØK EYÐKENT FYRI hetta nýggja slagið av harðræði er, at tað — mótvegis einum fólkaræði, sum tað kann taka øldir at menna og skapa — ikki eigur natúrliga gróðrarmegi. Linkar terrorin, dettur skipanin sundur. Og longu fáar vikur eftir at Stalin var deyður, fór hansara skipan at vikna. Teir fyrstu, sum gjørdu uppreistur — hetta var í apríl 1953 - vóru arbeiðarar í býnum Pilsen í Kekkia. Sama árið var uppreistur í DDR. Í 1956 helt Khrustjov sína gitnu røðu á tí 20. flokstinginum í Moskva, har hann tók fyrsta stigið til eina uppgerð við stalinismuna. Sama árið kom uppreisturin í Ungarn og átta ár seinni uppreisturin í Kekkoslovakia. Breznjev og Kosygin royndu risthentir at hótta við dryppandi glerpípum. Men tá ið Mikhail Gorbatjov gjørdist aðalskrivari í 1985 og fór at tosa um glasnost og perestrojka, rapaði kort- húsið. Fá ár seinni var stalinisman — í USSR og tess fríholtsríkjum — farin í søguna. Hugsar ein um avleiðingarnar, eydnaðist tann stalinska skipanin nógv betur í tí triðja heiminum, og serstakliga í Asia, enn í t.d. Eystureuropa. So løgið tað kann ljóða, valdu kommunistaflokkar í triðjaheimslondum eftir 2. heimsbardaga at endurtaka tann vanlukkuliga politikk, sum hevði verið førdur í USSR frá 1929. Millum hesi lond vóru Kina, Vietnam, Norðurkorea, Kampuchea, Kuba og Irak. Mistøkini og líðingarnar í USSR vórðu nú endurtikin, við frábrigdum, í globalum máli. Talið á teimum, ið lótu lív orsakað av hesum politikki, varð á henda hátt meira enn trífaldað — vaks frá millum 23 og 30 milliónir til o.u. 100 milliónir. Sum dømi um hesa stalinismunnar altjóðagerð kunnu vit taka heimsins størsta land, Kina. Eftir at kommunistar høvdu fingið valdið har í 1949, varð stalinskur politikkur settur í verk í serstakliga trimum høvuðsbylgjum — búnaðarpolitikkinum í 50´unum, Fram- lopinum Mikla 1959-61 og mentunar- kollveltingini 1966-76. Tann mest radikala av hesum atgerðum var Framlopið Mikla 1959-61. Ætlanin við hesum politikki var at skrumla eina búnaðarkollvelting ígjøgnum og á henda hátt eftir stuttari tíð at fleirfalda grøðina í Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003 9 Framhald á næstu síðu og veruleikin 31