leygardagur 14. juni 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003
Kina. Fyrst vórðu bøndurnir tvingaðir inn
í risastór sambýlir. Síðani fingu teir
harraboð um t.d. at sáa fræið tættari, at
sáa hveiti í staðin fyri bygg á háslættun-
um og at drepa allar spurvar (tí teir ótu
fræið).
Í fyrstuni tóktust hugskotini hjá
Róðursmanninum Mikla at bera frukt, og
hvørvisjónin bleiv ikki minni glæsilig av
tí, at hjartkiptir hagfrøðingar falsaðu síni
hagtøl. Men skjótt var greitt, at framlopið
var ein vanlukka. Jørðin, sum ikki toldi ta
útpíning, sum stóðst av eitt nú ov tættari
fræan, tornaði upp, hveitin treivst ikki upp
í fjøllunum, spurvadeyðin økti um talið á
smáum snúltidjórum osfr. Avleiðingin var
størsta hungursneyð, sum heimssøgan veit
um at siga.
Longu stutt eftir at teir høvdu tikið
valdið í Kina, vóru Mao og hansara lags-
brøður farnir undir at fremja einsrætting,
kúgan og morð í landinum. Tað velduga
ríkið var sandrað við savningarlegum -
laogai. Hóast milliónir vórðu skotnar ella
píndar til deyðis, legði Mao sum heild
størri dent á heilatvátt enn Stalin. Heila-
tvátturin, sum kundi taka mong ár, hevði
til endamáls at rudda burtur sjálvt minsta
tekin um sjálvstøðu ella persónleika hjá tí
dømda.
Hvat pínsluháttum viðvíkir, ríkaði
Róðursmaðurin Mikli ta stalinsku skipan-
ina við ymiskum etniskum frábrigdum og
nýskapanum. Eitt nú var tað rættiliga
vanligt í Kina at jarða fólk livandi. Somu-
leiðis var mannaát vanligt, ikki sum
nakað, fólk gjørdu av neyð, men sum ein
partur av sannari, solidariskari mentan, og
fólk kundu t.d. býta um børn við hesum
framkomna endamáli. Summastaðni
vórðu børn dripin, kókað og brúkt til tøð.
TIBET
SUM LONGU nevnt bygdi USSR frá
1939 upp eitt imperialistiskt hjálanda-
veldi, sum serliga eftir 1945 víðkaði um
sín haga, og sum ikki fór endaliga í
søguna fyrr enn í 1989. Tá ið Kina árini
1950-51 gjørdi innrás í Tibet, tók Mao
upp hesa somu imperialistisku kósina.
Atgerðirnar í Tibet — tvingsilssambýlir,
savningarlegur, kúging og morð — raktu
so meint, at talan at kalla var um fólka-
morð. Sum Dalai Lama tók til, vóru
hansara landsmenn "ikki bara skotnir,
men eisini bardir í hel, krossfestir, brendir
livandi, druknaðir, lamløstaðir, svøltaðir
til deyðis, kvaldir, hongdir, kókaðir í hel,
grivnir livandi, sundurskornir ella
hálshøgdir".
Men meira áhugaverdur var ágangurin
móti fólksins mentan og átrúna, sum varð
nógv herdur, tá ið tibetanar í 1959 gjørdu
uppreistur í Lhasa. Kleystur og tempul
vórðu týnd, standmyndir smeltaðar um,
heilag rit brend og mandalur sorlaðar.
Landsins andaligi leiðari, Dalai Lama
tann fjúrtandi, noyddist at flýggja við
100.000 monnum. Mentunarkollveltingin
kom, og Mao beitti tann garvilla kinesiska
ungdómin á landsins andsmennir. Tá ið
hon var av, vóru 13 av 6259 kleystrum
eftir í Tibet. Í 1973 hevði eitt stoypivirki í
Beijing savnað saman 600 tons av
tibetanskum standmyndum. Tibetanar
noyddust at geva sínum børnum kinesisk
nøvn, og til 1979 at geva teimum
undirvísing á mandarin-máli. Mett verður,
at ágangurin móti Tibet hevur kostað o.u.
800.000 mannalív.
STALINISMA OG FASCISMA
EFTIR HESA viðgerð — um stalinism-
unnar altjóðagerð — venda vit okkum til
eitt annað mál, nevniliga sambandið
millum stalinismu og fascismu. Vanlig
hugsan hevur verið, at hesar rørslur,
umboðandi ávikavist vinstra- og
høgravongin, vóru andstaddar, so langt
hvør frá aðrari sum hugsast kann. Men
longu meðan tær vóru ungar, vístu nakrar
heimspekingar og søgufrøðingar á, at tær í
týðandi lutum vóru merkiliga líkar.
Felags fyri stalinismu og fascismu (og
nazismu) er, at báðar hesar lærur venda
sær ímóti fólkaræði, humanistiskum
virðum og góðtiknum morali, og at tær,
har tær valda, rudda av vegnum fólka-
ræðislig eyðkennir sum fundarfrælsi,
talufrælsi og valdsins tríbýti.
Tað politiska valdið, soleiðis sum vit
kenna tað í fólkaræðum í dag, nertir
vanliga ikki tað, vit rópa intimsferuna,
menniskjanna nærumhvørvi. Men bæði
stalinisma og fascisma hertaka eisini
intimsferuna, heimið, tankan, kenslurnar.
Báðar lærur hava eisini tað í felag, at tær
dyrka harðskap, ikki bara sum veg til eitt
úrslit, men sum virði og hugtak. Tað er
sigandi, at tann franski heimspekingurin
Georges Sorel (1847-1922), ein tann
fyrsti, sum hevur prísað harðskapi sum
virði, helt nógv um kommunistin Lenin
og fascistin Mussolini.
Skyldskapurin millum stalinismu og
fascismu er ikki bara hugmyndafrøðiligur,
men eisini ítøkiligur. Tað er sum odda-
menninir í báðum rørslum kveita yvir um
landamark og læra hvør av øðrum. Tá ið
eldur kom í týska tinghúsið í Berlin í
1933, var Marinus van der Lubbe ákærdur
og dømdur fyri gerðina, hóast vanlig
hugsan tá var, at nazistar høvdu sett eld á
bygningin. Somu snildir vórðu brúktar, tá
Kirov varð skotin í 1934, helst eftir
boðum úr Kreml. Báðar hendingar vórðu
brúktar sum undanførslur til at seta í verk
ógvisligar útreinsingar.
Men tað kanska mest áhugaverda í
hesum líkleika er, at báðar hesar lærur
tykjast at umboða ein afturróður á farin
søgulig mið, eina rebarbarisatión. Tað
utopia, sum bæði Lenin, Stalin og Hitler
lova sínum næmingum, er tann mið-
aldarligi dreymurin um eitt ævinligt ríki
frítt fyri andsagnir, neyð ella ólukku. Eitt
meginhugtak í hesum miðaldarliga
universi er tankin um tey óndu, Antikrists
fjøldir, sum skulu beinast av vegnum,
áðrenn vegurin er gongdur, og tað eru,
sum vita vita, í stalinismuni eitt nú
kulakkar og í nazismuni jødar. Hitt
meginhugtakið er tankin um Føraran, tann
alvísa og algóða frelsaran, sum stendur á
odda í stríðnum.
EITT KALT GOS ÚR MIÐØLDINI
RÆTTARMÁLINI Í Moskva og
aðrastaðni, har teir ákærdu viðgingu seg
sekar í gerðum, teir ikki høvdu gjørt, og
har vitnisburður varð fingin til vega við
píning, eru eitt gott dømi um hesa
afturvendan til miðøldina. Eitt er, at tann
løgfrøðiliga siðvenjan undir hesum sakum
var miðaldarlig. Ikki minni forvitnisligt
er, at vit í miðøldini finna dømir um
rættarmál, sum í øllum lutum líkjast
hesum sakum.
Fyrst í 14. øld setti franski kongurin
Filip IV sær fyri at beina fyri tempul-
riddarunum, einamest tí hann tráaði eftir
teirra ómetaliga ríkidømi. Í hesum
atgerðum, sum fóru fram í tíðini 1307-14,
vóru tempulriddararnir lagdir undir
alskyns óreinsskap, skemd og gudloysi, og
teir vórðu við píning hóttir til at viðganga
seg sekar.
Tað eydnaðist kongi at smildra tempul-
harraregluna og fáa hennara ognir. Hóast
atgerðirnar hjá Filip IV, aftur ímóti rættar-
málunum í USSR í 20. øld, vóru amatør-
kendar, eydnaðust tær sera væl sum
propaganda. Ikki fyrr enn í 1813 fóru
søgufrøðingar at ivast í, um nakað var í
hesum skuldsetingum.
STALINISMA OG TJÓÐSKAPUR
EIN ANNAR spurningur, sum hóskandi
kann verða tikin upp í eini niðurstøðu, er
sambandið millum stalinismu og tjóðskap.
Ofta hevur verið ført fram, at kommun-
isman er ein altjóðarørslu, og at hon
sostatt er í andsøgn til ta meira ráu,
heimføddu og grefligu nationalismuna.
Eftir mínum tykki er hetta sjónarmið ikki
rætt. Kommunisman, og serstakliga
stalinisman, hevði dám av stórrussiskari
nationalismu og vendi sær av hesi orsøk
ímóti mongum av teimum tjóðskaparligu
rørslum, sum hildu fram at virka í
landsins mongu tjóðarbólkum.
Í hesum sambandi kann tað víðka
perspektivið, um ein ger vart við ein mun
ella eina distinktión ímillum tvey sløg av
tjóðskapi — tjóðskaparkenslu (t.e.
nationala kenslu) og nationalismu. Tað
fyrra av hesum hugtøkum fatar um ein
natúrligan tokka til eins mál og mentan,
flættaðan saman við eini - kanska kámari
- fatan av samleika og einum vilja til at
verja og varðveita henda samleika. Hetta
slagið av nationalum hugburði er ein
innankensla, sum sýgur sær megi úr
tryggleika og støðufesti. Tað seinni slagið
er ein harðrend chauvinisma, sum sýgur
sær megi úr innantóma og innanótrygd,
sum brúkar orðabrask og ofta í síni grund
er autoriter.
Hetta seinna slagið av tjóðskaparkenslu
— nationalisman — var ein flógv í
stalinismuni. Mangar av atgerðunum, sum
vórðu framdar móti ymiskum tjóðar-
bólkum í Sovjetsamveldinum — eitt nú
royndir at russifisera Baltikum, seta fót
fyri málstríðnum í Ukraina, tvingsilsflyta
kekenar, asjketar, finnar og jødar — botna
fyri ein part í hesi stórrussisku national-
ismu. Àgangurin móti Tibet er dømi um
hesa somu marxistisku imperialismu.
USA OG ÍSRAEL
MÓTI ENDANUM fari eg — bæði fyri at
sleppa undan óneyðugum misskiljingum
og fyri at fáa eina beinrakna mynd av
stalinismuni í einum víðari samanhangi
— at snúgva mær eitt bil frá evninum og
stutt kveita at tveimum londum, sum
vanliga verða rópt demokratisk, og sum
mong bæði í Europa og USA, og serliga í
Føroyum, hálvavegna dyrka sum fyri-
myndir. Londini eru USA og Ísrael, og
spurningurin ljóðar: Hava fólk, sum rópa
seg kristin og demokratar, nakað at rósa
sær av og nakað at kasta øðrum fyri —
um ein hugsar um moral og sámiliga
politiska siðvenju?
Í 1965 framdi herurin í Indonesia,
stuðlaður og eggjaður av USA, eitt
blóðugt kvett í landinum, sum hevði við
sær, at Suharto herovasti setti á stovn eitt
totalitert harðræði. Endamálið hjá USA
var at leggja ríkidømið í landinum inn
undir privatan amerikanskan kapital.
Atgerðin kostaði o.u. 900.000 indonesum
lívið. Síðani tá hava stórar fjøldir av
indonesum livað eitt trælalív, við ómenn-
iskjansligum arbeiði og at kalla ongari
løn, serliga í Jakarta, har arbeiðaraøkini
minna um eitt "kapitalistiskt GULAG".
Eftir bardagan 1948-49 millum Ísrael
og tess arabisku grannalond (sum lupu á
Ísrael), flýddu o.u. 700.000 palestinar úr
teirra landi og teirra húsum til m.a.
Transjordan, Sýria og Libanon. Israelskir
talsmenn førdu fram, at hesi fólk flýddu
sjálvboðin og lokkað av teirra arabisku
grannalondum. Seinni hava t.d. ísraelskir
søgufrøðingar víst á, at sannleikin er
øðrvísi og fløktari, og at ein av ymiskum
grundum til tað stóra talið av flóttafólkum
var, at ísraelar framdu "etniska útreinsan".
Ísrael legði sostatt inn undir seg eitt
landaøki, sum tað ikki átti, og henda
imperialistiska atgerð varð framd við m.a.
stuldri, terroratgerðum og morði.
Ein kundi kanska rópt hesar báðar
hendingar dømir um ávikavist ameri-
kanska og ísraelska stalinismu. Men hetta
hevði verið at bronglað hugtøkini, og
rættari er tí at siga, at sokallað
demokratisk lond væl kunnu fremja
brotsgerðir, ið standa mát við tær, sum
Stalin og Mao framdu. Ein sleppur tí ikki
undan at spyrja: Hvør er í grundini
rættvísur, og hvør hevur rætt til at kasta
tann fyrsta steinin? Og eiga ikki — eisini
føroyskir — USA- og Ísraelsvinir við-
hvørt at skammast?
FRAMTÍÐIN
TIL SEINAST kann vera spurt, hví ein
rithøvundur heldur tað vera ómakin vert
at viðgera eitt evni sum stalinismu í eini
heilari greinarøð. Tað er ikki torført at
svara upp á henda spurning. Samstundis
sum hetta evnið er ómetaliga viðkomandi,
er merkiliga lítið upplýst og skrivað um
tað, og í Føroyum at kalla einki.
Hinvegin er til skjals rættiliga fitt av
tilfari, skrivað av fólkum, sum hava verið
hugtikin av stalinismuni ella leninismuni.
Eg havi valt ikki at taka hetta evni (sum
hevði kravt eina serliga viðgerð) upp.
Men kanska er ikki av leið at nevna, til
seinast, at tann føringur, sum kanska á
fyrsta sinni av álvara viðgjørdi totaliter
politisk rák, var rithøvundurin Jens Pauli
Heinesen. Longu seinast í 50´árunum
viðgjørdi Jens Pauli stalinismuna í
Mentum (sum var ein deild av
Dagblaðnum). Hann gjørdi vart við, at
mannarættindir vórðu brotin á Kuba, eftir
at Castro hevði tikið valdið har. Og í eini
grein, sum minnist meg rætt hevði
yvirskriftina "Lívsins gullskógvar",
skrivaði hann beinrakið um sambandið
millum ta trongu hugmyndafrøðina og tað
livandi lívið.
Hvussu við framtíðini? Tann saman-
renning av persónsdyrkan og utopiskum
longsli, sum skapar rørslur sum stalinismu
ella maoismu, sprettir úr menniskjans
heila og hevur gróðrarlíkindir, tá ávísar
samfelagsligar fyritreytir eru til staðar —
kríggj, skipanarloysi, mentunarsyndran.
Minnið um ræðulig tíðarskeið kann eina
tíð fáa mannaættina til at taka betri partar
fyri seg. Men hvørki í Russlandi ella Kina
tykjast politikarar ella fólk sum heild at
hava nakran vilja til tað slagið av søgu-
ligari sannkenning, sum heilsubót er í.
Tær sálarligu og samfelagsligu matrisur,
har nýggjar mannvondar messiasútgávur
verða stoyptar, og seinni forgyltar, eru
sostatt framvegis til. Mangt bendir á, at
øldin, sum beint er byrjað, fer at síggja
nýggj ikon rísa — ólík teimum gomlu í
hami, meinlík teimum í holdi.
Framhald av síðu 9
Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003
11
HUGLEIÐINGAR
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
Eg havi verið ein svipp í Dan-
mark. Fór avstað hósdag og kom
aftur mánadag. Deiligur túrur
hóast eg má viðganga, at ikki havi
eg aktað so væl, síðani eg sat og
stríddist við at binda hjá Frú
Beier — "niðurí, tvørturum,
ígjøgnum, burturav, niðurí, tvørt-
urum, ígjøgnum, burturav", og
hon legði okkum eina við ikki at
koyra ígjøgnum hespuna. Eg sat,
sum 7 ára gomul, lámur og lítil av
vøkstri við einari hespu næstan á
stødd við meg sjálva, so tit kunnu
ætla úrslitið. Men akta gjørdi eg,
eg koyrdi ikki ígjøgnum hespuna.
Ná. Vit høvdu valt at fara við
Strandferðslubussinum vestur í
Vágar. Gingu og biltu okkum
inn, at Strandfaraskip Landsins
vóru glað um hvønn kunda, sum
valdi at koyra við teimum, tí sum
eg skilji, hevur flogrutan sama
trupulleika sum áttamannafarið á
sinni - hon kvøður sín svana-
song, eftir at undirsjóvartunnilin
er latin upp. Men tað nervar ikki
Strandferðsluna. Teir leggja ikki
petti í, um tú gongur, koyrir í
egnum bili ella rullar á rulli-
skoytum vestur, so leingi tú ikki
plágar tey við tínari nærveru.
Einki legði bussførarin í, um vit
vóru har ella ikki. Tað var ikki
meira, enn hann orkaði at lata
lúkuna upp, har viðførið skuldi
setast. Tað stúvaðu vit sjálvi, tí
hann var sum ein rakett inn aftur
í bussin, meðan vit knossaðust
og stríddust við viðførið, og tað
var um reppið, at hann orkaði at
taka ímóti pengum, tá vit betaltu.
Rætt skal vera rætt. Hann reistist
og kom út at lata lúkuna aftur, tá
alt var leyst og liðugt. Og so fóru
vit vestur. Sama mannagongd
varð nýtt har vesturi. Út at lata
upp, og so vrummmm — inn-
aftur at sita! Kanska er tað
soleiðis, at fakfelagið hjá buss-
førarunum noktar teimum at
hjálpa ferðafólkinum við við-
førinum. Eg loyvi mær at ivast í
hesum, tí tá vit komu aftur úr
Billund í Vágar, stóð ikki á hjá
bussføraranum at stúva.
Komin vestur kekkaðu vit inn
og settust at bíða. Nú varð rópt í
hátalurunum um at koma til
fráfaringarhøllina, og vit skund-
aðu okkum at taka passini fram,
so vit ikki skuldu standa og
fanglast við at leita eftir teimum,
meðan eftirlitsfólkið ótolnaðist,
køin vaks og vit gjørdust fjált-
urstungin. Men ikki var neyðugt
at vísa pass longur, tí sum
fryntliga konan segði: "Sadam er
eitt yvirstaðið kapittul." Okey.
Og so stóðu vit og bíðaðu og
bíðaðu sum seyður í rætt. Rúmið
fyltist við fólki, men vit bíðaðu
so fitt, til eitt starvsfólk kom
rennandi og segði: "Hurðin er
opin, skundið tykkum út og í
flúgvaran." Og so smíltust vit eitt
sindur tollut, aktaðu og skundaðu
okkum út til flúgvaran.
Tá tú keypir ein flogferðaseðil,
er tað so snilt, at bíleggingarseðil
til tað, flogfarið selir, liggur sam-
an við billettini, so áðrenn vit
fóru heimanifrá, fyltu vit út seð-
ilin við tí, vit ynsktu at keypa.
Vit hildu, at vit vóru ordiliga
praktisk, tí nú var bert at handa
starvsfólkinum lepan, seta seg
afturá og njóta túrin. Vit so
gjørdu, handaðu lepan yvir, og
settu okkum væl afturá at durva.
Við eitt stóð ternan uppi yvir
okkum og proklameraði stutt og
greitt, at "seðilin er ov gamal, tit
mugu fylla ein nýggjan út," og
so var hon burtur. Ná. Vit skund-
aðu okkum at akta og fyltu út
einaferð afturat, og sjálvandi
vantaði júst tað á nýggja dag-
førda lepanum, vit ætlaðu at
keypa ommusoninum. Og omaná
alt mundu vit gloymt at givið
ternuni nýskrivaða lepan, og tað
var ikki heppið.
Eg hevði sett mær lítlu taskuna
"til gott" á dúrkið framman fyri
meg, men fluks var ternan aftur
har og minti meg á, at eg so
sanniliga mátti seta taskuna í
rúmið uppi yvir mær, meðan vit
fóru upp frá. Eg skundaði mær
at akta. "Og so kanst tú taka
hana niður aftur, tá vit eru komin
upp!" "Ja, mamma." Eg aktaði
aftur.
Áðrenn vit fingu nakað at eta,
skundaði eg mær at "fiska" borð-
ið upp úr armleninum, so alt var
klárt, tá tey komu við matinum.
Aftur hetta fyribrigdið, har eg
ikki vil vera til fortreð og órógva
starvsfólkið, men geri alt fyri at
gera øðrum til vildar. Aftaná, eg
hevði etið, skundaði eg mær at
klamsa borðið saman aftur og
kroysta tað niðurí aftur armlenið.
Sat og hugsaði, at vit kundar eru
óførir, tí vit gera ein stóran part
av tænastuni sjálv, ikki bert í
flogfarinum, men næstan alla
staðni. Vit stúva viðførið umborð
á bussarnar, vit taka tað úr aftur
og yvir á trekar vognar, vit rudda
borðini, tá vit hava keypt okkum
ein drekkamunn, vit rulla vogn-
arnar upp á pláss, tá vit hava
verið til handils ella ferðast, vit
seta upp á hillar, tá vit koyra á
gólv av óvart, o.s.fr. Vit akta so
væl sum ongantíð fyrr og gerast
ofta illa við, tí vit kenna okkum
so býtt, tí vit kanska ikki eru nóg
skjót at rudda, lyfta, gjalda,
svara, fylla út, bera o.s.fr. Og
ikki um at tala, tá vit standa við
onkran kassa. Tá skunda vit
okkum at finna kortið fram,
repetera kotuna í høvdinum, so
vit ikki standa sum drumbar og
forða øðrum, sum eisini standa
og repetera kotuna í høvdinum
og skunda sær at finna kortið
fram, tí tey heldur ikki vilja
standa sum drumbar. Tað er so
flóvisligt. Tað allarnýggjasta er,
at vit eisini verða biðin,
skrivliga, um at heingja tað, vit
sjálv taka við inn í prøvarúmið í
handlunum upp á pláss aftur.
Nei, píkarill, um eg tími.
Minnist einaferð eg og ein
vinkona vóru í Keypmannahavn
og høvdu ringt okkum eftir
einum taxabili. Tá hann hevði
koyrt okkum hagar vit skuldu,
rætti vinkonan honum dankortið.
Tað var sum at vísa tarvi reytt.
Hann var so spinnandi óður og
rópti, hvat vit biltu okkum inn, tí
vit ikki høvdu fortalt honum
beinanvegin, vit komu í bilin, at
vit ætlaðu at gjalda við korti. Vit
sótu sum streinrunnar, meðan
hann østi seg upp og var sum eitt
ótt. Og soleiðis er muran nógva-
staðni. Onkursvegna er munurin
á veitara og kunda minkaður
burtur í næstan einki. Vit eru til
fortreð og bága, og handilsfólkið
ynskir okkum niður og norð. Á,
denn løgna verð.
Á veg heimaftur til Føroya,
vitjaði eg handlarnar á flogvøll-
inum í Billund. Hevði gott eyga
á onkrum plaggi — trolaði aftur
og fram eina løtu, og satt at siga
gjørdist eg so skakk, tá ein rødd
blídliga spurdi, um hon kundi
vera mær til hjálpar, at eg næstan
small niður ímillum bikini og
svimjidraktir í alskyns mynstrum
og støddum. Eg kendi meg sum
Jeppe í barónasongini. Eg trúði,
at eg droymdi. Her var ein
handilskona, sum visti, hví hon
var til arbeiðis. Herligt. Ein
fantastisk uppliving, og eg kann
við góðari samvitsku siga, at á
flogvøllinum í Billlund eru tey
vinarlig og blíð. Sum Oddur tók
til við glógvandi eygum: "Her
biðja tey okkum góðan dag."
Surprise! So vón er fyri framm-
an, hóast alt. Og kanska sleppi
eg undan at akta!
»At ferðast er at liva«(?)
Sitat: H. C. Andersen
Spurnartekin og klombur: Ása undir Kletti
C
M
Y
K
33
32