leygardagur 14. juni 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2003
35
12
Sosialurin Nr. 110 -14. mai 2003
Eg skrivi hetta teldubrævið
mánadag 2. juni. Í dag er
frídagur, tí italienar, nakrir
teirra ið hvussu er, hátíðar-
halda, at tað eru liðin 57 ár
síðan, at Italia varð skipað sum
republik.
Í høvuðsstaðnum Rom varð
skipað fyri stórari hernaðar-
skrúðgongu í morgun, har lið
eftir lið av vælvandum her-
monnum í væl skipaðum
rekkjum við størri og smærri
vápnum í hond komu marsjer-
andi eftir Via dei Fori Imperiali.
Hendan stóra og breiða vegin,
sum strekkir seg stutta pettið
millum Colosseum og ovur-
stóra hvíta tjóðarminnismerkið,
læt svarta fortíðin hjá Italia,
Benito Mussolini, byggja mitt
ígjøgnum restirnar av gomlu
rómversku forumunum.
Tey eru fá, sum í dag duga at
síggja nakað gott í hesum vegi,
ið fyri altíð legði ein part av
stórfingnu rómversku søguni
undir asfalt. Men í dag bleiv
hann so brúktur sum undirlag
fyri hátíðarhaldinum av
italiensku republikkini, sum
gjørdist veruleiki, eftir at
italienar sjálvir høvdu hongt
Mussolini upp í ein lyktapela.
Fyri teir flestu italienar hevði
dagurin tó ikki stórt annað av
týdningi, enn at teir fingu frí
ein mánadag. Tí italienar eru
ikki nationalistar, tvørturímóti.
Orsøkirnar til, at teir ikki ganga
so høgt upp í tann statin, teir
eru partur av, eru í høvuðs-
heitum tvinnar.
Italienar hava, eins og týskar-
ar, fyri stuttum havt vánaligar
royndir við víðgongdari
nationalismu. Og harumframt
er Italia sum land so nýtt, bara
hálvtannaðhundrað ár, at fólk
her kenna seg meira sum
romar, milanesar, sicilianar og
so framvegis enn sum italienar.
Italia kann soleiðis ofta tykjast
sum fleiri hundrað lond heldur
enn ein samlað eind. So meðan
nationalistarnir eru fáir, eru
lokalpatriotarnir nógvir, og tað
speglast aftur allastaðni.
Í býnum Siena, her eg havi
mín bústað í løtuni, stendur
lokalpatriotisman í besta
blóma. Í miðøldini var býurin
ikki bara ein býur, men ein
sterkur sjálvstøðugur statur. Tað
ævintýrið endaði í 16. øld, tá
Firenze hertók Siena og setti
eitt punktum fyri stórlætistíðini
hjá býstatinum. Senesar - tað
kalla tey seg her - hava enn
djúp horn í síðuni á
fiorentinarum — tað kalla tey
seg í grannabýnum Firenze - og
nógvir teirra seta helst ikki síni
bein í Firenze. Somu
hjartabornu illkenslur hava
fiorentinar um senesar. Senesar
eru fyrst og fremst senesar og
hareftir toscanar. Italienar eru
teir sambært passinum, men
ikki so nógvum øðrum.
Sama søga endurtekur seg
allastaðni í Italia.
Miðaldarinnar gomlu og farnu
býstatir hava enn meira at siga
fyri samleikan hjá fólkinum
enn hálvthundrað ára gamla
Italia. Og meðan gongdin í at
kalla øllum øðrum europeisk-
um londum er, at tey ungu úr
smærri býum í stóran mun flyta
til størri býir, verða 85 prosent
av italienarnuum, sambært
hagtølunum, búgvandi minni
enn 50 kilometrar frá sínum
føðistað. Fara teir aðrastaðni at
ganga í skúla, venda teir heim-
aftur til sítt upprunaumhvørvi,
tá skúlagongdin er av.
Fyri ein føroying, sum hvørki
er óvanur við lokalpatriotismu
ella nationalismu heimanifrá,
kann tað stundum tykjast sum
eitt andahol at liva her fólk ikki
av sær sjálvum halda seg vera
best í heiminum, bara tí at tey
eru italienar, føroyingar ella
norðmenn fyri tann saks skyld.
Men lokalpatriotisma kann
vera næstan líka troyttandi!
Hvat er ein italienari?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Rúnar Reistrup, Siena — runar@reistrup.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
- Ja, enntá við einum klaveri
dugliga varð spælt uppá.
Í dag er klaverið skift út, meðan
tað gamla hjá okkum endaði
niðri á Café Natúr.
Spælir tú nakað ljóðføri?
- Eg spæli kontrabass, elbass, eitt
sindur guitar og klaver, og eitt,
enn minni, sindur uppá okkurt
annað.
Syngur tú undir brúsuni?
- Serliga hart um vatnið er heilt
kalt.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
- Ja, og droymi enn.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
- Fyri meg er tónleikur so um-
ráðandi, at hann fyllur megin-
partin av mínum lívi.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
- Einar 1000-1200 ella harum-
leið.
Hvør er tín yndisfløga?
- Havi onga ávísa. Hetta skiftir
alla tíðina sum nýtt kemur fram.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
- Eg vildi fegin átt allar fløgur
um onkur gav mær pengar
afturfyri. Var hon so andstyggilig
kundi eg jú bara blakað hana í
skrell (og behildið pengarnar)
Har er ongin fløga eg ikki vildi
givið ein møguleika.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
- Tann mest útspekuleraði,
kensluleysi, óviðkomandi og
beroknandi sangurin sum er
gjørdur. Lukkutíð kenni eg hann
ikki.
Hvør er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
- Ein pláta upptikin á Ærø
Folkehøjskole 1981, har eg
sjálvur í orkestri spæli trummur.
Tað er ikki so gott.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
- Onkran, sum hevði ljóðað
hampuligt úr mínum munni.
Helst eina stilla balladu hjá
Stevie Wonder ella líknandi.
Hvør er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
- Hetta kemur eitt sindur an
uppá, hvussu hugnaligt kvøldið
skal vera. Onkur kvøld eru still
hugnalig og onkur eitt sindur
meira larmut hugnalig, og so
vildi eg valt tónleik, sum var
bestur til endamálið.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
- Ikki so einfalt, tí eg eri í ymisk-
um lagi ymiskar sunnumorgnar.
Mær dámar so nógvan - , og havi
so nógvan ymiskan tónleik at
velja ímillum at eg altíð velji
okkurt sum passar seg til mitt
lag.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
- Ongin tónleikur kann fáa meg í
ringt lag, men eg troyttist skjótt
av meiningsleysum tónleiki, sum
ikki hevur nakað endamál.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
- T.d. Sildavalsurin, tí valsur er
hampuliga lættur at dansa.
Hvør er tann fyrsti sangurin,
sum tú minnist teg dáma?
- Tað minnist eg ikki, men eg má
sum lítil hava dámt væl sangir, tí
tá eg møti mínum fyrrverandi
barnagarðsdamum, siga tær altíð
frá, hvussu eg dagin langan gekk
har og floytaði.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
- Av egnum skrivaðum sangum
má tað vera Grøna Glasið ella Til
landið frá mær. Av øðrum sang-
um eg havi spælt inn eri eg
glaðast fyri teir sum eru á mínari
nýggju komandi fløgu LÖG, t.d.
Aldan, Ein Firvaldur í góðum lag
ella Ein gomul kista úr
Kamfertræ.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
- Onkur penur sum tey sum eftir
eru kunna brúka til okkurt gott.
Hvør er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
- Tá eg eri uttanlands velji eg
neyvt millum konsertirnar, so
tann besta er oftast tann seinasta
eg havi verið til.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
- Beint nú vildi eg helst fingið
eitt langt prát við Bono úr U2.
Edvard Nyholm Debess, tónleikari
Tvingsilssøla
Fríggjadagin 4. juli
2003, kl. 09.00 verður
á Dómaraskrivstovuni,
C. Pløyensgøtu 1, 100
Tórshavn hildin tving-
silssøla yvir ognina
matr. nr. 540, Fugla-
fjørður (AS nr.
2-
9/2003).
Sambært tingbókini er
økið á matr. nr. 540
Fuglafjørður til støddar
505 m2.
Húsini hava stoypta
grund og eru annars
gjørd úr timbri og
klødd við plastikki.Tak-
ið er úr aluminium.Tak-
ið lekur.
Um húsini er annars at
siga:
Húsini eru í 3 hæddum:
Kjallarin: Er óinnrætt-
aður.
Miðhæddin: Er durur
og gongd, toilet, stova
og køkur.
Loftshæddin: Er 5 køm-
ur, 1 gongd og 1 baði-
verilsi.
Húsini eru í hampilig-
um standi.
Tvingsilssølan er um-
biðin av Inga Højgaard,
adv., Yviri við Strond 4,
100
Tórshavn,
tlf.
311260
(sak
nr.
4476501), sum kann
geva nærri upplýsingar
um ognina og sum
nærri avtala kann ger-
ast við, um ynski er at
síggja ognina.
Tvingsilssøluuppgerð
kann umbiðjast hjá
nevnda advokati ella
hyggjast ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur
tann 12/6-03
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2030, P/F
Faryba, 100 Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Annfinn
Vitalis Hansen, á Fløtum, 180
Kaldbak (formaður), Ove
Lyhne, Høneborgvej 11,
DK.9340 Asaa og Niels
Vinther Rasmussen, Slotsgade
28, DK-9330 Dronninglund
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Ove
Lyhne, Høneborgvej 11, DK-
9340 Asaa.
Felagið er tann 09.05.2003,
farið í likvidatión við Annfinn
V. Hansen, advokati,
Bryggjubakki 22, Box 106,
110 Tórshavn sum likvidator.
Skráseting Føroya tann 12.
juni. 2003.
Kristin Balle
_______________________
C
M
Y
K
35
34