leygardagur 14. juni 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 110 - 14. juni 2003
Nr. 110 - 14. juni 2003
37
100 ár síðani fyrstu føroysku prædikuna
Í vár eru 100 ár síð-
ani, at A. C. Evensen
sum okkara fyrsti
prestur fekk loyvi at
halda prædiku á før-
oyskum. Hetta var í
Skopun í 1903. Í hes-
um seinna parti av
grein um Andreas
Christian Evensen
hoyra vit um menta-
mannin, hugsjónar-
mannin og tann sera
varna politikararan,
A. C. Evensen, sum
gjørdi munadygt ar-
beiði, føroyska mál-
inum at frama – ikki
minst innan skúlagátt
Seinni partur
100 ÁRA MINNI
Lagt til rættis:
Eirikur Lindenskov
Tað var á vári í 1903, at
Andreas Christian Even-
sen, sum fyrsti prestur í
Føroyum fær loyvi at halda
føroyska prædiku, eftir at
skopuningar hava savnað
undirskriftir til tess.
Um hetta mundið var
Fríðrikur Petersen próstur í
Føroyum. A. C. Evensen og
Fr. Petersen sótu ikki væl
um sátt. Fríðrikur Petersen,
sum
var
studentur
úr
Reykjavík
hevði
verið
rættuliga íðin í tjóðskapar-
stríðnum, men hann gjørd-
ist seinni ein av oddamonn-
um Sambandsfloksins.
Sagt var um Fríðrik Pet-
ersen, at hann, sum tann
málvinur hann var, í løg-
tinginum skal hava biðið
sínar partamenn tala málið
líka so vakurt, sum sjálv-
stýrismenninir.
Tíðarrit og orðabók
A. C. Evensen fór beinan-
vegin eftir lesturin at geva
út føroyska tíðarritið »Bú-
reisingur«. Maria Mikkel-
sen skrivar, at í øllum síni
álvara kundi A. C. Evensen
skemta við tí, hann hevðist
at og segði, at hann hugasði
um, hvussu fólk skuldu
fáast at halda tað vera
»fínt« at fáast við hetta
viðfødda móðurmálið – tí
gjørdist henda rørslan móti,
fór fyrst øll mótstøða at
vikna til munar, og síðani
fór at verða roynt at seta ein
aðalbornan dám á hesa
málreising, tað henni tørv-
aði, sum umstøðurnar vóru.
Hann tók tíðarritið við
sær heim til Føroya, men
tað kom bert út eitt ár.
Á
bókaforlag
Fram’s
(sum gav út Tingakross)
byrjaði í 1905 útgávan av
»Føroysk orðabók« eftir A.
C. Evensen, skipað eins og
Saabyes orðabók og ætlað
at vera rættskrivingarorða-
bók uttan at geva seg út fyri
at vera nakað serligt. Hon
var ætlað at verða liðug
eftir tveinum árum í heft-
um, 15 oyru fyri hvørt.
Síðsta heftið kom í 1909 og
endaði mitt í bókstavinum
F.
Skúlabøkur á
móðurmálinum
Saman við Anton Degn
skjalavørði og R. Rasmus-
sen háskúlastjóra stovnaði
A. C. Evensen í 1908 »Hitt
føroyska Bókmentafelag-
ið«, og hetta felag gav í
árunum, sum komu, út
hópin av bókum: J. Dahl,
Føroysk mállæra, skald-
søguna »Bábelstornið« og
eitt stuttsøgusavn »glám-
lýsi« eftir Regin í Líð
(Rasmus Rasmussen), eina
plantulæru av sama manni,
eina lítla ritgerð um tann
føroyska dansin eftir Sverra
Patursson og A. C. Even-
sen: Lesibók (eitt slag av
antologi, 462 síður), av
hesum úrvalsriti kom ein
partur – tey føroysku kvæð-
ini – »Kvæðabók« út sum
serstøk bók, og at enda
eisini eftir Evensen (í
trimum heftum) »Savn til
Føroyingasøgu í 16. øld«,
eitt savn av gomlum brøv-
um, ið lýsa Føroya søgu.
Felagið varð væl stýrt,
bøkurnar vóru góðar, men
limirnir, reiðiliga hálvtann-
aðhundrað, sum fyri árs-
gjaldið 5 krónur fingu tey
útkomnu ritini, vóru saman
við teimum, sum keyputu
tey, ov fáir til tess, at fyri-
tøkan kundi bera seg, og
felagið varð avtikið í 1912
– eftir at hava styðjað út-
gávuna av »Songbók Før-
oya Fólks«, sum hevði
fleiri enn tvey hundrað
sangir.
»Smásangir
og
sámlar, sum Føroyinga-
felag í Keypmannahavn
hevði útgivið og Evensen
skipað, var tá langt síðani
uppselt.
Harumframt hevði A. C.
Evensen við studningi frá
løgtingtinum til prentingina
givið út Lesibóik fyri eldri
børn (1906), ABC og
Lesibók fyri yngri børn
(1908), og saman við teirri
stóru áður nevndu Lesibók
hevði fólkaskúlin bøkur til
alla skúlatíðina. Jóhannesar
evangelium, sum hann um-
setti, varð í 1908 givið út av
The Scripture Gift Mission,
London.
Meðan A. C. Evensen las
í Keypmannahavn, fór hann
undir at stavna føroyskar
forngripir og hevði eisini
fingið
savnað
nakrar
hundrað gripir, og tá ið
hann í 1912 sendi út eina
áheitan til tess at fáa til
vegar neyðugan pening at
byggja hús fyri, var karm-
urin rúmligari: umframt tað
siðsøguliga savnið vónaði
hann nú at fáa í lag eitt full-
fíggjað náttúrusøguligt og
eitt jarðfrøðiligt savn, har-
aftrat eitt savn av teimum
amboðum, sum føroyingar
hava nýtt á landi og sjógvi,
og at enda eitt útisavn.
– Her var at enda nakað,
sum var heilt uttanveltað,
og nakað kom burturúr,
sigur Maria Mikkelsen í
greinini í Skúlablaðnum.
Forngripargoymslan helt
fyri fyrst til í húsunum hjá
Føroya amts bókasavni í
Havn.
Umlopin til
prestastarv í Havn
Í 1912 var Suðurstreym-
oyar prestakall leyst, og
umframt A. C. Evensen
søktu tveir aðrir føroyingar.
Hjálparpresturin hjá próst-
inum, ein virkin sambands-
maður, og ein Cancd theol.
Jacob Dahl, lærari í real-
skúlanum í Havn, sum var
hildin at vera sjálvstýris-
maður, og sum annars einki
var at finnast at uttan før-
oyska hugsunarhátt hans-
ara, sum hevði fingið hann
at nýta føroyskt mál iva-
leysa nógv í undirvísingini,
og hetta hevði volt uppstig.
– Í Havn gingu tveir
listar, annar styðjaði lær-
aran, hin hjálparprestin, og
ein triði til frama fyri
Evensen var í byrjan, men
har útí kom tað, tí hann
gjørdi so lítið um seg, at
enntó umsókn hansara fór
við postinum við uttaná-
skrift til ein kunning í
Keypmannahavn.
Jacob
Dahl varð tilnevndur.
Beint aftan á hetta kom
Evensen til Keypmanna-
havnar og spurdi kirkju-
málaráðharran,
Jacob
Appel, um nakað niðrandi
um hann var borið fram fyri
kirkjumálaráðið. Svarið var
noktandi,
og
ráðharrin
legði afturat, at hevði um-
mæli til frama fyri Evensen
verið frá einum limi í
kirkjuliðinum, t. d. há-
skúlastjóranum, Símuni av
Skarði,
sum
ráðharrin
kendi frá Askov, so hevði
hann verið skipaður í
embætið – men, sum nú var
statt, noyddust teir at eftir-
líka
kirkjuliðinum
tey
ynski, tað hevði borið fram.
Til tess at vísa vælvild
sína beyð ráðharrin at mæla
til, at hann fekk riddara-
krossin fyri virki sítt fyri
føroyskum máli – men
Evensen var bert úti vegna
prestaembæti sítt.
Evensen skyldaði upp á
politiskar mótstøðumenn
og fram um allar próstin, at
hann, sum í tíggju ár hevði
verið prestur, var umlopin.
Hann var bæði illur og
harmur. Hann hevði havt
mangar grundir at ynskja
sær kallið, bæði sóknar-
fólkið og hann mundu
treingja til umskifti, og
hann vildi eisini fegin kom-
ið til Havnar, bæði tí hon-
um dámdi væl havnarfólk
og medferð teirra, og eisini
var her høgligari at fáa
»Byggja Guðs
kirkju, upplýsa
hans tjóð«
Fyrra greinin um Andreas Christian Evensen var í Sosialinum nr. 101 leygardagin 31.
mai. Vegna verkfallið hevur ikki verið pláss fyri seinnu greinini, sum tí er í blaðnum í
dag. Høvið til greinarnar er, at tað í vár eru liðin 100 ár síðani, at Andreas Christian
Evensen sum fyri prestur í Føroyum fekk loyvi at halda prædiku á føroyskum, hetta
var í Skopunar kirkju á vári í 1903.
Í fyrru greinini greiddu vit frá um uppruna A. C. Evensen. Vit hoyrrdu um, hvussu
Evensenættin í faðirætt kom til Føroya, og um hvussu Lützenættin í móðirætt kom til
Føroya og um abban, læraran, Andreas Christian Lützen, sum m. a. var borgarstjóri í
Havn, ið doyði í føvningin á Christian IX kongi, tá hann helt røðu fyri honum á
Kongabrúnni í Havn undir fyrstu kongavitjan í Føroyum nakrantíð – hetta var í 1874.
Í hesi grein viðgera vit meira persónin Andreas Christian Evensen og virki hansara,
málsliga og politiska starv hansara – grundað á grein hjá Mariu Mikkelsen í serriti úr
Skúlablaðnum í desember í 1974.
Á vári í 1903 fekk Andreas Christian Evensen loyvi sum tann fyrsti presturin at halda prædiku
á føroyskum. Í sínum virki hevði hann stórt árin á mál okkara – ikki minst við skúlabókum
sínum og útgávuvirkseminum annars. A. C. Evensen doyði í 1917, bert 42 ára gamal. Hann var
prestur á Sandi frá 1902-1917. Frá apríl í 1917 til hann doyði í oktober sama ár var hann
Føroya próstur
fatur á slíkum, honum
tørvaði í sambandi við tey
mál, hann hevði hug til at
fáast við, og hann var teim-
um nærri, sum bæði vildu
og kundu styðja hann. –
Annars unti hann væl Jacob
Dahl embætið, teir vóru og
vórðu verandi vinmenn.
Valdur á ting í 1908
Longu árið eftir kom Even-
sen, sum hann segði, send-
ur av ættfólkinum, til
Keypmannahavnar at leita
til lækna. Sjálvur væntaði
hann ongan bata. Vónbrot-
ið, tí hann var umlopin, neit
enn, og tann heimliga eftir
hansara hugsan nú ógreiða
politiska
toganin
nívdi
hann eisini. Hann var kom-
in so langt, at hann ivaðist í
at søkja sær embæti í Dan-
mark, og á henda hátt at
koma burtur frá heusm
tarnapolitikki. Men hann
var bundin av staðnum og
av tokka til nógv fólk.
Í 1908 var A. C. Evensen
valdur á ting. Hann varð
limur í Sjálvstýrisflokkin-
um og var har ógvuliga
virkin limur. Flokkurin
hevði eisini, av tí at hann
var ógvuliga hugaður fyri
skúlanum, valt hann í
skúlastjórnina, ið var sam-
ansett av einum tingvaldum
limi, amtmanni og prósti
haðani sambandi, tá tað
fekk meiriluta, aftur koyrdi
hann. Tað var tó kólnað
millum hann og Sjálv-
stýrisflokkin, og tá ið nakrir
limir
løgdu
fram
eitt
ógvuliga radikalt politiskt
uppskot, kvetti hann við
teir í 1914 – uttan kortini at
verða sambandinum minni
bágin. Men tá ið ritstjórin á
sjálvstýrisblaðnum
upp
undir tað harða stríðið um
løgtingið í 1916 tóktist at
vilja hótta Evensen, svaraði
hann harðliga aftur.
– Einki kundi koma
hansara fyrru mótstøðu-
monnum betur við enn tað
politiska vápnið, teir her
fingu, og í blað teirra, sum
til allarseinast hevði verið
eftir Sandoyarpresti, vóru
nú at lesa søgur um hann,
sum tóku fyri hjartað. Hann
beyð seg fram og varð
valdur.
Áheitan A. C. Evensens
frá 1916 á veljararnar vísir
politisku støðu hansara.
Hann vildi verða valdur
uttanflokka og greiddi frá,
hví hann segði seg burtur úr
Sjálvstýrisflokkinum tvey
ár frammanundan.
Ímóti »alt ella einki«
politikkinum
– Høvuðshugsjónirnar á
skránni hjá Sjálvstýris-
flokkinum snúði seg serliga
um trý høvuðskrøv:
• Tann
tjóðskaparliga
spurningurin – størri rætt
fyri málið og arbeiði fyri
menning tess
• Varðveiting av serrætt-
indum Føroya og eisini
skapan av lóggávuvaldi
hjá tinginum »í góðari
semju við ríkisstjórn og
ríkisdag«
• Stovnan
av
serligum
landskassa.
Fyrsta kravinum tók hann
undir við av fullum huga,
men hann hevði sæð, at tað
var misskilningur at halda,
at Sambandsflokkurin í sini
heild var ímóti tí fyrsta
kravinum. Flokkurin hevði
einmælt tikið undir við tí,
at fyriskipað undirvísing í
føroyskum skuldi vera í
øllum fólkaskúlum í oyggj-
unum, og sjálvt um hann
hevði kravt meira, enn
flokkurin hevði viljað sam-
tykt, so kundi hann ikki
vera samsintur við teir
sjálvstýrismenn, sum ferð
eftir ferð kravdu »alt ella
einki« og av teirri grund
enntá høvdu arbeitt ímóti
tjóðskaparligum framstig-
um.
Burtursæð frá tí, at hann
vildi hava skrivliga undir-
vísing í føroyskum í øllum
skúlum, tókti honum, at tað
tjóðskapðarliga arbeiðið nú
átti at miða ímóti at fremja
vøksturin í sjálvum málin-
um, tað Sambandsflokkurin
eisini fyri ein part hevði
styðjað.
»Eg taki tað sjálvsagda
fyrivarni, at nýtslan av okk-
ara móðurmáli ikki skal
bera við sær, at trongt verð-
ur um andaliga sjónarring
okkara, og at vit tí eiga at
varðveita og vaksa um
kunnleika okkara í donsk-
um«, segði hann.
Vildi góða samvinnu
við ríkisstjórnina
Viðvíkjandi serrættindum
landsins og skapan av
lóggávuvaldi hjá løgting-
inum, tá var hann eisini
hugaður at krevja hetta
saman, eisini fleiri sam-
bandsmenn vildu varðveita
og styrkja serrættindini.
Viðvíkjandi lóggávuvaldi
løgtingsins hevði gongdin
annars verið tann, at tá ið
lógirnar vórðu lagdar fram
og viðgjørdar, hevði støðan
hjá stjórnarráðnum leingi
verið ein slík, at hon hevði
styrkt um valdið hjá løg-
tinginum – og at eisini
summir
úr
Sambands-
flokkinum, sum høvdu
nakað veldi, tóku undir við
hesum.
Sjálvur vildi hann hava
valdið hjá løgtinginum
styrkt enn meira, men av tí,
at royndir fyri honum
høvdu meira at týða enn
orð, gjørdi tað honum
minni mun, um »lóggávu-
valdið« varð vunnið við
hevd, ella um tað var
fyriskipað í lógargrein – tað
hann eisini vildi samtykkja
í góðari semju við stjórn og
ríkisdag. Men ein formligur
rættur varð ov dýrt goldin
við stórpolitiskum stríði,
um gagnligt arbeiði á sam-
felagsligum
og
øðrum
verkligum økjum av tí
skuldi liggja á láni.
»Vit hava ikki ráðini til í
heilum at reka stórpoli-
tikk«.
Og endiliga viðvíkjandi
tí serliga landskassanum,
so var hann hugaður fyri
einum slíkum. Hann hevði í
sínari tíð eisini verið fyri tí,
at løgtingið tók upp á seg
uppgávur, sum høvdu verið
ríkisins, móti fastari ár-
ligari peningshædd úr ríkis-
kassanum, men var seinni
farin at ivast, vit áttu at vera
»ógvuliga varnir við tí at
loysa sambandið við ríkis-
kassan«, helt hann.
Sjálvstýrismanna hugsan
um hetta var ógviliga
ymisk – summir hildu sum
hann – aðrir vildu fara nógv
longur, og hetta stuðlaði til
varsemi. Vit vóru skyldugir
at hugsa um avleiðingarnar.
Loysingin hóttan móti
vælferðini
Hugsaðu vit um ta mann-
góðu og samfelagsligu lóg-
gávu í Danmark til frama
fyri tey, sum vóru verst fyri
í samfelagnum, fekk væl
verið, at ein møgulig loys-
ing frá ríkiskassanum fór at
forkoma slíkum atgerðum í
Føroyum. So leingi vit
høvdu andaligt og tjóð-
skaparligt sjálvstýri í Før-
oyum, og løgtingsins vaks-
andi vald var virt, vóru
rættarviðurskifti okkara við
ríkið góð, og royndirnar
hvødu ikki víst, at stjórn
ella ríkisdagur ætlaði at
fara við okkum sum við
ómyndingi í hesum lutum.
»Tað stríð, sum verið
hevur í hesum málum, hev-
ur staðið millum okkum
føroyingar«.
Skuldi onkuntíð í fram-
tíðini hent tað, at donsk
stýrsvald – tað einki bendir
ár – vilja hindra okkara
frælsa andaliga og sam-
felagsliga framvøkstri, so
hevði verið høpi í tí, at tikið
til umrøðu broyting í allari
ríkisrættarligu støðu okk-
ara, so hvødu vit kanska
eisini verið noyddir til tess.
»Men eg dugi illa at síggja,
at hesin framtíðarmøgu-
leiki er eftirhugsandi«, helt
A. C. Evensen.
Doyði einans 42 ára
gamal
Tá
Fríðrikur
Petersen,
próstur, doyði siðst í apríl í
1917, var A. C. Evensen út-
nevndur til próst og sókn-
arprest fyri Eysturoynna.
Stutt eftir tilnevningina
noyddist hann aftur til
Danmarkar at leita sær
læknahjálp, nýggj sjúku-
viðgerð var endiliga gjørd,
og mælt var til skurðvið-
gerð.
Maria Mikkelsen greiðir
frá, hvussu hann spurdi
hana eftir vinum í Keyp-
mannahavn, tá hon vitjaði
hann, og hon greiddi hon-
um frá um føroyska kirkju-
liðið, sum var stovnað har.
Tá helt hann við hana, at
tað uttan iva vóru fleiri,
sum meira løgdu dent á
»føroyskt« enn »kirkjulið«
og legði álvarsamaur aftur-
at, at fyri honum var tað
seinna kortini tað, sum
meira ráddi um.
Andreas Christian Even-
sen doyði 21. oktober í
1917 einans 42 ára gamal
frá konum og børnum, sum
framvegis búði í presta-
garðinum í Todnesi. Flyt-
ingin inn á gamla barn-
dómsheim hansara á Nesi,
har pápi hansara til 1900
røkti próstastarvið, stóð
fyri durum.
A. C. Evensen varð jarð-
aður á Vestre Kirkegård.
– Nakað tí, ið liggur eftir A. C. Evensen:
1902:
Stjórnaði og gav út tíðarritið
»Búreisingur«
1906:
Føroysk lesibók fyri eldri børn
1907:
Stavingarbók ABC
Lesibók fyri yngri børn
1911:
Lesibók (Fyri læraraskúlan)
Lesibók fyri yngri børn – eisini nevnd
»Harubókin« – varð nýtt stóran part av
síðstu øld, og lesibókin fyri læraraskúlan
er uttan iva dygdarbesta lærubókin, ið
tilevnað er til føroyska skúlan
1905-08: 10 hefti av føroyskari orðabók
– frá A til F
1908:
Týðing av Jóhannesar evangelium
1908-14: Savn til Føroyingasøgu í 16. øld
- í trimum heftum
A. C. Evensen eigur tríggjar sálmar í sálmabókini:
»Andanna andi, stíg nú frá tí høga«
»Á morgni árla vit Guði lova«
»Nú hvíld er yvir bygd og bý«
Bókmentaavrik
A. C. Evensen var umlopin, tá prestastarvið í Suðurstreymoy
varð sett í 1912. Jákup Dahl, lærari, var settur í starvi. Hóast
teologur hevði hann ikki verið presturáður, meðan A. C.
Evensen hevði 10 ára royndir. Hóast tað neit hjá Evensen,
vóru hann og Jákup Dahl verðandi vinir
Skúlabøkurnar hjá A. C. Evensen fingu stjóran týdning fyri undirvísingina í føroyskum í
seinastu øld
A. C. Evensen var
íbirtari og stovnar
av »Hinum
føroyska Bók-
mentaforlagnum«,
sum m. a. gav út
fyrstu føroysku
skaldsøguna,
Bábelstornið eftir
Regin í Líð
(Rasmus
Rasmussen)
C
M
Y
K
37
36