leygardagur 14. juni 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 110 - 14. juni 2003
Nr. 110 - 14. juni 2003
39
Avloysari
fyri pedagog
til dagstovnin í Fuglafirði
Til stovuna undir Hamri verður søkt eftir 1 peda-
gogi 40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2003.
Starvið er tíðaravmarkað frá 1.august til 31.desem-
ber 2003.
Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár.
Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum og er stovnur-
in skipaður í tvey hús við eini barnagarðsstovu og
eini vøggustovu í hvørjum húsi.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag-
ið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Juliannu Næs leiðara tlf. 225222/444940.
Um eingin pedagogur søkir starvið, kunnu hjálpar-
fólk verða sett.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og við-
mælum skulu verða býráðsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 27. juni 2003. kl. 10.00.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður, 11. juni 2003
Fuglafjarðar býráð
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara at ansa børnum, ið
eru farin í skúla, at byrja 18.08.03
Umsøkjarin skal vera kreativur og hava hegni til
starvið, ikki hava egin børn undir skúlaaldur,
dáma væl at vera úti í náttúruni og fara ymsa-
staðni við børnunum í bussi.
Umsøkjarin
skal
hava
góðar
umstøður
innandura.
Løn sambært sáttmála H.K og F.A.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Dagrøktarskipanina í Hósvíkar Kommunu
Rættarvegur 10
420 Hósvík
í seinasta lagi 27.06.2003.
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara at ansa børnum frá 0
til 2 ár, at byrja 18.08.2003.
Umsøkjarin skal vera vanur við børn og somu-
leiðis hava hegni og áhuga í at menna børnini í
spæli og álvara, bæði innan- og uttandura.
Krøv
Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur góðar um-
støður innandura og hevur girðing uttandura, so
børnini kunnu spæla í tryggum umstøðum.
Løn sambært sáttmála H.K og F.A.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Dagrøktarskipanina í Hósvíkar Kommunu
Rættarvegur 10
420 Hósvík
í seinasta lagi 27.06.2003.
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Gravsteinar,
kantsteinar og blómubeð
Nú eisini úr Føroyskum gróti
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðuls-
fólki. Sum stuðul fær tú eitt sjálvstøðugt og
fjølbroytt starv.
Í Eysturoy:
At stuðla einum 5 ára gomlum barni. Tímatalið er
30 tímar um vikuna. Stuðulin hevur vanliga til-
haldsstað á dagstovni. Veitt verður eisini stuðlin-
um ráð- og vegleiðing. Játtanin er fyribils til
30.06.04.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag í mun
til uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Dagbjørt
Hjaltalin og Sigrun Bærentsen á telefon 353510,
gerandisdagar millum kl. 09.00-13.00, tó ikki
mikudag.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møguligum viðmælum, skulu verða
Almannastovuni
J. Broncksgøta 27
Postrúm 3096,
110 Tvøroyri,
í hendi í seinasta lagi 23.06.03.
Les lívfrøði í Føroyum
Nýggir studentar verða upptiknir á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum
í summar. Tá byrjar eitt nýtt hold á lív-/evnafrøðiligu støðisútbúgvingini, har
lærugreinirnar í heyst verða hesar:
• Evnafrøði
• Støddfrøði
• Teldunýtsla
• Ryggleys dýr
• Plantubygnaður
Í summar byrjar eisini undirvísing á yvirbygninginum til BS-lívfrøði. Lærugrein-
irnar í heyst verða hesar:
• Havfrøði
• Jarðfrøði
• Fiskalívfrøði
• Havlívfrøði
• »Formidling«
• Almenn smálívfrøði
Tvey feltskeið verða eisini í summar:
• Vistfrøði á landi: 30. juni til 4. juli
• Vistfrøði í vatni: 25. til 30. august
Umsóknarblað fáast við at venda sær til Náttúruvísindadeildina ella av heima-
síðuni www.setur.fo Upptøkutreyt til lív-/evnafrøðiligu støðisútbúgvingina er
støddfrøðiligt studentsprógv við B-stigi í lærugreinunum evnafrøði, støddfrøði
og alisfrøði. Fólk við øðrum tilsvarandi fortreytum kunnu verða tikin upp eftir
nærri meting.Tað ber eisini til at melda seg til eina ella fleiri stakar lærugreinir.
Meir fæst at vita við at venda sær til Náttúruvísindadeildina, tel. 35 25 50, ella við
at hyggja á heimasíðuna: www.setur.fo Umsóknir skulu stílast til: Náttúruvísinda-
deildin, Boks 2109, FO 165 Argir. Umsóknarfreistin er 1. juli 2003. Byrja verður 25.
august 2003.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
i
C
M
Y
K
39
38