Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 2003síða 21

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 110 - 14. juni 2003 Nr. 110 - 14. juni 2003 41 Hús í Runavík til sølu Um hóskandi boð fæst, eru o m a n f y r i nevndu hús í Runavík til sølu. Husini eru í trimum hæddum, harav kjallarahæddin og miðhæddin eru 130 m2 hvør, meðan loftshæddin er 80 m2. Grundøkið er stórt 701 m2, harav umleið 300 m2 er urtagarður. Húsini eru bygd í 1970. Tey eru gjørt úr betongi, klødd við plastvinyl og hava træskjøldur. Húsini eru isoleraði og hava jarntak. Í kjallarahæddini er bilhús, vaskikjallari, gongd, hobbyrúm og kjallararúm. Í miðhæddini er inn- gongd, hjallur, 4 sovikømur, køkur, stova, gongd og wc v/bað. Á loftshæddini er gongd, 2 sovikømur, sjónvarpsstova, klædnarúm og wc v/brúsu. Áhugaði kunnu venda sær til: Advokatfelagið við Strond 4 Advokatfelagið Yviri við Strond 4 · Boks 359 FO-110 Tórshavn Tlf. 311260 · Fax 311261 Telefontíð: 930-1200 og 1300-1600 Tórmó›ur Djurhuus, adv. Ingi Højgaard, adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Anna Dam, adv. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Fíggjarmálaráðið Varastjóri Kundi tú hugsað tær at verið varastjóri í Stýrinum fyri Toll- og Skattstovu Føroya? Tú kemur í tøttum samstarvi við stjóran at taka tær av leiðsluni á Toll- og Skattstovu Føroya, ið m.a. fevnir um hesar uppgávur: • Seta mál og langtíðarplanlegging • Fíggjarstýring • KT-politikkur og KT-viðurskifti • Trygdarpolitikkur og trygdarviðurskifti • Innanhýsissamskifti øki og deildir • Samskifti við borgarar og virki • Uttanlandssamskifti • Veita landsstýrismanninum í Fíggjarmálum tænastu • Skatta- og avgjaldsfyrisitingarpolitikkur • Eftirlitspolitikkur • Innheintingarpolitikkur Hevur tú visiónir, góð samstarvsevni, og ert tú ágrýtin, virkin og úrslitagóður, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn. Leiðsluútbúgving og leiðsluroyndir kunnu vera ein fyrimunur. Krøv Útbúgving frá hægri lærustovni krevst, t.d. innan fak sum fíggjarstýring, kunningar- tøkni, fyriskipan o.a. Setanarviðurskifti Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag og verður sett 1. september 2003. Starvið verður flokkað ájavnt við 37. lønarflokk í tænastumannafelagssáttmálanum. Umsóknarfreist Kundi tú hugsða tær at roynt hesa avbjóðing, so send okkum eina umsókn, CV og viðmæli, innan mánadagin 30. juni 2003. Fíggjarmálaráðið Postboks 2039 165 Argir Vilt tú frætta meir, ert tú vælkomin at ringja til Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra, á tlf. 352020. Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Uppgávur stovnsins eru m.a. at fyrisita • skattalógina • tolllógina • mvg-lógina • kolvetnisskattalógina • avgjaldslógirnar, eins og alla skuldar- innkrevjing hjá landinum Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum.Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Stýrinum, har viðkomandi kemur at starvast, eru 30 starvsfólk. Lýsingin finst eisini á heimasíðunum: www.fmr.fo www.tollskatt.fo E-mail: fmr@fmr.fo Keypssamtøkan í Hoyvík Søkt verður eftir fólki til skrivstovuna í Keypssamtøkuni í Hoyvík, at byrja 1. juli 2003, ella skjótast tilber. Tað er ein fyrimunur, men eingin treyt, um viðkomandi hevur royndir innan fyri skrivstovuøkið. Talan er um fulltíðarstarv. Løn sambært S & K. Meira fæst at vita um starvið hjá Finn Nielsen, tlf. 210214. Umsókn skal innan 21. juni sendast til FK Hoyvík Box 349 188 Hoyvík Skrivstovustarv Campingvognar!!! Vit hava fingið einaumboð uppá HOBBY camp- ingvognarnar. HOBBY eru mest seldu camping- vognar í Europa – eisini í Danmark. Í sambandi við stevnuna sýna vit fram, á Strond- um, tann nýggjasta HOBBY-460. Vit hava opið leygardagin frá kl. 10 til 17. Sunnudagin eftir kappsiglingina. Hjartaliga vælkomin. P/F HANSEN 447142 - 218540 Edv-starvsfólk Søkt verður eftir einum starvsfólki til edv-deildina hjá politinum at arbeiða fulla tíð (38 tíma viku) frá 1. juli 2003 at rokna ella skjótast tilber eftir henda dato. Vanliga arbeiðsstaðið er politistøðin í Havn, men roknast kann við uppgávum á hinum tænastustøð- unum eftir tørvi. Umframt Havnina er talan um politistøðina í Klaksvík, Runavík, Vestmanna, Mið- vági, Sandi og á Tvøroyri – ella 11 ymisk støð við samanlagt gott 100 starvsfólkum. Førleikakrav: Tú skalt vera við til at umsita edv- útgerðina, fremja brúkaraadministratión, system- administratión, umsita e-post, røkja Meridian- telefonskipan v.m. Forritini Windows 98, -2000, -NT, MS Office og Exchange verða brúkt. Nakað av før- leika til UNIX minidatamat er ein fyrimunur, men ikki nakað krav. Tú skalt bæði kunna arbeiða saman við øðrum og sjálvstøðugt. Hevur tú áhuga í hesum arbeiði, góð samstarvs- evni, neyðuga útbúgving og/ella verkligan førleika vænta vit at hoyra frá tær. Øll eru vælkomin at søkja, uttan mun til kyn, átrúna ella etniska støðu. Lønar- og setanarviðurskifti samsvarandi avtalu millum danska fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Sóley í Selvindi, tlf. 35 14 48 lok 5555. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,viðmælum – og har tú setur fram tíni lønarkrøv – verður at senda til: Føroya Landfúti, Postboks 3018, FO-110 Tórs- havn, innan 24. juni 2003. Føroya Landfúti C M Y K 41 40