Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-12-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 1993síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CSE Sat aftur í hesari kroysuni, sum eg so ofta hevði sitið áður Utan fyri var stormur og kavarok, men inni í kroysuni var fjálgt og her andaði av friði og gleði. Innandura valdaði kærleiki »g vinarlag. Tann sanni og rætti jólafrið urin lá og hvíldi yvir hesari vesælu kroysu, ið ongin gav stórvegis ans. Borgirnar runt um fingu hana at síggja so lítla og skirvis liga út. Tað varð sagt, at eingin, sum hevði virðing fyri sær sjálvum, kundi geva hesar vesælu kroysuni ans. Ju so sanniliga var her altid sera hugna- ligt at sita, her valdaði friður, og tað var eins og higar innar náddi ikki ófriðurin, og ei heldur íspegilsgaldringarnir. Nú sat Súsanna einsamøll við eldstadin, elligomul, men tó andsfrísk, og ein sælur friður lá yvir enni hennara. Hon tosaði um gamlar dagar, tá ið hon og bróður hennara Jákup saman við foreldrum teirra búleikaðust í hesari smáttuni. Greiddi mær frá teim fáu jólagávunum, ið tey høvdu fingið, og sum tey høvdu sett á skrínið í kaminum. Jólaaftanskveld fóru tey ul songar og brátt lógu tey í fasta svøvni og yvir enni teirra lýsti friðurin. Meðan ketilin snurraði so hugnaliga á eldstaðnum greiddi Súsanna mær fráeinum vøkrum dreymi, ið hon hevði havt fyri mongum árum síðan, og sum hon ikki heyði grett um áður fyri nøkrum… Her vil eg, so gott eg nú kann minnast, endurgeva dreymin. Súsanna droymdi, at abbi hennara, ið fyri mongum Harrans árum síðan var farin heim í teir ævigu bústaðirnar, var komin til henn- ara í dreymi. Abbin greiddi Súsonnu frá einum samfelag, ið hann, sum ungur, hevdi vitjað og sum hann fegin vildi greiða henni frá. ht í { va i: fr i Deyðamóður og ú aður kom ul hetta fyri mær fremmanda land. Her var avbera vakurt. Reinleikin skein innar í hvert skymaskot Fólkini vóru so vinarlig, glad og nøgd, og ein kendi seg sum heima alt fyri eitt Kom á tal við ein gamlan mann, ið stóð í miðjum urtagarði og lúkaði ókrút burtur Tað sást á honum, at hann livdi seg innar í hendan fagra blómuheim. Hetta gay honum nakað, ið jagstrað menniskju ikki kenna Hesin friðurin, ið lýsti av enni hansara. Vit heilsaðust og hann beyð mær innar Hann byrjaði alt fyri eitt at greiða mær við livandi og inniligum orðum frá hesum samfelag, ið eg var komin til. Hetta er ikki nakað samfelag í vanligari týðing. Sum tú óivað allareiða hevur lagt til merkis, eru menniskjuni her sera ymisk bæði í útsjónd og atburði. Fyri tær at hoyra, tosa tey ymisk tungumál. Men hetta hugsa vit als ikki um til dagligt. Vit hugsa annar- leiðis. Vit skilja hvønn annan. Hetta er júst tað gåtuføra við hesum samfelagnum, og hetta er júst grundstødid undir hesum samfelag. Ein samfelagsskipan, ið als ikki kann sam- metast við tykkara sokalladu humanistisku og mentunnarligu skipan. Tykkara skipan er bygd á ta materialisusku. Tykkara ment- an er sjålvsøkin og kemur ongantíð at gagna heildini. Okkara skipan hevði als ikki hóskað til tykkara materialistiska heim. Í tykkara samfelag ræður ein evnisment- an. Her hjá okkum verður tann andaliga, vísdómsins mentanin sett í hásætið. Hjá tykkum verður mentanin antin nýtt sum heiðursmentan mannadýrkan meðan her hjá okkum er mentanin við í øll- um virki okkara, er ein livandi, gróðrar- mikil og lívgevandi eind, ein sera virkin, og hl í mentanin er ein nåturligur partur rand tykkum at stytta sær stundir ella em gull tninumentan, men her verður mentanin nýtt í i andaliga virkna lívinum Hereru vit ll tænarar. Eingir valdsharrar hvørki í manna- ei heldur í einglalíki fáa heimstað her Bernini og ungdómurin verða sett í heið ursplássint Sannur javnrættur ræður og øll verða vird eins Eitt lagið samfelag, hugsaði abbi, og hann kundi ikki rættiliga skilja, at hetta kundi bera til, men hesin gamli maðurin helt áfram við at greiða abbanum frá hesum fyri honum løgna samfelag Vegurin ul tað sanna frælsið — sannleik an — knýur hesi menniskju saman, og javn rættarandin blæsur hygnn morgun gjøgnum hetta samfelag Hver einstakur kennir seg sum tað neyð ugasta klípi í hesum samfelagnum, og tess- vegna grettur ikki, at júst tey smæstu klípini verða gjølla eftirhugd og verða vard. Onki klípi við hesi umhugsan og kærleika fer fyri skeytið. Grundstuðulin undir hesari skipan er júst tey smæstu klípini. Her valdar tað fullkomna brødralagid. Tænaraandi og tænaravirksemi eru tey berandi liðini og út frá hesum sprettur júst samhugin. Fyribrigdi rík — fåtøk, høg og lág, yvir og undir eru ikki til, vegna tess, at stjala, snýta, gera sær dælt av, finst ikki í hesum full- komna samfelagnum, í hesum tænarasam felagnum. Eingin ger nakað fyri at vinna sær heiður og rós. Tað, ið hvør einstakur ger, er fyri at tæna heildini. Ein spaki verður eins nógv virdur og ein læknaknivur, ein grótsmiður DESEMBER 1993 Síða 19 líka i I Sar É . + % ur ul lånn Lak så A | r » | » * fela t gø igaå 5 Lisunlærd rikmenni finnast als ikki, tað er eingin gróðrarbotnur fyri slíkum í sam felag okkara Tann andaliga heildin er í øllum samfe lagnum, luttekur í øllum virkseminum og åvirkar hvørja løtu hesar mongu milliónir nar av samfelagsborgarum at verja tey smæstu klipini Ein sera einføld samfelagsskipan, ið als ikki ber brá av sjålvsøkni, eginvild og heið- ursgimd Abbi takkaði hesum gamla manninum fyri gestablídni og fyri hesa frálíku frå greiðing um hetta gåtuføra, andaliga ríka, og hetta fullkomna tænara samfelag, 38 ljóðaði at vera tað fullkomna samfelagið Síðan leitaði abbi sær heim aftur Súsanna vaknaði og goymdi hendan dreymin væl og virdiliga í hjarta sínum, og nú mong Harrans ár seinni, meðan vit sita so fjálgt her inni í hesi vesælu kroysu, greiður Súsanna mær frá hesum dreymi og ynsku at hesin dreymurin gjørdist veruleikin! At okkara samfelag bleiv grundað á júst hetta, at tænaraandin gjørdist virkin á ein slíkan hátt, at júst tey smáu klípini måttu verða vard, júst hesi klipi, ið vóru við at stuðla øllum garðinum! Eg takkaði fyri hugnaliga samveru og ynsku Súsonnu gleðilig jól, og leitaði mær út aftur í marglætissamfelagið Got nýggjár! Sólmundur Joensen, -93 ——————.- —— Sms SS