týsdagur 4. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðið og nýggja árið
TORFØRU tíðirnar merkja eisini blað-
útgávuna í Føroyum. Vit hava hesi
seinastu árini sæð, hvussu fleiri av
blødunum hava verið noydd til at steðga
útgávuni, ja rætt og slætt eru vorðin
nidurløgd. Blaðdeyði er annars ikki
nakað ókent fyribrigdi kring allan
heimin og tí er tað heldur ikki nakað
óvanligt í tí, at eitt lítið samfelag sum
okkara ikki orkar at bera so mong blød,
sum vóru fyri bert fáum árum síðani.
Dagblaðið, Tingakrossur og Friu Før-
oyar, ið hava verið - um ikki gerandis
gestir - so kortini vikublað, eru ikki
útkomin ella hava ligið í dvala í stytri
og longri tíð. Óvist er hvussu lagnan
verður hjá hesum blødunum og um tey í
heila tíkið koma útaftur. Megna tey tað
ódnartak tað er at byrja útgávu av
nýggjum, so skulu tey vera vælkomin.
Tess fleiri eru við í kappingini um at
gera tað dygdarbesta blaðið tess stórri
er avbjóðingin.
HÓAST tað er eydnast Tíðindablaðnum
Sosialinum at koma út fimm ferðir um
vikuna alt árið í fjør, so hava vit eisini
merkt ringu tíðirnar. Eitt nú hava vit
verið noydd til at avmarka síðutalið fyri
harvið at minka um pappírútreiðslurnar.
Hetta hevur sjálvandi nervað blaðið í
ávísan mun, tí vit hava ikki kunnað
tikið okkum so væl av gllum tí innsenda
tilfarinum. Nógvar greinar eru tí ikki
komnar við í blaðið. Hetta er tó tilfar,
sum kortini hevur fingið innivist í
ødrum blødum. Tad skal vera vón okk-
ara, at áhugin fyri blaðnum fer at vaksa
so mikið nógv í hesum árinum, at vit
eisini vera før fyri at økja um síðutalið
og harvið geva út eitt meira fjølbroytt
blad.
ÆTLANIN er ikki at fremja stórvegis
broytingar í hesum árinum, men okkurt
er, sum vit fara at royna at betra um og
eisini verður okkurt nýtt í blaðnum. Tað
at koma út nærum hvgnn dag í viku
krevur nógv av gllum starvsfólkunum
og teimum mongu, sum kring landið
geva okkum eina hjálpandi hond. Ikki
minst hevur tað alstóran týdning fyri
rakstrarliga úrslitið, at blaðútgávan er
stødug og til tíðina. Fimm-daga útgávan
er enn rættiliga nýggj, og tí hava vit
eisini í fjør stríðst vid at fáa blaðið út
rættstundis. Vit halda, at vit nú hava so
mikið drúgvar royndir at byggja víðari
á, at vit fara at tora at lova okkara
lesarum og teimum, sum fáa blaðið út í
hvønn krók í landinum, at blaðið fer at
koma út til avtalaða tíð.
EITT er so síðutal og útkomutíð. Annað
er so innihaldið. Her vilja tað sjálvandi
vera ymsar meiningar, og vit vilja fegin
lurta eftir øllum atfinningum, sum vit
vilja brúka til nakað positivt. Hetta at
taka í egnan barm - at vísa teimum
atfinningarsomu virðing og alla tíðina
at hava sum stevnu: at tú kanst gera
eina enn betri vøru - verður ein partur
av okkara gerandisdegi í hesum árinum
eisini. Eitt gott blað er úrslitið av einum
“veksulvirkningi" millum tey, ið gera
eitt blað, og tey, ið skulu lesa tað.
FØROYSKA pressan hevur í farna ári
fingið nógvar ábreiðslur fyri at vera ov
negativ. Hesin kritikki kunnu vit taka
undir við og vilja eisini vit taka hann til
okkum. Hóast tað vissuliga er orsøk til
at vísa á vánaligu støðuna í landinum
og gongdina, so megu vit ansa eftir ikki
at detta í ta veitina, at alt bara er svart
oman á svart. Tað er ikki bara so. Vit
mugu so eisini kenna tað sum okkara
ábyrgd, at ikki allir upplýsingar, oll
tíðindi og allar søgu bara eru vid til at
taka vónina frá fólki, tí vigsuliga eiga
vit nógv góð fólk, sum við sínum evn-
um, vilja og dirvi eru før fyri at fåa
hetta samfelagid å rættkjøl aftur. Harvid
er ikki sagt, at pressan ikki eigur at vera
krittisk og borandi. Hesi bædi eru tveir
av grundarsteinunum undir eini livandi
pressu og uttan teir er eingin pressa.
SOSIALURIN fer í nýggja árinum at
taka upp evni, sum hava atlit til støduna
í samfelagnum og fara vit eftir førimuni
at royna at lýsa hesi evni og spurningar
so gjølla sum stundir og orka nú einafer
er til tað. Vit fara eisini at halda fram
við at bera lesaru feskastu og nýggjastu
tíðindini úr øllum landinum, og vit fara
at varðveita og útbyggja teir mongu
føstu teigarnar í blaðnum so sum “Lýs-
ingatorgið", “Um nøvn”, "Hygg og
Hoyr", “Feðingar", “Gudsorðið"
osfr. Eisini fer summarítrótturin at
verða vidgjørdur eins professionelt og
væl sum undanfarin år. Og ikki at
gloyma so fara vit framhaldandi at
halda lív í orðaskiftinum, sum kanska
eigur at vera prioriterað fremri enn
nakrantíð áður. Tað er júst í hesum
ringu tíðunum, at brúk er fyri, at fólk
flest bera fram sínar hugsanir. “Neyðin
lærir nakra kvinnu at spinna" sigur
orðatakið. Latið orðaskiftið læra okkum
at koma víðari á ein sunnan og skila-
góðan hátt, har vit hava jarðað gamlar
syndir og ólukkur. Latið okkum hyggja
frameftir og saman royna at byggja upp
hetta landið, sum vit øll eru so góð við.
Latið okkum - heldur enn dagliga at
útnevna “skurkar" - saman finna fram
nýggjar leiðir at ganga og harvið
ruddað slóð fyri komandi ættarliðum.
Hetta ber í sær, at pláss verður givið
teimum ungu og teimum, sum hava
royndir, dirvi og lívsvón at vera við til
at byggja hetta landið uppaftur. Tí
verður ein hin mest týðandi uppgávan í
hesum árinum at skapa fortreytir fyri
arbeiði her á landi og harvið at steðga
fólkastreyminum av landinum.
Tvørturimåti eiga vit at venda hesum
streymi og skapa møguleikar fyri
teimum, sum eru úti og nema sær
kunnleika og royndir, at koma
heimaftur at byggja landið uppaftur.
KUNNU vit sum blað vera við til at
fylla hesar karmar út, tå hava vit røkt
okkara part av samfelagsskylduni. Latið
okkum øll somul triva í tey so vælsøgdu
orðini: spyr ikki hvat land títt kann gera
fyri teg, men spyr, hvat tú kanst gera
fyri land títt. Ein grundleggjandi for-
treyt fyri fylgja hesum setningi er, at tú
hevur eitt land og eitt fólk. Vit hava enn
bæði tvey, hóast skuldin er stór og
stødan ring. Tað ringasta er at fella í fátt
og missa vónina. Við góðum fólki ber
til at koma aftur á beint. Vit eiga eitt
gott fólk og eitt ríkt land. Tað ræður
um, at hesi finna saman og seta sær
skynsemi, vit og skil sum stavnhald. Tí
vilja vit sum blað hjálpa til við.
Gevið húkinum meira
Nú menn eru farnir at tosa
um kvotabyti, sýnist sum at
teir eru sera Ósamdir, og var
heldur ikki annað væntandi,
ti sum øllum kunnugt, so er
veruleikin tann, at tað er alt
ov lítið at býta.
Og hví so er, tað vita eis-
ini allir. Tað er ovfisking,
og hvør ið hevur ovfiskað,
tað vita teir eisini. Men alt
sum kemur fram, bendir á
sama borðið, at trolararnir
skulu hava fyrsta rætt, og
fáa tað mesat av kvotuni —
teir sum hava niðurfiskað
stovnarnar.
Tá ið eg sigi soleiðis, er
tað tí, at nú er stødan á Før-
oya grunninum akkurát so-
leiðis sum vit hava sagt og
ávarað ímóti igjøgnum
mestsum alla hesa gldina.
Tað, sum undrar meg
mest er, hví ið menn blíva
við at tvíhalda um trolarar-
nar. Tít.d. I.C.E.S. sigur, tá
talan er um veiðu av kyrra-
havstoski: (citat) >Eyðkent
fyri hesa veiðu er, at trolið
tekur munandi meira av
smáfiski enn línan<. Verða
framskrivingar av veiðuni
gjørdar, um åvikavist lína 1: »Um ynskt verður at
ella trol eigur at verða nýtt,
koma teir m.a. fram til:
undan ári, so verður veiðan í
vekt hægri við línu<.
2: „við somu veidunøgd
fiskar línan eldri og fiska-
etandi fisk, sum aftur hevði
býtt um tilgongdina, um
predatión er avgerandi fyri
tilgongd og
3: línan kann vera loyvd
eftir at T.A.C. fyri trolarar
er nátt< (citat endað).
Og hyggja vit so igjøgn-
um frágreiðingina hjá
Bygnadarnevndini, so
stendur m.a. á síðu 13
(citat): >Smáfiskur, ið beint
er komin niður á botn,
krógvar seg aftan fyri
steinar og vgksur og
millum korallir. Grót
verður bert fyri ein part flutt
av reiðskapi, og vøkstur
undir Føroyum er mest á
grunnum vatni, har troling
ikki er loyvd« (citatendað).
Og taðer tað, sum trolar-
arnir gera. Teir flyta grótið,
oyðileggja gróðurin, knúsa
korallimar og hver veit
hvussu leingi korallirnar
hava um at vaksa aftur, 10 —
100 ella 1000 ár, um tær í
heilatikið koma aftur.
Og so er tað norðmaðurin
Ásmund Bjordal, Hav-
ØM ADT
A
stovnurin er støðugur år Aldursbýti á toski á prosentum í japansku trol- og línuveiðuni í Beringshavinum