Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 1 — 4. JANUAR 1994 Tíðindablaðið Avtalan millum peningastovnarnir og Húsalánsgrunnin: — Felagsloysnin hetir um møguleikarnar | Avtalan millum peningastovnarnir og Húsalánsgrunnin ber m.a. í sær, at sethúsaeigarar nú kunnu fáa eina felagsloysn við allar stovnar undir einum, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsal- ánsgrunninum Nógv hevur verið sagt og skrivað um fundirnar, sum peningastovnarnir og Húsalánsgrunnurin hava havt, í samband við at nógvir sethúsaeigarar ikki longur megna at svara sínar skyldur. Orsakað av teimum trup- luumstødunum hjá sethúsa- eigarum hava peninga- stovnarnir og Húsaláns- grunnurin valt at gera eina eykalækking av rentuni á sethúsalánum á uttaru veð- rættunum 60 mió. krónur í rentulækking Vanligu rentustigini á veð- lánum verða tí frá 1. januar 1994 1. veðrættur 6,75 pst p.a. (-0,75 pst.) 2. veðrættur 7,25 pst. p.a. (+ 1,50 pst.) 3. veðrættur 7,25 pst. p.a (- 1,25 pst.) 4. vedrættur 9,25 pst. p.a (3,00 pst.) Henda rentulækking svarar fyri sethúsaeigarar til eina samlaða árliga rentu- lækking umleið 60 mió. Er sjónvarpið ella antennan í ólagi ; a Vit avheinta og koyra út a Skjót og góð tænasta krónur. Fyri at lætta enn meira um hjá sethúsaeigarum hava peningastovnarnir og Húsalánsgrunnurin givið sethúsaeigarum møguleika at leingja um afturgjald- ingartíðina á verandi lán- um, upp til 30 ár. Verður hesin møguleiki nýttur fult út, verður árliga latin ein gjaldslætti umleið 100 mió krónur til sethúsaeigarar - Fyri at lætta um av- greiðsluna av málum, har serlig tiltøk eru neyðug, hava peninagstovnarnir og Húsalánsgrunnurin = gjørt avtalu um samskifti soleið- is, at viðskiftafólk kunnu fáa avgreitt øll síni vidur- skifti í egnum peninga- stovni, verður sagt í tíðinda- skrivinum frá stovnunum Samlaða skuldin hjá set- húsaeigarum í Føroyum er umleið fimm mia. krónur Avtalan millum peninga- stovnarnir og Húsaláns- grunnin kostar 160 mió. krónur. Øl fáa fyrimun Vit spurdu Jóannes Dals- = Vit koma um alla Streymoy-Eysturoy v/ Guttorm Mortensen, Lýðarsvegur 15 SØLA-UMVÆLINGAR — LEIGA BILLUTIR! Vi hava víðkað okkara útboð av eykalutum mOtilbliarog hava nú flelrtutstoyt enn nakran- 5 á goymslu. 40 ioysir søg altíð at handla við okkum. p/f Esmar Simonsen KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fugiatjørdur Tlf. 44405, Fax. 44629 garð, stjóra á Húsaláns- grunninum, um hann er nøgdur vid avtaluna? - Eg eri nøgdur vid tann partin i avtaluni, sum gevur øllum ein fyrimun. T.v.s., at tey, sum kunnu svara sinar skyldur fåa ein lætta, um- framt at vit nå kunnu gera seravtalur fyri einstakling- ar. Eisini er tað ein fyri- munur at stovnarnir nú skulu samstarva, og at fólk kunnu fara í egna peninga- stovn og har fáa eina sam!- aða loysn, sum tey kunnu halda. - Er tað so nógv óðrvísi enn higartil! - Nú kunnu vit tosa um heildarioysnir millum pen ingastovnarnir og Húsa- lánsgrunnin. Tað gagnliga í hesum er, at vit nú vita av hvørjum ødrum og hvat verður gjørt fyri tann ein staka Avlopið fer til húsaleigu - Vit hava nú eina felags stóðu til, at vit vilja hjálpa sethúsaeigarum at verða búgvandi í egnum húsum, so vítt sum tað yvirhøvur er gjørligt. - Merkir tað at tvingsulssølurnar ikki longur verda framdar? - Vit sleppa ikki undan tvingsulssølum í framtíði- ni, men vit kunnu minka um tær fyri ein stóran part, so vítt sum tað er ráðiligt. - Vit mugu kanna, hvat einstaki húsaeigarin orkar at gjalda, hvussu nógvar fastar útreiðslur hann hevur, og hvat fólk hava at liva fyri. Tað, sum tá er eftir, skal fara til húsaleigu. - Peningastovnarnir og vit eru áhugað at finna eina felagsloysn, so fólk ikki skulu renna frá Peri til Pól. Tað ger tað lættari hjá fólki, at tey kunnu fara í egna peningastovna at fáa hesi viðurskifti vidgjørd og at ein loysn fæst, sum situr til orkuna hjá tí einstaka. - Tá hugsað verður um, at skuldin hjá sethúsaeigar- um er umleið fimm mia. krónur, og tit vilja veita 160 mió. krónur. Verður tað so nakar veruligur lætti hjá teimum, sum eru mest kroyst? - Um vit siga, at ein set- húsæigari hevur 1,1 mió. krónur í skuld, so gevur rentulækkingin, umframt leingjan av lánum til 30 ár, góðar 2.000 krónur um - mánaðan. Umframt hetta fáa tey við serligum trupul- leikum ein nýggjan møgu- leika at gera avtalur. Hava eina hóming av útreiðslunum - Hava tit sett pening av til slík endamál? - Vit hava tikið hædd fyri at inntgkan minkar, og vit hava eina hóming av, hvussu nógvur peningur er neyðugur at brúka. Tað, sum vit ikki fáa inn í rentum og avdrátti, er bert ein møguleiki at bóta um, og tað er um fíggjarlógina. - Er nóg nógvur peningur settur av á fíggjarlógini? - 10 mió. krónur eru á fíggjarlógini, og tað er ov 1 lítið. Síðani eru aðrar 15 mió. krónur tøkar, men tað er heldur ikki nóg mikið. Um stutta tíð kemur upp- skot um lógarbroyting fyri Húsalánsgrunnin á ting- borð. Hetta fevnir m.a. um at geva Húsalánsgrunni- num heimild til at víkja frá afturgjaldatíðini og rentuá- setingini. - Ert tú nøgdur við av- taluna millum peninga- stovnarnir og Húsaláns- grunnin? - Eg eri nøgdur við at fólk nú fáa ein møguleika at verða búgvandi í egnum húsum, og at stovnarnir nú vilja gera felagsætlanir og loysnir fyri fólk í trong- stóðu, men hetta kostar Húsalánsgrunninum nógvan pening, Jóannes Dalsgarð. Dagny sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum: - Vit sleppa ikki undan tvingsulssølum, men vit kunnu minka um tær, so vítt sum tað er ráðiligt Til BLADSØLURNAR .. Sosialurin aftur | UTSELDUR? Bodid so beinanvegin frå å tlf. 11820. Uttanfyri vani. arbeiðstíð upplýsir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fáa fleiri blað. Tíðindablaðið SOSIALURIN