Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 1 — 4. JANUAR 1994 Sida9 Nú sleppa eisini | føroyingar at = w gista MVG-fritt Sum er skulu fóroyingar, sum gista á fóroyskum hotelli, gjalda meirvirðisgjald, meðan útlendingur í grannakamaranum sleppur undan. Hetta vil landsstýrið nú broyta Tað skal ikki longur gerast munur á útlendingum og føroyingum sum búgva á føroyskum hotelli. Sum er gjalda føroyingar meirvirð- isgjald av gistingum, men tað gera útlendingar ikki, men hetta vil landsstýrið nú hava broytt. Landsstýrið legði upp- skot á ting um at gera alla gisting undantikna fyri meirvirðisgjald, og tað tóktist tingmenn einki hava ímóti. MVG av umboðan Umframt at broyta lógina um meirvirðisgjald í sam- band við gistingar mælir landsstýrið eisini til, at umboðan skal ikki longur verða undantikin fyri meir- virðisgjald. Landsstýrið heldur tað vera 6gjørligt at skilja ímillum nær talan er um gávu ella handilsliga umboðan. Tað skal heldur ikki long- ur verða møguligt at draga útreiðslur av persónbili frá í meirvirðisgjaldinum, uttan mun til um bilurin verður brúktur heilt ella partvíst vinnuliga. Tó verður fram- vegis loyvt at fáa fullan ella lutfalsligan frádrátt fyri bil- ar yvir 3500 kg. Tað vóru tingmenn, sum ikki vóru so fegnir um hesar broytingar. Jógvan Sund- stein spurdi hví umboðan ikki longur kundi dragast frá í meirvirðisgjaldinum, og Finnbogi Arge vildi framvegis hava, at útreiðsl- ur til bilar í vinnuligari nýtslu kunnu dragast frá. Fleiri broytingar Roknast kann annars við, at Tað skal nú ikki longur vera dýrari hjá føroyingum at búgva á føroyskum hotelli enn hjá útlendingum Mynd: Kalmar enn fleiri broytingar fara at koma í samband við lógina um meirvirðisgjald. Teir báðir samgonguting- menninir, Lasse Klein og Jákup Lindenskov søgdu seg undrast á, at landsstýrið ikki var komið við enn fleiri broytingum. Jákup Linden- skov segði, at lógin var skunda igjøgnum so ting- menn vistu neyvan hvat tað var teir samtyktu. Ting- maður javnaðarfloksins í Sudurstreymoy helt, at rættast var at umhugsa fleiri broytingar í lógini. Serliga tær mest tyngjandi fyri ídnaðin. Eins og aðrir ting- menn nevndi Jákup Linden- skov eisini tað óhepna í, at meirvirðisgjald skal gjald- ast av heilivági. Eftir drúgva umrødu beindi tingið uppskotnu broytingarnar í lógini um meirvirðisgjald í nevdina. Gott ár hjá Smyril Line -og ikki gjørdi tað verri, at tað nú umsíður eydnaðist at leiga Norrønu út. Fyribils í tríggjar mánaðir Tað verður alt truplari at fáa leigumál til skip sum eitt nú Norrønu. Smyril Line er í harðari kapping við mong onnur skipafeløg, men nú eydnaðist umsíður at finna føroyska flaggskipinum eitt leigumál. Tað er Stene Sealink sum fyribils í tríggjar mánaðir hevur leigað Norrønu at sigla millum Írland og Ongland. Seinri fer hon møguliga eisini at sigla niður á europeiska megin- landið. Manningin á brúnni, á dekkinum og í maskinuni verður føroysk. Einir 25 mans tilsamans. Óli Hammer, stjóri á Smyril Line sigur, at møgu- liga fer felagið at leiga Norrønu út um teir triggjar mánaðirnar, men nakað av tíð má eisini brúkast til at gera Norrønu klára ti summarsiglingina. Smyril Line hevur ikki enn gjørt upp, hvussu árið í fjór royndist, men stjórin sigur seg rokna við einum hampiligum avlopi. Men tað er eisini neyðugt, tí tað vísir seg at vera alt truplari at leiga tílík skip út um veturin. Eydnast tað ikki, fer roknskapurin at síggja minni spennandi út. 1 Utferðir við Norðlýsinum Norðlýsið fekk í heyst ny eigarar. Ein teirra er Oli Hammer. Hinir eigar- arnir hava eisini tilknýti til Smyril Line. Óli Hammer heldur, at Norðlýsið kann stimbra føroyska ferðavinnu. Seinri í vikuni fara tey at senda faldarar út til ymiskar ferða- mannastovur sum greiða frá ymiskum útferðum við Norðlýsinum. Óli Hammer sigur, at ætlanin er at Norð- lýsið skal sigla hvgnn dag frá maí til síðst í august. Talan verður bæði um fastar útferðir og leigutúrar. Ein umleið fýra tíma drúgvur túrur við Norðlýsinum fer at kosta um hálvtannað- hundrað krónur. Pláss verð- ur fyri 40 ferðafólkum hvønn túrin. Óli Hammer sigur seg ikki rokna við at spinna gull úr Norðlýsinum fyrstu tíðina, men ætlanin er at Enn eitt gott ár hjá Norrønu. Mynd: Jens Kr. Vang arbeiða miðvíst so hetta tiltakið einaferð kann gerast lønandi. I løtuni eru teir vid at rigga Norðlýsið til. Små- vegis umvælingar eru gjørdar, og nú leggja teir seinastu hond á verkið. tór.-