Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Marita Petersen, lógmaður í ný Nr. 1 — 4. JANUAR 1994 jársróðuni Altavgerandi at vit varðveita okkara trúvirði -Eins týdningarmikið tað er at varðveita pen- ingakervið, er tað at varðveita trúvirðið hjá landskassanum mótvegis lángevarunum, so lánini kunnu verða endurfíggjað og betri láns- treytir fáast segði Marita Petersen, lýgmaður ma. í nýggjársróðu síni. Hon fegnaðist um, at tað hevur eydnast okkum í avtalum við danir at fáa endurfígging fyri falna skuld tey komandi 5 árini. Lógmaður segðt: Góðu landsmenn! Á gáttini til nýggja árið er náttúrligt at spyrja, hvussu royndist árið, ið fór. I løgmansrøbuni á ólav- søku segði eg, at samfelag okkara hevði neyvan verið fyri stórri bakkøstum enn teimum, sum vit fingu sein- asta árið; men eg segði eis- ini, at tey búskaparligu út- litini sum heild tyktust at benda tann vegin, at niður- gongdin í samfelagnum var um at stegða, og at vit kundu fara at ganga niðan brekku aftur. Megnaðu vit so at venda gongdini ella bert at steðga hesi skeivu gongd í 1993? Tíverri hildu vónirnar í Glavsøkurøduni um, at nú var komið á botn, ikki, tí eisini í seinna hálvári stungu nýggir trupulleikar seg upp, og størsta van- lukkan hjå okkum — ar- beiðsloysið — vaks enn meira. Fiskaloysi og vánaligir fiskamarknaðir, eru orsøkir til ringu støduna, men vit mugu ásanna, at orsøk til trupulleikarnar eisini er at finna i gongdini í åttatiår- unum, har bæði almenn og privat skuld vaks, og har vit ikki vístu nóg stóra virðing fyri náttúrligu fortreytum okkara. Møguleikamir høvdu eis- ini nú verið betri at vent gongdini og minkað um ar- beiðsloysið, um vit høvdu lært av søguni um tey sjey feitu árini og tey sjey rak árini. Í staðin fyri at leggja nið- urfyri tey feitu árini, brúktu vit meira enn alt og skuld- arbundu okkum. So trupult tað enn kann tykjast, so er høvudsupp- gávan at leggja eitt haldgott stødi undir samfelag okk- ara. Hetta er trupult m.a. tí vit hava so torført við at skilja, hvussu illa stendur til, og hvat krevst fyri at tæna heildini. Vit hava eisini so trupult við at góð- taka, at okkara egnu áhuga- mál ikki altíð vinna frama. Vit hava lyndi til at droyma um skjótar og lættar loysnir, men tíverri finnast slíkar Tað er skyldan hjá lands- stýri og letingi at síggja veruleikan, sum hann er, og at velja loysnir, sum byggja á vitan og fakligar metingar og sum tæna heildini. Landsstýrið gjørdi í okt- ober 1992 av at bjarga peningakervinum. Tíverri vísti tað seg, at hetta bjarg- ingartiltak munti ov lítið. Trupulleikar tóku seg fleiri ferðir upp í 1993, og lands- stýrið metti framvegis, at tað var neyðugt at bjarga peningakervinum. Fóru teir báðir stóru bankarnir á húsagang, vildu fylgjurnar verið øgiligar. Stødan í dag, vid afturlating av virkjum, tvingsilssølum, stórum ar- beiðsloysi og fólkaflyting, hevði tá verið fleiri ferðir verri. So eg kann ikki taka undir við teimum, sum siga, at betri hevði verið, um bank- arnir vóru farnir, tí tað hevði ikki ført tileina nýggja byrj- an; men hevði harafturímóti verið eitt risastórt afturstig. Tákreppan hjá Fossbank- anum tók seg upp, royndi landsstýrið eisini at fáa hann við í bankabjarging- ina, men danska stjórnin vildi ikki veita neyðugt lán til hetta. Landsstýrið hevur í fýrs- unum tikið lán og veðhildið fyri privatum vinnuvirki og fyri almennum grunnum og stovnum. Landskassin maktar ikki at gjalda hesi lán aftur innan fyri ásettar frestir næstu 5 árini. Tí er eins týdningarmikið og tað er at varðveita peninga- kervið, at varðveita trúvirði L maður á ný rr es Tidindabladid ge 1 Marita Petersen, løgmadur: -Tað hevði verið eitt risastórt afturstig fyri føroyska samfelagið, um bankarnir ikki vórðu bjargaðir. Mynd kalmar hjá landskassanum mót- vegis lángevarum, so lánini kunnu verða endurfíggjað og betri lánstreytir fáast. Í iårinum: avtalunum við donsku stjórnina hevur eydnast okkum at fáa endurfígging fyri falna skuld tey komandi Fiskastovnarnir mugu og skulu byggjast upnaftur Neyðugt er at áseta hægsta loyvda veiðu av teimum fiskasløgum, sum eru hótt segði løg- maður, tá hon kom inn á vinnuspurningar í nyggjårsrødu síni. Hon segði: Grundarlagið fyri før- oyska samfelagnum er fiskivinnan, og serstakliga hevur fiskivinnan kring Føroyar svikið. Orsgirnar eru, at fiskastovnarnir eru illa fyri og at minni hevur verið roynt í 1993 vegna trupul fíggingarviðurskifti hjá nógvum fiskiførum. Fiskastovnarnir = mugu byggjast uppaftur. Neyðugt er at áseta hægst loyvda veiðu av teim fiskasløgum, ið eru hótt. Og neyðugt er at fáa skipanir, ið geva fiski- vinnuni møguleika at bera seg. At høvudsvinnan kann rekast við góðum búskapar- ligum úrsliti, sum kann kasta av sær til annað vinnu- virksemi í samfelagum, er ein avgerandi treyt fyri at vinna fram. Vinnulívið hevur fingið broytt viðurskifti at arbeiða undir og má laga seg til ein stórri marknað enn heima- marknaðin. Undir hesum fyritreytum má vinnulívið sjålve = við hugsjónum, dugnaskapi og áræði skapa 5 árini. framburð fyri virkseminum í Føroyum. Landsstýri og løgting kunnu bert skapa karmar, vinna má sjálv fylla út. Landsstýrið hevur ásann- að, at tað er týdningarmikið, at — marknadarvidurskifti okkara verða broytt soleið- is, at bestu møguleikar verða fyri at leggja okkara egnu viðurskifti til rættis samstundis, sum vit ikki verða verri fyri enn kapp- ingarneytar okkara á stóru marknaðunum um heimin. Landsstýrið hevur fingið lyfti frá donsku stjórnini um stuðul og fer at arbeiða fyri, at Føroyar fáa somu sømdir í ES sum sonevndu EBS- londini, eitt nú Ísland og Noreg.