týsdagur 4. januar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 1 —4. JANUAR 1994 Síða 11
maður:
Marita Petersen
-Fimm ár at
koma gjøgnum
skuldarfjallið
-Koma vit næsdtu 5 árini gjøgnum
skuldarfjallid, hava vit lært nógv um, hvussu vit
leggja til rættis trygg og góð viðurskifti í
Føroyum segði løgmadur í nýggjársróðu síni.
Hon segði:
Eisini í 1993 var neyðugt
at gera niðurskurð í almenna
rakstrinum. Hóast hesar
skerjingar eiga rímilig út-
búgvingartilboð at vera til
allar føroyingar at skapa sær
eitt stødi at virka á í teimum
broyttu umstødunum úti
sum heima, og tænastan
innan heilsu- og almanna-
verkið má framvegis vera so
dygdargóð, at hon veitir
eina trygga tilveru um alt
landið.
Funnist hevur verið at
okkara stýrislagi, tí ofta er
torført greitt at kunna stað-
festa avgerðarrætt og á-
byrgd. Landsstýrið setti í
vár eina nevnd við tí setn-
ingi at lýsa galdandi stýr-
isskipan og gera uppskot til
eina betri hóskandi. Nevnd-
in handaði beint undan jól-
um landsstýrinum álit, sum
verður almannakunngjørt
eftir nýggjár. Tað er mín
vón, at nýggja uppskotið til
stýrisskipan verður vidgjørt
alment og av politisku
flokkunum.
Tey tiltøk, sum eru nevnd
her, eru ikki undurloysnir
ella skjótar loysnir. Grein-
ingarnar av stóðu okkara,
sum er komin fram í frá-
greiðingum hjá føroyskum
og útlendskum serfrøding-
um sýna, at sjálvt um vit
bara taka tað við, vit við
vissu vita um í dag, so ber til
at arbeiða okkum upp aftur
undan teirri skuldarbyrðu,
sum í løtuni so ógvusliga
skerjir møguleikarnar hjá tí
einstaka og tí almenna.
Tað hevur verið sagt, at
um skuldin var eftirgivin, so
hetta er rgtt hugsan. Vit
famum árum og vænta at
hava trúvirði frameftir.
Koma vit tey næstu 5 árini
gjøgnum skuldarfjallið,
hava vit lært nógv um,
hvussu vit leggja til rættis
trygg og góð viðurskifti í
Føroyum, við teimum fyri-
treytum, sum eru í landi og
fólki. Tað verður luturin hjá
okkum politíkarum at
tryggja, at byrðarnar verða
borðnar eftir førimuni á hesi
leið.
Glottar eru fyri stavn í
1994. Urslitini frá fiski-
vinnusamráðingunum við
onnur lond eru betri, serliga
í Barentshavinum. Hetta
kann vera ein góður stuðul í
tí tíðarskeiði, ið krevst at
byggja stovnarnar uppaftur.
Yvirhøvur eru møguleikar-
nir betri hjå fjarfiskiflot-
anum, og tað gongur rætta
vegin at virka fiskavørurnar
meira.
Arbeitt hevur verið við at
fáa økt samstarv við Russ-
land, og verður rætt atborið
eru stórir møguleikar her.
Avgerandi er at finna teir
réttu marknaðirnar, so at vit
heldur enn at falla í fátt um
teir marknaðir, sum vit ikki
hava fulla atgongd til, ar-
beiða á øðrum.
Tað er helst rætt at siga, at
hin neyðuga bygnaðar-
broytingin í sølu- og mark-
naðararbeiðnum enn ikki er
komin at virka, og her átti
vinnan veruliga at strongt á
fyri at fáa broytingar til tað
betra.
Trupulleikarnir eru nógv -
ir, men tað, sum pinir mest.
er arbeiðsloysið og tí á baki
flytingin úr Føroyum. Í løg-
mansrøduni á 6lavsøku var
sagt: »Nøkur mugu f eina
tíð royna at finna sær ar-
beiði uttan fyri landoddar-
nar, men vónandi kunnu tey
aftur fáa arbeiði í Føroyum
um ikki alt ov langa tíð<.
Tað sær tíbetur út til, at
tað hevur gingist rímuliga
væl hjá teimum, sum eru
farin uttanlands at fáa sær
arbeiði, og vitnar hetta um
hver dugur er í fólki okkara.
Men eg skal eisini við-
ganga, at tað kennist svárt,
at nakrir av landsmonnum
okkara noyðast úr Føroyum
at fáa sær arbeiði í hesum
tíðum.
Eg vóni, at tað fer ateydn-
ast okkum komandi 5 árini
at skapa neyðugar fyri-
treytir fyri munandi betri ar-
beidsmøguleikum, tå fiska-
stovnarnir verða bygdir
uppaftur, fiskivinnan rikin
við góðum búskaparligum
úrsliti og aðrar vinnugreinir
hava fingið fótin fyri seg.
Í 1993 hevur miðvíst
verið arbeitt við at skapa
fyritreytir fyri at vit kunnu
gera nýtslu av rætti okkara
til tilfeingið í undirgrund-
ini. LøgtingiO hevur sam-
tykt at farast skal undir ol ju-
vinnu, tá neyðugar fortreyt-
ir eru fingnar til vega, og
løgtingið hevur samtykt
lóg, ið heimilar forkann-
ingum. Gongst sum ætlað,
kunnu forkanningar byrja í
1994.
Eg haldi, at vit nú hava
fingið fótafestið ella funnið
stødid fyri framtíðar fram-
burði. Í kreppuni er reinsk-
an og møguleiki fyri menn-
ing. Týdningarmikið er, at
vit hava steðgað niður-
gongdini, og at vit við rgtt-
um, veruleikakendum av-
gerðum fáa bent gongdini
rætta vegin.
Lógmaður á nýggjárinum:
Lagnan liggur í
okkara hondum
- og tað er okkara fólkaræði, sum skal taka tær
neyðugu avgerðirnar segði løgmadur í
nýggjársróðu síni. Hon segði:
Tað hevur verið sagt, at
við teimum avtalum, vit
hava gjørt við donsku
stjórnina, hava vit latið alt
sjálvræði frá okkum. Hetta
er ikki rætt, tí sjálvt um vit í
sambandi við låntøkurnar
eru gingin undir ávísar
treytir, so er tað nú púra
greitt, at lagnan hjá Føroya
fólki liggur í okkara egnu
hondum, og at tað er okkara
fólkaræði, sum skal taka tær
neyðugu avgerðirnar. Hetta
eru avgerðir, sum skulu
byggja upp 'sjálvsálit,
styrkja sjálvsvirðing og
samleika okkara sum før-
oyingar.
Sjálvt um vit í endanum á
1993 tykjast at hava fingið
fótafestið aftur, og sjálvt
um ávísir glottar eru fyri
framman, so verður nýggja
árið eisini torført. Tað skal
vera mítt ynski, at teir glott-
ar, sum tykjast at vera, ikki
bert eru lognbrá, og at vit í
1994 fara at førka okkum
eitt vet rætta vegin, soleiðis
at aftur kann birtast vón í
barmi.
Einki ár er fari uttan at
onkur fekk at kenna sorg og
sakn. Soleiðis eru menn-
iskjans kor. Vit kenna sam-
kenslu við tykkum, sum so-
leiðis vóru fyri og ynskja
tykkum styrki at bera sorg-
ina og saknin.
Landsstýrisins vegna vil
eg bera øllum landsmonn-
um úti sum heima bestu
ynski um eitt gott og væl-
signað komandi ár.
Við stóðu Føroya í huga
fari eg at enda hesa nýggj-
årsrødu við tveimum grind-
um úr sanginum hjá Hans.
Andr. Djurhuus: >Ég elski
teg land<:
So mikið er prentað og
mikið er sagt
um teg og um vesaldóm tín,
so sárt hava mangan teg
synirnir rakt,
tó enn hevur ikki títt merki
tú lagt,
títt snjóskæra drotningalín.
Er sonur tín ikki sum
væntandi var,
er ættin gll ráðleys og veik,
kann vera tann stundin tó
ikki er fjar,
tá tú kanst tær byggja av
nýggjum ein garð
og byrja av nýggjum ein
leik.
Gott nýggjár!
Eykaaðalfundur
på og
Arsaðalfundur
verður 18. jan., 1994, kl. 20 í
FRAM-húsinum
Flogbóltsfelagið FRAM