mikudagur 5. januar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 2 —5. JANUAR 1994
við buldur og brak
Tað buldraði og brakaði — bæði so og so—tå FUT og Kyndil nýggj-
årskvøld høvdu ta årligu nýggjárskonsertina í ítróttarhgllini á
Hálsi. Tónleikurin var sera harður, og gekk hetta eisini fyri ein
part út yvir tónleikaupplivingina. Eisini óskikkiligir ungdómar
lótu restirnar av fýrverkarínum buldra og físa eftir gólvinum
Ein trúði seg næstan at vera
komnan skeivt nýggjárs-
kveld uppi í ítróttarhgllini á
Hálsi, tá nýggjárskonsertin
hjá FUT og Kyndli skuldi
vera.
Hálvan tíma eftir, at kon-
sertin var byrjað, var inni í
høllini so tómligt, at ein
hevði bestan hugin at sleppa
sær avstað aftur.
Musketerarnir stóðu á
pallinum og spældu, tá
komið varð inn í høllina. Á
gólvinum stóð ikki eitt
menniskja, so ein noyddist
at fara heilt fram til pallin
fyri at finna útav, um nakar
veruliga spældi har, ella um
bert onkur tónleikur á bandi
varð sendur út í ta mann-
tómu høllina.
Uppi á áskoðaraplássun-
um sótu ngkur fá tandur, ið
flestøll sóu út til at ivast í,
um tey ikki bara skuldu
sleppa sær til rýmingar til
onnur stød í Havnini, har
fólk var at finna.
Fólkið kom
so vid og við
Men tey flestu hildu út —
hóast sera fáment — og so
við og við øktist inni í høll-
Leivur Thomsen og Kaj Johannesen leika í á guitari og "
bassi, meðan Torkil Johannesen í bakgrundini heldur
trummurnar heitar. Hetta var kanska seinasta upptraðk-
anin hjá Musketerunum
ini, og tá næsti bólkurin,
Ikaros, hevði verið á pall-
inum í eina løtu, var eitt
sindur av fólki komið á
gólvið.
Sum kveldið og konsertin
leið, komu fleiri og fleiri, og
hóast gll ongantíð í senn
vóru inni í sjålvari høllini,
mundi samlaða talið liggja
um eini 600 — kanska 700 —
fólk á nýggjárskonsertini.
Tað næsta, ein legði til
merkis, tá komið varð inn í
høllina á Hálsi, var ljóðið.
Sjálvandi var óivað neyðugt
at fylla tað tóma rúmið í
fyrstuni, men sum kvøldið
leið, varð framvegis í harð-
ara lagi. Eg meini, tá tú
heldur ikki fært sambandi
við síðumannin, tá tú skrál-
arinn í oyruni á honum, táer
tað nokk so hart.
Harða ljóðið ætla
at fjala mistøkini
Og eisini vil eg partvis
geva einum av åhoyrarun-
um rætt, ið vildi vera við, at
tað harða ljóðið óivað var
ætlað at fjala út yvir størstu
mistøkini.
I hvussu er hevði ljóð-
blandingin alla konsertina á
Mynd: Hilmar Jan
tamb ein stak keðiligan
veikleika, og tað var, at
bassljóðini vavdust saman
og komu so í bland, at bert í
Tíðindablaðið
einstókum heilt fáum fórum
bar til at fáa nakað burtur úr
tí, ið fleiri av teimum góðu
bassspælarunum royndu at
lata frá sínum streingjum.
Tekstvenjin
var ikki neyðug
Eisini bilti í onkrum før-
um við blandingini av sang-
røddunum. Í flestu fórum
kundu solistarnir syngja eitt
ella annað, ið eingin hevði
fyri neyðini at skilja, tí eing-
in hoyrdi tað. Ella sum ein
útvarpsmaður ýldi í oyrað á
mær: — Í kvold er ikki neyð-
ugt at duga nakra tekstreglu
uttanat, tí eingin fær nakað
burtur úr tí kortini!
Eftirhondini gjørdist nóg
so nógv av óynsktum gangi
í høllini. Fleiri høvdu tíkið
fyrverkari við sær, og av og
á hoyrdust hvøllir brestir, tå
okkurt við fjúsi varð tveitt á
gólvið. Onkra hendinga
ferð fór okkurt í gulum, blá-
um, grónum og reyðum lit-
um sendandi í klingur eftir
gólvinum, men í flestu før-
um var torført at skilja nakr-
an vakurleika í krútroyk-
inum, hóast kinesararnir
óivað hava ætlað at navn-
arnir og alt annað at senda
Bólkurin Ikaros framférdi góðan rock-tónleik við Brandi
Jacobsen á odda sum forsangara.
myndini guitarspælarin Høgni Zachariassen og høgru-
megin bassspælarin Jens Tummas Næss
Vinstrumegin hann å
Mynd: Hilmar Jen
til himmals um ársskiftið,
skuldi brúkast til pynt.
Dygdin á fram-
førslunum í lagi
Ténleikaframførslunum
á konsertini bilti einki. Har
var hópin av góðum tónleiki
at hoyra, og má sigast, at
dygdin at kalla alla tíðina
var í lagi.
Á skránni var bæði nýggj-
ur og eldri tónleikur — tann
eldri gongur tó í flestu før-
um ikki longur enn mið-
skeiðis aftur í 80-ini. Eisini
vóru onkur »heimagjørd«
løg at hoyra, ið ikki vóru
aftan fyri nógv av tí meira
kenda.
Sum sagt løgdu Muske-
terarnir fyri við sínum eyð-
kenda tónleiki. Hóast teir
bert eru tríggir, so sam-
pakkar tónleikurin so væl,
at tú heldur talan vera um
ein stórri bólk.
Aftan á teir kom bólkurin
Ikaros á pallin. Her er talan
um rocktónleik á høgum
stødi, ið fyrst og fremst
kemur upp å plåss vid frå-
liku røddini hjå Brandi Jac-
obsen.
Teimum á baki fingu Kim
á Co. pallin, og mundi
hetta vera ein tann mest
heilstoypta framførslan á
konsertini. Slagverkssoloin
í byrjanini var kærkomin
variatión á konsertini.
Suðuroyingar
fingu forfall
Bólkurin Revival úr Suð-
uroynni átti at havt tørn aft-
an á Kim á Co., men fekk
forfall, so farið varð beinan-
vegin til bólkin Cosmos.
Fólk máttu ótolin bíða
tvey løg, áðrenn Jákup M.
Anthoniussen kom á pallin,
men so sang hann eisini, so
tað rungaði eftiri. Ein tann
frægasta røddin, ið er til so-
vorðna framførslu.
Konsertin endaði um eitt-
tíðina, og síðsti bólkur á
pallin var Wolfgang. Teir
ungu eystoyingarnir hava
tikið seg nógv fram, og sig-
ast má, at tað var sera hósk-
andi fyri konsertina, at teir
sløktu og lótu aftur á pallin-
um hetta kveldið.
Hinvegin er tað spell, at
ikki fleiri hoyrdu tveir teir
fyrstu bólkarnar, tá nærum
einki fólk var komið á
konsertina.
hj.