mikudagur 5. januar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 2-5. JANUAR 1994 Sida9
m Lesarabrøv
Neyðarró
Góði babba!
Hesar reglur verða skrivaðar
til tess at siga tær frá, hvussu ilt
tað ger bæði mammu og mær,t
á tú drekkur.
Eg eri so lítil enn, so mamma
hjálpir mær at skriva hetta.
Men hóast eg eri lítil, so merki
eg sera væl á mammu, tá tú
drekkur. Hon verður so veru-
leikafjar, at sjálvt tá hon syng-
ur ella sigur søgur fyri mær, so
merki eg væl, at tankar hennara
eru aðrastaðni. Eisini verður
hon meira erkvisin, tí tað sigur
seg sjálvt, at tá hon hevur for-
tre av at tú drekkur, so gongur
tað sjálvandi út yvir sinnalag-
ið.
Tú heldur kanska at tað er
synd í tær sjálvum, at hon er
meira álvarslig og stygg yvir
fyri tær, men í veruleikanum so
er tað eg, sum havi tað ringast.
Mamma er heldur onki glað
um, at tú kemur drukkin í song,
tí hvat kann ikki henda við
mær, um tú nú veipar við ørm-
unum og tílíkt? Alt hetta átti tú
at hugsað um!
Hetta at tú knappliga er full-
ur, er so skelkandi, at eg kann
ikki siga frá. Tú sigur at tú ert
góður við meg, men álíkavæl
gert tú tað soleiðis, at bæði
mamma og eg hava tað ikki so
við nógvum góðum tilboðum
byrjar mikumorgunin kl. 9.30
og heldur fram vikuna út.
Tógvhandilin
IGLOO
Landavegur 2 - Tlf. 15264
gott. Tí tå mamma ikki hevur
tað gott, so havi eg tað heldur
ikki gott.
Dagin eftir er heldur onki
hugaligt at vera saman við tær,
hóast tú heldur tað øvugta.
Álvaratos babba, hvat manst
tú hugsa fyri tær við hesum
drekkaríi og smápimparíi? Ert
tú greiðir yvir, hvat tað er tú
gert við meg og mammu?
Tú sigur, at tú gert hetta og
hatta, tað er sjálvandi alt í lagi,
men tú heldur teg samstundis
hava uppiborið at drekka aftur-
fyri. Men sum alt annað tos fyri
at rættvisgera teg sjálvan, so er
hetta óivað nakað sum tú sjálv -
ur trýrt uppá. Mamma hevur
av gjørt, at nú verður ikki tosað
meira, so má tað bresta ella
bera. Tí eitt er heilt vist, at eg
ynski at fáa tað gott og tað fer
tað at knípa við undir hesum
umstøbum, við ævigum ótta
fyri um tú nú ert rúsaður.
Tú sigur altíð, at barnið skal
ikki koma upp á tal, tá tað snýr
seg um ymiskt, men tá er gott at
vita, at mamma vil lata meg
koma upp á tal og vil bera so í
bandi, ateg havi tað best møgu-
ligt.
Sonur tín
Umboðsfólk
Elektron sekir eftir umboðsfólki at
betra sambandið við okkara viðskifta-
fólk, serliga á PC-økinum.
Åbyrgdarøki verða
a Sela og tilboð
= Kundapleyga og uppfylging
a Innkeyp og levering
Á Ráðgeving og frålæra
Ein partur av arbeiðinum verður at
samskifta við verkbólkar á Elektron at
tryggja, at tær loysnir, ið verða bodnar
eru í tráð við lagda langtíðarætlan og
samsvara við tann serkunnleika, ið
húsið stendur fyri.
Harumframt verður eisini annað ar-
beiði við uppseting, konfigurering o.t. í
tann mun stundir vera.
Vit vænta, at tú dugir, saman við við-
skiftafólki og við hjálp frá serkonum á
Elektron, at finna fram til tær bestu
loysnirnar. Tað er í eini broytingartíð
umráðandi ikki bert at nøkta ein løtu-
torv, men eisini skapa bestu líkindi fyri,
at loysnirnar eisini hóska saman við
næsta ættarliði av teldum og skipan-
um.
Vit vænta, at tú hevur vitan og royndir
við PC/LAN/DOS/OS/2 og ymsum PC-
skipanum í minsta lagi á brukarastødi,
og tað er ein fyrimunur, um tú hevur
kunnleika til roknskap. Vit leggja dent
á, at tú hevur hug og hegni at fylgja við í
einum eki í menning. Tú mást vera fyri-
komandi og duga væl við fólki, vera
opin og virkin, og duga at arbeiða sjálv-
stoðugt eins væl og í bólki.
Fyrsta tíðin verður royndar- og upp-
læringartíð. Lønar- og setanarviður-
skifti annars samráðast vit um.
Áhugað biðjast senda umsókn til
Ólavur Lydersen
P/F ELEKTRON,
Postboks 219
FR-110 Tórshavn
at verða okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 24. januar 1994.
ALMENT TILTAK
verður Í KVOLD á
a |
Bahá'i Miðstoðini
Djóna í Geilsgøtu 19 - Havn
| Kl.19.30-20.15 -
Bøn fyri betri framtid.
| kL2980 0
Opid hus vid m.ø. syning av filminum
»Secret of the Century« um ótrúligu
opinbåringina, Bahá'u'lláh (Dýrd
Guds) legði fram í seinastu eld.
Øll er hjartaliga vælkomin!