hósdagur 6. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Samband einki alternativ -
Í HESUM døgum verður trúttað niður í
Føroya fólk, at vit eru als einki verd, at
vit bara eru ódugnakroppar, eftibátar,
letingar osfr. Vit duga einki, vit eru null
verd. Tí er tað sjálvsagt, verður hildið
fram, at vit sleppa øllum upp á fjall og
lata danir taka um endan. Tess fyrr tess
betri.
EINGIN ivi er um, at tað er ikki einki í
hesum orðum, tí vit hava veruliga
dugað illa at húsast og enn minni stýrt.
Og sum løgmaður so beint málber seg í
nyggjårsrøduni: ístaðin fyri at leggja
niðurfyri tey feitu árini, brúktu vit
meira enn alt og skuldarbundu okkum.
Her eru gjørd mistøk og so sanniliga
stór mistøk. Men tað er skeivt at leggja
alla skyldina og alla ábyrgdina fyri ti
stóðu landið er komið í bara á nakrar
politikarar. Vit vita, at tað hava verið
fleiri samanfallandi hendingar og
viðurskifti, sum hava gjørt støðuna so
ringa, sum hon er vorðin. Minni fiskur
og lægri fiskaprisir og ein
lágkonjunkturur úti í heimi, sum eisini
hevur gjørt stóðu okkara á lánu-
markanunum munandi verri. Bert tað at
fáa rakstrarfígging til verandi virksemi
hevur vist seg at vera ein ómgguleiki.
Hetta at kasta alt fyri borð og nærum
gerast sjálvpínarar hava vit ongan rætt
til, tí okkara uppgáva er so sanniliga
eisini at rudda slóð fyri komandi
ættarliðum. Tí eigur ringa stødan at
eggja hvønn einstakan av okkum til at
vera vid at laga nyggjar vardar til
komandi ættarlid heldur enn at sleppa
endanum missa alt sjålvsålit og
sjålvsvirding.
TAD er greitt, at andstøduflokkarnir å
tingi royna at gera sær dælt av hesi
støduni. Men hvi ikki stedga å eina løtu
og spyrja seg sjålvan, hvat tad er, sum
sambandsaldarð, ið sambært veljara-
kanningum, tykist hoyrast úti í havs-
brúnni, ríður á? Jú tað er í stóran mun
ein afturvendan til gomlu og svertu
amtstíðina, tá gll nýhugsan og allar
royndir at menna samfelagið og skapa
nýggjar fyritreytir, varð skýrt fjandans-
skapur. Rætt skal tó vera rætt. Tað
funnust og finnast teir sambandsmenn,
sum hava verið afturhaldandi - ikki fyri
afturhaldsins skyld - men tí teir ynkstu
ein meira hóvligan og varnan útvikling.
Hesum taka vit hattin av fyri.
MEN hesi sambandfólkini hoyra til
undantgkini, og er hetta heldur ikki tað,
sum vit skulu meta sambandsflokkin út
frá. Tað er sjálv grundhugsjónin -
sambandsideologiin - vit skulu tríva í,
tá vit skulu gera okkum eina greiða og
ærliga meting av, hvat hesin flokkur
stendur fyri og hvat hann, um hann fer
at vinna so stórt sum
veljarakanninganar spáa, fer at royna at
seta í verk. Sambandsflokkurin stendur
fyri afturhaldi - ikki varsemi ella
skynsemi. Hann hevur altíð verið
bebbaræddur fyri gllum nýggjum,
líkamikið um tað varð okkurt skilgott í
hesum nýggja. Í dag er hann vorðin
uppaftur meira konservativur, nú vil
hann aftur til alt tað gamla, tað sum
varð. Aftur til amtstíðina og alt hatta
har.
TAÐ skal vera okkara vón, at velj-
ararnir ikki lata seg lumpa og villeiða
av talsmonnunum hjá
sambandsflokkinum men hava bæði
bein á jørdini, tá teir meta um, hvat
hesin flokkur stendur fyri og vil. Hinir
flokkarnir á tingi og ikki minst
javnaðarflokkurin hevur tí eina stóra
uppgávu at greiða fólki frá, hvat
afturhaldssinnaða og konservativa sam-
bandið stendur fyri. Hesa uppgávu
halda vit, at teir hava ikki røkt nóg væl.
Sambandsmenn sleppa rætt og slætt alt
ov lætt. Ynskja vit at gerast eitt danskt
amt aftur átti at verið spurt . Svarið átti
at verið eitt avgjørt nei. Og harvið eitt
nei til sambandsflokkin. Og somuleiðis
áttu hesir flokkara at sagt frá, at vit eiga
heldur ikki at góðtaka tað grund-
leggjandi í sambandsfilosofiini um, at
vit føroyingar duga einki, vit eru einki
verdir verða vit ikki í einum og øllum
bornir av donskum lógvum.
SAMBANDSMENN sóla sær í teimum
lovandi veljarakanningunum. Og teir
fegnast og frødst um okkara ódugna-
skap um somu tíð sum ein javnaðar-
løgmaður biðjur fólkið ikki missa
sjålvsvirdingina, ti hon er so tydning-
armikil førningur til tess at finna stevið
aftur - og til at leggja botn hjá komandi
ættarliðum av føroyingum. Hon biðjur
okkum ikki tveita alla ábyrgd frá
okkum men heldur royna at halda tær
skyldur, sum vit hava átikið okkum. At
vit hava átikið okkum ov stórar skyldur
eru vit øll samd um. Eisini - at ábyrgdin
av hesum eiga ikki bert nakrir
politikarar og flokkar, men allir flokkar,
sum hava stýrt hesum landi, og so
sanniliga og kanska ikki minst
sambandsflokkurin, ið sat í Tinganesi í
teimum árum, tá yvirupphitingin av
álvara tók dyk á seg.
NÚ sambandsmenn við fyrrverandi
landsstýrismanninum og nú chefideo-
loginum hjá flokkinum, Eilif Samuelsen
eisini kendur sum ES í Dimmumál-
gagninum langar út í eyst og vest og
skýrir allar aðrar flokkar og politikarar
ábyrgdarleysar og einki verdar, kundi
verið áhugavert at gjørt Føroya fólki
greitt, hvat hesin eini maðurin og við
restini av sambandinum í rygginum, ja
við sjálvum sambandshgvdinganum í
Vágum, fyrrverandi fíggjarmálaráð-
harranum Ivan Johannesen sum høvuds-
studuli, fyritók sær í vatnorkuútbygg-
ingarmálinum. Vit taka hetta dømid
fram, tí tað lýsir kanska betri enn nakað
annað, hvussu dupultmoralskir og
hvussu stórir lygnarnar toppar sam-
bandsfloksins eru, tá tað ræður um at
viðgera støduna í landinum fyrr og nú.
Føroya fólk eigur ikki at gloyma, at tað
vóru hesir báðir sambandsmenninir,
sum syrgdu fyri, at SEV slapp undir
sína milliarda útbygging av vatnorkuni
- í eini tíð, har arbeiði var til allar
hendur í landinum - í eini tíð, har alt
samfelagið var ovurupphitað við
útbyggingum av alskyns slag, og har
útbyggingin tí eisini gjørdist ovurdýr.
Hvar var tann gamli varni og skynsami
sambandsandin tá, tann sambandsandi,
sum sambandsmenn í dag royna at
klæða seg í fyri at vísa fólki, at hann
hevur altíð staðið fyri varsemi og
skynsemi! Nei tit ikki bert góvu
endaliga loyvi í landsstýrinum, tit sótu
eisini sjálvir sum ovasta leiðsla í SEV
og skundaðu hesa milliarda útbygging
igjøgnum. Og hvat bygdu tit hetta á? Jú
prognosur um, hvussu nógv nýtslan fór
at vaksa og vaksa.
TIL alla lukku varð útbyggingin ikki
framd í fullum líki. Við ma. einum sera
væl undirbygdum og stødufastum
javnadarløgmanni, Atla Dam eydnaðist
tað at minka um avleiðinganar av hesi
risaútbygging. Ístaðin fyri at læna
okkum upp um skýggja til eina ella
kanska tvær milliardir, slapst ikki long-
ur enn til ta gott og væl hálvu. Føroya
fólk eigur i dag at steðga á - nú sam-
bandsmenn vaskar sínar hendur - og
hugsa eitt sindur um hatta vatnorku-
projektið, sum sambandið átti við húð
og hár og bar í gullstóli út í Tinganes.
Bert hetta eina dømid vísir, at sam-
bandsflokkurin hevur gingið á odda, tá
hann sat í Tinganesi at stuðla og sam-
tykkja milliardaprojekt - ørvitisprojekt í
hvussu er í eini tíð, tá alt landið varð á
gosi av virksemi.
AT sambandsflokkurin bert hevur verið
í landsstýrinum stutt skeið hesi seinastu
árini er hansara egna skyld. Tí hann
vildi rætt og slætt sleppa undan at taka
við ábyrgd, tá ruddast skuldi upp eftir
80-årini, tá eisini sambandsflokkurin
varð við til at stýra landinum. Nú hann
hevur sitið heitt og fjálgt í andstøðu og
er sloppin undan at taka nakra sum helst
samfelagsábyrgd er so lætt at klikkja
niður á hinar flokkarnar, sum ikki vóru
bangnir fyri at taka við ábyrgð og taka
ópoppulerar avgerðir. Nú stundar móti
vali aftur er ikki vist, at hesin flokkurin
enn einaferð kann sleppa sær undan á-
byrgdini. Men Føroya fólk eigur ikki at
lata seg lumpa av lummafilosoffum
sambandsfloksins av ES-slagnum. Ti
var nakar stiril í hesum monnum og
tóku teir andstóðuuppgávana í stórri ál-
vara, so høvdu vit eisini sæð okkurt til
konstruktivar alternativar loysnir til
tann rikna politikkin. Men tað hava vit
einki sæð til. Bert persónligt briksl og
gor og gall móti politiskum mótstøðu-
monnum.
HVUSSU samdir føroyingar enn eru
um at halda fast um ríkisfelagsskapin
og brúka støðuna í dag til at knýta enn
tættari bond við Danmark, so eiga vit
ikki nú at gera alt tað stríð og arbeiði,
sum er gjørt á sjålvbjargnisleid, til
einkis. Nettup tað gera vit lata vit
sambandsflokkin sleppa framat valdi-
num við einum heilum horda av ting-
monnum. Ein kann altíð tjakast um,
hvør vítt tað er gott og sunt við
útskifting - men tað eigur Føroya fólk at
gera sær greitt, at sjálvsvirðingin -
føroyski identitetur okkara - verður fyri
álvarssomum bakkasti kemur sam-
bandið einsamalt at ráða fyri borgum.
Og hvussu nógv vit enn lasta
føroyskum politikarum,
embætismonnum o.g fyri støduna vit
eru komin í, so eigur hetta ongantíð at
verða brúkt sum grund til at vit gerast
undirbrotlig og missa alla
sjálvsvirðingina. Hvussu nógva hjálp
vit enn fáa úr Danmark og hvussu góðir
danir enn fara at vera við okkum, so eru
tað bert vit sjálvi, sum eru før fyri at
skapa, varðveita og menna virðini í
hesum landi, bæði tey materiellu og tey
mentanarligu virðini. Meira enn nakr-
antíð áður hava vit brúk fyri at bjóða
okkum sjålvum av sum føroyingar og
læra av okkara mistøkum. At tveita alt
fyri borð og saman við tí svarta sam-
bandinum at leggja seg í føvningin á
dønum fyri well er tað mest jånkasliga,
ið vit kunnu gera. Hetta er nakað. sum
tey mongu, ið sambært veljarakann-
ingarnar, eru farin at fjeppast uppi í
sambandsflokki, eiga at hugsa meira
um í hesum ári. Sambandið er einki
alternativ, so einfalt er tað. Skal nakað
alternativ finnast, so má hetta eftir
okkara tykii vera innan fyri verandi
samgonguflokkar. Við ødrum orðum
ein ávís endurnýggin innan hesar
flokkar. Tá so stór ónggd tykist at vera
við hesar flokkar, so má tað vera
uppgávan hjá somu flokkum, um teir
ætla at halda fram eftir komandi val,
rætt og slætt at rannsaka seg sjálvar.
T.d. við m.a. at seta nýggj og yngri fólk
við. Hetta er nakað, sum javnað-
arflokkurin átti tíkið upp í størsta
álvara. Flokkur, sum ikki alla tíðina
roynir at fáa yngra ættarliðið við og at
halda tí til - eisini tá ræður um
uppstilling til val - hann sovnar og
verður gloymdur.
VIT eru øll greið yvir, at í slíkum tíðum
sum nú eru flokkar noyddir til at ganga
við úl neyðsemjur, kompromiiir, sum
oftani ganga ímóti grundleggjandi hug-
sjónum. So er eisini við javnadarflokk-
inum. Men spurningurin er, hvussu
nógv tú skal selja av tínum hugsjónum.
Har má vera eitt mark. Og tá hetta mark
er rokkið, tá eigur flokkurin at um-
hugsa, hvat telir mest: at sita við
valdinum fyri einhvgnn prís ella at
verja síni grundsjónarmið fyri einhvønn
prís. Tað stendur púra greitt, at teir
flokkar, sum minst av gllum samsvara
við grundleggjandi sosialdemokratik
sjónarmið, eru fólkaflokkurin og
sambandið. Hóast javnaðarflokkurin
hevur verið í samgongu við hesar
flokkar, so stendur kortini greitt, at
hugsjónarliga kluftin millum teir og
javnaðarflokkin er djúp.
TAÐ 2r eitt år til val. Hesa tíðina eigur
javnaðarflokkurin - umframt at halda
fram við at hava part av ábyrgdini av
rikna politikkinum - at rannsaka seg
sjálvan og í stórri mun at leita aftur til
réturnar. Hverjar ópoppulerar avgerðir
flokkurin enn hevur verið við til at taka
og hvørji mistøk hann enn hevur framt,
so er tann sosialdemokratiska hugsjónin
tann besta. Tað er aftur til røturnar í
hesi hummanistisku, menniskjansligu
og solidarisku hugsjón vit skulu leita til
- og skal henda tráðan virka sum ein
katalysator til tess at finna fram aftur
lívsvirðini, bæði tey andaliga, menn-
iskjansligu og tey mentanarligu lívs-
virðini. Jú víst hevur sosialdemokrat-
iska hugsjónin nógv gott at geva tí
føroyska samfelagnum komandi torføru
árini. Tað ræður um hjá javnaðar-
flokkinum í enn stórri mun enn í dag at
leita aftur til sínar sosialdemokratisku
røtur og lata hesar skapa åvøkst í aftur
samfelagnum. Tá hava hvørki ein
myrkalagdur og .afturhaldssinnaður
sambandsflokkur ella ein yvirmaterial-
istiskur profitparalyseraður fólkaflokkur
nakran tjans.