Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 3 — 6. JANUAR 1994 Síða 3 SEC RALANANI. RES Jólamenninir Kertustubbi og Greytasleikur jólaaftan, meðan teir sótu við Marconi- sendaranum og tosaðu við børn úr øllum Føroyum TELEFONSTORMUR JÓLAAFTAN: 61.000 ringdu til jólamenninar Í dag er trettandi, og tað er sambært gomlum siði síðsti jóladagurin, og tí fara eitt nú jólamenninir niðan aftur í fjøllini. Vit hava tó hitt teir áðrenn Øll børn — bæði tey smáu og tey vaksnu— gleðaseg hvørt ár til at fáa eina heilsan frá jólamonnunum. Ein bókstaviligan møgu- leika til tess finna børnini í útvarpinum jólaaftan, tá Ut- varp Føroya plagar at hava telefonina opna, so børnini kunnu ringja og heilsa upp á jólamenninar Kertustubba og Greytasleik. Jólaaftan hesaferð gjørd- ist rættiligur telefonstorm- ur, og skrásettar vórðu ikki færri enn 61.000 uppring- ingar tíman millum kl. 13 og 14, tá jólamenninir vóru at hitta. — Vit gjørdust heilt ov- farnir av, at åhugin varð so stórur hesaferð, sigur annar teirra, Greytasleikur, í stutt- ari viðmerking til Tíðinda- blaðið Sosialin. — Ta løtuna, tá talan var um, at Marconi-sendarin brendi saman, so vit ikki fingu samband við børnini, brendi telefonkervið veru- liga saman, og teknikararnir noyddust at skræða allar leidningarnar leysar og seta saman aftur av nýggjum, so vit kundu koma víðari. So stórt var trýstið. Greytasleikur heldur tað verarættiliga ótrúligt, at tað skuldi leika so hart á beinan- vegin í sendingini, tí ikki fyrr enn tjúgu minuttir vóru farnir av henni, varð telefon- nummarið upplýst, sum børnini kundu ringja til. -Sotað var rættilig rokan í fjørdinum hesa løtuna, og tað var heldur ikki sért, at Halaleysi gjørdist ørkyml- aður av allari ringinini, ið „ var, sigur Greytasleikur. — Men so fekst alt tíbetur í rættlag aftur, so vit fingu heilsað upp á øll børnini, ið tað bar til at slúsa fgjøgnum. Jólamenninir niðan aftur í fjøllini Trettandi er í dag, og tað er sambært gomlum siði síðstu jóladagurin, og tí fara jólamenninir niðan aftur í fjøllini. Mynd: Utvarp Føroya — Ja, vit skulu sjålvandi sleppa okkum niðan aftur í Skeivahellið, har vit fara at byrja fyrireikingarnar til næstu jól sum skjótast, sig- ur Greytasleikur, ið sam- stundis letur heilsa frá Kertustubba og frensinum Halaleysa. — Eisini mugu vit royna at finna upp á okkurt, so vit ikki aftur komandi jólaaftan fáalíknandi trupulleikar við Marconi-sendaranum, ið hóast alt hevur tænt okkum i so mong ár, at ikki slepst undan, at hann eftir tað sera stóra brúkið er vorðin held- ur slitin og viðbrekin. So kanska vit fara at ynskja okkum ein nýggjan sendara í jólagávu komandi jól. Tær 61.000 uppringing- arnar eru stórt met hjá Út- varpi Føroya, ið áður hevur havt upp til 24.000 uppring- ingar til Náttarravnarnar og næstan líka nógvar til hina telefonsendingina, Magn- ussen á Magnussen. hi. EM-landsliðið fær kanska ein kjans Fóroyar eru saman við hinum 45 londunum í Eu- ropa styrkimettar sum nummar 38, og eru tá í fimta bólkinum av seks. Tí ber til at koma í bólk saman við einum ødrum av smærru londunum Leygardagin 22. januar fer UEFA at skipa fyri lutakast- inum til ta komandi EM- undankappingina, ið byrjar í heyst. Lutakastið fer at verða í einari sjónvarps- stovu í Manchester — Ong- land er jú vertur fyri EM- endaspælinum í 1996. Fyribilseru 46 lond meld- að til EM-undankappingina — teirra millum eru Føroyar enn-— og hesi 46 londini fara so at verða býtt sundur í átta bólkar — seks við seks liðum og tveir við fimm liðum. Einasta fótbóltslandið, ið ikki er við, er Jugoslavia, ið er rakt av boykottið frá ST. Fimtan pláss at kappast um Ongland sleppur við sum vertur fyri kappingini, uttan atskula spæla í undankapp- ing. Somuleiðis sleppa tvey tey bestu londini í bólkun- um við seks liðum og vinn- ararnir av teimum báðum bólkunum við fimm liðum við til Onglands. Eftir er so eitt pláss at kappast um, og tað skulu tey bæði næst- bestu liðini í bólkunum við fimm liðum kappast um við heima- og útidysti. Í sambandi við lutakastið hevur UEFA sent útein lista yvir tey 46 londini, ið er gjørdur eftir úrslitunum í síðstu EM- og HM-undan- kappingunum — har ið tað stendur á jøvnum, eru bert HM-undankappingin gald- andi. Listin er býttur sundur í seks ymisk stødi, alt eftir hvussu londini hava klárað seg, og givnu stigini er með- aliirtøkan úr hvørjum EM- og HM-undankappingar- dysti, liðini hava verið í. Tey lið, ið einki stig hava, verða mett eftir teimum av- rikum, teirra Europa Cup- lið hava fingið frá hondini. UEFA-styrkilistin Her prenta vit listan frå UEFA, sum hann sær út: Stødi 1: 1. Tyskland: 1,667 stig. 2. Frankariki: 1,611. 3. Rus- land: 1,563. 4. Holland: 1,555. 5. Danmark: 1,550. 6. Svøriki: 1,500. 7. Italia: 1,444. 8. Irland: 1,444. Stødi 2: 9, Noreg: 1,389. 10. Ru menia: 1,389. 11. Schweiz: 1,389. 12. Portugal: 1,389. 13. Grikkaland: 1,375. 14. Spania: 1,318. 15. Tjekkia: 0. 16. Ukraine: 0. Stødi 3: 17. Wales: 1,313. 18. Bul- garia: 1,278. 19. Belgia: 1,250. 20. Skotland: 1,222. 21. Nordurirland: 1,000. 22. Pólland: 0,938. 23. Ungarn: 0,813. 24. Kroatia: 0. Stødi 4: 25. Island: 0,750. 26. Eysturriki: 0,611. 27. Fin- land: 0,611. 28. Litavia: 0,583. 29. Israel: 0,500. 30. Slovakia: 0. 31. Hvitarus- land: 0. 32. Georgia: 0. Stødi 5: 33. Turkaland: 0,+38. 34. [] Letland: 0,417. 35. Albania: 0,316. 36. Kypros: 0,278. 37. Malta: 0,278. 38. Føroy- ar: 0,167. 39. Estland: 0,100. 40. Luxembourg: 0,071. Stødi 6: 41. San Marino: 0,056. 42. Liechtenstein: 0. 43. Slovenia: 0. 44. Moldova: 0. 45. Armenia: 0. 46. Aser- badjan: 0. Sleppa i litlan bólk ella møta småum Sambært listanum oman- fyri, hava Føroyar møgu- leika at koma í bólk saman við onkrum smærri londum, ið ikki hava so nógv at vísa á. Hetta skuldi samstundis givið vónir um, at okkurt kundi verið at heinta hjá landsliðnum — hóast dømid um Kypros í okkara bólki í HM-undankappingini enn kanska ræðir eitt sindur. FSF vil sjálvandi koma so biliga burtur år EM-undan- kappingini sum gjørligt, og tá er hin møguleikin, at Før- oyar enda i einum av teim- um smærru bólkunum, ið bert telja fimm lond, ti tad gevur minni ferðaútreiðslur enn hinir bólkarnir. Men enn er einki avgjørt, og ein møguleiki er jú, at Føroyar als ikki eru við í einari av teimum seks glas- kúlunum, tálutakastið fer í gongd í Manchester leygar- dagin 22. januar. Livst, so spyrst… hj. Fótbóltssambandið hevur sett mánadagin 10. januar sum seinastu freist at fáa til vega ein ella fleiri høv- uðsstuðlar til EM-lands- liðið, um tað skal vera við, tå lutakastið til EM-und- ankappingina í heyst skal vera í Manchester seinna- partin leygardagin 22. ja- nuar. — Eg trúgvi, at tað verð- ur torført at fáa ein stuðul aftan á 22. januar, tá vit vita, hverjum liðum vit møta í kappingini, so tí er ben eitt hjá okkum at gera, og tað er at finna teir pengarnar, ið skulu til, nú beinanvegin, sigur Tor- leif Sigurðsson, formaður Torleif vónar enn í Fótbóltssambandinum. — Vit skulu royna at fáa 600-800.000 krónur til vega, men hóast samráðst hevur verið ymsar vegir, gongur tað ongan veg. Tó havi eg ikki slept vónini, og eg rokni eisini við, at okkum fer at eydnast at fáa peningin til vega, áðr- enn klokkan hevur sligið ov nógv. Torleif Sigurðsson sig- ur, at um einki EM-lands- lið verður, kann tað fáa sera óhepnar fylgjur fyri føroyskan fótbólt: — Nú verður tosað so nógv um at hetta og hatta verður bumbað aftur í 80- ini, men eitt er vist, og tað { er at føroyskur fótbóltur verður bumbaður longur aftur enn tað, um lands- liðsarbeiðið nú skal detta niðurfyri upp á hendan måtan, sigur FSF:bossur- i in við Tíðindablaðið Sos- | ialin. — Tad ereinginivium, at vit av øllum alvi nå mugu royna at fåa bjarga lands- liðnum í evstu løtu, og tað trúgvi eg eisini kann bera til. At fáa ein hevuðsstuð- | ul kunnu vit ikki rokna | við, men vónandi ber so til atfáanakrar smærri, so vit í fåg tann peningin, ið skal | til. Jú, eg havi varhugan | av, at tað fer at ganga. + bj.