hósdagur 6. januar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 3 — 6. JANUAR 1994
Prestur á herferð
Niels Pauli Danielsen skapti um ársskiftið øsing, serliga í
Norðuroyggjum, við at billa fólki inn, at Føroya Spari-
kassi læt ikki uppaftur. Prestur noktar at hava gjørt slíkt
Hóskveldið millum jól og
nýggjár byrjaði ein søga at
ganga í Klaksvík:
Føroya Sparikassi letur
ikki uppaftur eftir nýggjár.
Høvudskeldan til hesi tíð-
indi var eingin annar enn
Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur og formaður í
Kristiliga Fólkaflokkinum.
Hann mælti fólki, sum hann
visti átti nakað í sparikass-
anum, til sum skjótast at
fara í sparikassan eftir
pengum sínum, siga keldur
okkara í Klaksvík.
Fleiri aðrir hjálptu til við
at bera tíðindini út. Summir
ringdu nevndir, og aðrir
énevndir. Sosialurin veit
um fólk, sum fingu upp-
ringing.
Kristiligi Flokkurin
- Hevur tú frætt hasi tíðind-
ini úr Klaksvík, so er tað
Kristiligi Fólkaflokkurin,
sum er upp á spæl, sigur
Anfinn Kallsberg, formað-
ur í umsjónarráðnum hjá
Norðoya Sparikassa.
Sjálvur hevur hann ikki
tosað við Niels Paula Dan-
ielsen, tí tað hevur hann fyri
langari tíð síðan uppgivið at
fáa nakað burturúr. Men
hann veit um onkran annan,
sum hevur tosað við prest.
Niels Pauli Danielsen nokt-
aði at skula hava sagt nakað
um Norðoya Sparikassa.
Bara um Føroya Spari-
kassa. Hetta segði hann seg
hava fingið at vita úr Havn,
sambært keldunum hjá S0-
sialinum.
Niels Pauli Danielsen av-
noktar yvir fyri Sosialinum,
at hann skal vera upphavið
til nakra slíka søgu, sum
hanneinki kendi til, fyrrenn
fólk spurdu hann um søg-
una. Hann heldur, at tå hann
verdur åkærdur fyri at hava
spunnid søguna i, so kann
tað vera eitt "takk fyri sein-
ast" frá formanninum í um-
sjónarráðnum, Anfinni
Kallsberg.
Tryggjaðu pengarnar
Niels Pauli Danielsen sigur,
at einasta samband millum
hann og sparikassan var
beint eftir, at Fossbankin
fór. Frá Bispi komu boð til
kirkjurnar um at tryggja sín-
ar pengar, við ikki at hava
meira enn 250.000 krónur í
sama peningastovni. Tá
varð kanska okkurt flutt úr
Norðoya Sparikassa
Anfinn Kallsberg heldur
tað vera nógv fyri, at nakar
fær seg til at bera út slik
ósonn tíðindi um spari-
kassan, ti gróðrarlíkindini
fyri slíkari søgu eru góð, tá
alt samfelagið er so Ótrygt
Fremst í ríkinum
Anfinn Kallsberg kann í
øllum fórum afturvísa, at
nakaðer í søguni, um hon so
var um Føroya Sparikassa
ella Norðoya Sparikassa.
Norðoya Sparikassi hevur
lutfalsliga lítla upphædd í
hvørjum sethúsum, og øll
sethúsalánini hava fyrsta
veðrætt. Sparikassin hevur
ikki lænt út ul nakað
vinnuliv fyrr enn nå til
Maskinurnar
farnar úr Leirvik
Kósina, og tað er tryggir
peningur, tí veð er bók.
Norðoya Sparikassi er
tann peningastovnur, sum
tryggast er í ríkinum. Sam-
bært lógini skal hann hava
inni minst 8% av samlaða
innskotinum, og Norðoya“
Sparikassi hevur 32-33%.
Hetta er meira enn Føroya
Sparikassi hevur, og tann
peningastovnurin er eisini
millum teir fremstu
Falska søgan um spari-
kassan fekk ikki ta åvirkan,
at fólk tustu til at taka sínar
pengar út. Anfinn Kallsberg
váttar onnur tíðindini, sum
hava ljóðað, at Norðoya
hevur
fingið fleiri viðskiftafólk,
eftir at Kósin varð keypt.
Bæði ti flakavirkisfólkini
nú hava lønarkonto í spari-
kassanum, og ti onnur vildu
stydja henda peningastovn,
sum hjålpti til vid at fåa
Sparikassi øvugt
virkið aftur á føtur.
randi
Flakamaskinur, kassar og annað er tikið úr flakavirki-
num í Leirvík, samstundis sum leirvíkingar samráðast
um at leiga virkið frá Fiskavirking
Fiskavirking hevur bara
virkinum, sum móðurfel-
latið upp nøkur få av flaka- agið hevur ognað sær.
——— GR
z
kd
I
Eini seks-sjey hava ar-
beidi, summi teirra bara
partvis, og av tí sama standa
nógvar maskinur stillar.
Ti skilir eingin nakað, hví
maskinur verða tiknar út av
virkjum, sum eru afturlatin.
Tað skuldi verið nóg mikið
av maskinum á verandi
virkjum. ;
Eitt virkið, ið maskinur
nú verða tiknar út, er fyrr-
verandi Frost í Leirvík.
Fyri jól kom fyrst ein
bátur eftir fiskakassum, og
týsdagin komu fólk og tóku
flakamaskinurnar út.
Hetta váttar Ingvar Joen-
sen, fyrrverandi stjóri á
Frost.
Hann váttar eisini, at ein
skrædlimaskina, sum nýtt
verður í gullaksafram-
leiðsluni er farin av bygd-
ini. Tað ljóðar, at hon er
farin út á Lynfrost. Bara ein
annar slíkur skrædlari er í
landinum.
Ingvar Joensen ætlar ann-
ars saman við Osmundi
Justinussun og gðrum at
leiga virkið frá Fiskavirk- |
ing, júst við gullaksafram-
leiðslu í huga. Tað ber til at
hava gullaksaframleiðslu,
sjálvt um hesin skrædlarin
er farin, men framleiðslan
verður tá avmarkað til fars,
sigur Ingvar Joensen.
- Vit kunnu einki siga til,
at teir fara við maskinunum,
tí tað er jú Fiskavirking,
sum eigur virkið, sigur |
hann.
randi
Tíðindablaðið (SK
Klaksvíkingar siga, at tað er Niels Pauli Danielsen, sum
breiðir út ósonnu tíðindini um sparikassan.............
…Men Niels Pauli heldur Anfinn Kallsberg hava sett
fram hesa ákæruna m toi sær sum takk fyri seinast
Silvurbrúdley
Týsdagin 4. januar hevdu
Odny og Tummas Pauli Thom-
sen, Tórshavn, silvurbrúdleyp.