hósdagur 6. januar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 3 — 6. JANUAR 1994
Sólborg Dulavík, leiðari á Blåkrossheiminum:
Vit hava enn einki
sæð til nakað fyri-
byrgjandi arbeiði
— Tá nýggja rúsdrekkalógin kom, varð tosað um, at yvirskotid av rús-
drekkasøluni eitt nú skuldi brúkast til fyribyrgjandi og upplýsandi
arbeiði, men tað hava vit einki sæð til enn, sigur Sólborg Dulavík
Beint eftir jól hoyrdust tøl-
ini frá Rúsuni, ið boðaðu
frá, at rúsdrekka varð selt
tollaksmessudag fyri til-
samans 3,1 mió. kr., og at
kundarnir hjá Rúsuni hend-
an dagin vóru um 5.500.
Eitt týðiligt dómi um, at
tað júst er á jólum og um árs-
skiftið, at einamest av rús-
andi logi verður drukkið
At fólk økja um nýtsluna
av rúsdrekka er eisini nak-
að, ið merkist á teimum
støðunum, har fólk kunnu
fáa viðgerð fyri rúsdrekka-
trupulleikar og kunnu verða
avvand at drekka.
— Ja, tað er sanniliga nógv
trýst á hjá okkum nú, og tað
tykist yvirhøvur gera seg
galdandi, at tað er í myrku
tíðini, at fólk kasta seg
meira yvir fløskuna, enn tey
annars gera aðrar tíðir á ár-
inum, sigur Sólborg Dula-
vík, leiðari á Blákrossheim-
inum í Lynggøtu í Havn.
Hon hevur verið innan
fyri hetta arbeiði í tíggju ár,
so tað eru ikki ongar roynd-
ir, ið verða lagdar aftan fyri
hesi orðini.
Dulavík leggur ikki
fingrarnar ímillum
Sólborg Dulavík leggur
heldur ikki fingrarnar ímill-
um, tá hon umrødur nýggju
rúsdrekkalógina, ið nú hev-
ur gott og væl eitt ár á baki:
Sólborg Dulavík, leiðari
á Blákrossheiminum í
Lynggótu í Havn: — Vit
hava enn einki sæð til
tað upplýsandi og fyri-
byrgjandi arbeiðið, ið
skuldi fylgja við nýggju
rúsdrekkalógini, ið nú
hevur gott og væl eitt ár
á baki. Tá politikararnir
hava lovað nakað í ein-
um so álvarsligum sam-
bandi sum hesum, eiga
teir eisini at halda tað,
teir hava lovað fólki eg
enntá fest í sjálva lógina
(Savnsmynd)
— Eg dugi ikki at siga, um
meira verður drukkið, síð-
ani nýggja lógin og Rúsan
komu, men eg tori í hvussu
erat siga, at minni verður so
ikki drukkið nú, enn tað
varð frammanundan, sigur
hon.
— Men ein partur av tí, ið
skuldi hoyrt upp í lógina og
tann mátan, hon verður
handfarin uppá, er ikki enn
komin í gongd, og hetta er
tann mest týðandi parturin
av henni, nevniliga tað upp-
lýsandi og fyribyrgjandi
arbeiði, ið skuldi gerast fyri
yvirskotið av almennu rús-
drekkasøluni. Hetta hava
vit enn einki sum helst sæð
til, hóast hetta dúgliga varð
ført fram, tá rúsdrekkalógin
kom.
Tulkast ødrvisi
Sólborg Dulavík sigur, at
hon hevur frætt, at nú skal
lógin verða tulkað ørvisi, so
tað skal hava itið, at yvir-
skotið kann brúkast til at
fíggja upplýsandi og fyri-
byrgjandi arbeiði, og ikki,
sum tá varð sagt, at tað skal
brúkast til tað endamálið.
— Um so er, at lógin nú
skal skiljast soleiðis, er tað
sera óheppið, tí tey, ið ikki
hava hug atnjóta rúsdrekka,
hava als ikki teir somu
møguleikarnar sum tey, ið
drekka, sigur hon.
— Eitt hugskot at brúkt
hesar upplýsandi og fyri-
byrgjandi miðlarnar til,
kundi eitt nú verið at gjørt
Tíðindablaðið
ein rúsfrían klubba, har tey
kunnu hugna sær, ið ikki
hava hug at drekka ella vera
ávirkað á nakran hátt. Har
kundi verið alt møguligt á
skránni, ið gjørdi tað stútt-
ligt og áhugavert at komið,
uttan at nakar saknaði rúsin.
Hetta skuldi ikki verið eitt
stað, har fólk sótu hendur
favn og keddu seg, men har
tey kundu komið fyri at
stuttleika sær, sigur leiðarin
á Blákrossheiminum.
Fyribyrgjandi
arbeiðið vantar
— Umframt kundi sanni-
liga eisini verið tørvur á tí
vanliga fyribyrgjandi arb-
eiðinum, ið vit jú sum sagt
einki hava sæð til enn, síð-
ani rúsdrekkalógin kom. Eg
haldi, at her er nógv hjá
landsins myndugleikum at
taka eina hond í, um teir
vilja uppfylla tey lyfti, ið
givin vórðu, tá rúsdrekka-
lógin kom.
Úr at
Sólborg Dulavík sigur, at
tað jú eru óteljandi prógv
um, atrúsdrekkamisnýtslan
kostar samfelagnum og tí
einstaka nógv, og at tað tí
átti at verið lítið fyri at fing-
ið fyribyrgjandi og upplýs-
andi arbeiðið upp á pláss.
Afturvendandi
spurningurin
Vit vita jú, at hverja ferð
eitt skip fer á land ella ein
bilur koyrir útav, so verður
spurt, um førarin var drukk-
in ella ikki. Hetta er aftur-
vendandi spurningurin, ið
eisini er at hoyra í so mong-
um ødrum fórum, at mynd-
ugleikarnir áttu at tíkið sín-
ar egnu lógir í fullum álv-
ara, sigur Sólborg Dulavík.
- Táteir havalovaðnakað
í einum so álvarsligum sam-
bandi sum hesum, eiga teir
eisini at halda tað, teir hava
lovað fólki og enntá fest í
sjálva lógina.
hj.
gera
Blákrossheimið lá ikki stilt um
høgtidina. 20 fólk vóru á heim-
inum, men við vælvild frá øllum
gekst væl at halda jólini har
— Um høgtidina vóru 20
fólk á Blåkrossheimin-
um, og tað gekk eisini
væl, hóast tað var sera
strævið. Eitt fólk hevur
verið tíl arbeiðis um
dagin og eitt um kvøld-
ið, so uttan góða hjálp
frá teimum búfólkun-
um, ið hava verið her á
jólum, hevdi hetta ong-
antíð borið til, sigur Sól-
borg Dulavík, leiðari á
Blákrossheiminum.
— Tað vil altíð so vera,
at millum búfólkini er
onkur, ið dugir væl at
gera mat, og tí bar eisini
til hjá okkum at hava
heimið gangandi, men
tungt og strævið er tað.
Fyri nøkrum árum síð-
ani var stongt eini jól, og
eisini var eitt annað árið
upp á tal at hava aftur-
latið á jólum, men so
| varð tó ikki.
| -Taðerals ikki hugs-
ingurum at havastongt á
jólum og um høgtidirn-
ar, tí táer so nógv at gera,
og ikki fyrr enn nú, tá
bæði jólini og nýggjárið
eru farin afturum, ber til
at fara undir ta dagligu
viðgerðinaaftur, sum vit
plaga at hava her, sigur
leiðarin á Blákross-
heiminum við Tíðinda-
blaðið Sosialin.
Hon heldur tó, at tørv-
urin á einum herbergi er
stórur, eins og nógv
meira kundi verið gjørt
fyri tørvin hjá teimum
avvarðandi hjá teimum,
ið drekka, ti tað eru eins
nógv hesi fólkini, ið
hava trupulleikarnar at
dragast við.
Nógvar syrgi-
ligar lagnur
— Eg havi gjøgnum
árini sæð nógvar syrgi-
ligar mannalagnur, ið
eru komnar skeivt fyri
orsakað av rúsdrekka,
og tað er óhugnaligt,
hvat rúsdrekka kann
gera við eitt menniskja,
sigur Sólborg Dulavík.
— Tað er so sanniliga
ikki bara stuttleiki, har
rúsdrekka er, og tad er so
sanniliga ikki nøkur
vissa fyri, at stuttleikin
nokk skal koma, um bert
rúsdrekka er komið fyrst
— heldur tverturímóti.
Og í so mongum fórum
eru tað tey avvarðandi,
ið mugu líða undir, at
onkur roynir at >stutt-
leika< sær.
Sólborg sigur, at tey
yvirhøvur hava havt nóg
mikið at gjørt í farna
árinum:
— Eg haldi, at vit í dag
hava eitt gott tilboð at
geva fólki — innan fyri
teir peningaligu karmar,
vithava. Eisini eru vit so
væl fyri, at tað eru fólk
viðroyndum, ið vit hava
á heiminum, so hjálpin
skal kunna vera so góð
sum gjørligt.
hj.