Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ridindabladid Góður fundur týsdagin um alternativu fiskasløgini Mong vóru evnini, ið vórðu tikin upp á daglanga fundinum á Fiskiranns6knarstovuni í Havn týs- dagin, tå alternativ fiskasløg vóru å skrånni. Um 70 fólk vóru komin á væleydnaða Sissa So hvørt sum tað tykist, sum teir traditionellu møguleik- arnir innan fiskivinnuna al- samt gerast færri og verri, verður åhugin vendur móti ødrum møguleikum, eitt nú alternativum fiskasløgum - sovorðnum, sum lítið ella einki hevur verið gjørt burt- urúr í Føroyum. Týsdagin var ein fundur á Fiskirannsóknarstovuni í Havn, har eyguni júst vóru sett á alternativ fiskasløg. Fundurin byrjaði kl. 9.45 við vælkomu og kaffi- munni, áðrenn farið varð til teir ymsu fyrilestrarnar. Fyri døgurda tosaði Hjalti í Jákupsstovu um skipan av praktiskum fiskiroyndum, Niels Dann West tosaði um langasporl, stinglaks, kik- arafisk og håv, Osmund Justinussen og Hjalti i Jåk- upsstovu tosadu um gull- laks, sild, makrel, svartk jaft og rækju, Mannbjørn Sol- munde tosadi um havtasku og krabbar, Viberg Søren- sen um svartkalva og tun- fisk; Kristian Hansen um kogafisk í Irmingarhavin- um og loksins Bogi Hansen um streymkanningar, áðr- enn farið varð til døgurda- steðgin, har Fiskirannsókn- arstovan bjóðaði ein bita Eftit døgurda varð í fyrsta umfari hildið fram við fyri- lestrunum, og tá tosaði Bjarti Thomsen um búrfisk, Óli Jacobsen um aðrar møguleikar, Egil Olsen um úlvirkingav nýggjum fiska- sløgum, meðan Jákup Jac- obsen og Abraham Hansen endaðu fyrilestrarnar við at tosa um sølu. Eitt stak áhuga- vert orðaski Síðani var ein kaffisteðg- ur, áðrenn farið varð undir orðaskifti í tveir tímar, har menn og kvinnur kundu koma fram við teirra hugs- anum og viðmerkingum til tað, id ført hevði verið fram áðrenn, og annars leggja fram tað, tey høvdu upp á hjarta. — Hetta gjørdist eitt stak gott orðaskifti, har mangt og hvat kom fram, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni. — Sjónarmið komu fram, ið vóru bæði fyri og ímóti tí, ið ført hevði verið fram frammanundan, og saman- umtikid má sigast, at hetta varein áhuagverdur fundur. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at tað mest umráðandi, tá talan er um alternativ fiska- sløg, er at uppbyggja ein góðan marknað: Mugu javnan lata við dygdarvøru Um vit javnan kunnu koma á marknaðin við hes- um ella hasum fiskaslagn- um og kunnu vísa á, at dygdin er í lagi, ber til at fáa bygt ein marknað upp, ið síðani kann føra vid sær, at prísurin eisini batnar so líð- andi, sigur hann. Sum dømi nevnir hann Ljósafellið, ið fjúrtans- hvønn dag er inni og landar alternativ fiskasløg í Bo- logne i Frankariki. — Tað sum kom fram á fundinum hjå okkum, var yvirhøvur positivt, men tað er heilt greitt, at arbeidast må víðari, skal komast nakran veg við hesum. Ikki er talan um nakað, ið bert av sær sjálvum gongur skjótt fyri seg. hj. Nr. 3 — 6. JANUAR 1994 Um 70 fólk vóru á fund- inum á Fiskirannsókn- arstovuni týsdagin, ið var um alternativ fiska- sløg. Sambært Hjalta í Jákupsstovu, ið er leið- ari á Fiskirannsóknar- stovuni, var talan um ein góðan fund, har nógv kom fram — bæði fyri- munir og vansar, tá tal- | an er um tey alternativ fiskasløgini, ið nakað kann fáast burturúr (Mynd: Jens Kristian Vang) LJ B36 bjóðar ollum gentum og dreingjum at gera lið til kapping í í fótbólti í 15. - 16. 105 A hvorjum liði eru fimm leikarar - deildini tó bara fyra. Loyvt Luttøkugjald kr. 100.- | gentu- og dreingja: er at hava ein skiftisleikara fyri liðið verður goldið, tá kapp- ingin byrjar. Avmarkaå luttoka Heiðursmerki, sum SHELL letur, verður handað teimum fremstu liðunum í hvorjum aldursbólki Aldursbólkarnir vera: r Pinkur Gentur 10-12 ár Smágentur Gentur Småpiltar Piltar Smådreingir Dreingir ONDAREGKNK Føddar 1984 ella seinri Foddar 1982-83 Feddar 1980-81 Føddar 1977-79 Føddir 1984-85 Føddir 1982-83 Føddir 1980-81 Føddir 1978-79 Tilmelding fer fram i seinasta lagi månadagin 10. jan- uar 1994 hjá venjarunum i ítróttarhollini, ella å tlf. 17092 millum kl. 18 og 20, ella å skulunum i Havn, hjå hesum: Jákup Thomsen, tlf. 16229 Hjørleif Kurberg Jógvan M. Mørk, tlf. 16125 Hjalti Lamhauge, tlf. 11192 Niels Nattestad Heini Heinesen, tlf. 16264 Kommunuskulin St. Frants Skuli Eysturskulin Hoyvikar Skuli Venjingarskulin Argja Skuli hell - letur vinningarnar! Sida 9