Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Brúk fyri dialogi millum landsstýrið og peninga- stovnarnar beinanvegin SETHÚSAEIGARAR í Føroyum - og teir eru nógvir - eru í villareið. Alt frá líkasælu til desperatión valdar millum tey mongu fólk, ið hava bygt sethús seinastu 10 árini serliga. HETTA at hvør føroyingur ella hvort húski skuldi hava egin hús hevur verið ikki bert at meta sum ein serføroyskur siður men eisini sum ein mannarættur her á klettunum. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt politikarnar úttala, at sjálv- andi skulu øll hava sítt egna sethús. Fólk hava vant seg til henda hugsun- arhátt men hava í nógvar mátar heldur ikki havt annað val enn at byggja sær síni egnu sethús. PENINGASTOVNARNIR hava so eisini gjørt sftt til at grundfesta og staðfesta henda serføroyska sið og hugsunnarhátt. Øll 80-årini bar eisini alt til. Øll fingu lán uttan mun til hvat tey áttu. Tilboðini vóru so góð, at fólk dugu ikki at skyna á, hvat var rætt og skeivt at gera. Fáur dugdi at spáa um fram- tíðina. Tað var als ikki hugsað um vandan fyri, at samfelagið fór at steðga JAVNAÐARFLOKKURIN hevur javnan tikið málið við íbúðarbygging upp á tingi, men hevur altíð verið mgtt- ur við forhánilsligum og niðurgerandi úttalilsum frá politiskum m6tstødu- monnum, serstakliga fólkafloksmonn- um, ið sum úlvur á skóg vardu tann ófrávíkiliga rættin hjá øllum føroy- ingum at hava síni egnu sethús. Upp- Á nýggjárinum 1994 skotini hjá javnaðartingmonnum vórðu niðursáplað og høvdu ongan tjans. Nú hevði tað altíð verið soleiðis, at før- oyingar búðu í sínum egnu sethúsum og henda ognarrætt skuldi eingin sos- ialistur sleppa at taka frá fólki var parolan. . Soleiðis málbóru serstakliga fólkafloksmenn seg, tá javnaðarmenn skutu upp at skapa betri fíggingar- møguleikar til at byggja íbúðarbygn- ingar - við nettup tí fyri egyað, at fólk við smærri inntøkum ikki skuldu til at binda seg til ovurstór lán í nýggj sethús. NÚ er tað so komið hartil, at vandi er fyri, at sethúsamarknaðurin rapar. Hetta hevur verið spátt í longri tíð, og tað er greitt, at sum tíðin líðir og stødan versn- ar í landinum nærkast vit hesum set- húsadómadegi. Vit vilja øll so fegin fáa eygað á glottar og vit ynskja eisini, at alt skal ikki vera málað ov svart. Men hvat sethúseigarunum kring landið viðvíkur, so mugu vit síggja veruleikan í eyguni. Og hann er tann, at heilt nógv fólk fara skjótt ikki at eiga pengar til at gjalda lánini við. Tá tað kemur til at velja millum at keypa breyð og mjólk til børnini ella at gjalda bankunum rentur, so vita vit, at her er í veruleikanum einki val. Fólk verða við núverandi gongd rætt og slætt tvungin til at gevast við at gjalda fyri húsini. Tí er tað eisini heilt óneyðugt av ávísum persónum og feløgum at eggja til eina miðvísa herferð, har fólk verða biðin um ikki at gjalda lánini. Tað er íkki neyðugt, tí tað kemur nátúrliga og av sær sjálvum. Men ein orsøk til, at hetta verður gjørt kann vera ein seinasta ávaring og ella áheitan á bæði peningastovnar og myndugleikar um at vísa hesum máli stórri ans og álvarssemi. At gremja hvílir i barmi á dárum Blødini eru so mangan troystasleys at lesa. Orimiligt grenj, illkennan og gvundsjúka. »Hini« hava/fåa ov nógv, og tað er sanniliga ikki min skyld, »at hann ella hon ella tað fór fallitt!« Tey, ið gremja seg mest, eru ikki altíð tey, sum ringast eru fyri. Treyðugtso, av og å kemur okkurt, ið vert er at lesa ella hoyra. Eitt nú ólíku nyggjårskvødurnar hjá Ólavi Rasmus- sen og hjá løgmanni. Eg mundi verðið sundurskræddur tá ið eg í heyst nevndi, at løgmaður ber seg væl og við sóma. Tað eyðkennir konurnar báðar í sam- gonguni, at tær koma ikki við brigsli um líkt og ólíkt. Vit eru so von við at politikkarar royna at billa okkum alt møguligt inn og rædast ópopulerar av- gerðir, sum nú eru so neyðugar. Ólavur er bersøgin og beinrakin í sin- ari heilsan (Sosialurin nr. 248, 1993), tá ið hann sigur, at størsta vandamál okk- ara er tað, at vit liva í útlegd í egnum landi. > Vit vita ikki av, at vit eru flótta- fólk í egnum landi... føroyski heimurin ersyndraður sundur í politiska og anda- liga sektarismu, har dirvi og sjálvsálit eru ljót orð, ið ikki hóska seg í einum landi, sum hevur mist virðingina fyri sær sjálvum... Sjálvstýrishugsjónin er burtur... Eftir eru bert partapolitisk brigsl og grenj... Tað er upp á tíðina at politikkararnir síggja í eyguni, at eing- in flokkur kann loysa landsins trupul- leikar, men at tað einans er føroyingur- in, sum kann megna hesa uppgávu... og lata stoltleikan koma fram um eyð- mykdina.« Vilji skaltil og sjålvsålit, tad er felags bodskapurin hjå Maritu og Olavi. Jå fleiri id hugsa so, skjótari koma vit okkum uppundanaftur. Takk skulu tit hava og onnur vid, sum ikki lata góðsk- una kódna í armóðsmeyli! TÁ má íkki koma hartil, at allir set- húseigarar taka seg saman og gera “uppreistur" móti peningastovnunum, tí hetta fer bert at skapa anarki og ruðuleika í landinum, soleiðis at vit øll tá gerast taparar. Vit hava sama dómi millum Føroyar og so teir vit skylda pengar til í útlandinum. Eisini her halda fleiri, at vit bara skulu gevast við at gjalda. Men tað ber ikki til. Tí tá missa vit alt trúvirði, soleiðis sum løgmaður Og gevast allir sethúsaeigarar “en block" at so verður eisini galið við trúvirðinum har. Tí meta vit, at tað ber ikki til at kappa á stokkinum hvørki hjá landi ella sethúsaeigarum og gevast við Men sjálvandi kunnu vit koma í ta stóðu - og tað meta mong vit longu eru í - at einki er at gjalda við. Ella at vit við at gjalda eiga í var inni á í síni nyggjårsrødu. gjalda, at gjalda tað vit hava lænt. vit okkum og tey síðstu oyruni veruleikanum "forgera” øllum samfelagnum. Tað er tí talan um eina javnvág, sum - versnar kreppan meira - verður sera torfør at halda. Netup tí eiga hóttanir av einumhvgrjum slag í hesum døgum at vera eitt álvarsligt varskóg til bæði myndug- leikarnar og peningastovnarnar. Vit mugu eisini royna at skilja tey fólkini, sum hava innlit, vilja og dirvi til at tala at og vísa á, at taka peningastovnar og myndugleikarnir seg ikki um reiggj og fremja eina ella aðra sanering og ella skattalækking, so steðgar alt upp og her verður øskukalt hjá gllum, bæði set- húsaeigarum, peningastovnum og polit- ikarunum. KJARNIN í hesum máli er tann, at tað ber ikki til, at myndugleikarnir hækka skattin munandi og peningastovnarnir um somu tíð bert fremja eina lítla Blødini áttu at havt sær ein fastan teig, har fólk kunnu sanda inn eina stutta takkarheilsan til onkran, ið hevur hana uppiborna. Okkurt positivt stimbrandi. >Ti skemtanar halda menn gilsi, og vín gevur lívinum gleði, og peningur veitir alt.< (Præd. 10,191). Men líviðer so nógv annað og meira. Sjálvt í neyð- ini er nógv at vera takksamur og glaður um. Gott nýggjár. Sverri Egholm rentulækking. Skulu sethúsaeigararnir orka at halda síni forpliktilsi, so er neyðugt, at politikarnir og peninga- stovnarnir seta seg saman og finna eina haldbara loysn. Landið má til at lækka skattin ella hækka rentufrådråttin ella mugu peningastovnarnir til at sanera ein part av skuldini og ella lækka rentuna enn meira. Tað mest sannlíka og skila- besta er, at bæði land og peningastovnar lora nakað út, soleiðis at sethúsaeigarar veruliga koma at merkja, at teir sita lættari í tí. Verður hetta ikki gjørt í næstu framtíð, so er vandi fyri at fólk fara at gevast at gjalda og endin verður, at tey rýma av landinum. Tá tann kavabólturin er farin at rulla av álvara, ikki bert versnar stødan, nei tå steðgar alt upp - eisini peningastovnarnir og síðani eisini landskassin sjálvur. VIT eiga at vera fegin um, at pen- ingastovnarnir loksins komu við eini loysn, men hon er bara ikki nóg góð fyri sethúsaeigararnar. Nú at lata standa til og vóna tað besta kann gerast ein tann størsta vanlukkan her á landi nakrantíð. Stødan á sethúsmarknaðinum er at sammeta við eina tikkandi bumbu undir gllum samfelagnum. Tí eru okkara boð til peningastovnarnar og myndugleikarnar: Setið tykkum saman aftur og viðgerið støðuna. Latið hågru hond vita, hvat vinstra ger. At taka inn 2000 kr. í skatti og geva út 500 kr. í rentulætta gevur eitt minus upp á 1500 kr. Og so tosadu tit um at gera tað lættari hjá sethúsaeigarunum! Jú sanniliga er brúk fyri einum dialogi millum peningastovnarnar og landins myndugleikar beinanvegin.