fríggjadagur 7. januar 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Fleiri fólk, sum vórðu uppringd og åvarad, spurdu seg fyri í Føroya Sparikassa
Eyðun á Rógvi Olsen, stjóri í Fóroya Sparikassa:
Ein ótrúlig sega
Um finnast kann fram til, hvør spinnur slíka søgu, er
møguleiki fyri at fara í rættin við málinum, sigur spari-
kassastjórin
Í Føroya Sparikassa frættu
tey sjålvsagt beinanvegin
leysatíðindini, sum gingu
um, at illa skuldi standa til
har.
Eyðun á Rógvi Olsen,
stjóri í Føroya Sparikassa,
sigur, at fólk, sum vóru upp-
ringd, komu inn at spyrja,
hvat var í hesum tíðindum,
men í sparikassin kundi
sissa øll um, at eingin vandi
var á ferð, og at hetta var ein
søga, sum var pentað sam-
an.
Eyðun á Rógvi Olsen
skilir ikki, hví slík tíðindi
fara at ganga, ú als einki er í
tíðindunum. Tverturímóti
hevur sparikassin ongantíð
áður verið so væl fyri gjald-
førisliga sum nú. Fólk hava
flutt pening í sparikassan,
lid og eftirstødan er ikki
vaksin, sigur Eyðun á
Rógvi Olsen.
Hann heldur tað ljóða
ótrúligt, tá Sosialurin veit at
siga honum, at kirkjuráðs-
formaðurin í Klaksvík kann
vátta, at Niels Pauli Dan-
ielsen skal hava sagt honum
tíðindini. Tað er ikki serliga
hóskandi fyri ein løgtings-
mann at siga slíka søgu, nú
alt samfelagið er so ótrygt.
Sjálvt um fjøldin ikki tók
søguna í álvara, so fer altíð
ein flís av, sigur Eyðun á
Rógvi Olsen.
Sparikassin hevur enn
ikki tikið stóðu ul at gera
nakað við málið, men um
funnið verður fram til keld-
una, so ber til at fara í rættin,
og gerðin fær avleiðingar.
randi
Norski kirkjumálaráð-
harrin á Feroyavitjan
Kirkjumálaráðharrin Gud-
mund Hernes kemur á vitj-
an í Føroyum frá hósdegi 6.
jan. til mánadagin 10. jan.
94. Hernes, sum er kirkju-,
útbúgvingar- og ráðharri
fyri gransking í stjórnini hjá
Gro Harlem Bruntdland, er
ein hin kendasti og best
dámdi politikari í Noregi.
Hernes er professari í sosio-
logi og stjóri í Fagbevegel-
sens Forskningssenter i
Oslo, og hevur verið ráð-
harri, síðani Gro Harlem
Brundtland og Arbeiðara-
flokkurin tóku við stjórnar-
valdinum í 1990. Hernes er
væl kendur í sambandi við
altjóða gransking og hevur
sum norskur kirkjumála-
ráðharri = tilnevnt fyrsta
kvinnuliga bispin í Norður-
londum, Rose-Marie Kahn.
Fríggjadagin 7. jan. verð-
ur Gudmund Hernes gestur
hjá Bergi Jacobsen, lands-
stýrismanni. Eftir skránni
fer hann at vitja á fleiri
stovnum, sum hoyra undir
arbeidsøkir bæði hjá Bergi
Jacobsen og Gudmund
Hernes. Henda dagin verð-
ur vitjað á Fornminnissavn-
inum, Náttúrugripasavnin-
um, Fróðskaparsetrinum, í
Kirkjubø, á Føroya Lær-
araskúla, í Listaskálanum
og so eisini hjá Hans Jacob
Joensen, bispi.
Seinnapartin friggjadag-
in kl. 17 letur Hernes upp
eina framsyning i Nordur-
landahúsinum við klæði úr
Magnuskatedralinum í
Kirkwall. Í sambandi við
framsýningina verður eis-
ini eitt stórt skeið í
Norðurlandahúsinum um
gregorianskan kórsang.
Skeiðið fær vitjan av fólki
úr París, Tallinn og Nida-
rosdómkirkjuni í Trónd-
heimi, og fylgir hetta skeið-
ið somu skrá sum tey altjóða
viðurkendu skeiðini, sum
hava verið í Nidaros-
dómkirkjuni 5 tey síðstu ár-
ini. Tann, sum hevur tíkið
stig til at fingið skeiðini í
lag, er Dordi Glærum
Skuggevik, og fer hon at
halda fyrilestur um gregori-
Gudmund Hernes
kirkjumálaráðharri
anskan kórsang í Norður-
landahúsinum fríggjadag-
in kl. 18. lalt 80 føroyingar,
sum syngja í kóri, hava
teknað seg til skeiðið, og er
norski kirkjumálaráðharrin
væl nøgdur við hetta tal.
Nr. 4 — 7. JANUAR 1994
— Tveir fongslaðir
Í grundlógarhoyring miku-
dagin avgjørdi Føroya
Rættur at fongsla tveir ung-
ar menn, sum skuldsettir
eru fyri stuldur.
Menninir vórðu tiknir
dagin fyri saman við einum
triðja, sum var latin leysur,
eftir at politiið hevði av-
hoyrt hann.
Teir báðir ungu menninir,
sum eru ávikavist 19 og 20
ára gamlir, vórðu varð-
haldsfongslaðir í tvær
vikur, meðan politiið kann-
Síða 5
ar tey innbrot, teir eru
skuldsettir fyri at hava
gjørt.
Innbrotini eru fleiri í tali.
Annar vardghaldsfongsl-
aði maðurin hevur ein treyt-
aðan dóm, og verður mað-
urin funnin sekur í hesum
nýggju skuldsetingunum,
kann tað henda, at treytadi
dómurin verður gjørdur
treytaleysur, so hann skal
inn at sita.
randi
Broyttar spælitíðir
Fyrstu bridgkappingarnar verða nú komandi viku-
skifti í Handilsskúlanum á Kambsdali.
Nevndin í Bridgesambandinum hevur avgjørt at
gera eina broyting í skránni, soleiðis at FM-kapping-
in fyri lið — Rank Xerox kappingin — verður spæld
leygardagin og sunnudagin —t.v.s. 8. umfarið leygar-
dagin kl. 13.30, 9. umfarið leygardagin kl. 19.00 og
10. umfarið sunnudagin kl. 13.30, meðan para-
kappingin verður friggjakvøldid kl. 19.00.
Orsøkin til hetta stig er, at spælarar úr Suðuroynni
kunnu ikki koma norður til dystin frigzjakvøldid
uttan at missa ein heilan arbeiðsdag.
Rank Xerox liðkappingin er frammanundan dyst-
unum hetta vikuskiftid komin í helvt og er úrslitið, at
STATOIL-lidid er á odda, meðan liðið hjá Carl
Mikkelsen er teimum í hølunum.
Bridgesambandið skipar eisini fyri cupkapping
fyri lið, nevnd Fossbankacup eftir einum føroyskum
banka, sum nú er søga. 16 lið eru í kappingini og skal
fyrsta umfarið vera liðugt spælt 16. januar.
Ferðast við leiki
Klaksvíkar Sjónleikara-
felag fer nú út at ferðast
við leikinum „Fá mær ein
tenor“. Hann er fram-
førdur í Klaksvík 13 ferð-
ir, og umleið 1200 fólk
hava sæð hann.
Leikurin fer fram í
Cleveland í Ohio í 1934,
har operan hevur 10 ára
hald. Tað verður hátíð-
arhildið á tann hátt, at
hin heimskendi tenorurin
Tito Mirelli kemur at
syngja. Men tað gongur
Tað er nevniliga faðir Gud-
mund Hernes, sum hevur
verið við til at tíkið stig til
slík skeið í Noregi.
ikki alt, sum tað skal, og
nógvar misskiljingar
koma í
Ken Ludwig hevur
skrivað leikin, og Dánjal
Ennistíg hevur umsett
hann til føroyskt. Adel-
borg Linklett hevur stað-
ið fyri uppsetingini.
Fyrstu sýningarnar utt-
an fyri Klaksvíkina verða
í Eydnuni á Oyrarbakka
leygardagin 8. januar kl.
16 og 19.
Tá tað snýr seg um
PRENTLUTIR
loysir tað seg
at tosa við
af
RENT
Tlf. 14465
BERGEN)