fríggjadagur 7. januar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Tage Benjaminsen, stjóri í
Føroya Banka
"Nr. 4—7. JANUAR 1994
Eyðun á Rógvi, stjóri í
Sparikassanum
Tíðindablaðið 371.)
Umileið 5000 fólk eru ar-
beiðsleys í savnsmyn
Jørn Astrup Hansen
stjóri i Sjóvinnubankanum
Sethúsaeigari um peningastovnarnar:
Jóannes Dalsga
Húsalánsgrunn
Ein Spurningur um pening
— og als ikki um menniskju
-Tað er beinleiðis ósatt, tå peningastovnar og Húsalánsgrunnurin siga, at fólk kunnu
fáa sømdir, um tey ikki megna at halda skyldur sínar, sigur Sofus Hansen, sum í —
meir enn eitt ár hevur roynt at gera vart við seg. Higartil hevur alt verið til fánýtis. Á
tollaksmessu fekk hann boðini at húsini skuldu lýsast á tvingsilsølu, men at teir vildu
vera lagaligir og ikki koyra familjuna út á gótuni fyri Jól!
Peningastovnarnir = hava
trupulleikar av kroystum
sethúsaeigarum. Arbeiðs-
loysið, hækkaðu avgjøld-
ini, skattur 0.a. hevur bert
ført við sær, at fólk eru
komin enn longur út í 6før-
ið.
Avtalan millum peninga-
stovnar og Húsalánsgrunn-
in, sum skuldu bøta um
støduna hjá sethúsaeigaru-
num, gevur í veruleikanum
ongan bata.
Sofus Hansen í Kolla-
firði, er talandi dómi um,
hvussu lítið tað er eftirfar-
andi, tá peningastovnar
siga, at teir eru sinnaðir at
hjálpa sethúsaeigarunum.
Familjan er foreldur og fýra
børn.
Boðaði frå í góðari tíð
Í oktober 1992 fekk Sofus
Hansen, boð um, at arbeiði
ikki var til hansara eftir 15.
november sama ár.
Hann arbeiddi tá hjá Lands-
verkfrødinginum við tunn-
ilsgerðini har norðuri.
Hann fór beinanvegin at
tosa við Sparikassan, um
umleggjan av lánum, nú
figgjarstødan fór at broyt-
ast.
Sofus Hansen hevði tó
ikki ímyndað sær, at henda
"gongdin" millum peninga-
stovnar og Húsalánsgrunn
skuldi gerast so long og
drúgv, uttan at nakað itøki-
ligt spurdist burturúr, fyrr
enn nú, tá boðini um tving-
silsøluna komu.
Nú skriva vit 6. januar
1994, og enn hevur Sofus
Hansen ikki fingið nakra
avtalu, hóast hann at kalla
hvønn mánaða síðani 10.
oktober 1992, hevur vent
sær til peningastovnarnar.
- Tá tosaði við Sparikass-
an fyrstu ferð, og 1. januar
1993 samdust vit um eina
avtalu, men Húsaláns-
grunnurin vildi ikki góðtaka
hana.
Onan avtala og
stødan versnar
1. februar fór eg at tosa við
Húsalánsgrunnin og
greiddi har frå støduni við
arbeiðsloysi o.s.fr..
Eg boðaði frá, at tá mai
mánaði kom, fóru vit ikki at
verða før fyri at halda okka-
ra skyldur longur.
- Tá komið var út í mai
mánaða, fekk eg frítíðar-
pening, men hann var mót-
roknaður í ískoytisveiting-
ini á Almannastovuni, sum
eg fekk haðani, av tí at eg
ikki fekk fult útgjald frá
Arbeiðsloysisskipanini.
- Eg visti, at skattarokn-
ing, sum var 11.000 krónur
fór at koma, og hon kom
samstundis, sum tey tóku
frítíðarpeningin.
- Urslitid varð, at eg einki
fekk frá Almannastovuni,
misti frítíðarpeningin og at
eg noyddist at gjalda skatta-
rokningina.
Alt hetta førdi við sær, at
figgjarstødan hjá familjuni í
Kollafriði nú er vónleys,
hóast tey frá byrjanini hava
gjørt vart við støduna í
peningastovunum.
Stødan er heldur ikki bat-
nað viðvíkjandi arbeiðs-
loysinum síðani 10. oktober
1992, og peningastovnarnir
hava als einki gjørt fyri at
geva familjuni ein møgu-
leika at fóta sær.
Teir lúgva fyri fólki
Taðer annars tað, sum stjór-
arnir á peningastovnunum
hava ført fram í fjølmiðlum:
Félk skulu tosa vid sin
peningastovn um eina av-
talu: Tað er eingin loysn
bert at gevast at gjalda, tí
skuldina sleppa húsaeigar-
nir ikki undan kortini o.s.fr..
Sethúsaeigarin í Kolla-
firði hevur varhugan av, at
peningastovnarnir ikki eru
sinnaðir at gera nakað fyri
sethúsaeigarar, sum skylda
minni enn eina mió. krónur:
- Eg bygdi húsini sjálvur í
1987, og tey kostaðu
700.000 krónur. Húsaleig-
an var 7.200 krónur um
mánaðin, so tað skuldi verið
ein møguleiki at fingið eina
avtalu soleiðis, at vit høvdu
kunnað svarað hvgrjum sítt,
um hetta var gjørt í góðari
tíð.
- Nú er lánið umleið
850.000 krónur, við tí sum
er komið til, síðani vit góv-
ust at gjalda.
Spurningur um
krónuf og oyru
- Tað tykist sum peninga-
stovnarnir ikki lýsa hús á
tvingsilsølu, har lánini eru
undir eina mió. krónur, tí tá
missa peningastovnarnir
ongan pening kortini.
- Eru lánini meir enn
milliónaupphæddin, missa
teir so nógvan pening, at teir
ikki hava ráð at lata fólk
bíða við at gjalda.
Hetta vísir, at tað hjá pen-
ingastovnunum bert snýr
seg um krónur og oyru, og at
menniskjansligu avleiðing-
arnar als einki hava at týða
fyri teir.
- Min nidurstøda er, at øll
tala hjá peningastovnunum
um at hjálpa sethúsaeigar-
um í trongstødu, er ein stór
lygn, og at teir bert draga
tíðina út, fyri at vita, um
fólk gevast á hondum ella
flyta av landinum.
- Hvat hava peninga-
stovnarnir svarað tær, tá tú
áhaldandi hevur biðið um
eina avtalu?
Teir hava biðið meg bíða
ella geva tol, at teir arbeiða
við málinum o.s.fr. Seinast
hava teir biðið meg farið á
Almannastovuna at biðja
tey gera eitt uppskot fyri
meg, men tað vil eg ikki.
- Mín meining er tann, at
tá tað kemur so langt, at tú
skalt lata teg úr fyri øllum,
so er tað ovboðið. Tað er
nóg ringt sum er.
Fer ikki við góðum
Seinasta útspælið frá Spari-
kassanum var tollaks-
messudag) tá boðini komu,
at húsini fóru at verða lýst á
tvingsilsølu fyrsta dagin.
Sofus Hansen fekk tó at
vita, at teir vildu verða laga-
ligur, og ikki seta familjuna
á gøtuni fyri jól.
Sofus Hansen: - Eg fari
ikki við góðum, tí eg vil
krevja mín rætt, sum Fíggj-
argrunnurin av 1992 hevur
ásett. Hava húsini ikki meir
enn 350.000 krónur í virði,
so skulu lánini eisini niður-
skrivast til somu upphædd.
274