fríggjadagur 7. januar 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 4 — 7. JANUAR 1994 Sida 7
Tå hava vit kanska ein
møguleika at gjalda, um so
er, at landsstýri og løgting
ikki seta fleiri inntókulógir í
gildi.
- Hava tit ongantíð hugs-
að um at flyta av landinum?
- Eg eri føddur føroying-
ur, og ætli mær eisini at vera
tað framyvir. Eingin mynd-
ugleiki skal avgera fyri
meg, um eg skal vera dani
ella íslendingur í framtíðini.
Sethúsafelagið -
ongantíð ov skjótt
- Taðer heldur eingin loysn,
at øll bara fara av landinum,
og at tey sum eftir eru, bert
sita hendur í favn og hyggja
at hverjum øØdrum. So
kunnu vit øll bara leggja
okkum at sova.
- Tidin er komin, tá før-
oyingar mugu vakna og
gera nakað ítgkiligt fyri at
bøta um støduna.
- Einasta ftøkaliga loysnin
fyri at bøta um støduna hjå
vanligum familjum í Før-
oyum, er at stovna lands-
umfatandi — sethúsafelag.
Ongantíð ov skjótt, so vit
kunnu forða fólki í at flyta
av landinum, sigur Sofus
Hansen, sum hevur tosað
við aðrar sethúsaeigarar um
hetta mál.
Málið er eisini kannað, og
sambært lógunum er einki
til hindrs fyri, at seta slíkt
felag á stovn. Henda spurn-
ing havaløgfrødingar longu
svarað. Tad er bert at taka
stig til at stovna sethúsa-
felagið.
Dagny
Í gjár vóru samráðingar í
Tinganesi um eina fiski-
veiðuavtalu millum Ísland
og Føroyar. Fundurin
vardi bert i nakrar fåar
tímar, so vóru partarnir
komnir ásamt um eina
nýggja avtalu. Avtalan
gevur føroyingum somu
kvotu í íslendskum sjógvi
i ár sum í fjør. Hetta må
sigast at vera ein góð
avtala fyri Føroyar, ti við
ti fiskaloysi, sum er kring
okkum, kundi ein borid
Tummas Arabo og Thorstein Pólsson lógvatak saman. Mynd jan ,
Góð avtala við
Íslendingar
ótta fyri, at íslendingar
fóru at minka um kvotuna,
men so varð ikki.
A fundinum vóru teir
báðir
fiskimálaráðharrarnir
Tummas Arabo og Thor-
stein Pólsson umframt
embætisfólk úr báðum
londunum. Undan fund-
inum tosaðu vit við
Tummas Arabo.
Hann vísir á, at
føroyingar skulu vera
fegnir, fáa vit somu kvotu
Teir høvdu nógv at:tasa um, Arabo og Pålsson. Her hyggja teir í nýggja føroyska atlassi. Mynd jan
aftur, ti stødan hjá ís-
lendingum er sera trupul.
Teir hava ov lítið av fiski,
so tað er ikki rímulit at
vænta, at vit fáa stórri
kvotu. Tí verið eg nøgdur,
um vit kunnu varðveita
kvotuna uppá góð 6000
tons.
Breðratjóðir
-Eg meti annars hesa av-
talu við íslendingar sum
eitt dómi um, hvussu tvær
bróðratjóðir kunnu hjálpa
4
hvørjari aðrari. Vit hava
ikki havt nakað at givið
teimum afturfyri, men
hetta kann jú broytast,
soleiðis at teir kunnu fiska
onkur fiskasløg undir Før-
oyum. Fáa vit fisk í
framtíðini, sum íslend-
ingar hava áhuga fyri, so
mugu vit sjálvandi løna
teimum tað aftur.
Tummas Arabo vísir
annars á, at kvotan vit fáa
frá íslendingum má metast
at vera ein liður í tí stóra
samstarvi, sum hevur ver-
ið millum Ísland og Før-
oyar í mong ár.
-Vit hava havt nógv
gott samstarv í aðrar
mátar eisini. Tá vit gjørðu
handilsavtalu við EFTA-
londini góvu vit Íslandi
fleiri fyrimunir, serstak-
liga viðvíkjandi seyða-
kjøti. Tað íslendska varð
fullkomiliga tollfrítt, með-
an øll hini londini gjalda
Gatttoll. Koma tað toll-
fordingar av teimum vør-
unum, so vilja vit sjálv-
andi royna at halda ís-
lendskar vørur uttanfyri.
Tummas Arabo sigur
annars, at hann hevur
vitjað nógv í Íslandi og
har hevur hann ongantíð
verður mettur sum
útlendingur. -Eg havi bara
verið mettur sum ein
íslendingur, sum er eitt
sindur ødrvisi. Og júst
hetta haldi eg avspeglar
støðuna millum londini.
jan
CLUB 20
Café
Mánad.--mikudag
kl. 19—24
Hósdag kl. 19-24
STEAKNIGHT
Peppersteak v/b.
epli, súrt og grønt
Bert 29,95
Fríggjad. kl. 17-22
STEAKNIGHT
Peppersteak v/b.
epli, surt og grønt
Bert 29,95
Leygardag kl. 17-22
BEEFNIGHT
Buff Bernaise v/ b.
epli og grønmeti
Bert 35,00
Sunnudag kl. 17-24
BEEFNIGHT
Buff Bernaise v/ b.
epli og grønmeti
Bert 35,00
ÚT AV HUSINUM
| Peppersteak — 35,00
| Buff Bernaise 40,00
CLUB 20
Nightclub
| Upplatingar-.
| tidir — |
| ENS du ið
Friggjakvøld
kl. 22—04
Leygarkvøld
kl. 22—04
SKRÅ
Friggjakv. 7/1
LEIF LAADAL
Leygarkv. 8/1
OTTAR I
FUNNINGSST.
Friggjakv. 14/1
KARI BERG
Leygarkv. 15/1
PALL ARGE
CLUB 20
1.5628
SKRIVST. 1.7646
FAX1.8401