Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 4 —7. JANUAR 1994 Dan Petersen, lógtingsmaður í nýggjársróðu í F uglafirði: -Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit bert Várharra. Men vit eiga vónina. Eftir myrkur kemur ljós, og eftir ódn kemur logn. Lærdi bakkastið okkum at endurfinna tey gomlu virðini, og spíla vit okkum út, so hava vit eina ljósa framtíð segði Dan Petersen, løgtingmadur m.a. í nýggjársróðu síni í Fuglafirði. Vit prenta róðuna: Skrivað stendur, at menn- iskjan livir ikki av breyði eina, og ein rómverskur keisari segði, at fólkinum tørvar breyð og sjónleik. Í hesum liggur væl, at búk- fylla er ikki nóg mikið. Onnur virði finnast, ið meira enn tey materiellu skapa tivna í samfelag- num. S.t.d. gott familjulív, gott grannalag, góður felags- skapur og vinarlag í arbeiði og fritid eru virði, ið als ikki kunnu gerast upp í pengum. Og ss hetta, so hevur okkara ættarlid satsad mest upp á tað materiella. Einki ættarlið undan okkara var so ríkt, og ongantíð var grammheitineftir tí tímiliga stórri enn hjá okkum. Skifti grannin bil 4. hvørt ár, so skiftu vit 3. hvørt ár. Sá grannin 16 kanalir á parabolinum, so skuldu vit síggja 32. Og fór nábúgvin til Danmarkar í summarfrí, so noyddust vit til Miðjarð- arhavið ella longur. Og úrslitið hava vit sann- að: Vit brúktu alt okkara, læntu nógv aftrat, og ný- fødingurin hevur rokning- Síggja vit burtur frá tí materiella, so eiga ina liggjandi klára, tá ið hann kemur í verðina. Tey folkasløg, sum balast norðuri í Íshavinum ella suðuri í frumskógini, og sum vit í siviliseradum errinskapi rópa primitiv, vita, at náttúran og dýra- lívið skal røkjast og ikki eyðrænast, og liva tey eisini eftir hesi meginreglu. Vit vistu tað væl, men hirdu ikki eftir tí, sum forfedr- arnir høvdu lagt nidur í okk- um. Kreppa er, tað ivast eingin í. Grunnarnir av- oyddir, og náttúran rænd. Oyðin fuglabjørg, tann gamla bøin, sum 30 ættarlið brúktu 1000 ár at framelska við sveitta og slit, skrædl- aðu vit oman av eftir fáum árum og løgdu undir be- tong. Eitt ræðandi dómi, hvussu tað gongst, tá ið kapitalurin og vandalisman ganga hond í hond, er Sundsbygd. Henda aldar- gamla bóndabygdin varð grivin út á sjógv eftir fáum døgum, so ikki var steinur eftir á steini, sum skrivað stendur. Ein skammblettur á okkara ættarliði til ævigar tíðir. Dan Petersen, løgtings- maður: Søgan sigur okkum, at í trongum tíum hava fólk al'tið funnið lívsvirði aftur >Hvat heldur tú um okkum, vit rópa okkum tjóð, á flaggdegi um várarnar, tá tjóldur setast móð, hvar eru tey, sum lovaðu at lekja tíni sár, sum misprýða og vanvirða ár eftir ár, Hvat heldur tú um før- oyingar, Føroyar?« So løgid tað ljóðar, so er okkara samfelag nógv veik- ari enn tað gamla og kanska andaligu og mentunarligu virðini blóma sum ongantíð í bygdini. fátækari eisini. Tann gamli føroyingurin átti eplavelt- una, lakatunnuna í hjallin- um, kúnna í kjallaranum, bátin í neystinum, og so átti hann veggjakroysuna, hann búði í. Nógv skuldi til, áðr- enn tann gamli fór av fótum. Ja, kanska bara sjúka og deyði. Okkara samfelag er sårbart. Kemur ikki lønar- posin regluliga eina ferð um vikuna ella eina ferð um mánaðin, fer grundarlagið undan okkum, og familjan stendur úti á berajólum. Og henda svára lagna hevur tí- verri rakt fleiri okkara. Hetta er ein sorgarleikur, og gamlaárið gav okkum stórri fiskaloysi, stórri arbeiðs- loysi, bankakreppur og pen- ingatrot. Eitt vánaligt summar kendist tyngjandi. Og summi okkara mistu onkran av okkara kæru, sum jú er tað svárasta. Men hetta er jú lívsins kor. Og tóer bót á borði. Imed- an vit arbeiða okkum upp- aftur, og tað fara vit at megna, megu vit finna onn- ur lívsvirði. Bill Clinton og BorisJeltsin sita inni í stovu okkara dag og dagliga, fuglfirðingar stór lívsvirði, har peningur ikki er avgerandi. Tey Tíðindablaðið Hava vit ikki ráð til uttanlandsferðir á sumri, so leita vit okkum út í urtagarðin, hjúkla og fríðka um, og f so máta kunnu vit vera erring av bygd okkara segði Dan Petersen í nyggjarrødu síni í Fuglafirði. meðan grannin kanska als ikki kemur á gátt. Systkina- børn og trimenningar eru bert nakað, tú sært tvørtur um gravarbakkan til jarðar- ferðir. Hetta er tað, sum eit- ur fremmandagering, rót- og kensluloysi. Søgan sigur okkum, at i trongum tíðum hava fólk al- tíð funnið lívsvirði aftur. Gleðin við felagsskapi, gleðina yvir Guds fríðu náttúru, gleðina við saman- haldi og gleðina við list og ítrótti. Síggja vit burtur frá tí materiella, so eiga fugl- firdingar stór lívsvirði, har peningur ikki er avgerandi. Tey andaligu og mentun- arligu virðini blóma sum ongantíð í bygdini. Ítróttur, kvoldskúli, musikkskúli, mentan, full kirkja og mølti- salar, frítíðarítriv og gamla- mannadansur eru tiltøk, ið binda fólkið saman í vinar- lag og kærleika. Og hava vit ikki ráð til uttanlandsferðir á sumri, so leita vit okkum út í urtagarðin, hjúkla og fríðka um, og í so máta kunnu vit vera errin av bygd okkara. Hon er vøkur. Ein slik løta um nýttárs- bålid er júst eitt høvi at finna virðir. Jólini eru farin aftur um í fagrasta vetrarveðri, og nú gongur móti ljósari tíð- um. Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit bert Várharra. Men vit eiga vónina. Eftir myrkur kemur ljós, og eftir ódn kemur "logn. Lærdi bakkastið okkum at endur- finna tey gomlu virðini, og spíla vit okkum út, so hava vit eina ljósa framtíð. Heðin Brú sigur tað so ótrúliga beinraki í >Fedrana Talu«, og eg loyvi mær at endur- geva nøkur brot: »Deydin er tað at søpla úr goymslum tað dýra gullið, lata tað fjara í skríni, meðan tú góðsið goymdi. — Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu, ert tú ein deyður maður<. Men hann sigur eisini: >Virðir tú vilt og vinskap ræður tú orðum at ráða virðir tú lyftið lovað roynist tú gesti góður heldur tú brandin blankan hevur tú lívsins skálir manniliga at munni og tómir tær tignarliga, økir tú ættararvin«, f dyrdarvedri gamlaårs- kvold takka vit fyri tað gamla og ynskja Harrans signing í komandi ári. Gott nýggjár! Ny auktion Det meddeles herved, at der pá tidligere bekendtgjort tvangsauktion (AS 245/93) v/ Advokatfelagið, j. nr. 481/89 over matr. nr. 325 Sydrugøta der var berammet til torsdag den 16. december 1993 kl. 10.40, er begæret ny auktion, der afholdes torsdag den 13. januar 1994 kl. 09.50. Færøernes fogedret, den 03.01.94 Mette Søgaard-Nielsen dím Blindastovnur Foroya hevur opið mándag-Íriggjadag kl. 9-16. Telafonir: 18222 og 19288.