Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 4 - 7. JANUAR 1994 Sida9 : Om Á Henry Faber (Donald Sutherland) Enskur filmum frá 1981. Donald Suther- land hevur høvudsleiklutin í hesi spennandi søguni frá Seinna Heimsbardaga. Hann ar- beiðir í tí enska herinum, men í veruleik- anum er hann týskur njósnari, og hann er til reiðar at gera alt fyri ikki at verða avdúk- aður — eisini at drepa. Friggjadagin kl. 22.55; Taggart — Dupult eksponering - 1:3 PR Pige Mark McManus og atricia Kerrigan Eitt morð, ið líkist sjálvmorði og eitt sjålv- morð, ið líkist morði. Skotski detektivurin er aftur í nýggjari rød í trimum pørtum. Advokaturin Philip McLean hevur trupul- leikar í virkinum hjá sær, og privat stendur hann ímillum tvær kvinnur: konu sína Margret og starvsfelaga sín Sharon Lal. Leygardagin kl. 20.40; Rúmdin - 6:12 Hvert år detta umleið 20.000 tons av dusti og smáum og stórum steinum úr rúmdini niður á jørðina. Kanska var tað ein meteorur við einum diametri upp á 8-10 km, sum rakti jørðina fyri 65 mill. árum síðani og var orsøkin til, at teir stóru dinosaurarnir doyðu út. Leygardagin kl. 21.40; Hávurin Am. spenningsfilmur frá 1969 við Burt Reynolds í høvudsleiklutinum sum ævin- tyrarin og våpnasmuglarin Caine, sum missir alt, hann eigur í Sudan. Eini hjún biðja hann hjálpa sær við eini >vísindalig- ari< kanningarferð á havinum úti fyri Sud- an, har nógvur hávur er. Agurkur við sjokulåtu Foreldur Stefaniu klandrast illa, og tey hava ongantid tid at vera saman vid henni, men tibetur hevur hon bæði ein vin og eina kettu. Ein dagin uppdagar hon, at mamman hevur ein elskara, og tá rýmir hon. Sunnudagin kl. 20.20: Um menn og myndir i Foroya søgu í 19. old Í næstum fer sjónvarpið at hava nakrar stutt- ar sendingar um persónar, sum settu dám á søguna í 19. øld. Hesar sendingar eru 5 minuttir hvør. Hans Jakku Debes, profess- ari, hevur skrivað tekstin, og upp undir hesar sendingar hevur Jógvan Asbjørn Skaale hitt Hans Jakku Debes, sum fer at greiða frá monnum og hendingum í 19. gld. Sunnudagin kl. 22.55: Tidin er farin Amerikanskur stuttfilmur frå 1992. Tå Bobby sleppur úr fongslinum er tað ikki bara kona hansara Ginny, ið bíðar eftir hon- um. Eisini ein vinmaður úr fongslinum, tvansvetitturin Ruby, tekur ímóti honum. Javnleikur Amerikanskur filmur frá 1986. Gene Hack- mann hevur høvudsleiklutin sum ein av- dankaður kurvabólt-venjari, sum fær ein seinasta møguleika, tå ein gamal vinur gevur honum arbeiði á einum studenta- skúla. Skúlaliðið nyttar ikki nóv, men fær tað ikki góð úrslit, fær hann tað heldur ikki. Týsdagin kl. 23.10: Eydna i politikki Nyggjur danskur sjónvarpsfilmur. Ein speisk mynd av einum valstríði. Í einum donskum provinsbýi eru tey farin at fyri- reika seg til fólkatingsval — nå vilja tey hava sítt valevni inn á Christiansborg. Tey gera ikki mætari enn at biðja eitt lýsingarvirki um hjálp at fáa tann heldur litleysa Asger Steensen inn á ting. Mikudagin kl. 20.35: Indiana Jones Sean Patrick Flanery 0.0. Indy er framvegis njósnari fyri tær sam- eindu og fær bod um at fylgja tyeimum fronskum brødrum á eina loyniligg sendi- ferd til ta eysturriksku keisarinnunå Zitu. Mikudagin kl. 21.50; Great Balls of Fire Amerikanskur filmur frå 1989 um rokktón- leikaran Jerry Lee Lewis. Hann spældi klaver, tå hann var 8 år, og mitt í 50-unum var hann maðurin, sum varð mettur at kunna yvirtaka plássið hjá Elvis Presley sum rock- n'roll-kongur. Hósdagin kl. 21.45: Uncle Sam Dokumentarfilmur. Í tíðarskeiðinum 1955 til 1975 vórðu fleiri túsund amerikanskir hermenn loyni- liga brúktir til royndir við LSD og gðrum evnum. Teir gjørdu sjålvir av, um teir vildu luttaka, men eingin segði teimum, at sinn- isligu hjáárinini kundu vera ógvuslig. Hósdagin kl. 22.35; Maigret Michael Gambon Ensk detektivrød grundað á bøkurnar hjá Georges Simenon. Maigret verður eygnavitni til eina brots- gerð í heimbýnum hjá sær. Hann er á stað- num, av tí at brotsgerðin er kunngjørd frammanundan. Whicker Sun King Sol Kerzner byrjaði í smáum. Hann ar- beiddi í caféini hjá pápa sínum, men sum frá leið vildi hann nakað meira. Hann fór at verða »entertainari«, og nú er hann multi- millióningur, eigur 35 hotell og casinoir. Alan Whickler tosar við hann. SUS Reportage Hetta er ein sending um ungfólk í Bretlandi, um teirra áskoðan á rasismu og hvussu tað er við kynslívinum hjá teimum 16-25 ára gomlu. LSE BBC Proms 93 100 ár eru liðin, síðani Tchaikovsky doyði. At minnast hann spældi BBC Consert Or- chestra >Symfoni No 2 í C minor<. Tóna- skaldið búði fleiri summer hjá systir síni við Black Sea, nú kent sum Ukraine, og har byrjaði hann upp á hesa symfoniina í 1872. Eftir frumframførsluna í 1973 skrivaði hann heim til pápa sín, at framførslan var væl eydnað. UL SS SST TT