Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Meiri stuðul til Rusland er tann besta trygdin Í næstu viku verður ein rættiliga av- gerandi fundur í NATO. Tá skal vest- ureuropeiska verjusamgongan taka stóðu til umsóknir frá eystureuro- peiskum londum um limaskap. Tað eru teir, sum halda, at hesin fundurin verður ein tann mest avgerandi í NATO nakrantíð. Hetta tí at spurningurin um at geva fyrrverandi pørtum av Sovjet- samveldinum og grannalondum tess limaskap í NATO millum russar verður mett sum ein uppílegging f teirra egnu viðurskifti og ein álvarsom hóttan móti Ruslandi. AT hesin spurningurin ikki er heilt so einfaldur, sum fleiri í vesturheiminum vilja gera hann til, síggja vit ikki minst nú, tá sjálvur russiski forsetin ávarar vesturheimin um ikki at lima inn lond í Eystureuropa í Nato. Hann vísir á, at nationalisman er sterk í Ruslandi og herurin eisini. Kemur Nato nú at fáa limalond uppat markinum til Rusland kann hetta verða mett sum ein óhoyrd provokatión, og tað kann hava við sær, at hóvligar kreftir í Ruslandi fara at lúta fyri teimum høgravendu herovastunum. Hetta vil vera eitt stórt afturstig fyri friðarroyndirnar og avdubbingina og kann í ringasta føri enda við einum 3. heimskríggi. HÓAST vit fegin sóu fleiri lond sum limir í Nato, so stendur eisini greitt, at vit mugu taka ávaringarnar frá leiðsluni í Kreml í fullum álvara. Tað er tí greitt, at tað helst ikki í løtuni er kløkt at fremja kollveltandi broytingar og taka upp fleiri av eystureuropeisku lond- unum upp í Nato. Hetta kann tykjast sum ein jánkaslig og feik avgerð, men hóast kalda kríggið er av og Ber- linmúrurin tíkin niður, so ræður enn óvissa í Ruslandi og grannalondunum, og tá hesi lond eiga kjarnorkubumbur í nærum hverjum hjallara, kann ein skjótt blíva sannførdur um, at farast má fram við størsta hóvsemi. Vesturheimurin må halda fram við at stuðla menningini í Ruslandi ikki minst fyri at forða høgravendum kommunistum at taka valdið. TÍ skal tað vera okkara vón, at eyst- ureuropeisku londini taka til takkar við eini avtalu av einum ella ødrum slag fyribils. Ístaðin fyri limaskap í Nato so er tað av nógv størri týdningi fyri tey óttafullu londini í Eystureuropa, at vesturheimurin tryggjar teimum demo- kratisku og hóvligu kreftunum í Rus- landi hjálp fyri harvið so líðandi at útspæla tær nationalistisku kreftimar og herin. Júst á hesum øki hevur vestur- heiminum verið ov afturhaldandi og tí átti ein avgerð í Nato í komandi viku heldur snúð seg um, at besta trygdin fyri bæði Eystureuropa, Baltisku londini og restina av heiminum er ein øktur og meira miðvísur stuðul til uppbyggingina av Ruslandi. Verður tað ikki gjørt, so kunnu vit rokna við, at teir høgravendu og herurin fáa vind í seglini av álvara, tí tá verður skyldan fyri at landið ikki kemur aftur á fótur løgd á Jeltzin og hinar reformistarnar, sum í dag eru tann besta trygdin fyri Kubba-kapping í Suðuroy Leygardagin 5. og sunnu- dagin 5. februar 1994 skipar ungdómsdeildin hjá Tvør- oyrar Bóltfelag fyri stórari KUBBA-KAPPING í í- trévarhøllini í Trongisvági. ið verður á sunnudagin frá kl. 14.00. Tilmeldingarseðlar eru sendir ítróttarfeløgunum og skúlum í Suðuroy og skulu hesir verða TB aftur í hendi í seinasta lagi fríggjadagin Heiðursmerki verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum ald- ursbólki, og allir luttakar- arnir fáa skreytblað fyri lut- tóku. Tað verður KUBBI sjálvur, ið handar heiðurs- merkini. Kostnaðurin verð- ur 50 krónur fyri hvørt til- meldað lið. Leygarkvøldid fáa luttak- aramir møguleika at fara í KUBBA-dans frå kl. 20.00- 23.00, og eisini verdur okk- urt til mama KUBBA- dansurin verður ókeyps. Tveroyrar Bóltfelag Gregorianskur kórsangur og completorium Sunnudagin 9. januar kl. 16.00 skipar Nordurlanda- húsið fyri konsert eftir eitt stórt skeið í gregorianskum kórsangi. 80 sangarar frá mestsum øllum Føroyum fara at syngja undir leidslu av teimum báðum dirigent- unum Jean Pascal Olli vry úr París og Jaan-Erik Tulve úr Tallinn. Skeiðið er gjørt í gorien de Paris og Amici Cantus Gregoriani Nida- rosia í Tróndheim. Tann Gudmund Hermes hevur verið ein stór hjálp í arbeið- inum við gregorianskum BILLUTIR ast til FLESTALLAR BÍLAR Fa. BILLUTIR Til. Fax. 21605 21666 kórsangi og gregorianskum siðum í Norra, hann fer eis- ini at vera gestur á konsert- ini. Seinni sama kveld kl. 19 verður konsert og comple- torium í Ólavskirkjuni í Kirkjbø. Bergur Jacobsen, ið er kendur sum prestur og landsstýrismaður, verður liturgur í completorinum. Bæði Jean Pascal Ollivry, Jaan-Erik Tulve og kór- sangararnir verða eisini við á hesi hátíðarligu uppliv- ingini í Kirkjubø sunnu- kvøldid. I sambandi við ta stóra kórskeiðið er eisini ein stór SMS — Tíðindaskriv um komandi viku Ráðið Fyri Ferdslutrygd á torginum í SMS Ráðið fyri Ferðslutrygd, RFF, hevur, sum navnið sigur, til endamáls at ar- beiða fyri tryggari ferðslu- viðurskiftum. Stóra arbeiðið, sum RFF ger, er sera vittfevnandi, upplýsandi og spennandi. | Hver kennir ikki nøvnini »Hvølvus« og »Gøllur«, og hvør hevur ikki lysingar bæði í sjónvarpi og blødum framsýning í Norðurlanda- húsinum við tekstilseglum, ið sýna søguna um kórfylgi frá Orknoyggjunum til Je- rusalem í 1151. Eitt kór- fylgi, sum bleiv ein kend vallaraferð undir leiðslu av Ragnvald Jarl og biskupi William. Meðan vallara- ferðin nærkaðist Miðalhav- | inum, blivu múrarnir í tí | nýggju dómkirkjuni enn | hægri. Tey 14 tekstilseglini, sum nú standa í Norður- landahúsinum, vóru gjørd til Magnusdómkirkjuna í Kirkwall. Framsýningin verður til 13. februar. Hvar er moralurin! Skulu føroyingar nú í glaspalass og á marmorgólv at biðja um olmussuhjálp!!! Hetta má vera javnaðarflokkurin, tá hann er bestur. Ég meini tað. KT. koyring, víkiskyldur v.m.? Tey, ið eiga børn, hava iva- leyst eisini givið sær far um tilfarið, ið RFF sendir út til tey smæstu av okkara med- borgarum, og tá kanska ser- liga tilfarið til tey, ið eru í ferð við at byrja í skúlanum. Ráðnum hevur við sínum áhaldandi arbeiði, síðan tað varð sett á stovn, í stóran mun eydnast at broyta | ferðslumentanina, kanska serliga millum børnini, og hevur ivaleyst eisini fingið tey vaksnu at hugsa meira um hvat ferðsla í veruleik- anum er, og hvussu vanda- mikil hon eisini kann vera. Hóast góð úrslit higartil, steðgar arbeiðið hjá RFF ikki upp, heldur tvertur- ímóti. Stutt fyri jól flutti RFF í nýggj, meira hósk- andi høli Yviri við Strond, har umstødurnar eru mun- andi betri enn í gomlu høl- unum. Umframt at hava høvuds- stødina Yviri við Strond, ger RFF eitt stórt upplýs- andi arbeiði úti á skúlunum og aðrastaðni. Hetta fyri at náa so nógvum sum mØgu- ligt. Sum nakað nytt, fer RFF i koamndi viku at royna eitt spennandi tiltak á torgin- um í SMS. »Hvølvus« verður á torg- inum og høvi verður hjá gllum at sleppa at royna hvussu tað merkist at fara runt í einum bili, og ikki minst at fáa prógv fyri, hvussu neyðugt tað er, at trygdarseðlar verða nýttir, tá koyrt verður í bili. »Gøllur«, sum eisini ber til at royna, vísir hvat hend- ir, tá samanstoytur er, og hevur ein roynt hann eina- ferð, er eingin ivi um at trygdarseðlarnir = hereftir verða nýttir hvgrja ferð eins egni bilur verður settur í gongd. Endurskin er, hjá teim gangandi, kanska eitt tað mest umráðandi amboðið at nýta fyri at verða sæddur av teim, ið koyra bil, og tá ser- liga í tí myrku tíðini. End- urskin eru eisini meira og meira at síggja í ferðsluni. Men tó eru tað fleiri, ið ikki enn hava givið sær far um hvussu umráðandi tað er at verða sæddur av teim koyr- andi. Á torginum hesar dag- arnar verður høvi hjá teim vitjandi at fáa seymað end- urskin á klæðini. Hetta fer fram hvønn dag frå kl. 15.00 til 17.30. Ráðið Fyri Ferðslutrygd byrjar mikudagin eina spennandi kapping millum 4. flokkar í landinum. Kappingin er skipað á tann hátt, at tveir4. flokkar í tvær vikur kappast um hver av teimum nýtir endurskin mest. Lærararnir hjá flokk- unum kanna hvgnn dag eftir hvussu nógvir næmingar nýta endurskin. Tann flokk- urin, ið aftan á tvær vikur hevur nýtt endurskin mest, fær eitt ferðasteyp í varð- veitslu teir komandi 14 dagarnar. Ferðasteypið er ein lítil >Selatrúgvi<, ið tey flestu børnini munnu kenna. Fyrstu tveir flokkarnir, ið fara at royna seg í hesi kapp- ing, eru 4. flokkarnir úr Tofta og Kvívíkar skúlum. Flokkarnir og lærarar teirra verða í SMS mikudagin. Av ødrum spennandi til- tókum á torginum í SMS- komandi vikuna kunnu nevnast tær nýggju talvur- nar, ið RFF hevur útvegað sær. Hesar talvur sýna hvussu ein eigur at bera seg at í teim ymisku vegamót- unum, um hvussu víki- skyldan er og eigur at verða hildin á hesum stóðum. Eisini eru møguleikar at royna eins egna kunnleika til ferðsluskelti á eini ser- stakari talvu. Videokanónin hjá RFF verður eisini á torginum, og har fer Ráðið at sýna ym- iskar filmar um ferðslu og ferðslutrygd. Hvussuein súkkla eigur at verða útgjørd við lyktum, endurskini, bremsum v.m. fæst eisini at vita. Væntandi fara vit eisini at kunna heilsa uppá ferðslu- løgregluna og síggja tey am- boð, ið hesir nýta fyri at halda skil á ferðsluni. Ráðið Fyri Ferðslutrygd vónar at hitta so nógv fólk, ung sum gomul, á torginum í SMS komandi vikuna.