Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 5 — 8. JANUAR 1994 Sida3 Danskir løgfrødingar um vælumtóktu ketubrøvini: Ikki ber til at forða nøkrum at vera við Sambært donskum løgfrø umrøddu ketubrøvini ólóglig. nogv dingum er eingin donsk låg, id ger tey Eingin démur er nakrantid feldur í Danmark, ið viðvíkur tí Í lógliga ella ólógliga í ketubræva- skipanini, ið tvær ferðir er góðkend av hægstarætti í Týsklandi um spenningi farnir upp í eina av teimum ketubræva- skipanunum, ið ferðast yvir Føroya land í løtuni. Tvær tær best umtóktu keturnar, ið hava fingið sera góða undirtøku, eita Harle- kin og Certifikat. Hesar ket- urnar koyra við níggju lið- um, so tú einaferð fyrr ella seinni fært svar frá 2.187 fólkum. Men í løtuni er eis- ini ein lítil keta við fýra lið- um á rundferð, ið fólk spæla við í, meðan tey líkasum bíða eftir svari í teimum størru ketunum. Tær báðar størru keturnar stava frá Týsklandi, meðan hendan minna er úr Ong- landi. Keturnar virka allar á sama hátt: Tú keypir eitt ketubræv fyri 220 krónur, sendir 200 krónur til tann, i5 stendur ovast á listanum, ið fylgir við brævinum, og síð- fyri ketuni, 180 krónur. So fært tú sendandi trý ketubrøv eftir einari ella tveimum vikum, og tá tú hevur selt tey trý brøvini, hevur tú longu vunnið inn- aftur tann peningin, tú legði út, tá tú sjálvur keypti títt bræv. Skal ketan ganga nóg væl, verður rátt til at finna sær tríggjar keyparar, áðr- enn brøvini koma sendandi aftur, ið tú skalt selja víðari. Gongur alt so eftir ætlan, fært tú 2.187 inngjaldingar á 200 krónur, ið geva tær til- samans 437.400 krónur í postkassan, um tú ert við í aðrari av teimum størru ket- unum. Við minnu ketuni fært tú >bert< 16.200 krón- ur. Ketubrøvini neyvan 6l6glig Dimmalætting skrivaði tysdagin, at slikar ketur eru 6l6gligar fFøroyum, men at tað ber stórt sæð ikki til at gera nakað við eina slíka ketu. At hesar ketumar eru ólógligar, er neyvan heilt rætt. Í hvussu er ikki sam- bært útsagnum frá juristum í danska brúkarastýrinum. - Eftir at hava gjøgnum- gingið ketubrævaskipan- irnar siga teir, at tað ikki ber til at forða fólki at spæla í einum spæli í Týsklandi, sum er lógligt í Týsklandi. Og meðan eingin dómur er feldur í Danmark, ið við- kemur tí lógliga ella ólóg- liga við hesum ketunum, eru tær ikki færri enn tvær ferðir góðkendar av hægsta- rætti í Týsklandi — fyrru ferðina í 1986 í Karlsruhe og seinnu ferðina í 1990 í Miinchen. Hinvegin má eitt sovorð- ið spæl ikki marknadarfør- ast í Danmark við lýsing- um, meðan einki hinvegin er í vegin fyri, at tað verður spjatt á vanligan hátt, tað vil siga frá einum persóni til ein annan. Sambært lóg nr. 287 frá 9. juni 1971, um almenna inn- savning, $ 1, sik. 2 og $ 2, 2. punkt, eru ketubrøvini ikki ólóglig, um so er, at áheit- anin um at halda ketuna sónum, ið innbjóðarin kennir persónliga, tað vil siga familja ella vinir. = Ilt er annars at skilja, at nakar í hesum døgum skal hava nakað ímóti, at so- vorðnar ketur sleppa at ferðast runt Føroya land, tí her er stórt sæð talan um, at peningur kemur inn í land- ið, so mong av teimum frammanundan illa sperdu kunnu fáa nøkur fleiri oyru at klára seg við. Í ødrum lagi er hetta alt samalt peningur, ið er at meta sum skattskyldug inn- tøka, so um fólk bera seg rætt at við skattinum, er her eisini okkurt at heinta hjá landskassanum, ið framm- anundan nýtir hvørt einasta høvi at leita sær eftir nøkr- um oyrum at fjala botnin við. Eisini spælir ein rúgva av føroyingum við í ymiskum týskum lottaríum, uttan at nakar setir spurnartekin við ippielt nógv tryggari at spæla við í, enn lottarfini eru, tí tað eru bert tey fægstu, ið hava møguleikan at vinna nakað serligt í lott- aríunum, burtur sæð frá kanska ein nýggjan seðil. Tað er tey fægstu, ið vinna Um keturnar hinvegin sleppa at halda fram, fáa øll tað, ið teimum verður lovað í ketubrøvunum. Fleiri hava fingið Og sum skilist, eru eisini fleiri føroyingar í hesum døgum í sjeynda himli, tí teir hava fingið pening sendandi gjøgnum ketuna. Eingin tykist vilja ulýsa nágreiniliga hvussu nógv viðkomandi hevur fingið burturúr, men fleiri hava longu fingið nógvar tíggju- túsundtals krónur, og eisini frættist um onkran, ið nú er komin upp á sekssifraðar pE skilist á øllum brøgdum, at her er fyrst og fremst talan um at hava gott tol, tí tað hó- ast alt tekur sína tíð, áðrenn ein er komin so langt upp í ketuni, at ein fær pening sendandi. Og eisini er tað tengt at, hvussu Gfør tey hava verið at selt síni ketu- brøv, ið eru komin upp í ket- una aftaná. i Føroyum Hendan yvirskriftin á forsíðuni á Dimmalætting týsdagin sigur neyvan alt um tey vælum- tóktu ketubrøvini, tí tey eru ikki minni enn tvær ferðir góðkend av hægstarætti í Týsklandi — > við, í ari, verða so aftur seld víðan einaferð í Karlsruhe og eina ferð í Minchen. Og einki sakarmál hevur verið í Danmark, ið viðvíkur ketubrøvunum, hvert tey eru lóglig ella ikki. Løgfrødingar hjá danska brúkara- stýrinum siga hinvegin, at tað ber ikki til at forða fólki at spæla í lógligum týskum spæli Útflutningsvirðið hjá Fiska- søluni fall við 20% i fjør Hóast raksturin hjá Føroya Fiskasølu javnvigaði við einum pinkulítum halli upp á eina til tvær milliónir, gekk sterkari afturá við útflutninginum. Tilsamans útflutti Føroya Fiskasøla i 1993 fyri 1.389.200 krónur, og er tað 343.600 krónur minni enn í 1992 — ein minking, ið svarar til 20% Taðer sera lítið, ið bendir á, at árið 1993 eydnaðist betur á nøkrum øki, enn 1992 gjørdi tað. Í hvussu er hoyrist meira frá afturgongd enn framgongd á so at siga øllum økjum. Hetta ger seg eisini galdandi á tí týdningarmesta økinum, tá talan er um føroyskan útflutning — her verður sjálvandi hugsað um út- flutningin av fiski. Føroya Fiskasøla, ið er nógv tann størsti fiskaútflytarin, hevði eitt fall upp á 20% í útflutnings- virðinum í 1993, verður borið saman við 1992. — Meðan vit í 1992 høvdu eitt útflutningsvirði upp á 1.712.800 krónur, eru vit í farna árinum ikki komin longur upp enn upp á eitt útflutningsvirði upp á 1.369.200 krónur, sigur Niels Sørensen, stjóri í Føroya Fiskasølu. Utflutningurin 36 milli- ónir minni um mánaðin — Hetta svarar til, at vit hava flutt fisk út fyri 36 milliónir krón- ur minni um mánaðin í 1993 enn í 1992. Við sørum orðum ein minking upp á 20% — og taðerein minking, ið merkist hjá okkum. Niels Sørensen sigur við Tíð- indablaðið Sosialin, at raksturin av sjålvari Fiskasøluni hinvegin ikki hevur verið av leið í 1993. Hann javnvigadi nøkunlunda við .einum pinkulítlum halli upp á eina ella tvær milliónir, so har er ikki talan um upphæddir, ið hava nakra ávirkan á samalaða úrslitið. — Hugsa vit um, hvussu nógv tey føroysku flakavirkini plagdu at umseta fyri árið í teimum góðu 80-árunum, so svarar fallið í út- flutningsvirdinum hjá okkum til tað sama, sum eini fýra virki tá plagdu at fáa burturúr hinvegin, sigur Niels Sgrensen. Hesa síðstu tíðina hevur ann- ars verið neynt talið 73 milliónir krónur sum hall hjá Føroya Fiskasølu í 1993 — hevur tað talið so einki við veruleikan at gera? — Hatta talið, tú nevnir, stavar nokk frá tí arbeiðinum, ið varð gjørt, tá roknast skuldi uppá skift- ið frá lutafelag til partafelag, sum Føroya Fiskasøla nú fer igjøgn- um, sigur fiskasglustjórin. Skifta frá lutafelag til partafelag - Hasar 73 milliónirnar eru tað hailið, ið Føroya Fiskasøla hevur í sínum aktivum. Tað vil siga, at hóast raksturin so nøkunlunda gongur upp, er stórt hall í ognun- um, so sum bygningum, goymsl- um, edv-útgerð og gørum.. At fiskasølan skiftir frá at vera lutafelag til partafelag, frítekur limirnar, ið hava verið, samstund- is sum tað setir stórri krøv til fiska- søluna sjálva. Limirnir hava fyrr heft fult og fingið avrokning frá fiskasøluni, men nú er tað fiska- sølan sjálv, ið heftir, og tí hevur hon ongan at fara til, um alt ikki skuldi gingið so væl, sum ætlað. — Hetta setir stórri krøv til okk- um á fiskasøluni, og vit mugu nú renna skjótari og ansa betur eftir, sigur stjórin. hj.